Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. november 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 210 - 1. november 2002 Nr. 210 - 1. november 2002 13 Henda vikan fara vit føroyingar at minnast aftur á sum nakað serligt fyri Føroyar í norðurlendskum høpi. Okk- ara fræga tónaskald, Sunnleif Rasmussen fekk handað tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins, ein heiður, sum ongantíð áður er latin føroyingi. Í grundgevingini fyri at lata Sunnleivi Rasmussen virðislønina varð hansara tónlist samanborin við einki minni enn okkara mæta rithøvunda William Heinesen, sum á sinni fekk stóra norðurlendska virðisløn fyri sín skaldskap. Tónleikurin og tónlistin hava alstóran týdning fyri eina tjóð og eitt fólk. Hesi eru við til at skapa og menna trivnað og felagskenslu og styrkja samleikan. Tey eru ein týðandi partur av samlaðu samfelagsmenningini. Í hesum tíðum tá so nógv verður tosað um tjóðskap og tað føroyskt er – um at menna egnan førleika og at kunna standa á egnum beinum - hevur tað eisini týdn- ing at eiga ambassadørar á tónlistaliga økinum, soleiðis at Føroyar og føroyingar ikki "bara" verða saman- tvinnað við fótbólt. Viðurkenningin, sum Sunnleif Rasmussen hevur fingið, er sjálvandi fyrst og fremst ein viðurkenning av hansara evnum og gávum men samtíðis eitt herðaklapp til tón- leikalívið og tónlistina sum heild í Føroyum. Tey mongu, ið stíla fyri og brúka lív sítt at halda øðrum til og sjálvi eru virkin í tónleikalívinum, hava eisini brúk fyri, at ein teirra millum fær slíka altjóða viðurkenning. Eins og góðu úrslitini hjá fótbóltslandsliðnum stimbra og styrkja áhugan hjá teimum yngru og komandi fót- bóltsspælarum, soleiðis er viðurkenningin av tónlistini hjá Sunnleivi eisini ein katalysator hjá okkara ungu og komandi tónleikarum og tónlistafólki. Eitt gott og virkið tónleikalív er eins týdningarmikið fyri fólkasál- ina sum eitt nú ítróttin, motiónin er tað fyri fólka- heilsuna. Tí kunnu vit væl samanbera fræga úrslitið hjá landsliðinum í Hannover við hesa stóru tónlistaligu viðurkenning í Helsingfors. Vit fara so vónandi eisini at minnast aftur á hesa vikuna sum hon, ið fekk veruligt glið á ynski hjá øllum føroy- ingum at fáa sjálvstøðuga umboðan í Norðurlanda- ráðnum. Neyvan í nøkrum máli tykjast vit so samd og kom hetta eisini til sjóndar á ráðsfundunum í Finlandi, har okkara umboð frá løgmanni til landsstýrisfólk og til andstøðulim í ráðnum. Øll kundu taka undir við hesum sama ynski at geva Føroyum ta so nógv eftirspurdu viðurkenning á norðurlenska samleikapallinum. Kanska og vónandi var hetta ein týðandi spírin til, at føroyska flaggið í framtíðini verður at umboða Føroyar sum sjálvstøðugt umboð í Norðurlandaráðnum. Tað hevði so verið kanska tann størsta virðislønin vit øll kundu fingið. Tí var henda vikan ein varði ikki bert fyri føroyska tónlist men eisini fyri alt tað føroyska samfelagið. (PS Fyri skrivaðu pressuna í Føroyum var tað tó eitt vónbrot, at fyrireikararnir, sum annars lovað, ikki megnaðu at taka og útvega myndir av hátíðar- haldinum, av førysku tónlistahetjuni. Um hetta er tí, at vit í Útnorði ikki verða vird eins nógv og hini, skal standa ósvarað her.) DAGSINS MEINING Sosialurin Sigur fyri føroysku tónlistasálina Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliassen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Samkenslukvøða Eftir hetta sá eg, og sí, stórur skarti, sum eingin var førur at telja, av øllum fólkasløgum og ættum og tjóðum og tungumálum; teir stóðu frammi fyri hásætinum og frammi fyri lambinum, skrýddir í longum hvítum klæðum, og høvdu pálmagreinar í hondunum; og teir rópaðu við harðari reyst og søgdu: „Frelsan hoyrir Gudi várum til, sum í hásætinum situr og lambinum". Og allir einglarnir stóðu rundan um hásætið og hinar elstu og hinar fýra verurnar, og teir fullu niður fyri hásætinum á andlit síni og tilbóðu Guð og søgdu: „Amen! Signingin og dýrdin og vísdómurin og takkargerðin og heiðurin og mátturin og kraftin veri Guði várum um aldur og allar ævir! Amen". Og ein av hinum elstu tók til orða og segði við meg: „Hesir, sum skrýddur eru í teimum longu hvítu klæðunum, hvørjir eru teir, og hvaðan eru teir komnir?" Og eg segði við hann: „Harri mín, tú veitst tað". Og hann segði við meg: „Hetta eru teir, sum komnir eru úr trongdini miklu, og hava tvigið klæði síni og gjørt tey hvít í blóði lambsins. Tess vegna eru teir frammi fyri hásæti Guðs og tæna honum dag og nátt í templi hansara; og tann, sum í hásætinum situr, skal tjaldra yvir teir. Ikki skulu teir longur hungra, og ikki skulu teir heldur longur tysta, og ikki skal heldur sól brenna teir, ikki heldur nakar hiti; tí at lambið, sum er fyri miðjum hásætinum, skal røkta teir og leiða teir til lívsins vatnkeldur, og Guð skal turka hvørt av eygum teirra". Op. 7, 9-17. Meðan ápostulin Jóhannes situr sum fangi á oynni Patmos vegna sína trúgv, opinberar Gud seg á undurfullan hátt fyri honum, hann fær tildømis boð um at skriva brøv til sjey kirkjulið (samkomur), hetta lesa vit í Opinberingini kapitul 2 og 3, har verður skrivað til tey sjey kirkjuliðini (samkomurnar) um støðu teirra í Gudsbarnalívinum, og er tað ymiskt sum Gudslívið er í hesum kirkjuliðum (samkomum). Í 7. kapitli í Opin- beringini lesa vit um ein stóran óteljandi hvítan skara, av øllum fólkasløgum, ættum og tungumálum: hendan opinbering hevur verið mongum syrjandi til undurfulla troyst niður gjøgnum tíðirnar, og er tað enn í dag. Tað eru mong sum í dag sita við stórari sorg og sakni, tí at deyðin steig inn um dyrnar í heiminum, tað er sum at alt steðgar upp, alt raplaði saman eins og kortspæl, man veit ongan útveg, alt hevur læst seg fæst rundan um ein; í slíkum førum er tað gott at vit kunnu lesa um ein slíkan stóran óteljandi skara frammanfyri trónuna á Himni, júst sum opinberingin sigur okkum frá, hendan opinbering geldur til allar tíðir, eisini í dag, tá mangur stendur við eina opna grøv har ein av okkara elskaðu verður sigin niður og leiði verður tyrvt, hetta kann fáa vónloysið at leggja seg yvir alla tilveru okkara, so at vit ikki hóma nakran veg fram, alt er vónleyst fyri framman, vit vilja bara falla í fátt; tann sum hevur sigrað yvir deyða og grøv, hann kemur til okkara enn í dag og sigur við okkum, tí at livi og tit skulu liva. Jóhs. 14,19. Hetta lyftið sum Jesus gav lærusveinum sínum áðrenn hann skiltust frá teimum, tað stendur við enn í dag og geldur allar lærusveinar hansara enn í dag, ja, til allar tíðir; tí vil eg heilsa tykkum sum í dag sita niðurtyngd av sorgum og sakni við hesum somu orðum sum Jesus segði við lærusveinar sínar í síni samtíð, eg livi og tit skulu liva. Jóhs. 14.19. Um tit eiga hann í hjørtum tykkara og eru sostatt lærusveinar hansara, so verða tit eisini við í tí stóra óteljandi skaranum fyri Guds trónu, og tit fáa loyvi til at møtast heima í Himlinum, saman við teimum, sum tit máttu skiljast frá her í lívinum. Gud troysti tykkum í sváru sorg tykkara, og vil eg til seinast heilsa tykkum við hesuum Alla hanganna sálminum, sum eg havi yrkt til Alla halganna dag. Alla halganna sálmur Lag: Bf. 227. Dk. 409. M. 856 1 Ein stórur skari við Guðs trónu stendur, í hvítum búna, pálmagrein í hond: tey løgdu seg í Guðs vár faðirs hendur, tí lendu tey á himna føgru strond. 2. Óteljandi er hesin frelsti skarin, sum heim er komin, hesum foldum frá; frá vinum elskaðu tey eru farin, til tess at vera faðir sínum hjá. 3. Á himni høga, gleði, sæla valdar, ei sjúka, sorg og tregið eru har; tey heima eru ævinnar ótaldar. tí Jesus allar syndir teirra bar. 4. Tey lovsang syngja, um Guðs stóru náði at hann tey frelsti her í óndu verð; har er ei nøkur freisting, nakar bági, tí frelsan var í Jesu sáttargerð. 5. Kom tí mín vinur, bjarga tær frá deyða, nú, meðan náðitíð tú hevur her; lat tváa teg í Jesu blóðið reyða, tað einans móti lívsins landi ber. 6. Ei lívið her á foldum við skal vara skjótt kallar Guð teg burt úr hesi verð; skal tú tá vera við í frelsta skara, so mást tú frelstur vera longu her. Kjartan Stakksund Allahalgannadagur Jógvan við Keldu løgtingsmaður av ST-borgini í New York Ymisku londini, sum hava fastan sess í ST, hava havt ta siðvenju, at umframt po- litikarar, hava eisini umboð fyri eitt nú arbeiðsgevarar, arbeiðarafakfeløg og onnur feløg verið við. - Kanska áttu vit føroyingar at við- gjørt eina broyting. Sjálvandi verður ofta spurt, um neyðugt er, at tinglimir úr ymiskum londum, skulu vitja ST-borgina í New York, tinglimir, sum ikki beinleiðis umboða fasta sessin í ST- tinginum. Hetta eru mál, sum av og á verða havd á lofti í lima- londunum og av fjølmiðl- unum í umboðandi londum. Miðdepilin, Sameindu Tjóðir, hevur eisini onnur endamál enn at savna po- litikarar til orðaskifti, nevndarfundir, at taka lut í arbeiðnum í Trygdarráð- num, at tosa um menning av tilafturskomnum lond- um, eitt nú Afrika, viðgera álvarsemi av HIV/AIDS, og í felag við diplomat- iskum virksemi at fáa frið í lag, har kríggj herjar og gera átøk at byggja upp- aftur, tað ið lagt varð í oyði. YMISKIR FELAGSSKAPIR UMBOÐAÐIR Umboðini úr ymisku lond- unum, sum vitja í tvær, tríggjar og í fýra vikur, eru vanliga onnur enn politik- arar, eisini eru tey mannað við umboðum úr eitt nú ar- beiðgevara- og arbeiðara- fakfeløg, feløg, ið viðgera mannarættindi, javnstøðu, ungdómsfeløg og ST-lokal- ar felagsskapir. Uttan iva kundi verið áhugavert og av týdningi, at eisini føroyingar tóku hetta málið upp og kannaðu, um ikki hesir felagsskapir skiftust um at senda eitt umboð saman við politik- arum til ST ársfundin. MØGLEIKI FYRI GÓÐUM SAMBONDUM Her høvdu verið møgu- leikar fyri, at okkara skift- andi umboð - umframt politikarar - fingu góð og áhugaverd sambond við lond og felagsskapir. Í samband við teir fundir, døgverðar og tær resep- tiónir, ið hava verið, eri eg komin í prát við fleiri av hesum umboðum, eitt nú við umboð fyri arbeiðs- gevarar og LO úr Danmark, Noregi og Svøriki, sum hava róst hesi siðvenju, sum nú hevur verið i fleiri ár, at teir eru við í sendi- nevndunum. Hetta hevur givið teimum gyltar møguleikar fyri sam- bondum og dyggum sam- størvum við ymisk lond. MIÐDEPIL FYRI SO MONGUM ST kann verða ein virðis- mikil miðdepil av stórum týdningi, um vit duga at brúka hesar møguleikar, har eitt fjølbroytt virksemi fer fram um allan heim og í øllum londum. Her er peningaumfarið eisini viðfevnt. Tí hevði kanska verið áhugavert at kanna møgu- leikarnar fyri eini broyttari skipan fyri samstarvinum við ársfundin hjá ST, sum hevur verið siðvenja hjá øðrum londum. Hetta kundi møguliga givið føroyska samfelag- num størri virði í samstarvi við tey lond, ið hava fastan sess í Sameindu tjóðum. Onnur enn politikarar við á ferðini til ST VIÐMERKINGAR Skráin Leygardagin 2. november Kl. 15.00 SøluRásin 2002 letur upp. Kl. 15.30 Richard Johansen, skúlastjóri á Strondum, setur stevnuna. Kl. 16.00 Magni Christiansen syngur á pallinum. Kl. 18.00 Mótasýning Kl. 19.00 Gandakallar, klovnar og búktalari fram- føra á pallinum. Kl. 20.00 Mótasýning. Kl. 21.00 Jónsvein og Birgir syngja á pallinum. Kl. 21.30 Drigið verður millum seldu atgongu- merkini. Kl. 22.00 SøluRásin letur aftur Sunnudagin 3. november Kl. 15.00 SøluRásin letur upp. Kl. 16.00 Angela og Hannibal undirhalda á pallin- um. Kl. 17.00 Mótasýning. Kl. 17.30 Vørutombola í bygdasalinum. Kl. 19.00 Absalon og dreingirnir framføra á pallin- um. Kl. 20.00 Mótasýning. Kl. 21.00 Jens Marni og Kim syngja og framføra á pallinum. Kl. 21.30 Drigið verður millum seldu atgongu- merkini og aftaná verður høvuðsvinn- ingurin drigin. Kl. 21.45 SøluRásin 2002 letur aftur. Um vikuskiftið skipað tey fýra ítróttar- og ung- mannafeløgini á Skála og á Strondum fyri árligu SøluRásini, sum seinastu árini hevur verið væl vitj- að, bæði av framsýnarum og av gestum. Leygardagin og sunnu- dagin verður Ítróttarhøll- in á Skála karmur um ár- ligu SøluRásina, sum ítróttar- og unmannafe- løgini á Skála og á Strondum skipa fyri. Tað eru tey fýra feløg- ini, Stranda Ítróttarfelag, Skála Ítróttarfelag, Skála Róðrarfelag og Strálan, sum skipað fyri stevnuni, sum tey hava gjørt tey seinastu fýra árini. Pen- ingurin, sum kemur inn, fer til rakstur av feløgun- um. Endamálið við hesari sølustevnuni er at geva framsýnarunum høvið til at koma tættari viðskifta- fólkunum nú jólini nærk- ast, og ikki kann sigast annað enn, at undirtøkan millum framsýnararnar er góð. Fleiri enn tríati básar vera og vørur av nærum øllum slagi vera at fáa til keyps. Seinastu trý árini hevur undirtøkan frá teimum vitjandi eisini verið framúr góð, og fyrireik- ararnir vóna, at undir- tøkan verður eins góð í ár. Tey trý undanfarnu árini hava fleiri enn eitt túsund fólk verið inni á gólvinum. Nú skal tað heila ikki bara snúgva seg um at selja og tí hava fyrireik- ararnir aftur í ár skipað fyri ymsum tiltøkum. Leygardagin kl. 16.00 fer Magni Christiansen at framføra nakra sangir og klokkan 19.00 verður fara gandakallar á pallin at vísa síni kynstur sam- an við klovnum og búk- talarum. Klokkan níggju leygarkvøldið fara Jón- svein og Birgir at fram- føra nakrar sangir og klokkan 21.30 verður drigið millum tey seldu atgongumerkini. Sunnudagin kl. 16.00 fara Angela og Hannibal at undirhalda og kl. 19.00 fer Absalon Áargarð á pallin við sínum dukku- dreingjum. Klokkan 21.00 sunnukvøldið fara Jens Marni og Kim at undihalda og tað er tað seinasta sum er á skránni áðrenn farið verður at draga millum seldu at- gongumerkini sunnudag- in, og áðrenn drigið verð- ur um høvuðsvinningin. Eingin sølustevna er uttan mótasýningar og soleiðis er heldur ikki í hesum føri. Tvær móta- sýningar vera leygar- dagin og tvær vera sunnudagin. Tann fyrra verður klokkan 18.00 og hin seinna klokkan 20.00. Stevnan verður sett leygardagin klokkan 15.30 og í ár verður tað Richard Johansen, skúla- stjóri á Strondum, sum setur stevnuna. Sølustevna í Ítróttarhøllini á Skála Marjus Dam Nú tað nærkast ímóti end- anum av hesi stóru verk- ætlan, fari eg at siga tøkk til teir í hava staðið fyri ar- beiðinum, og eisini teim- um, ið hava starvast. Eftir ætlan skuldi tunn- ilin ikki opna fyrenn juni - juli 2003. Hóast streiku uppá uml ein mánaða, har alt arbeiði lá stilt, hevur gingist so væl, at tunnilin kann opna fyri ferðslu 10 dec í ár, meira enn 7 mán- aðar fyrrenn ætla. At tað ber til, prógvar, at hesin máti at gera slík ar- beiðir uppá er góður. Og eisini sæst týðuliga, at planlegging hevur verið í lagi - stórt sæð. Tí um hendan ikki var í lagi, so høvdu vit helst ikki opna tunnilin fyrrenn í 2005 við eini stórari eykarokning afturat. Eg meti ikki rætt, at farið verður eftir nevndarfor- manninum í hesum døgum. Lat hann arbeiða. Hetta arbeiði ger so bert, at hann eins og stjórin fyri Vága- tunnlinum, helst verða ynsktir at standa fyri slík- um arbeiðum framyvir. Tí Vágatunnilin vísir, at tað duga teir sera væl. So er bert eftir at ynskja, at prísurin verður so lágur sum møguligt, serliga hjá teimum, ið ferðast ofta. Tá verður Vágatunnilin ein enn størri sólskinssøga. Kaj Leo Johannesen Sambandsflokkurin Ein og hvør felagsskapur, familja ella fyritøka setir sær eftir førimuni nøkur ítøkilig mál at røkka, soleiðis at øll á ein ella annan hátt kunnu fáa tað betur í lívinum, soleiðis at vit kunnu kenna okkum trygg, soleiðis at vit kunnu liva í sátt og semju, treyð- ugt so, tað vilja altíð verða trupuleikar sum skulu loys- ast á vegnum, tað grund- leggjandi í øllum hesum, um vit vilja røkka settum málum er, at hava álit á hvørjum øðrum, og at viðra hvønn annan. Føroya Løgting og harvið skal verða leiðarin, ella við øðrum orðum, okkara trygd fyri at borgarin í hesum landi, kennir seg gott og rættvíst viðfarnan, tað sum vit eru vitni til í Løgting- inum, er alt tað mótsætta, av áliti og viðring, hvar ákærir um brotsverk, lygnir og kriminalisering av Løg- manni ella ávísum Land- stýrismonnum, allatíðina hangur í luftini. Tað sum hevur undra mangan Føroying, er hví Løgmaður ella Landstýris- menn, vilja hava slíkar ákærir sitandi á sær, hví stevnur núverðandi Løg- maður ella núverðandi landstýrismenn ikki fyri ærumeiðing, tá teir verða ákærdir alment fyri brots- verk, er tað tí teir ikki taka Torbjørn Jakobsen og Tjóð- veldisflokkin í álvara, ella er tað tí at ???, hettar hong- ur enn í luftini innanveggja í Løgtinginum, og um allar Føroyar. Um Samgongan ikki hevur álit á sær sjálvum, og hettar skal verða leisturin framyvir, hvussu skal so Andstøðan hava álit á Samgonguni, ella hvussu skal Føroya Fólk hava álit á Føroya Løgtingi, vit mugu sum Løgtingslimir sjálvir leggja støði undir okkara ábyrgdarkenslu fyri fólkin- um, tá svongdin eftir makt- ini, er størri enn ákærir um brotsverk, so hava vit ein sera stóran trupuleika at dragast við, tað er eingin onnur stjørn í heiminum, sum hevði latið hettar farið aftur við borðinum. Mín áheitan til samgong- una er at finna útav hvat hon vil, tað er eingin ivi um, at vit liggja í stjórnar- loysi, ella við øðrum orðum skútan rekur fyri vág og vind, um onkur skuldi havt hug til at fingið hendan pástandin prógvaðan, so kom í Løgtingið og finn útav hesum, tað er nemliga ikki møguligt í løtuni at hoyra ella síggja, hvør er andstøða ella hvør er Sam- gonga. Mín áheitan til Føroya Løgmann skal verða at fáa skil aftur á sínum sam- gongulimum, tí hettar er ein skomm, fyri okkara høgt virda endurstovnaða 150 ára gamla Løgting. Tøkk til P/F Vágatunnilin: Samgonga brotsverk og álitisbrot C M Y K 13 12