Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. november 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 210 - 1. november 2002 Nr. 210 - 1. november 2002 7 Bileftirlit Føroya var á Svínoynni og sýnaði bilarnar herfyri. Svínoyingar vita ikki at siga, um tað er hent áður BILEFTIRLIT Solby A. Eliasen Svínoy: Lagt varð upp til rættiligt bilprát í garasjuni, har sýningin fór fram, tí tað var sera ójavnt, hvørjum standi teir seks bilarnir, sum skuldi sýnast, vóru í. Tveir mans frá Bileftirlit- inum vóru komnir til oynna at sýna bilarnar. Og tað gekk bæði skjótt og væl at fáa arbeiðið frá hondini. Svínoyingarnir vóru bæði blíðir og týðir. Lagið var avbera gott á øllum, hóast onkur bilur fekk nógvar krossar. Og ein bilur var í so vánaligum standi, at hann fekk koyriforboð. Men um nakar hevði sett hagtøl yvir bilarnar í Svínoy upp, so høvdu hesi helst víst, at tað er svart ella hvítt í Svínoy, tá tað kemur til bilar. Onkrir vóru í sera góðum standi, meðan restin so avgjørt hevði sæð betri dagar. Prátið gongur altíð lív- liga fyri seg, tá menn savn- ast um bilar. Og hesin dag- urin í Svínoy var onki und- antak. Menn prátaðu um slitnar bremsur, motorar, rust og mangt, mangt ann- að. Eisini fall prátið inn á hetta, at Bileftirlitið nú var komið til oynna at sýna bilarnar. - Tað er avbera gott, at teir eru komnir her nú, tí so kunna vit fáa staðfest, um bilarnir eru í nóg góðum standi, helt ein maður fyri. So hvørt sum bilarnir vórðu koyrdir inn, høvdu menn allatíðina onkra við- merking og nógv bleiv arg- að og flent. - Tað er bara at skriva krossar allastaðni, segði ein, meðan hinir stóðu og smáflentu. Tað bleiv sum sagt nógv prátað henda dagin, og summir vistu eisini onkrar skemtisøgur. - Eg havi einaferð fingið fráboðan til sýn, sigur ein maður. - Á Kalsoynni, leggur hann afturat. Og so flennir hann í kíki og heldur fram, at hann nakrar dagar aftan á varð uppringdur av Bil- eftirlitinum, har tey gjørdu vart við, at hann ikki var møttur til sýn við bilinum tann og tann dagin á Kals- oynni. - Eg segði við viðkom- andi, at eg var staddur í Svínoy, og at tað stutt sagt ikki kundi lata seggera, men spurningurin eg fekk aftur, var um tað ikki var á somu oyggj, sigur hesin svínoyingurin og stórflenn- ir. Hendan misskiljingin varð so rættað tá, og síðani hevur hann ikki fingið boð um at koma til sýn við bil- inum. Hann segði, at hetta var tann triði bilurin,sum hann átti, og hetta var fyrstu ferð, at Bileftirlitið var komið til oynna at sýna bilarnar. Ein møguleiki er, at svín- oyingarnir fáa boð um at koma til sýn við bilunum í Klaksvík, men tað er sera kostnaðarmikið at fáa bilarnar av oynni, tí Másin tekur ikki bilar. Einasti møguleiki er at leiga sand- bátin, og hann kostar 15.000 krónur hvønn vegin. - Tí er tað so gott, at teir koma til okkum at sýna bilarnar, tí annars hevði tað ikki latið seg kunnað gjørt. Millum bilarnar, sum vórðu sýndir henda dagin var eisini brandbilurin á oynni. Tað er ein gamal bilur. Hann er frá 1968 og hann hevur koyrt 5.000 km. Eitt tekin um aldurin á bilinum er nummarspjaldr- ið. Á tí stóð Fø 2.770. Tað munnu ikki vera nógvir bilar, sum hava tílík numm- arspjøldur longur. Brand- bilurin í Svínoy var í góð- um standi og sostatt kláraði hann sýnið hendan dagin. Bilar til sýn í Svínoy Tveir menn frá Bileftirlitinum vóru og sýnaðu bilarnar í Svínoy. Sýningin gekk fyri seg bæði inni og úti Mynd: Álvur Haraldsen Mánakvøldið klokkan 19, verður skipað fyri upplestri fyri vaksin og foreldur við børn- um í Klaksvík. Næsta vika er Norðurlendsk Bókasavnsvika. Á øll- um bókasøvnum í Norðurlondum, sum luttaka í felags bóka- savnsvikuni verður skipað fyri einum tílíkum upplestrar- kvøldi samstundis HUGNI OG MENTAN Rúna Sivertsen Á hugnaløtuni mánakvøld- ið, fer Bjørg Fjallsbak at lesa fyri børnunum úr bók- ini hjá Tove Janson um jólatræið hjá Mumifólk- unum. Eftir søguna fara børnini at tekna tekningar av teimum í Mumidali. Tina Purkhús fer at lesa søguna "De stumme gæst- er" hjá Williami Heinesen fyri teimum vaksnu. Síðani verur kaffi, saft og køkur at fáa. Tað eru seks ár síðani byrjað var at hava eitt felags upplestrarkvøld í øllum Norðurlondum, og er hetta triðju ferð, at Klaksvíkar Bókasavn er við. Ymiskt er, hvat hevur verið lisið hesi árini, men í ár hevur norðurlendski fyriskipanarbólkurin valt at leggja dent á, at Norður- lond hava orðið í samband við, at Norðurlandaráðið í ár hátíðarheldur 50 ára stovningardagin. Fyriskipanarbólkurin hevur gjørt av, at tað verða William Heinesen og Tove Janson, sum skulu umboða tað Norðurlendska orðið. Nevnast kann eisini, at tað á hvørjum ári verður gjørd ein plakat í samband við Bókasavnsvikuna. Í ár er tað Edward Fuglø, ið hevur teknað plakatina. Hugnakvøld á Klaksvíkar Bókasavni Hendan myndin er tikin á einari av hugnaløtunum, sum Klaksvíkar Bókasavn javnan skipar gjøgnum veturin, fyri børnum í barnagarðaldri og dagrøkt Mynd: Hallgerð Færø Í Dimmalætting í gjár varð sagt frá, at MRCC støðin tók ikki neyðarkallið fyri fult og tí varð ringt á politistøðina, sum setti bjargingartiltøk í verk. Hetta avsannar MRCC støðin púra avgjørt BJARGING Áki Bertholdsen – Vit taka altíð eitt neyð- arkall fyri fult. Men í hes- um føri fingu vit onki neyðarkall. Djóni Weihe, leiðari á MRCC støðini er ógvuliga illa við av tíðindunum í Dimmalætting í gjár um hendingina, tá ið ein seks- æringur av Argjum siglidi á land týsnáttina og tveir mans komu rættiliga illa fyri. Dimmalætting skrivar, at ringt varð á MRCC efitr hjálp, men at støðin ikki tók teir neyðstøddu fyri fult!!!! Tí løgdu teir neyðstøddu hornið á og ringdu ístaðin á politistøðina, sum setti til- tøk í verk at bjarga teimum báðum monnunum. Vóru ikki við At eitt neyðarkall ikki verð- ur tikið fyri fult er álvars- mál. Og leiðarin á MRCC støðini avsannar eisini púra avgjørdur, at hetta skal vera hent. – Allar samrøður við okkum verða tiknar upp á band. Vit hava lurtað eftir bondunum og tey vísa, at vit als ongi telefonboð yvir- høvur hava fingið hesa náttina. – Vit kunnu prógva, at ongin hevur ringt til okkara hesa náttina og at vit á ong- an hátt vóru við í tiltakin- um, tá ið hesir báðir menn- inir vórðu bjargaðir. Djóni Weihe sigur, at tíð- indi sum hesi koma ógvu- liga illa við hjá stovninum, tí talan er um ein nýggjan stovn, sum hevur ein ógvu- liga avgerðandi leiklut í vandastøðum og tí skal hann ikki koma tvørt fyri. – Vit eru ein nýggjur stovnur og hava nakað at prógva, og tí koma tíðindi sum hesi ómetaliga illa við. Hann leggur afturat, at tað er nokk so logiskt, at menn- inir hava ikki ringt til MRCC, tí støðin hevur eitt heilt vanligt telefonnumm- ar, 35 13 00, sum tey fægstu hava í høvdinum og sum enn færri munnu klára at minnast til í eini knapp- ari vending í eini neyð- støðu. Alarmsentralurin Tað vísir seg eisini nú, at tað er alarmsentralin, teir báðir menninir hava ringt til. Á politistøðini verður váttað, at kl. 02.53 varð ringt til alarmsentralin og boðað frá, at ein bátur hevði siglt á land á Glyv- ursnesi. – Alarmsentralurin setti síðani bjarging í verk við at ringja til Pressaran og sjúkrabilatænastuna. Er tað rætt, at alarmsen- tralurin ikki trúði tí, tá ið boðað var frá, at báturin hevði siglt á land og at viðkomandi tí máttu ringja á politistøðina? Vakthavandi politistur kundi ikki svara uppá í smálutir, hvat var farið fram. Men hann vísir á, at tað tað er vakthavandi á politistøðini, sum eisini tekur telefonina á alarm- sentralinum. Hevur telefonin fyrst ringt á alarmsentralin og síðani beint aftaná á politi- støðina um sama mál, verður ikki skrásett báðu ferðina, tí tað er ongin orsøk at skriva tað sama niður tvær ferðir, sigur vakthavandi. Maðurin, sum hevði vakt hesa náttina hevði frí, tá ið vit vóru í sambandi við politistøðina og teir neyð- støddu menninir vóru held- ur ikki at hitta áðrenn blað- ið fór til prentingar. Norðurlond hava orðið á Býarbókasavninum Ógreiða um neyðarkall frá seksæringi av Argjum Tá ið seksæringurin á Argjum fór á land mánanáttina, vóru báðir menninir, sum við vóru, tíbetur bjargaði. Men sambært Dimmalætting, vórðu teir ikki tiknir fyri fult, tá ið teir bóðu um hjálp frá MRCC støðini. Men støðin sigur, at har hevur ongin ringt at biðja um hjálp Í Sambandi við at Norður- landaráðið fyllir 50 ár, skipar Býarbókasavnið fyri barnatiltaki. Tiltakið verður mána- morgunin klokkan 10. Á tiltakinum fara tey at lesa søguna »jólatræið« úr Mumibókini »Tað ósjón- liga barnið«, sum Tove Jansson hevur skrivað. Hetta er ein søga, har tað hugtakandi verður sagt frá, hvussu mumihúskið fyrstu ferð heldur jól. Tað er Alexander Kristi- ansen, sum hevur týtt søg- una til føroyskt til tiltakið mánadagin. Annars sigur Bókasavnið í tíðindaskrivi, at Edward Fuglø hevur teknað ársins plakat. Hann fekk barna- bókavirðislønina hjá norð- urlandaráðnum í fjør og plakatin í ár er tikin úr norrønu ævintýrheiminum við støði í føroyskum sagn- um. C M Y K 7 6