fríggjadagur 1. november 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 210 - 1. november 2002
Nr. 210 - 1. november 2002
9
Mikukvøldið varð
Brúkarasamtakið sett
á stovn. Samtakið skal
kunna brúkaran um
síni rættindi, og skal
annars vera eitt
talirør hjá føroyska
brúkaranum
mótvegis
myndugleikunum
BRÚKARASAMTAK
Jón Brian Hvidtfeldt
– Føroyar teljast millum
mest tilafturskomnu lond,
tá tað snýr seg um at verja
brúkaran og tryggja honum
síni rættindi. Tí havi eg alla
orsøk til at halda, at sam-
takinum fer at vera lív lag-
að. Tað sigur Gunnleivur
Dalsgaard, sum mikukvøld-
ið var við til at stovna
Brúkarasamtakið.
Endamálið við Brúkara-
samtakinum er fyrst og
fremst at vera eitt talirør hjá
brúkaranum mótvegis myn-
dugleikunum. Uppgávan
hjá samtakinum er fyrst og
fremst at kunna brúkaran
um síni rættindi, og eisini
samskifta við myndugleik-
arnar í brúkaramálum.
Gunnleivur
Dalsgaard
sigur, at tað skal bera til hjá
fólki at venda sær til Brúk-
arasamtakið við málum og
vísa á skeivleikar av yms-
um slag í brúkaramálum.
Ætlanin við samtakinum er
tó ikki at seta fólk í starv,
sum skal viðgera øll eink-
ultmál, men heldur verður
uppgávan hjá felagnum at
upplýsa um málini, so
brúkarin gerst varugur við
síni rættindi.
Vón um góðan byr
Tankin um brúkarafelags-
skapir er ikki nýggjur, áður
hava brúkarafeløg verið í
Føroyum, men eru síðan
dottin
niðurfyri
aftur.
Gunnleivur Dalsgaard hev-
ur tó vónir um, at Brúkara-
samtakið er komið fyri at
vera. Hann leggur dent á, at
endamálið er at fáa so nógv
fólk sum gjørligt við í sam-
takið. Øll kunnu gerast lim-
ir í Brúkarasamtakinum,
bæði einstaklingar og feløg.
Limagjaldið er 100 krónur
um árið.
Nevndin skipað
Á
stovnandi
fundinum
mikukvøldið varð Ingun
Simonsen vald til formann,
meðan hini í nevndini eru
Hans Pauli Strøm, Gunn-
leivur Dalsgaard, Høgni
Debes Joensen og Kristina
Samuelsen. Eykalimir eru
Edvin Joensen og Kate
Sanderson.
Nevndin
í
Brúkarasamtakinum skal
veljast á hvørjum ári.
Í fyrstu atløgu fer Brúk-
arasamtakið at hava adressu
í hølunum hjá Starvs-
mannafelagnum, men í
næstum fer samtakið at ger-
ast meira sjónligt við egn-
um telefonnummari og
teldupostadressu. Nú verð-
ur somuleiðis farið undir at
skipa arbeiðið hjá Brúkara-
samtakinum.
Eitt talirør hjá brúkaranum
Leygardagin verður
stórur marknaðar-
dagur í Argja skúla.
Umframt hópin av
tiltøkum til børnini
verður millum annað
stórur fiskamarknað-
ur á skránni. Tað er
felagið Føroya Barna
Missión, sum skipar
fyri, og inntøkan fer
til hjálpararbeiði
uttanlanda og til eina
barna- og ungdóms-
miðstøð í Havn
TILTAK
Jón Brian Hvidtfeldt
Felagið
Føroya
Barna
Missión fer nú undir sítt
fyrsta, stóra tiltak. FBM,
sum hjúnini Anja og Vagn í
Geil hava sett á stovn,
hevur í hyggju at savna
pengar til at seta á stovn
eina barna og ungdóms-
miðstøð, ið serliga er ætlað
børnum og ungum við yms-
um trupulleikum. Tey meta
avgjørt, at tørvur er á ein-
um tílíkum húsi í høvuðs-
staðnum.
Felagsskapurin Føroya
Barna Missión er nýggjur,
men hevur samband við
norska felagsskapin Caris-
missjonen.
Leygardagin verður so
farið undir fyrsta stóra til-
takið, ein marknaðardag,
sum verður hildin í Argja
skúla. Á skránni er millum
annað kokutombula, and-
litsmáling, hoppiborg, hár-
viðgerð, ríðing á hesti og
eisini verður ein rusjibani
settur upp. Harumframt
verður søla av kjøti og eis-
ini ein stórur fiskamarkn-
aður, har til ber at keypa
bæði frystan fisk í kilopos-
um, gullaksafars og eisini
ræstan fisk.
– Tað er at fegnast um,
hvussu stóra vælvild vit
hava møtt frá fólki til hetta
tiltakið. Eitt nú hava vit
fingið fisk og gullaksafars
frá flakavirkjum, og eisini
hava vit fingið ræstan fisk
frá ymsum skipum. Alt
hava vit fingið ókeypis,
sigur Vagn í Geil.
Fyrireikarnir ætla, at
marknaðardagurin í Argja
skúla
leygardagin
skal
halda fram allan dagin.
Umframt tiltøkini og kjøt-
og fiskamarknaðin, so ber
eisini til at vinna ein skut-
ara og fýra oksafjórðingar.
Eisini ætla tey at selja
pylsur og sunkist. Til at
hjálpa sær leygardagin hava
fyrireikarnir fingið ein
skúlaflokk á Argjum.
Vagn í Geil sigur, at skal
málið við at fáa ein barna-
og ungdómshús sett á stovn
í Havn, so skulu nógvir
pengar til. Tí er tiltakið á
Argjum leygardagin bara
tað fyrsta í røðini av fleiri.
Marknaðardagurin
á
Argjum leygardagin byrjar
klokkan 10 og heldur fram
til klokkan 19.
Marknaðardagur á Argjum
Millum 30 og 40 fólk høvdu mikukvøldið leitað sær á
stovnandi fund hjá Brúkarasamtakinum. Nú nevndin hevur
skipað seg, er klárt at fara til verka
Vagn í Geil hevur saman við konuni Anju tikið stið til felagsskapin Føroya Barna Missión.
Leygardagin er fyrsta tiltak á skránni, ein stórur marknaðardagur, sum verður hildin í Argja
skúla
OLJURÁÐSTEVNA
Jan Müller
Aftur í ár verður skipað
fyri oljuráðstevnu í Før-
oyum. OFFSHORE
FAROES 2002 verður í
ár 4. december í Norður-
landahúsinum.
Hóast
tað gongur spakuliga við
leitingini á landgrunn-
inum og hóast úrslitini
hava verið í lakara lagi,
so hava hvørki oljufeløg
ella myndugleikar mist
trúnna uppá at gera løn-
andi oljufund á økinum.
Kortini er avgjørt ikki at
gera eins nógv burtur úr
oljuráðstevnuni hesaferð
sum seinast. Hon varir
bara í ein dag.
Á skránni verður mill-
um annað:
-
Status frá Oljumála-
ráðnum og oljufyri-
støðufeløgunum
í
Føroyum
-
Møguleikar at finna
olju á føroyskum øki
í framtíðini og næsta
loyvisrunda
-
Royndir í Norður
Norra, millum annað
royndir at fáa størri
part av oljuvinnuni
norðureftir
-
Hvat eru pengar til
førleikamenning
millum annað brúktir
til
- Og annað
Fyri aðru ferð er tað
Oljuvinnufelagið, sum
stendur fyri oljuráð-
stevnuni.
Oljumálaráðið
og
FOIB (oljufyristøðu-fe-
løgini í Føroyum) hava
tó stóran leiklut í at seta
skránna saman.
Øll hava møguleika at
vera við til ráðstevnuna,
sum tó ikki er ókeypis.
Tað ber til at fáa tilmeld-
ingarblað frá Vinnuhús-
inum og tað ber til at
melda seg til Offshore
Faroes 2002 beinleiðis
umvegis
heimasíðuna
w w w. i n d u s t r y. f o .
SÍÐSTA
FREIST
at
melda
seg
er
20.
NOVEMBER.
Prísurin fyri at luttaka
er 1000 krónur. Fyri
limir í Oljuvinnufelag-
num er prísurin 750
krónur. Verður meldað
til seinni enn 20. no-
vember
er
prísurin
hægri.
Í sambandi við olju-
ráðstevnuna gevur Tíð-
indablaðið Sosialurin út
eitt serblað um olju-
vinnu. Blaðið kemur út
sama dag, 4. desember
sum partur av vanliga
blaðnum.
Oljuleiting á vegamóti:
Meðan bíðað
verður eftir
oljuni
Í næsta mánað fer
Agip undir at gera
seinastu kanningar á
havbotninum, har
felagið skal til at bora
í juni næsta ár. Tá
kemur eisini nýggi
oddamaðurin fyri
Føroyaprojektinum,
Luca Dragonetti til
Føroya úr vestur-
afrika, hagani hann
sum førning hevur
við sær drúgvar
royndir við at bora á
djúpum vatni. Føroya
Kolvetni fyrireikar
seg eisini til spenn-
andi boringina
LEITING
Jan Müller
Um gott og væl eitt hálvt ár
ella neyvari, í juni næsta ár
er ætlanin at seta borin í
aftur føroysku undirgrund-
ina. Italski oljurisin Agip
stendur fyri tørni, nú øll
hini oljusamtøkini, Statoil,
BP og Amerada hava gjørt
eina fyrstu roynd. Stóri
spurningur í løtuni er, hvør
boripallur fer at verða
brúktur til hesa 4. boringina
á landgrunninum. Agip er í
løtuni við at leggja seinastu
hond á eina avtalu um leigu
á boripalli, men enn er ikki
avgjørt, hvør boripallur
talan er um. Tó eru ikki so
nógvir at velja í, tí bert
nakrir heilt fáir kunnu bora
á djúpum vatni við Føroyar,
kanska færri enn fimm.
Sosialurin skilur, at tað
møguliga verður ein gamal
kenningur á Atlantsmótin-
um, tann sera framkomni
Jack Bates, sum eigur
nógvar boridagar hinumeg-
in markið.
Aldo Napolitiano, stjóri
hjá Agip í Aberdeen sigur
við blaðið, at teir einaferð í
næstu framtíð fara at gera
avtalu um ein boripall men
kann hann ikki í løtuni seg
navn á. Hann upplýsir ann-
ars, at felagið í næsta
mánað fer undir eina "side
survey" kanning. Hetta er
tað arbeiðið, sum øll olju-
feløg binda seg til at gera,
áðrenn endaliga borilokali-
tiónin verður ásett. Sjálv
borioperatiónin fer annars
at verða stýrd frá skrivstov-
uni í Havn. Herfyri varð
Ron Lansdell, sum hevur
staðið á odda fyri Føroya-
projektinum
fluttur
til
Kasakstan. Miðjan no-
vember kemur so maðurin,
ið skal taka yvir, til Før-
oyar. Tað er Luca Drago-
netti, sum hevur drúgvar
royndir frá boring á djúpum
vatni út fyri vesturafrika.
Tað verður so hann, sum
skal standa fyri 4. boringini
á Føroyaøkinum og møgu-
liga blíva tann, sum fær
bingo.
Boringin
næsta
summar verður mett at taka
einar tveir mánaðir, og tá
verður so aftur virksemi hjá
føroyskum fyritøkum, eitt
nú á Útgerðarhavnini í
Runavík, hjá føroyska part-
inum av Eurest, sum letur
matvørur til boringina og
hjá Atlantsflog, sum tekur
sær av flutninginum av
borifólki - treytað av at hesi
eru kappingarfør, hvat tey
hava verið undir hinum
trimum boringunum.
Uppá fyrispurning um
úrslitið av seinastu bor-
ingini hjá Hess í bretskum
øki fær nakra ávirkan á
boringina hjá Agip sigur
Aldo Napolitiano, at tað
ger hon ikki. Hon hevur
sum so einki við Agipbor-
ingina at gera, sum liggur
væl longur norðuri. Hann
heldur tað eisini vera alt ov
tíðliga at siga nakað um,
antin tann boringin er
vorðin miseydnað ella ikki.
Hann sigur annars, at teir
framvegis hava samráðing-
ar við onnur oljufeløg um
at koma uppí loyvið. Um-
framt boringina hjá Agip á
landgrunninum fer eisini
ChevronTexaco at bora ein
brunn beint hinumegin
markið næsta summar. Við
øðrum orðum kunnu úrslit-
ini av hesum báðum brunn-
um fáa stóran týdning fyri
víðari tilgongdina á Før-
oyaøkinum og Atlants-
mótinum sum heild.
Hjá Føroya Kolvetni,
sum eru við í Agipbor-
ingini, verður eisini arbeitt
miðvíst at gera seg til reiðar
til hesa stóru uppgávuna.
Felagið hevur 7% lut í
loyvinum men kann økja
tað til 22%. Niels Sørensen
sigur, at tað er framvegis
ætlanin og verður nú hugt
at, nær felagið skal fara á
gjaldoyrabørsin
eftir
tí
neyðuga kapitalinum. Við
7% koma teir at gjalda
knappar 20 mill. kr. meðan
upphæddin fyri at luttaka
við 22% verður nærri
teimum 50 mill. kr. Hetta er
so ikki meira enn fyri ein
lítlan trolara leggur Niels
Sørensen aftrat.
Agip borar í juni
Risastóra Snøvitprojektið verður eisini ein partur av
oljuráðstevnuni í ár. Á myndunum siggja vit Hammer-
fest og gassterminalin á Melkøya, soleiðis sum hann fer
at síggja út tá henda verkætlan fyri 40 mia. kr. er liðugt.
Jack Bates er ein av boripallunum, sum kann koma uppá tal
at bora 4. brunnin á landgrunninum. Hann er kendur frá
fleiri boringum hinumegin markið og er mettur sum ein av
teimum mest framkomnu í heiminum
West Navion, sum er kent
um okkara leiðir, fer neyvan
at bora fleiri brunnar á
Føroyaøkinum næstu trý
árini. Statoil og Smedvig eru
við at leggja seinastu hond á
eina avtalu við indiskt
oljufelag um eitt 2-3 ára
langt boriprogramm
C
M
Y
K
9
8