leygardagur 2. november 1985síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
-
Fr
Telefor 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
Útgávudagar: týsdag. hósdag og leygardag
Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin
Útgevari:
P/f Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Mútler
Fyritaksstjóri:
Krisjan Dahl
Biaðfólk:
Hegni Djurhuus
Randi Jacobsen
Dagny Joensen
Uppseting:
P/f Sosialurin
Prent:
P/f Pressan 1981
Útróðrar-
stevna
Í DAG og í morgin skipar Klaks-
vikar Útróðrarfelag fyri eini
stevnu í Ósáskúlanum í Klaksvík
undir heitinum: »Utr6dur«. Har
fara fleiri kend fólk at halda fyri-
lestrar og har verður eisini pall-
borðsorðaskifti, har enn fleiri
kend fólk fara at hava framløgu
— eitt nú sjálvur Føroya løgmadur
Atli Dam.
LAT tað vera sagt beinanvegin, at
vit øll eiga at taka væl ímóti
einum tilboði sum hesum, har
hevi verður hjá fólki at hoyra,
hvat fakkunnleikin hevur at siga
um eitt ávíst evni og har møgu-
leiki verðua at seta spurningar og
luttaka í orðaskiftinum. Hetta er
jú m.a. tað, sum átti at givið okk-
ara demokratisku samfelags-
skipan veruliga meining. Spurn-
ingurin er so bert, um vit duga og
vilja brúka tær nidurstødur, sum
ein tílík stevna kemur til. Tað
hevur víst seg at vera verri við tí.
STØDAN hjá útróðrarflotanum
hevur ikki so sjáldan verið
frammi í fjølmidlunum. Her eru
eisini mangir áhugaverdir spurn-
ingar at viðgera, tí júst hesin
partur av fiskiflota okkara tykist
at hava verið við sviðið soð í teirri
stóru útbygging og nútímans-
gerð, sum hevur verið í okkara
fiskiflota tey seinastu árini.
Meðan vit fáa stórar og stásiligar
trolarar, so stendur í stað í útróðr-
arflotanum.
MONG eru tey sum halda, at trol-
arafloti okkara er vorðin ov stór-
ur, og at vit eiga at sleppa okkum
av við fleiri av trolarunum. Ístaðin
eiga vit at útbyggja tann flotan,
sum fiskar við línu og her kemur
so útróðrarflotin inn sum ein nátt-
úrligur partur.
VIT kunnu vera samd og ósamd
um mangt, sum viðvíkur okkara
fiskivinnu. Lat okkum í hvussu er
verða samd um hetta: at alt ov
nógv liggur á láni, tá hugsað
verður um útróðrarflotan —
møguleikar og umstødur hans-
ara. Okkara politisku myndug-
leikar hava ikki gjørt sær hetta
nóg greitt og tí er stødan eisini
hareftir. Vit vita, at vit við góiðum
skipum, sum hagreiða fiskin á
besta hátt, kunnu fáa eina fyrsta
floks veru, sum kann geva útróðr-
armanninum besta prísin og
verður tað gllum samfelagnum til
frama.
HETTA verða so helst spurningar,
sum fólk fara at umrøda á stevn-
uni í Klaksvík. Lat okkum vóna, at
okkurt gott fer at spyrjast burtur
úr, og at okkara politisku mynd-
ugleikar og vinnulívið annars fara
at lurta og taka ynskini hjá hesum
parti av vinnu okkara til eftir-
tektar. Skomm og spell er tað, at
tað ikki hevur verið lurtað fyrr.
Men betri seint enn ongantíð.
jami
[L
Nr. 125
2. november 1985
Målrøkt og fjølmidlar
Tað var sera áhugavert at
lesa í Sosialinum um pall
borðfundin um feroyska
málið. Kortini neit tað í
hjartað at síggja, hvat for
maður Føroya Blað-
mannafelags hevði at bera
fram: »Fremsta uppgáva
er tíðindaflutningurin —
málið kemur í aðru rød.«
Er hetta veruliga
stevnumiðið hjá feroysk-
um blaðmonnum yvir-
hevur, so er illa statt. Ikki
skal eg gera meg klóka
upp á mál ella mentan
tað havi eg alt ov lítlan
kunnleika til
men So
bvt. eri eg kortini ikki, at
eg ikki veit, at hevur tú
ikki vælbryndan
nyttar tær einki at svara
Við óbrýndum am-
boðum verður íúrslitið
ljótt, knortlut og illgjert
Og fyri tað um vit hava
fingið eitt vánaligt amboð
í arv, er ikki sagt, at tað
skal blakast á dungan. Til
ber at brýna tað og hampa
um tað. Á sama hátt við
málinum.
Tí má blaðmannafelagið
kniv,
her og nú verja garð. Um
fremsta uppgava tess er
tíðindaflutningur, hví so
ikki bara brúka útlendskt
mál? Tíðindafólk fáa eisini
len fyri at duga at málbera
seg toliliga, at duga sitt
handverk.
Tað hoyrir ongastaðni
heima t.d. at lesa í Sos
jalinum nr. 122 á s. 20:
„...sjúkan kann smitta
við kynsligt samband ...<
Barnaansing
Hesin spurningur hevu rnú
aftur verið á lofti: Hvussu
skipa vit fyri barnaansing, so
bæði bern og foreldur eru
negd? Sum so mangan er
kjakið komið at standa
ímillum tveir partar, og fólk
og bólkar verða sett upp
ímóti hverjum eðrum í harð-
ligum orðadrátti, so kanska
loysir tað seg als ikki at koma
sær upp í hetta mikla stríð.
Men tá ið nú dagliga yrki
mítt er at ansa bernum
heima, og heimið í tí nógva
tosinum og skrivingini um
barnaansing hevur fingið
lítla og negativa umtalu,
loyvi eg mær at gera nakrar
viðmerkingar.
Sum kunnugt er eitt álit
við heitinum >Frítíðarvirk-
semi fyri bern — barna-
ansing« samtykt í Tórshavn-
ar Býráð. Gera viðmerkingar
til álitið sum heild skal eg
ikki, men bara taka tað eina
brotið fram í ljósmála: >Fleiri
foreldur ynskja sjálvi at ansa
eftir sínum bernum heima, og
nekur gera tað. Bar nú til hjá
kommununi óbeinleiðis ella
beinleiðis at stuðla teimum,
ið ynsktu at fáa bernini
ansað heima...hevdu geil
fingið tilboð um barna-
ansing«. Hesin tanki plagar
at vera flættaður inn í val-
reður fyri so at kódna aftur í
alskyns eðrum málum, tá ið
valið er av. Nú er hann so
komin á prent í einum áliti,
sum er samtykt.
Niðursteðan í
Býráðnum
Allir býráðslimir eru helst
samdir um, at steðan er
akutt. Nakrir vilja bera
skjótt at, m.a. ti at »nøkur
hava alt, meðan tann sterra
helvtin onki hevur.« (Dagbl.
2. okt.) Hverjum av hesum
báðum bólkum munnu tey
heimaarbeiðandi vera í?
Ein býráðslimur sigur í
grundgevin síni fyri at at-
kveða ímóti, at sum eitt av
heimsins ríkastu samfelegun
hava vit eisini ráð at
vestera í bernini og kun
loysnir. Forvitnisligt
verið at vitað, um hann sir
bara
uuiarbeiðandi, og
til øll børn ella
teirra
1VØria
tíð og tann pening, tey kundu
vunnið úti, í bernini. Kanska
rúm eisini er fyri teimum, tá
familjupolitikkur verður
rikin í hesum
felag?
»rika« sam
Heimid sum
ansingarstovnur
Nekur foreldur brúka heimið
sum »ansingarstovn« og eru
sjálvi um bernini teir tímar á
degnum, mong onnur bern
eru á stovnum, sum verða
stýrdir og riknir av útbúnum
fólki eftir ávísum reglum.
Hesi foreldur halda seg í
heiminum kunna skapa eitt
eins trygt og gott umhvervi,
sum gjert verður á ansingar-
stovni ella frítíðarheimi. Ans-
ingin í heiminum verður
skipað eðrvísi enn á stovn-
inum, tí bernini eru ofta í
ymsum aldri, men heima-
bernini eru eisini skapningar
í menning, sum krevja stuðul
og hjálp allan dagin. Krevur
ansingin á stovninum nógv
av arbeiðsfólkinum, man ans-
ingin í heiminum neyvan
krevja minni. Higartil er
heimið so at siga tagt burtur
sum ansingarpláss, hóast
mong hevdu mett tað sum
ein miss, um vit ikki eisini
hevdu hendan ansingar-
meguleika. Tí áttu býarpolit-
ikarar okkara at vidurkent
heimið sum eitt slag av ans-
ingarstovni fyri tey bern,
sum har eru.
Tað einstaka barnið
Bern eru ólík, bæði likamliga
og sálarliga, og hava sostatt
ymsan tørv. Øll trívast ikki
innan fyri somu karmar.
Hetta er komið ov lítið fram í
kjakinum, sum meir hevur
snúð seg um tervin hjá for-
eldrunum. Hver einstek
familja má sjálv sleppa at av-
gera, hvat er best fyri teirra
bern, og so áttu tilboðini at
skipast eftir ti tervinur
Heimið sum arðeiðs
r RP
marknaður
Slík demi eru oftani at
lesa
Oddver Johansen
3, um vit ynskja barnið á
stovn ella ikki. Bæði foreldur
eru komin á arbeiðsmarkn
aðin fyri at verða, tíðin kann
ikki setast aftur, tí er spurn-
ingurin um ansingarpláss
uppgåvan hjå politikarum at
loysa«. Nakað soleiðis plagar
grundgevingin fyri at fåa
fleiri stovnsplåss at ljóða.
Hugtakið arbeiðsmarkn-
aður hevur í sambandi við at
ansa bernum fingið eina
legna merking. >Nú ert tú so
ikki á arbeiðsmarknaðinum
longur«, verður sagt við ein,
sum er farin år útivinnu og
nú hevur heimið sum arbeiðs-
pláss burturav. Hvat er ar-
beiðsmarknaður? Havi eg
bern hjá eðrum í dagrekt,
havi eg eitt starv og eri á
arbeiðsmarknaðinum. Hví er
tað at ansa egnum bernum
ikki eisini eitt starv ella
partur av einum starvi?
Dagrøktarmamman
Nogvar mammur eru eisini
dagrøktarmammur. Tær
standa ofta fyri skotum i
barnaansingarspurninginum,
og orøsk hevur óivað verið til
atfinningar. Men tað kann nú
eisini hugsast, at foreldur
átaka sær hetta arbeiuði, tí
teimum dámar at fáast við
bern, samstundis sum hetta
hjálpir teirra egnu bernum.
Nú eru bernini í einum bólki,
og foreldrini tryggja sær, at
bernini á tí ekinum fáa ta
neyðugu avbjóðingina. Eitt
av tí mest neyðuga fyri
menningina av barninum er
jú tað náttúrliga sambandið
og samveran við onnur bern.
Fyri stovnsbern er hetta
ongin trupulleiki, men kann
vera tað fyri onnur bern. Við
at rbúka heimið sum »ansing-
arstovn< kunnu vit hjálpa
bæði eðrum og okkara egnu
bernum.
Heimið sum stovns-
fyrimynd
Tá ið stovnar verða bygdir til
ymisk endamál, verður nógv
um »at skapa heimligt
nærun
Framhald á síðu 7