Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-11-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. november 1985síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Gevið okkum ein ortopæd- kirurg Ortopædisk kirurgi sjúkrahúsinum. Meginparturin av Før: manglar á Lands- fólki býr kring hevuðsstaðin, og teir flestu vanlukkutilburðir koma fyrst á Landssjúkrahúsið. Oftani eru sjúkling arnir so illa hagreiddir, at teir tola ikki at verða fluttir í sjúkrabili ella helikoptara ella tað er ikki møguligt, tí teir t.d. liggja í respiratori, sigur hjálparlæknarnir á Skurðdeildini á m.a. í einum brævi blaðið. Nú spurningurin um sum skjótast at fáa ein orto- pæd-kirurg á Lands- sjúkrahúsinum hevur verið á tingi, halda vit tað vera hóskandi, at fólk, sum vanliga ikki arbeiða á Landssjúkrahúsinum, men sum kanska fyrr ella seinni fáa brúk fyri Lands- sjúkrahúsinum, fáa fylgj- andi at vita. Ortopædisk kirurgi um- fatar ta kirurgisku viðgerð av viðfeddum brekum, og av b rekum or- sakað av skaðatilburðum í rerslulagnum. Serliga skaðatilburðirnir hava gjørt, at ortopædisk kir- urgi er vorðin ein alt meira týdningarmikil sergrein (speciale). Í okkara nýtmótans samfelag hevur útvikl- ingurin verið so, at mong- din av teimum sjúklingum sum koma illa til skaða, hevur verið javnt vaksandi tey seinastu ár- ini, hetta serliga orsakað av tí ektu ferðsluni. Við- gerðin av hesum sjúkling- um er tó ikki bara orto- pædisk. Umframt at hava brotið bein, armar, rygg ella fingið skallabrot, sum krevur ortopæd-kir- urgiska viðgerð, eru teir ofta svímaðir ella hava lungnatrupulleikar, sum krevur intensivdeild og doyvilækna, ella hava lesta ymisk gegn, til døm- is í búkinum, sum krevur ein skurðlækna (almen kirurg). Tað er soleiðis ein Landssjúkrahúsinum , teir hava sent til felagsuppgáva hjá fleiri sergreinum, sum longu eru á Landssjúkrahús- inum: doyvi-freði (anæste- siologi), skurdfrødi (almen kirurgi), heilråds-frødi (in- tern medicin, oyrnalækna, eygnalækna, tannlækna, nervasjukra-lækna (neuro- logi). Og so sjålvandi ortopædisk kirurgi, men ortopædisk kirurgi vantar á Landssjúkrahúsinum! Meginparturin av Før- oya fólki býr kring høv- udsstadin, og teir flestu vanlukkutilburðir = koma fyrst á Landssjúkrahúsið. Ofta eru sjúklingarnir so illa hagreiddir, at teir tola ikki at verða fluttir í sjúkrabili ella helikoptara, ella tað er ikki meguligt, tí teir til dømis liggja í respi- rator. Sum læknar á Lands- sjúkrahúsinum, og sum teir, ið dagliga arbeiða við hesum, harmast vit tí um, at orðaskiftið um hetta evni verður avsporað og ikki snýr seg um tann aktuella tervin á Lands- sjúkrahúsinum, men um lokalpolitikk. Vit heita á fólk um at vísa menn- iskjansligt umhugsni i hesum, og vera vid til at trvggja, at sjuklingar fåa optimala vidgerå. Tað er fyri okkum óskiljandi, at tað hevur verið neyðugt at leggja henda spurning sum hendan fram á ting, ein spurning, sum hevur so innlýsandi svar! Pey seinastu árini hevur verið hjá okkum, og ungu, lívið í minn- nógv tosað um ferðsluna tey mongu, ofta sum hava henni. Tað er vert at ast til, at hverja ferð ein mist doyr í ferðsluni, eru kanska 5-10 sum koma illa til skaða, men yvirliva, og sum lívinum mugu liva onkrum breki. Her er tí eitt eki har restina av við nakað kann gerast, og vit undrast á, at tað ikki langt síðani er gjørt Tann, sum ikki er lækni, dugir kanska illa at fyri- stilla sær, hvussu trupult tad er, ikki at hava hesa ekspertisu vid hondina i ti arbeidinum, vid teimum ortopæd- trupulleikum, stinda seg dagliga øllum kirurgisku sum dagliga upp Landssjukrahusid hev- ur eina skadastovu, sum verdur nogv vitjad hvønn einasta dag årid runt. Eini øllum tilburðum her snúgva seg um orto- pæd-kirurgiskar spurn ingar, men so leingi vit ongan orotpæd-kirurg hava, er stundum ógjerligt at geva optimala viðgerð. Vit heita tí á tey, 70% av sum hava åbyrgd i hesi sak: Gevid okkum ein ortopæd- kirurg å Landssjukrahus inum sum skjotast! Hjálparlæknarnir á Skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum Framhald av síðu 6 hvørvishus« osfr. meðan heimið sjálvt, sum jú skal vera tann góða fyrimyndin, hvervur í ellum hesum >heim liga« tosinum. Spurningurin er ikki annaðhvert stovnar ella heim, men bæði. Kanska eru vit á veg at fáa heimini mett javnt við stovnarnar? Kor teirra heima- arbeiðandi Tað verður sagt so einfalt, at summi hava ráð at velja, onnur vilja heldur ella noyð- ast at arbeiða út. Hesin seinni bólkurin má fáa ta neyðugu hjálpina til barna- ansing, tey ríku klára seg sjálvi? Alt verður skorið yvir ein kamb. Veruleikin er, at nekur hava tvær hegar inn- tekur, onnur eru einsamallir forsyrgjarar, kanska við lág- ari inntøku, og so er restin onkustaðni har ímillum, eisini tey heimaarbeiðandi, væl vit- andi, at arbeiði teirra bæði samfelagsekonomiskt og sos- ialt hevur virði, tó uttan nakra almenna ítekiliga viðurkenning. Sum nú er standa vit ikki vard aftan fyri nakað felag, sum arbeiðir fyri okkara áhugamálum, ger metingar og niðursteður, sum verður kunngjørt í fjøl- miðlunum, ongi tel eru fyri, hvussu mong vit eru í tali, ongin skipar fyri fyrilestrum ella skeiðvirksemi, ongin bjóðar okkum til fundar at spyrja um okkara terv ella okkara áskoðan. Hver heima- arbeiðandi umboðaði heimið sum ansingarpláss á pall- borðsfundinum í Norður- landahúsinum undir dag- stovnavikuni, í sjónvarps- sendingini um barnaansing ella á fundinum um frítíðar- virksemi á Landsbókasavn- inum? Ella hevur ongin sakn- að at hoyrt ein utiarbeidandi, sum ynskir at ansa bernum sínum heima? Fyri tað um hetta er ein tigandi bólkur, so skuldi ikki verið neyðugt heilt at látist, sum um hann ikki er til. Ikki sert bilsin bleiv eg henda dagin, Feroya Pedagogfelag kunngjerdi sínar viðmerk- ingar til loysnirnar í sam- tykta álitinum. Ikki eitt orð er brúkt at viðgera ta einu loysnina, sum fleiri foreldur halda vera góða, og sum eis- ini er nevnd í álitinum: >Fleiri foreldur ynskja sjálvi at ansa eftir sínum egnu bernum heima, og nøkur gera tað... .« Um ein viðmerking um hetta er gloymd við vilja ella av misgáum, skal eg ikki dema um. Meta vit barnaansingar- spurningin út frá tí, sum er sagt og skrivað alment um evnið, hava fólk helst fingið ta fatan, at tað eru tey úti- arbeiðandi foreldrini og bara tey, sum kunnu hava hjálp fyri neyðini. Tað hendir meir enn so, at einum heimaarbeið- andi tervar hjálp til barna- ansing. Hverji ráð eru til at taka, tá ið ein er sjúkur, ella frávera úr heiminum gerst neyðug? Hava vit tá ikki onkran at heita á, so vóru vit mangan í dýrastu neyð. Tí- betur er tað so, at vit tora at heita á hvenn annan, tá okkum tervar hjálp, eitt slag av hjálp, sum ongastaðni er skrásett, men sum mong av okkum ikki hevdu klárað okkum uttan. Nú frættist, at hvíldin skal longjast fyri ta útiarbeiðandi. Man nakað til- svarandi fara at verða gjert fyri ta heimaarbeiðandi? Arbeiðsbýti Tað ber til hjá manni og konu at tosa saman um arbeiðs- býtið í familjuni og vera samd. Tá er ikki neyðugt at noyða tey inn í mynstrið hjá eðrum, sum hava aðrar áskoðanir um arbeiðsbýti, t.d. teimum, sum kenna tað ov einstáttað og ov lítið mennandi at hava heimið sum arbeiðspláss. Tað kann vera eins mennandi sum eitt- hvert annað arbeiðspláss Tað veldst um so nógv. Útbúgving er góð og neyð- ug fyri okkum øll, men tað ber ikki altíð til at samskipa heimaarbeiði, bern og út- búgving. Vit mugu viðhvert velja, og valið verður ikki gjert lættari, so leingi heimið als onga viðurkenning hevur sum ansingarpláss. Hevði ein sterri javnvág ímillum heim- ini og restina av samfelag- num ikki verið meira hósk- andi? Fyri at sleppa undan mis- skiljingum skal eg leggja afturat, at eg ikki tosi fyri ella ímóti at arbeiða úti og lata bernini út til ansingar, haldi bara, at skulu ynski teirra útiarbeiðandi um barnaansing gangast á meti, hví so ikki eisini ynski teirra heimaarbeiðandi? Elsa í Skorini barsils- Lystiliga prentar í Gøtu, tlf. 41085 Vit gera hvat vit kunna og kunna tað vit gera LYDEX ÚTSTOYT til flestu bilar á goymslu Bøgøta 16, tif. 13816