Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. november 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 210 - 1. november 2002 Nr. 210 - 1. november 2002 5 Hóast hann situr í góðum starvi uttan- lands hevur Kristian Davidsen valt at taka við nýggju avbjóðing- ini sum stjóri fyri Strandferðsluna. Eitt av aðalmálunum verður at halda eitt høgt tænastustøði SAMRØÐA Heri á Rógvi Fyrr í vikuni gjørdist tað greitt, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, hevur sett nýggjan stjóra fyri Strandferðsluna fyri Reidar Nónfjall, ið hevur sagt seg úr starvi. Talan er um 36 ára gamla Kristian Davidsen. Hann er úr Havn og er sonur Hjal- grím og Hedvig Davidsen. Hann er giftur við Hildur, sum er ættað av Toftum. Saman eiga tey sjey ára gamla sonin Hjalgrím. Nýggi strandferðslu- stjórin er útbúgving sivil- verkfrøðingur í Keyp- mannahavn. Hansara ser- grein er innanfyri telesam- skifti. Afturat verkfrøð- ingaútbúgvingini hevur Kristian eisini tikið HD í organisatión (skipanar- frøði). Seinastu sjey árini hevur hann starvast hjá Ericsson sum leiðari fyri eina deild, ið fæst við kundatænastu í Skandinavia og Baltisku londunum. Áðrenn hann byrjaði at starvast hjá Ericsson, ar- beiddi hann í Føroyum hjá Føroya Tele, og hann undir- vísti eisini eitt skifti á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Vildu aftur til Føroya Seinasta hálvtannað árið hevur Kristina og familjam tosað nógv um at flyta aftur til Føroya at búgva. – Vit hava okkara røtur í Føroyum, og vit hava bæði tvey hug at venda aftur til Føroya. Sonur okkara er júst byrjaði í skúlanum, og hetta ger, at vit standa við eitt vegamót, sigur Kristian Davidsen. Tá so starvið sum stjóri fyri Strandferðsluna gjørd- ist leyst at søkja, so varð avgerðin tikin um at venda aftur til Føroya. – Eg hugsaði meg nógv um, áðrenn eg søkti. Tá eg so hevði sent umsóknina avstað, so var endaliga av- gerðin tikin, sigur Kristian Davidsen. Bæði hann og familjan gleða seg til at venda aftur til Føroya. Tey eiga hús í Havn, soleiðis at tey sleppa undan bústaðarleitan á trupla marknaðinum í høv- uðsstaðnum. Kristian skal byrja í starvinum 1. januar 2003, og tey flyta í næstum. Einki afturstig Nýggi strandferðslustjórin ger greitt, at hann ætlar at nýta alla orku til sítt nýggja starv. Hann fer í framtíðini einki samband av hava við Ericsson ella luttaka í øðrum nevndararbeiði fyrstu tíðina. – Eg meti hetta starvið sum eina ógvuliga stóra avbjóðing. Í veruleikanum liggur hetta starvið ikki so langt frá tí, eg havi gjørt hjá Ericsson, sigur Kristian Davidsen. Við sínum hollu royndum innan leiðslu, ætlar hann sær at stýra einum tí mest umrødda partinum av al- menna kervinum. – Tú mást góðtaka tað rokaliga við starvinum. Vit skulu fyrst og fremst liva innanfyri fíggjarligu og politisku karmarnar, og tað verður so mín uppgáva at royna at fáa viðvind á leið- ini, sigur Kristian David- sen. Enn hevur Kristian Da- vidsen ongar fráboðanir um, hvørjar ítøkiliga broyt- ingar, hann ætlar at seta í verk, men nøkur mál hevur hann sett sær. – Vit fara í leiðslubólkin- um at fokusera uppá tæn- astustøði. Vit fara at miðja eftir einum so góðum tæn- astustøði sum gjørligt. Aft- urat hesum verður stremba eftir at gerast effektiv og skapa trivnað fyri starvs- fólki, sigur Kristian David- sen. Hann er vorðin væl kunn- aður um strukturin á Strandferðsluni, og í nógvar mátar heldur hann, at Strandferðslan minnir um fyritøkur á privata arbeiðsmarknaðinum. – Hyggur mann eftir strukturinum, so minnir hann nógv um privatar fyritøkur. Munurin er tó tann, at vit hava nakrar skyldur at røkja, og privatar fyritøkur skulu bara hugsa kommersielt, sigur Kristian Davidsen. Tað kann eisini tykist eitt stig tann skeiva vegin at fara frá einum góðum starvi í einari stórari altjóða fyritøku til at gerast stjóri á Strandferðsluni. – Eg vil so avgjørt ikki siga, at hetta er nakað aft- urstig fyri meg. Eg eri errin av at kunna taka hesa av- bjóðingina uppá meg, sigur Kristian Davidsen. Vit ynskja nýggja stjór- anum til lukku við starv- inum. Nýggi strandferðslustjórin: Fokus á tænastuna Kristian Davidsen byrjar í starvinum sum stjóri fyri Strandferðsluna 1. januar. Hann fer úr einum leiðarastarvi hjá altjóða fyritøkuni Ericsson, men sær ikki nýggja starvið sum nakað afturstig – heldur ein spennandi avbjóðing. Mynd: Bárður Eklund Johansen Nú verður farið at ferðast við leikinum. Ginu Søgurnar eru nú givnar fyri fyrst á Meiarínum, men koma tær aftur higar seinri. Nú verður farið út ferðast við leikinum, og verður spælt í Losjuni Gøtu hósdagin Tíðindaskriv Síðani premieruna 5. okto- ber, hava Ginu Søgur spælt fyri fullsettum húsum í Havn, og hava um 2.250 fólk sæð leikin á Meiarín- um. Nú var neyðugt at taka leikin av pallinum har, tí at longu leygardagin hevur nýggi leikurin hjá Grímu »LIST« premieru. Nú fáa so tey uttanfyri Havnina høvi at síggja Ginu Søgur, hetta leikverk sum hevur fingið so nógva umrøðu bæði í bløðum og í talu. Leikin Ginu Søgur hjá Eve Ensler, hevur Ria Tór- garð týtt og leikstjórna, leikarar eru tær tríggjar Birita Mohr, Kristina Han- sen og Gunnvá Zacharia- sen. Hósdagin 31. oktober kl. 19.30 verður leikurin fram- førdir í Losjuni í Gøtu, og sunnudagin 3. november kl. 16.00 í Mentunarhúsin- um í Fuglafirði, hendan sýningin er longu útseld og verður tí ein eykasýning sama kvøld kl. 19.30, so ikki kan sigast annað enn at tað er ein góð byrjan. Seinri verður so farið til Strendur, Runavík, Vest- manna, Suðuroy, Sandoy, og Vágoy. Atgongumerkir til sýn- ingina í Gøtu fáast við dyrnar 1 tíma undan sýn- ingini og á telf. 441737 frá kl. 13.00 hósdagin, meðan Kunningarstovunar í Runa- vík og Fuglafirði selja at- gongumerkir til sýningarn- ar í Mentunarhúsinum í Fuglafirði. Stjórin fyri Føroya Bjór heldur tað vera í lagi, at fútin nú roynir mál um rúsdrekkalýsingar í Føroya rætti. Føroya Bjór hevur tó ongar ætlanir um broyta politikk á økinum RÚSDREKKA Heri á Rógvi Stjórin fyri Føroya Bjór, Einar Waag, hevur fingið fráboðan sendandi frá Før- oya landfúta, at ákærurit er sent Føroya rætti viðvíkj- andi trimum lýsingum hjá fyritøkuni, sum hava staðið í Dimmalætting. Í lýsingunum verða greitt frá nøkrum uppskriftum. Sum partur av rávørini til rættirnar er øl frá Føroya Bjór. Navn og mynd av sterkum øli hjá Føroya Bjór er í lýsingini. Einar Waag greiðir frá, at teir hava fingið eitt bræv sendandi, har tað verður gjørt greitt, at fútin hevur skrivað ákærurit, men ongin fráboðan er komin frá Føroya rætti um at møta. Málið verður í bræv- inum til Føroya Bjór sett í samband við ákærurnar móti Club 20 og Restorffs bryggjaríi, sum jú hava ver- ið fyri rættinum í síðstu viku. Málið viðvíkjandi Føroya Bjór er tó enn ikki sett á rættarlistan. Ì fráboðanini til Føroya Bjór frá fútanum verður boðað frá, at tað er stjórin í Restorffs bryggjarríi, sum hevur beint fútan á Føroya Bjór. Hetta hendi, tá hesin sendi ein fyrispurning til fútan um áðurnevndu lýs- ingar. Óli Svenn vísir tó staði- liga aftur, at hann skal hava meldað Føroya Bjór til fút- an. Halda fram Einar Waag heldur tað vera í lagi, at fútin nú hevur valt at hyggja nærri at rús- drekkalýsingum. – Eru tað nøkur, sum ikki halda lógina, so mugu hesi eisini fáa tað at vita. So leingi vit hava hesa rús- drekkalógina, so mugu vit eisini arbeiða útfrá henni, sigur Einar Waag. Hann sigur, at teir ongar ætlanir hava um at hálsa um á lýsingarøkinum. – Vit hava altíð verið sera varnir, og tað vera vit fram- vegis, sigur Einar Waag. Tá hann ikki veit meira um málið, so vil hann hel- dur ikki siga nakað um. hvørt hann roknar við at verða dømdur fyri lýsing- arnar í Dimmalætting. À rættarfundinum í mál- inum viðvíkjandi lýsingun- um hjá Restoffs vóru fleiri lýsingar hjá Føroya Bjór uppi at venda fleiri ferðir. Tað snúði seg serliga um lýsingarnar við »P-degi« og »J-degi«. Eisini varð víst til eina lýsing á Álmunakkan- um, har lýst varð við sterk- um øli. Einar Waag sigur, at við lýsingunum í sambandi við »P-dag« og »J-dag« hava teir ikki fingið forboð ímóti at lýsa, Lýsingarnar hava verið at sæð seinastu fýra árini. Lýsingina í Álmunakk- anum hava teir ikki longur við sterkum øli, men heldur er talan um sodavatn nú. Fútin hevði givið teimum loyvi til at lýsa við sterkum øli, men tað var útgevarin av sínum eintingum, ið tók lýsingina burtur. Einar Waag: Broyta ikki lýsingarpolitikk Føroyskir luttakarar á norðurlandsráðsfund inum í Helsinki krevja, at Føroyar gerast sjálvstøðugur limur í ráðnum LIMASKAPUR Heri á Rógvi Í hesum døgum eru før- oyski politikarar á norður- landaráðsfundi í Helsinki. Umframt tað vanliga á slík- um fundum hava føroysku luttakararnir ein serligan boðskap við sær í ár. Teir ynskja nevniliga, at Føroyar skulu gerast sjálv- støðugur limur í Norður- landaráðnum. Í tíðindaskrivi verður greitt frá, at Jóannes Eides- gaard, Jógvan á Lakjuni, Høgni Hoydal og Páll á Reynatúgvu. Høgni Hoydal, lands- stýrismaður í Norðurlanda- málum, skrivar í tíðinda- skrivi, at nú eru 50 ár liðin síðani Norðurlandaráðið varð stovnað, og stundin er komin til, at Føroyar, Grønland og Áland gerast fullir limir og gjalda sjálvi. Anfinn Kallsberg hevur eisini á fundi við forsætis- ráðharrarnar greitt frá før- oyska ynskinum. Málið verður sent út til ráðharr- arnar í Norðurlandamálum, og ætlanin er at viðgera hugskotið aftur í desember. Høgni Hoydal nevnir eisini í tíðindaskrivi, at krav um samstarv við grannaøkini í Útnorði, t.e. Hetland, Hebridurnar, Orkneyoyggj- ar, Skotland, Írland og kan- adisku økini, eisini sett fram Ginu Søgur út at ferðast Einar Waag, stjóri fyri Føroya Bjór, sigur, at teir halda fram sum eg við teirra lýsingarpolitikki. Alt landið sleppur nú at hoyra meira um Ginu søgurnar, tá leikararnir leggja leiðina framvið spælistøðum kring landið Vilja gerast sjálvstøðugur limur Høgni Hoydal og hini føroysku umboðini á Norðurlandaráðnum C M Y K 5 4