leygardagur 2. november 1985síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
fólk og flest øll høvdu
studentaskúlaprógv
— Kortini dámdi mær
væl. Eg helt læruna vera
áhugaverda. Vit lærdu
fyrst og fremst eitt hand-
verk, sum tað er at vera
tannlækni. Tá vóru øll
gerðarmál innan tanna-
rekt á skúlanum — bæði
tá handisltenn skuldu ger-
ast og umvæling av tonn-
unum.
Í dag verða serligar
viðgerðir sendar á stovn-
ar, sum eru serkønir innan
ymsu greinirnar.
Tá gingu vit í skúla í trý
ár, fyri at fáa tannlækna-
prógv, men eg gekk í fýra
ár, tí eg var so óbúgvin tá
eg kom higar. Vit ar-
beiddu frá tíðliga á morgni
til á kveldi, hvenn dag.
Í 1936 var eg liðug og
kom heim aftur til Feroya.
Her fekk eg arbeiði hjá
Kaaber, tannlækna, sum
tá hevði tannlæknastovu í
Tinganesi.
Ferðandi
tannlækni
— Ein partur av arbeiði
okkara var at fara á bygd
at umvæla tenn hjá skúla-
bernum. Í byrjanini fóru
vit til Klaksvíkar og
Suðuroynna. Seinni komu
fleiri skúlar við í tanna-
rektina.
Kaaber hevði játtað at
rekja skulatannarøktina
og vit fóru tí tvær ferðir
árliga út á bygd at
arbeiða.
— Hetta var serliga
strævið, tí vit skuldu hava
alt við okkum — frá tann-
læknastóli til svávuldós !
Tá kríggið kom, tordu
fólk heldur ikki at ferðast
til Havnar og tí noyddust
vit at taka tilkomin fólk í
viðgerð eftir skúlatíð.
Vit vóru burtur á bygd i
ein mánaða hverja ferð, og
tá arbeiddu vit frá tíðliga
á morgni til seint út á
kveldið.
Í 1947 keypti Mia Trónd
Jensen og Esther Djur-
huus, sum tá var komin
heim eftir útbúgving,
tannlæknastovuna hjá
Kaaber, og tær arbeiddu
saman øll árini, til Esther
Djurhuus fyri stuttari tíð
síðan gavst at arbeiða.
— Esther og eg plagdu
at skiftast um útoyggjar-
nar. Eg fór til Klaksvíkar
og hon fór til Suðuroy.
Vit hevdu tá báðar
fingið bern og ofta var
neyðugt hjá okkum at
taka bern og arbeiðskonu
við á bygd, tá vit vóru so
leingi burtur, at tað var
trupult at verða bernini
fyri uttan.
Tá var ikki gamans-
leikur at fara til tann-
lækna. Hvussu vórðu tit
móttiknar ?
— Vit vóru ikki væl
sæddar, tá vit komu á
bygd, ti viðgerðin var ikki
pínuleys, sum hon er nú.
Fólk vóru eisini von at
taka tenninar, um tanna-
Nr. 125 — 2. november 1985
pína ella annað tók seg
upp
Fyrsta uppgáva okkara
var tí at siga fólki frá,
hvussu umráðandi tað var
at varðveita tenninar.
— Tíðirnar vóru so
vánaligar tá, og tað var
torfert hjá fólki at skilja,
at tenninar skuldu varð-
veitast. Tá var eingin sátt-
máli við sjúkrakassarnar
fyrst í 30unum, og tí var
tað eisini ein fíggjarligur
spurningur.
Fólk hildu, at tað var
best at taka tenninar sum
skjótast og fáa handils-
tenn, tí tær kravdu ikki
viðlíkahald.
Í 1935 fingu vit sátt-
mála við sjúkrakassarnar.
Tá vóru 37 sjúkrakassar í
Feroyum og hver ein-
stakur skuldi gera av,
hvert teir vildu lata
ískoyti til tannarekt. Tað
var ikki altíð, at formenn-
inir í ymsu sjúkrakass-
unum hildu, at tað var
neyðugt.
Sami sáttmáli var gald-
andi fram til 1956 og hann
var ongantíð reguleraður í
hesum tíðarskeiði.
Hálvir skúla-
flokkar fjaldu seg
— Serliga minnist eg,
hvussu strævið tað var at
ferðast á bygd. Vit fingu
innivist í onkrum kjallara
ella í heli á skúlunum.
Bert rúmd var fyri tann-
læknastólinum, so skuldu
vit vera fegin.
Bernini ræddust okkum
ikki minni enn tey til-
komnu.
Tað var so vanligt, tá
vit sendu boð eftir einum
skúlaflokki, at so var bert
helvtin eftir, tá flokkurin
kom fram.
Tveir dreingir í Klaks-
vík plagdu at fylgja bern-
unum til okkara, so tey
ikki fingu meguleika at
sleppa sær til rýmingar.
Eisini lærararnir vóru
bangnir fyri okkum. Teir
plagdu at koma innar at
kanna, hvussu steðan var,
og um vit tóku lívið av
bernunum, sum tey leik-
aðu í.
— Tað er greitt, at tað
var ikki hugaligt arbeiði,
sum vit gjørdu.
Nýttu tit ikki doyving-
arevni ?
— Nei, tað var eisini
trupult. Børnini vóru
mangan so bangin, at vit
tordu ikki at nyta doyv-
ing. Tað var annað slag av
doyving, enn tað vit nýta í
dag. Tú kundi lætt svíma,
og tí var tað enn verri, um
vit greiddu frá, at ein
kundi svíma av doyving-
ini, tí so svímaðu tey
rættuliga !
— Nei, tað var ikki ser-
liga takksamt arbeiði at
virka sum tannlækni tá.
Nú er tað eðrvísi. Ein
sjúklingur skal als ikki
kenna sær nakað, tá hann
setur seg í tannlæknastól-
in. Tað er eisini orsekin til,
at arbeiðið í dag gongur
lættari, eins og fólk ikki
eru so bangin longur.
Tíðindini um at tann-
læknin var komin til bygd-
ina og eisini í Kommunu-
skúlan í Havn, har vit
arbeiddu somuleiðis, vóru
heldur ikki soleiðis at
fjala.
Í Kommunuskúlanum
plagdu vit at arbeiða á
skrivstovuni hjá skúla-
stjóranum. Vit settu am-
boð, spritt, vatt og annað
vit nýttu, har pláss var
fyri tí. Vindeygakarmurin
var nýttur til vatt og
spritt. Tá bernini sóu
at hetta stóð í vindeyg-
anum, vóru mong, sum
ikki komu í skúla aftur,
fyrr enn lutirnir vóru
horvnir í vindeyganum !
Ring í sjóverki
til tannlækna
Dámdi tær arbeiðið, hóast
fólk vóru bangin fyri tær ?
— Hóast tað kanska
ljóðar legið, so dámdi mær
væl arbeiðið. Tá var einki
annað at gera, tí vit vóru
so fá, sum vóru tannlækn-
ar tá.
— Mangan havi eg tókt
synd í mammum, sum
komu av bygd við tveim-
um ella trimum bernum til
tannlækna.
Vóru tey heppin, so
sluppu tey til Havnar
tann dagin, sum tey
hevdu fingið tíð hjá mær.
Oftani komu tey ikki fyrr
enn næsta dag, ring í
sjóverki og so noyddust
tey at bíða í fleiri tímar at
sleppa til.
Vit kundu ikki biða tey
fara avstað aftur, og tí var
bert at arbeiða, til einki
var eftir, hvenn dag.
Var tað ikki strævið ?
— Jú, víst var tað
strævið, men tað var tað
so mangt sum var áður.
Eingin hugsar um neyta-
konurnar. Tær høvdu tað
eisini strævið. Soleiðis
vóru tíðirnar og vit hugs-
aðu ikki um tað. Arbeiðið
var har og tað skuldi
gerast.
Nær ætlar tú at gevast
at arbeiða ?
— Eg dugi ikki at gev-
ast, tí eg havi ongantíð
gjørt annað. Í dag arbeiði
eg einar tríggjar-fýra
tímar dagliga og tað
dámar mær væl.
Hvat var mest ótakk-
samt í arbeiðnum áður ?
— Tað var so avgjert at
arbeiða við fólki, sum ein
visti ikki dámdi ein. Tú
noyddist at geva ellum
eins viðgerð, tí fólk kundu
ikki fara aðrastaðni. Tá tú
gevur persóni viðgerð,
sum er bangin og tí ikki
tolir = ein persónliga,
gongst ikki altíð so væl í
hond. Tannlæknin kann
eisini gerast ótryggur tá
sjúklingurin er tað.
Í dag er hetta sega, tí
viðgerðin er so nógv
broytt, sigur Mia Trónd
Jensen at enda og brosar.
Poul Jacob Olsen, tingmaður undan útróðrar-
stevnuni í Klaksvík:
Ikki fleiri
trolarar men
nýggjar og betri
útróðrarbátar !
— Eg beri ótta fyri lagnu trolaraflotans,
nú trolararnir eru alt ov nógvir í tali til at
troyta verandi fiskastovnar, sigur Poul ið í stað leingi, og hver
Jacob Olsen, tingmaður javnaðarfloksins
í Norðoyggjum og í fleiri ár umboð floks-
ins í fiskivinnunevnd legtingsins. Hann
hevur eisini sjálvur verið útróðrarmaður í
síni tíð. Sosialurin hevur tosað við hann.
Poul Jacob Olsen heldur
tað vera í so nógv avgjert,
tá sagt verður, at útróðr-
arflotin ongan góðan
hevur átt.
- Politikarar = eru
noyddir at hugsa um, at
umstødurnar vera best
møguligar hjå øllum. Eg
skal tó viðganga, at
útróðrarflotin hevur verið
troðkaður burtur av trol-
arunum, men hetta er so
einki nýtt, tí so var eisini,
tá bretar vóru undir
Feroyum. Annars haldi
eg, at friðingin av ávísum
ekjum hevur verið til
gagns fyri útróðrarflotan
og ikki minst fyri fiska-
stovnarnar, sum eisini út-
róðrarflotin livir av.
Endurnýggið
útróðrarflotan
— Men er tað ikki so, at
útróðrarflotin hevur stað-
Pr
hevur tå skuldina av ti?
— Tað kemur mær fyri,
at tey skip, sum royna við
línu, hava kastað í so lítið
av sær, at tað hevur verið
sera torfert at endur-
nýggja henda flotan, tí
tað er eisini so kostnaðar-
mikið at byggja nýggj
skip. Men eg haldi, at tað
er so avgjørt neyðugt at
endurnýggja útróðrarflot-
an. Vit mugu so finna
fram til eina firring, sum
kann bera eina slíka út-
bygging.
— Hvat heldur tú um
umsteðurnar hjá útróðrar-
monnum?
— Tað kundi verið nógv
betri, og tað er einki at iv-
ast í, at tað hevði verið
Framhald á síðu 10
Í Suðuroy
Bileftirlitið, Trongisvági
Í Sandoy
Í Vágum
Í Norðstreymi
Í Eysturoynni
Norðskála
Skála
Á Borðoynni
Klaksvík
Bileftirlitið, Klaksvík
Í Havn
Autoverkstaðið, v/ P.J. Joensen, Vági 73175
Ásmund Johannesen, Sandi
Neinbjørn Nattestad, Miðvági
Sandavágs Automekanik, Sandavági
Óla Hans Jacobsen, Vestmanna
Super Dekk Servise, Kollafirði
ESSO-Sentrum, Skálafirði
ESSO-Servisusteðin, Saltangará
Bilverkstaðið v/ Brdr. Andreasen,
Shell Quik Servise, Klaksvik
ESSO-Servisu Midstødin, Klaksvik
Autoverkstaðið, v/ O.J. Joensen,
Bilsentrið, J. Broncksgeta
Reyni Servise, Vegurin Langi
Norrena, Vegurin Langi
Vilhelm Nielsen, J. Broncksgøta
P/f Ivan Johansen, Hoyviksvegur
Bileftirlitið, Smyrilsvegur
LYKTAKANNING 1985
Lyktakanning 1985 byrjar månadag 4. november og sein-
asti dagur er fríggjadagin 15. november, á hesum stoðum:
Telefon
71671
61101
32727 .
24112
21540
41200
47200
22271
Skála Dekksøla, v/ Hjalmar Kollslíð,
41736
56166
56159
55077
56571
14520
13599
15354
11140
13666
16225
månad.-friggjad.
sí lýsing á verkstaðnum
32527 .
rå Ráðið fyri Ferðslutrygd
Í høllini
á verkstaðnum
í hellini
á verkstaðnum
í høllini