hósdagur 31. oktober 1985síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefor 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
Utgåvudagar: tysdag, hósdag og leygardag
Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin
Íbúðarneyðin
SAMFELAG okkara er sera væl
útbygt á nógvum økjum. Fiski-
flotin sigst at vera heimsins mest
nútímans, vegirnir eru vælasfalt-
eraðir (og tilsvarandi vanda-
miklir), skúlarnir stórir og glæsi-
ligar ítróttarhallir og svimjihallir
eru í hvørjum størri plássi. Húsini
gerast alt betri og hugnaligari og
umsetningurin við innbúgvi svar-
ar til umsetningin í einum donsk-
um býi uppá 300.000 íbúgvar.
HENDAN er tann mynd nógv
helst síggja av okkum og okkara
samfelag. Tað er bara tað, at
álvarssamar rivur eru í hesi mynd
'og ein tann mest álvarssama er,
at tað gerast alt fleiri sum ikki fáa
sín rímiliga lut í hesum ágóðum.
Tað er td. heilt 6gjørligt hjá
jeinsamøllum forsyrgjara at fáa
sær tak yvir høvdid »upp á før-
oyska måtan« t.v.s. vid at byggja
hus. Grundstykkjaprisir, tilfar og
byggikostnaður eru so høg, at ein
einsamøll inntøka hevur ongan
livandi tjans at figgja eini sethus.
Úrslitið er, at hóast vælferð og
vælstand eru tað fleiri og fleiri,
serstakliga einsamallar mødur
við einum ella fleiri børnum, sum
búgva undir vánaligum um-
støðum. Ja, mangan eru hesar
umstødur so vånaligar, at tær
beinleiðis eru heilsuskaðiligar.
HETTA kunnu vit ikki lata okkum
lynda. Vit kunnu ikki við teim-
um munagóðu ressoursum, vit
hóast alt eiga, góðtaka, at eitt
heilt ættarlið veksur upp uttan
semilig bústaðarkor. Havnar
kommuna hevur fingið eyguni
upp fyri íbúðarneyðini, men
loysnin hjá kommununi er stórt
sæð tann einasta, ið ikki eigur at
verða nýtt: eitt kasernubyggjarí
úti undir Fjalli. Berjabrekku halda
vit uttanfyri, tí har verður húsa-
leigan so dýr, at bert tey væl-
bjargaðu, kunnu nýta hetta til-
boð.
Útgevari:
P!f Sosialurin
Åbyrgdarbiadstjori:
Jan Måller
Fyritaksstjøri:
Krisjan Dahl
Blaðfólk:
Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Dagny Joensen
Uppseting:
P/f Sosialurin
Prent:
P/f Pressan 1981
LOYSNIN liggur i einum aktivum
íbúðarpolitikki frå landsins síðu.
Landið eigur ein íbúðargrunn upp
á 16-17 mill. kr. Men higartil hevur
knípt við at fáa nakað gagn av
hesum grunni. Tað er ti í tøkum
tíma, at landsstýrið er farið at ar-
beiða við hesum spurningi.
Nevnd er sett at endurskoða
leigulógina og lógina um íbúðar-
grunn. Vónandi kemur henda
nevnd skjótt fram við einum áliti,
ið kann verða grundarlag undir
einum skilagóðum og rættvísum
íbúðarpolitikki.
HESIN POLITIKKUR má í minsta
lagi bera við sær, at landið,
kommunur og sosialir felags-
skapir í felag kunnu fara undir at
byggja íbúðir eftir ti tørvi, sum er
til staðar. Hetta merkir: íbúðir til
einsamallar forsyrgjarar, ungfólk,
pensionistar, brekað, kollektiv og
tey, sum ikki hava hug at byggja
hús.
HETTA MÁL HASTAR, stødan er
vorðin heilt ótolandi og verður
einki gjørt nú, so tað okkum til
stóra skomm og teim íbúðarleysu
til miklan skaða.
ja
ræði og »frælsi«
Í Feroyum eru tvinnar
uppfatanir av, hvat satt
fólkaræði = merkir. Ein
metir, at fólkaræði merkir
óavmarkað skrivi- og talu-
frælsi. Hetta frælsi røkkur
so langt, at tú uttan nakra
sum helst avmarking mið-
víst kann virka fyri van-
virðin og háðan av tínum
medmenniskjum, og
verður á henda hátt stuðl-
að undir einum tí vánalig-
asta menniskjansliga
eginleikanum sum finst.
Annars meta flest
onnur, at verður skrivi- og
talufrælsi nýtt á henda
hátt og til so ella so at
forða eðrum fyri at nýta
hetta frælsi, so er rættu-
ligur vandi á ferð fyri
fólkaræðinum sum so.
Tað er ikki neyðugt at
hava nakað serligt tjak
um hvat av hesum sjónar-
miðum er -„rættarie.
Segan er full av dømum
um, hvat tað fyrra sjónar-
miðið kann føra til, og
hvussu menn annars hava
borið seg at mótvegis
hóttanum móti fólkaræði-
num. Her skal verða greitt
frá tveimum slíkum
segum:
Ein stutt sega
við einum góðum
góðum enda
Í 30-árunum fingu ódemo-
kratiskar kreftir valdið í
ungmannafelagnum hjá
danska Konservativa
flokkionum. Sum ofta er
við slíkum kreftum
bekenna tær ikki kuler
beinanvegin, so tað gingu
nekur ár, áðrenn floksfor-
maðurin Christmas Møller
fann útav, hver tað var
sum ætlaði at vinna valdið
í flokkinum. Formaðurin
fyri KU hesa tíðina var
Jack Vestergaard, og
Christmas Møller tók ta
manniligu stødu, at Jack
Vestergaard sjålvsagt
skuldi hava fullan rætt til
at virka fyri sinum polit-
isku sjónarmiðum, men
tað skuldi so ikki vera í
hansara flokki. Vester-
gaard og hansara menn
vórðu tískil frystir úr
flokkinum og endaðu sum
nasistar, har teir sjálvsagt
alla tíðina hoyrdu heima.
Síðan tá hevur eingin
sett spurnartekin við tað
demokratiska sinnalagið
hjá konservativa flokk-
inum og heldur ikki hjá
KU.
Ein longri sega
við einum
ringum enda
Í 1919 gjerdist Adolf
Hitler limur í Týska Ar-
beiðaraflokkinum, sum
seinni gjerdist til Týska
Nasistaflokkin Hann
byrjaði sum vanligur
limir, men fór skjótt at
arbeiða seg upp innan-
floks, og var í 1921 vorðin
tann sum teknaði flokkin
úteftir. Tað vóru tó ikki
allir í flokkinum, sum vóru
fegnir um hetta. Teir byrj-
aðu at seta seg upp ímóti
honum. Hann var ov ein-
ræðisligur, hugsaði bert
um egið vald, var ein
demagogur, og hevði
stórar trupulleikar við at
halda seg til sannleikan !
Tá Hitler frætti um hesa
andsteðu móti sær, bjóð-
aði hann sær til at leggja
frá í stundini, um tað var
hetta teir ynsktu! Men tå
bakkaðu teir beinanvegin.
Hóast teir ikki brýggjaðu
seg um Hitler og hansara
framferð hevdu teir als
ikki ráð til at missa hann.
Hann arbeiddi jú fyri
flokkin uttan len, og tað
var jú hann sum skaffaði
flokkinum atkveður og
stuðul! So uttan Adolf var
flokkurin einki verdur.
Tá hinir hevdu bakkað
hevði Hitler eisini vunnið
spælið. Tá tók hann bein-
leiðis við leiðsluna av
nasistaflokkinum, og for-
maðurin inntil tá Anton
Drexler slapp at vera
»heidursformadur«, sum
var ein formansskapur
meira av navni enn gavni.
Frå tå av kundi Hitler
njóta óavmarkað skrivi-
og talufrælsu. Í sínum
dagblødum -Vølkischer
Beobachter« og >Der Stúr-
mer« fekk týska fólkið at
vita, hver tað var sum var
orsekin til allar trupul-
leikar í heiminum.
Tað vóru ikki nógv sum
tóku hetta í álvara tá, men
í 1933 gjerdist Hitler
kanslari í eini stjórn, har
nasistarnir vóru í minni-
luta. Tað at Hitler var í
minniluta bæði í stjórnini
og í ríkisdegnum varð
tikin sum ein trygd fyri, at
Hitler og hansara flokkur
ongan skaða kundu gera,
og gekk tað ikki við hesi
stjórnini, kundi forsetin jú
bara koyra hann frá aftur!
Men nú kom rættuliga
til sjóndar hvussu »væl«
óavmarkað skrivi- og talu-
frælsið hjá Hitler royndist
honum. Og fyri at gera
eina langa segu stutta:
Aðrenn 1933 var farið var
nasistaflokkurin einasti
loyvdi flokkur í Týsk-
landi, og stórt var hetta
gjørt uttan at nakar mót-
mælti. Í 1935 mistu jedar-
nir síni rættindi uttan at
nakar mótmælti. Seinni í
30-unum legði hann
Eysturríki og Tjekkoslo-
vakia undir seg uttan
nakra mótsteðu av týdn-
ingi. Tað var ikki fyrr enn
í 1939, at onnur lond settu
ímóti honum i
31. oktober 1985
| Tvær segur um fólka-
hansara óavmarkaða hugi
at leggja onnur lond undir
seg. og tá kundi tað eins
væl verið ov seint.
Men innanlands møtti
Hitler onga mótsteðu.
Sjálvt tá tað gjørdist ein
ídnaður at beina fyri
jødum og eðrum »minni
verdum“ fólkaslegum á
ein hátt sum segan ikki
kennir líkan til, var tað
eingin sum so mikið sum
mukkaði.
Hetta man vera eitt tað
„bestar demi um hvat
óavmarkað skrivi- og talu-
frælsi kann fera til. Fært
tú nóg langa tíð til at pota
niður í fólk, at ávís fólk
eru minniverd, so kann
hetta gerast úrslitið. So-
leiðis var tað í Týsklandi
og tað finst einki prógv
fyri at vit vildu verið eðr-
vísi undir somu um-
steðum, her í Feroyum.
Adolf Hitler var eingin
vandi í sjálvum sær. Tað
sum gjerdi hann og hans-
ara harkalið til eina van-
lukku, vóru ell tey sum
bakkaðu fyri honum og
sum ongantíð tordu at
seta seg upp ímóti einum
politikki, sum tey vistu
var skeivur.
Tað skal tó sigast til
verju fyri teir, sum gjørdu
tað tá, at teir ikki kundu
vita, hvat eitt slíkt steðu-
loysi fór at fera til.
Tann umberingin kann
ikki nýtast í dag.
Profa
máling
besta
dygd
Sámiligir prísir
MIDBYURIN
TORSHAVN
TLF. 16066