fríggjadagur 1. november 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 210 - 1. november 2002
Nr. 210 - 1. november 2002
11
Brimil kom fram á reiðskapin
hjá Thor á Føroya Banka
ÓLÓGLIG VEIÐA
Vilmund Jacobsen
Týsdagin kom vaktarskip-
ið, Brimil, fram á reiðskap-
in hjá garnaskipinum, Thor
úr Hósvík, sum stóð í syðra
kanti á Føroya Banka.
Á hesi leiðini er ikki
loyvt at royna við gørnum.
Á Vaktar-og Bjargingar-
tænastuni siga teir, at talan
var um tilsamans 6 svart-
kalvatrossar.
Einki skip
- Einki skip var hjá reið-
skapinum, tá ið Brimil kom
fram á hann, so vit settu
okkum í samband við reið-
aríið og skipið, og bóðu teir
koma á staðið. Vit bíðaðu
hjá reiðskapinum, og tá ið
Thor kom, settu vit fólk
umborð, meðan gørnini
vórðu drigin.
Liðugt var at draga hós-
morgunin, og síðan settu
skipini kós móti landi.
Á Vaktar-og Bjargingar-
tænastuni væntaðu tey gjár-
morgunin, at Brimil og
Thor komu á Havnina hós-
kvøldið.
Málið verður síðan latið
ákæruvaldinum, sum fer at
reisa ákæru um ólógliga
fiskiveiði.
Garnaskipið, Thor úr
Hósvík, er tikin fyri ólógliga
garnaveiði á Føroya Banka.
Maskinmeistarafelagið fingið búmerki
Seinasta fríggjadag
varð vinnarin til bú-
merki, hjá Maskin-
meistarafelagnum av-
dúkaður. Hetta hendi
á samkomu í nýggju
húsunum, við Grøn-
landsvegin í Havn,
sum alment vórðu
tikin í nýtslu henda
dagin
BÚMERKI
Rúna Sivertsen
Tað var 24 ára gamli, Hans
Juul Nýstrøm úr Klaksvík,
ið gjørdist vinnari av bú-
merkjakappingini,
sum
Maskinmeistarafelgið út-
skrivaði fyrr í ár.
Tá freistin at senda bú-
merki inn var úti, høvdu 25
fólk sent inn góð 30 upp-
skot.
Maskinmeistarafelagið
nýtti ein listamann og ein
grafikara at rágeva sær, tá
dømast skuldi.
Búmerki ímyndar tvey
tannhjul, ið eru skild sund-
ur við aldum. Tað er iva-
leyst upp til hugflogið hjá tí
einstaka, hvat hann fær
burturúr hesum búmerki.
Arbeiðsøkið hjá einum
maskinmeistara fyrigongur
bæði á sjógvi og landi, so
ein kann hugsa sær, at Hans
Juul hevur ynskt sær at
samanbinda sjógv og land,
tá hann teknaði.
Maskinmeistarafelagið
varð stovnað, 29. apríl
1941. Nú, góð seksti ár
seinni hevur felagið fingið
egin hús og búmerki.
Hans Juul Nýstrøm úr
Klaksvík vann kappingina
um búmerki hjá
maksinmeistarafelagnum.
Hans Juul arbeiðir sum
grafikari hjá fyritøkuni
Petur&Petur í Havn
Mynd: Petur&Petur
Jógvan Nybo, formaður í maskinmeistarafelagnum, við nýggja
búmerkinum hjá felagnum.
Mynd. Jens Kr. Vang
Tveir amerikanskir
politikarar royna nú
at forða fyri, at Dan-
mark fer at lata Russ-
landi tann fongslaða
kekenska vara-
forsætisráðharran
ZAKAJEV-MÁLIÐ
Árni Joensen:
Zbigniew Brzezinski, sum
var
trygdarráðgevi
hjá
Jimmy Carter, forseta og
generalurin
Alexander
Haig, sum er fyrrverandi
amerikanskur uttanríkis-
ráðharri,
mæla
donsku
stjórnini frá at lata russum
kekenska varaforsætisráð-
harran, Akhmed Zakajev.
Zakajev varð fyrradagin
varðhaldsfongslaður
í
Keypmannahavn. Danska
løgreglan tók hann miku-
náttina, eftir at løgreglan
hevði fingið upplýsingar
frá russisku myndugleikun-
um, sum vilja vera við, at
maðurin hevði samband við
kekensku gíslatøkuna í
Moskva. Russar vilja eisini
vera við, at Akhmed Zaka-
jev var uppi í yvirgangi í
árunum frá 1996 til 1999.
Hetta seinna hevur vakt
ans, tí síðani 1999 hevur
Zakajev verið í Russlandi
meiri enn eina ferð, uttan at
russisku myndugleikarnir
hava tikið hann.
Teir báðir amerikansku
politikararnir siga í einum
brævi, sum varð handað
donsku sendistovuni í Was-
hington, at Akhmed Zaka-
jev er ikki yvirgangsmaður,
og at hann hevur avgerandi
týdning fyri arbeiðið at fáa
frið í Kekenia. Í brævinum
siga teir eisini, at verður
Zakajev flýggjaður Russ-
landi, kann vandi verða
fyri, at allir kekenar, sum
koma til Danmarkar, verða
latnir Russlandi, bert tí
russar siga teir vera yvir-
gangsmenn.
Teir báðir amerikansku
politikararnir eru ikki teir
einastu, sum royna at
ávirka danska løgmálaráð-
ið. Kenda enska films-
kvinnan Vanessa Redgrave,
sum leingi hevur verið
virkin innan arbeiði fyri
betri
mannarættindum
ymsastaðni, kom fyrradag-
in til Keypmannahavnar.
Hon sigur seg vera sann-
førda um, at Akhmed
Zakajev er ikki yvirgangs-
maður.
Í Ísrael hevur Ariel
Sharon, forsætis-
ráðharri valt at halda
fram, hóast
Arbeiðaraflokkurin
er farin úr
stjórnarsamgonguni
ÍSRAEL
Árni Joensen:
Ísraelska stjórnarsamgong-
an millum Likudsamgong-
una og Arbeiðaraflokkin
slitnaði fyrrakvøldið, eftir
at partarnir ikki kundu
semjast um næstu fíggj-
arlóg.
Tað var formaðurin í Ar-
beiðaraflokkinum, verju-
málaráðharrin Benyamin
Ben-Eliezer, sum boðaði
frá slitinum. Hann segði, at
Arbeiðaraflokkurin hevði
tikið seg úr samgonguni, tí
flokkurin kundi ikki taka
undir við at játta jødiskum
búreisingum á Vestara Áar-
bakka og í Gaza-geiran-
um150 milliónir dollarar í
stuðuli. Uppskotið hjá Ar-
beiðaraflokkinum var at
nýta pengarnar til tey
fátæku ístaðin fyri.
Avgerðin hjá Arbeiðara-
flokkinum ber í sær, at
Ariel Sharon, forsætisráð-
harri nú situr við einari
minnilutastjórn, men hann
boðaði beinan vegin frá, at
stjórnin verður sitandi.
Samstundis søgdu ráðgevar
hansara, at teir høvdu fing-
ið til uppgávu at leita
stjórnini stuðul frá teimum
smáu flokkunum úti á
høgravonginum í tjóðar-
tinginum Knesset.
Eygleiðarar í Ísrael siga,
at tað er eitt bakkast fyri
friðartilgongdina í Mið-
eystri, at Arbeiðaraflokkur-
in er farin úr stjórnarsam-
gonguni, og at vónirnar um
frið verða uppaftur fjarari,
fer Sharon at halda fram
við stuðuli frá høgraflokk-
unum, sum ikki eru serliga
hugaðir
fyri
friði
við
palestinar. Summir eygleið-
arar vænta ikki, at stjórnini
hjá Sharon verður langt lív
lagað.
Innanhýsis kapping
Teir politisku eygleiðararn-
ir vísa samstundis á, at játt-
anin til teir jødisku búreis-
ingarnar var neyvan tann
einasta orsøkin, til at Ar-
beiðaraflokkurin fór úr
samgonguni.
Benyamin Ben-Eliezer er
formaður í flokkinum, men
kanningar í seinastuni hava
víst, at hann kann vænta
sær harða kapping um for-
mansstarvið, tá flokkurin
fer at velja leiðslu í næsta
mánað. Serliga fyrrverandi
fakfelagsformaðurin Haim
Ramon
og
fyrrverandi
generalurin Amram Mitzna
kunnu hótta formannin.
Tann seinni er borgarstjóri í
býnum Haifa og fær alt-
samt støtti stuðul frá veljar-
unum hjá Arbeiðaraflokk-
inum.
Felags fyri teir báðar av-
bjóðararnar er, at teir eru
fyri at skunda undir friðar-
tilgongdina.
Samstundis sum amerik-
anska stjórnin roynir at
fáa eina semju í ST-
trygdarráðnum um eina
nýggja samtykt um Irak,
er amerikanska flog-
vápnið farið undir at
flyta
bumbuflogfør
nærri Irak.
Doug Raaberg, sum er
oberstur í amerikanska
flogvápninum, segði í
gjár, at USA fer at flyta
bumbuflogfør av slagn-
um Stealth nærri Persa-
flógvanum. Obersturin
segði, at við at flyta
flogførini úr USA til
leiðina við Persaflógv-
an, fer tað at bera til at
gera fleiri bumbuálop á
Irak um samdøgrið, ger
George W. Bush, forseti
av at leypa á.
Sum
skilst
verða
amerikansku flogførini
flutt til bretsku flogstøð-
ina á oynni Diego Gar-
cia í Indiska Havinum,
men nøkur teirra skulu
hava støð í Fairford í
Bretlandi.
Bretska løgreglan hevur
sent umleið 100 løg-
reglufólk at leita eftir
einum manni, sum er
skuldsettur fyri at hava
neyðtikið tíggju gentur
og kvinnur í landssynn-
ingspartinum av Ong-
landi.
Løgreglan sigur, at
maðurin er millum 30
og 50 ára gamal. Yngsta
gentan, sum hann hevur
neyðtikið, var einans
tíggju ára gomul, og
tann elsta kvinnan, sum
maðurin hevur gjørt seg
inn á, var 52 ár. Sam-
bært løgregluni var tann
fyrsta
neyðtøkan
í
november í fjør. Tað
seinasta
higartil
var
seinasta fríggjadag.
Løgreglan í Kent sig-
ur, at neyðtøkumaðurin
er vandamikil. Hann er
ógvusligur og er vápn-
aður við knívi.
Løgreglan hevur fing-
ið ein hóp av fráboðan-
um frá fólki, sum halda
seg vita, hvør neyðtøku-
maðurin er, men enn er
eingin tikin.
Flyta flogfør nærri Irak
Viðurskiftini í Kekenia
eru vernsað munandi
síðani
gíslatøkuna
í
Moskva, og nógv fólk
eru
seinastu
vikuna
flýdd úr Kekenia til
grannalandið Ingosjetia.
Norsk hjálparfólk í
Kekenia siga, at umleið
100.000 kekenar eru í
Ingosjetia nú, og at tey
liva undir sera vánalig-
um umstøðum. Nógv
búgva í húsvognum, tok-
vognum ella tjøldum, og
mong eru sjúk. Hjálpar-
fólkini siga eisini, at
russiski herurin hevur
kringsett fleiri av flótta-
fólkalegunum í Ingo-
sjetia.
Teir
kekenar,
sum
búgva í Russlandi, hava
eisini kent sviðan av
gíslatøkuni í Moskva.
Vesturlendskir tíðinda-
menn siga, at í Moskva
hevur løgreglan gjørt
seg inn á fleiri ósekar
kekenar.
Tað vakti stóran ans, tá
fyrrverandi IRA-yvir-
maðurin Martin Mc-
Guinness
mikudagin
boðaði frá, at hann er
liðugur at berjast við
bretar, og at hann nú hel-
dur fer at virka fyri friði
í Norðurírlandi.
Orðini hjá fyrrverandi
IRA-yvirmanninum
hava vakt ans, tí í Norð-
urírlandi hevur tað verið
vanlig hugsan, at Martin
McGuinness framvegis
er millum fremstu tals-
menninar hjá IRA. Men
í einari sjónvarpssend-
ing segði McGuinness,
at hann er farin burtur úr
IRA.
Martin McGuinness
var kenslumálaráðharri í
norðurírsku
savingar-
stjórnini,
til
bretska
stjórnin koyrdi stjórnina
frá herfyri.
UTTAN ÚR HEIMI
Verri útlit fyri friði í Miðeystri
Amerikanskir politikarar
styðja Zakajev
Ariel Aharon, forsætisráðharri og Shimon Peres, uttanríkisráðharri á fundi í tjóðartinginum Knesset. Tann seinni er nú farin úr
stjórnini
Kekenar flýggja
Mítt kríggj er liðugt
Leita eftir
neyðtøkumanni
C
M
Y
K
11
10