Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-10-31, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. oktober 1985síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 124 — 31. oktober 1985 tíðindablaðið Søgan endurtekur seg Tann ágangur, ið Dag- blaðið gongur á odda fyri móti William Heinesen, er tað, ið skaldið á sinni tók til at: *Vípan hatar kongaern, sum fyrr hon ger tað enn«. Ikki minni hunddálk- aður enn William nú verður av andaligum pinkulingum, varð Henrik Ibsen av egnum lands- monnum. Har vóru álopini so fúl, at Ibsen tók til rým- ingar og steig ikki sín fót aftur á Noregi, fyrr enn 27 ár vóru liðin. Tveir andans dvergar, ið royndu eftir tátekkum evnum at sverta hann, eru farnir i gloymskunnar hav, meðan Henrik Ibsen er líka spillivandi enn, tó hann doyði í 1906. Sama er við William Heinesen. Tað er honum mangar ferðir sterri heiur at verða niðurrivin í Dag- blaðnum, enn um hann hevði fingið ein riddara- kross frá sjálvari Mar- gretu drotning. William vil liva í meira enn 1000 ár hereftir, um ikki atombumban hevur týnt alt, ið livandi er á Guds grenu jerð. Eitt tað seinasta, ið Henrik Ibsen segði var „Sá langt min digtning sætter sind í brand sá langt gár grænsen for mitt fædreland< hann kendi verðinsborgara Sama er við Williami. Tað hevur einki at siga á hverjum máli hann skrivar á, tí tað hann hevur givið, hevur gjert hann til verðinsborgara. Vit feroyingar kunnu vera ernir av honum. Lat so bara onkran nevna okk- um spýttsleikjarar. seg sum Viggo Dalsgaard Ikki nóg mikið at mótmæla Tað vóru vælvald og helst eisini vælmeint orð frá Niels Debes, býráðslimi fyri Fólkaflokkin í Dag- blaðnum mánadagin. Niels fanst at skriving- ini í málgagni sínum, og helt, at henda skriving var »gøtudreingjamentalitet- ur«. Einki er at ivast i, at tad eisini eru mong onnur fólkafloksfólk, sum ikki taka undir við hesi skriv- ing. Umframt tað, at skriv- ingin í Dagblaðnum mang- an hevur drivið hampafólk til vanvit, rakti skrivingin tíbetur nú til seinast Fólkaflokkin sjálvan. Hendan fúla skrivingin var nevniliga ein av høvudsorsøkunum til at Fólkaflokkurin setti seg sjálvan uttan fyri alla landspolitiska ávirkan — og kemur helst at sita úti í myrkrinum í langa tíð enn. Men aftur til Niels Debes. Takk fyri skilagóð orð, men eitt skalt tú, eins og onnur hampafólk í Fólkaflokkinum vita: Tílík mótmæli eru íkki nógmikið fyri aftur at rokna flokk tykkara mill- um hampafólk. So leingi tit hava spilli- klútin og hansara harkalið á Traðarvegnum sum stavnafólk tykkara, eru tit allir líka ringir. — So leingi tit lata »gøtudreingjamentalitet- in« vera tykkara målgagn, hava vit ilt vid at taka tykkara motmæli fyri fult. t. Paraduuppskot folkafloksins Tann 21/10 1985 var fyrsta viðgerð av uppskoti Følkafloksins um at kanna og gera møguligar broytingar í lógini um heimastyrisskipan okk- ara. Framsegumaður Fólka- floksins Jógvan Sund- stein segði, at nú vóru nógv ár gingin. síðan henda skipan var komin, og sjálvt um Fólka- flokkurin ongantíð hevði góðkent hesa skipan, so hevdu teir virkað undir henni. Og út frá tí vildu teir tí vera við at broyta hesa lóg. Umboð Tjóðveldisflok- sins vóru heili tvey, sum tóku orðið, og tey fegn- aðust um positivu steðu Fólkafloksins. Karin Kjelbro segði: >Tað eru Guðs bern, sum batna« og Hans J. Debes fegnaðist um uppskot Fólkafloksins, tað bar á sjálvstýrisleið. Okkara framsegumaður Poul J. Olsen segði bart út, at vit stoðu við tað, sum var sett í samgongu- skjalið, og einki meira. Vit vóru væl negdir við ta skipan, sum vit hava, men greitt er, at okkurt er, sum treingir til at broytast. Hilmar Kass vísti á, at verandi lóg var so væl smíðað, at hon tann dagin í dag, 37 ár aftaná at hon kom í gildi, var fyrimynd fyri onnur lond. Aftur til umboð Fólka- floksins Jógvan Sund- stein, sum segði, at hann og Fólkaflokkurin vóru farnir at óttast fyri, at tær ætlanir, sum vóru frammi um eina felags unión innan E.F. um tær vóru framdar, so vil verandi heimastýrislóg ikki tryggja Feroyum frá at fylgja við Danmark. Tí vildu teir hava broytingar, sum kunnu halda Feroyar uttan fyri. Tað kann væl vera at nakað er í hesum, men Jógvan Sundstein, hví ikki leggja sannleikan á borðið? Við verandi donsku stjórn, sum fult og heilt gongur inn fyri einum europeiskum felagsskapi, sum við tí stuðli, ið sama stjórn fær úr Feroyum frá verandi fólkatingsum- boðum, so verður vandi á ferð fyri Feroyar, tí sann leikin er jú tann, at júst hesir tankar eru stuðlaðir av verandi umboðum okk ara á Fólkatingi Gloymdir eru tankarnir um einar meira sjálv- stødugar Føroyar Bædi Oli Breckmann og Pauli Ellefsen styðja donsku stjórnina, sum jú gongur inn fyri einum víðkaðum EF felagsskapi við tí, sum har við fylgir. Og tey, sum fylgja við, eru greið yvir, at so leingi um- boðan okkara er tann hon er, so er veruligur vandi á ferð. Fyri at fjala yvir krevini frá Fólkaflokkinum fyri stuðul sín til stjórnina, so formaður floksins paraduuppskotið setur hetta fram á Legting. og sanni- liga. Tjóðveldisflokkurin gloypti tí rátt Flokkurin við eingin omanfyri Legting- ið< hevur heilt hesar reglur. Í dag viðger sami flokkur áhuga førovinga sum handilsvøru vid donsku borgarligu stjórnina. Óli Breckmann hevur ferð eftir ferð sagt, at hann vil krevja, at bæði sum segði „Eingin síðuna og gloymt Síða 7 statsministarin og aðrir fakministarar, at teir standa við orð og lyftir sum teir hava givið honum, fyri stuðul hans ara. Hverji eru krevini, og + hvørji eru lyftini? Danska stjørnin skal vita, at tað er tann til eina og hverja tíð verandi meiriluti á Feroya Leg- tingi. sum umboða Feroya fólk og ikki tilvildarligir stuðlar frá Fólkaflokkin- um og Sambandsflokk- inum. Sverre Midjord Rikisfelagsskapurin Virðið í sjálvum ríkis- felagsskapinum er fyri okkum javnaðarfólk ikki einans krónur og oyru úr danska ríkiskassanum, men eitt náttúrligt sam- starv, har vit sjálvir eiga at skipa okkara egnu viðurskifti í egnum landi. Ætlanin við heimastýr- islógini var náttúrliga hon, at sohvert sum vit mentust, skuldu skyldur og ábyrgd okkara egna vaksa. Einki er meiri náttúrligt. Í hesum liggur hverki kvetting ella loysing frá hinum partinum av rík- inum. Studulin úr danska rikiskassanum man nú liggja umleid 700 milliønir krónur til samans. 95% av hesi upphædd fara til rakstrarútreiðslur, meðan einans 5% eru ílegur. Av teimum samlaðu ríkis og landskassaút- reiðslunum var ríkisins partur í 1983/84 34%. Hesin partur hevur síðan 1975/76, tá hann var 40%, líðandi verið minkandi Hóast hesa minking í prosentum, so má sigast, at veksturin í milliónum er rættuliga grefligur, frá 214 milliónum krónum í 1975 til heilar 700 millión- ir krónur í dag. Hesin vekstur stendst uttan iva av tí, at almennu útreiðslurnar eru so ræðu- ligt ektar hesi seinastu árini. Í 1978 varð sett niður nevnd av statsministara- num at endurskoða ta endurgjaldsskipan, sum var »praktisera« ímillum londini bæði. Vert er at nevna í hesum sambandi, at henda skipan ikki tykist at hava sama virði nú eins og áður Endamálið hjá nevndini var at royna at fáa eina meira einfalda skipan, eins og gjert var í Danmark við blokkstudningi fyri nógvum árum síðan. Nevndin greiddi úr hondum eitt uppskot um eitt slag av blokkstudn- ingi, sum uttan iva hevði verið okkum til fyrimunar, og ment feroysku tjóðina. Ivasamt er, um nakar meguleiki er í dag fyri at fáa eina so liðiliga skipan, sum har var í uppskoti. Vit fingu prógv fyri, nú landsstýrið var og sam- ráddist við ríkismyndug- leikarnar um ávís náttúr- lig sosialmál, og einki fekk burtur úr, at tað er neyð- ugt beinanvegin nú at fara í samráðingar við danir um eina fastari skipan, meguliga eitt slag av blokkstudningi, soleiðis at vit fáa freiði á hesum viðurskiftum, og síðan fáa lagt okkara búskap har eftir. Tað dugir ikki longur at krúpa uttan um hesa steðu, eins og fólkaflokk- urin og sambandsflokkur in megnaðu ar fýra Jergen Thomsen Til lukku SU 28. oktober í ár vóru 20 ár liðin síðan Sosialistiskt Ungmannafelag ð stovnað. SU helt feðingar- dag sín í Sosialinum sein- asta leygardag, og tað við lít. Oført PR fyri felagið, ið helst fall á eitt turt stað. Tað,s um Tórfinn Smith bar fram viðvíkjandi segu felagsins var eisini stutt- ligt, men rættiliga áhuga- verd var frágreiðingin hjá formanninum Eyðólv Dimon. Serliga áhuga- verdur var hann, tá hann segði, at Javnaðarflokk- urin mátti vísa á ein fram- burðspolitikk, ið stýrir nógv meira móti einum rættvísari samfelag (enn higartil?) Var Góð Eyðól hví skuldi Javnaðarflokkurin gjørt tað? sum á køkuni sita«, skaldið til. Feroyska samfelagið er eitt javnaðarsamfelag — einans órógvað av gor og gall Fólkafloksins. Tað einasta, sum javnaðar- veldið kund hugsað sær, vildi verið, at støda Fólka- floksins skuldi viknað mótvegis Javnaðarflokk- inum, fyri at tryggja pamparasessin. Tá vil javnaðaridealið vera rokk- ið!...nei, her er ikki nógv rúm fyri fólki við hug- sjónum. Sama er galdandi fyri stjóra- og reiðara- flokkin við tí vakra navn- Teir, 1 LOK inum, tå alt kemur til alt Føroyum er bara ein flokk ur, sum hevur rætt til at hava eina hugsjón, av at hinir fimm ikki tora råda sær sjålvun Um lesarin vil vita um hugsjónarloysi adarfloksins er bert at hyggja at fakfelagsrørsl- uni i Feroyum, sum pampararnir ju umsita, hóast hetta ikki er alment. So sæst, hvat stættar- stríðið Javnadarfloksins er vert! Hví munnu kapitalist- arnir vera so fegnir um, at formaður Havnar Arbeiðs- mannafelags eitur Karl Johansen? (hov, hov, Framhald á siðu 8 meir Javn