leygardagur 2. november 1985síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Framhald av síðu 9
nógv liviligari og meira
arbeiðsligt umborå, um
nógvir av teimum gomlu
útróðrarbátunum vórðu
skiftir út. Hesir bátar eru í
ávísan mun teir somu sum
eg fiskaði við fyrst í 30-
árunum, sigur Poul Jacob
Olsen.
— Eg vil annars ikki
mæla ungum monnum til
atw fara umborð á teir
heilt gomlu útróðrarbátar-
nar, men vóru tað har-
afturímóti betri og nýggj-
ari útróðrarbátar, so hevði
tað verið liviligari um-
borð, og hevði úrslitið
verið, at tað hevði borið til
at drivið tað harðari og
høvdu tá menn eisini
fingið meira burtur úr.
Daggamal fiskur
— Nógv hevur verið tosað
um daggamlan fisk og
betri prís. Átti útróðrar-
fiskur at fingið betri prís
enn annar fiskur?
— Hatta er torfert at
svara uppá, tí vit vita,
at ein daggamal fiskur,
um hann er fiskaður við
línu ella troli, hann er ein
daggamal fiskur. Og ein
daggamal fiskur hann
gott vera vánaligur, og ein
tríggjar dagar gamal
fiskur kann gott vera
góður. Men her haldi eg
so kortini, at útróðrar-
menn hava ein fyrimun, tí
útróðrarfiskur verður
ongantíð góðskumettur,
soleiðis at tað verður eing-
in B-fiskur hjá teimum.
— Tað er ikki rætt, at
útróðrarfiskur bert letur
inn í grunnin. Tí vit vita,
at útróðrarflotin fiskar
eisini brosmu og upsa og
tá fáa teir úr grunninum.
So tað er ikki heilt so ein-
falt, sum tað verður
sett upp.
Ov stóran
trolaraflota
— Er trolarafloti okkara
ov stórur?
— Tað haldi eg so av-
gjørt. Vit hava gjørt ov
nógv av at lagt um til trol-
aradrift, og eg vænti, at
vit verða kroystir av hes-
um.
Eg haldi, vit eiga at
minka um trolaraflotan og
annars vaksa um tann
flotan, sum fiskar við línu.
Men hetta skal ikki mis-
skiljast, sjálvandi skulu
vit eisini hava trolarar.
Poul Jacob Olsen ber
annars ótta fyri lagnuni
hjá trolaraflotanum.
— Eg beri ótta fyri, at
trolararnir koma ikki at
klára seg sum frálíður, tí
trolaraflotin er ov stórur,
og tað er ov lítið av fiski
til allan henda flota.
>Sogið er ov tunt og
hundarnir ov nogvir«.
— Sum tingmaður
hevur tú so eisini ábyrgd-
ina av hesi gongdini!
— Tað havi eg, og tað
viðgangi eg eisini. Vit
hava lopið framav. Vit
hava verið ov eftirgev-
andi. Trýstið at fáa trol-
arar hevur verið so stórt,
tí tað bar so væl til hjá
teimum fyrstu. Júst tí
hava vit givið eftir alla
tíðina, og vísir tað seg at
henda gongdin heldur
fram.
Patentloysn!
— Er nekur patentloysn?
— Eg haldi, at vit eiga
heilt at gevast við at
byggja trolarar. So vil tað
fara burtur av verandi
trolaraflota sum frálíður
av sær sjálvum. Tað er
skeivur politikkur, um vit
halda fram við at vaksa
um studningin, nú vit eru
vitandi um, at tað eru ov
nógvir trolarar til eitt
minkandi fiskari, sigur
Poul Jacob Olsen at enda.
jan
Profa
máling
besta
dygd
Sámiligir prísir
MIÐBÝURIN
TÓRSHAVN
TLF. 16066
Nr. 125 — 2. november 1985
LICITATIÓN
69 íbúðir og felagshús
Vegna Eigarafelagið í Berjabrekku
verða hesi arbeiði boðin út í almenna
licitatión:
Køkar og skáp
Múraraarbeiði
Málararbeiði innan
Málaraarbeiði uttan
Gólváleggingararbeiði
Útbjóðingartilfar
skal bíleggjast
áðrenn 8.11.85 á tlf. 13696 móti kr.
1.000,- í veðhaldi.
Licitatiónin verður
25.11.85. kl.
16.00 á teknistovuni hjá
Albert isfeldt og Gudmund Hansen,
arkitektar
Bøkjarabrekka 9
3800 Tórshavná
Okeypis skulabøkur
er ein sjalvfylgja
I samgonguskjalinum
stendur, at undirvisingar-
tilfarid skal vera ókeypis.
Ti er uppskotið hjá Sam-
bandsflokkinum um
ókeypis skúlabekur til
næmingar á studentaskúl-
um: og HF-skeiðum heilt
óneyðugt, søgdu ting-
menn i samgonguni, tå
uppskotið fekk fyrstu við-
gerð í Legtinginum hós-
dagin.
Jóannes Dalsgaard vísti
á, at tá feroyingar yvir-
tóku pedagogisku ábyrgd-
ina av skúlanum, varð
sagt, at vit skuldu fylgja
donsku reglunum, til
aðrar eru gjerdar. Í Dan-
mark er lærutilfarið
ókeypis, og tí skal tað
eisini vera ókeypis í Fer-
oyum.
Og samgongan arbeiðir
við málinum. Pengar eru
settir av í fíggjarlógini til
landsmiðsteðir og til
bókakeyp. Tað eru stórar
upphæddir, men kanska í
lægra lagi, um allar bøkur
í skúlunum skulu vera
ókeypis. Tað er eisini
ymiskt, hvussu skúla-
stjórar tulka, pengarnir til
bókakeyp skulu brúkast.
Summir halda, at skúlar-
nir skulu keypa hand-
bekur, aðrir keypa eisini
flokssett av bókum.
Jóannes Dalsgaard
tosaði eisini um, hvussu
nógv tað kostar einum
næmingi at ganga í stud-
entaskúla ella á HF-skeiði.
Eru tað fleiri systkin, ið
ganga í skúla, er tað ein
tung fíggjarlig byrða.
Bæði Jóannes Dals-
gaard og Signar Hansen
vóru bilsnir um, at júst
Sambandsflokkurin kom
við hesum uppskotinum.
Hesin flokkur hevur um-
sitið skúlamál í Tinganesi,
men tá kom lítið á skaftið í
skúlamálum, segð Signar
Hansen.
Fáar viðmerkingar
Hann fýltist á uppskotið,
tí so fáar viðmerkingar
fylgdu við tí. Einki varð
sagt um kostnað og eftir
hverjari skipan, næm-
ingernir skulu fáa bekur-
nar ókeypis. Tað eru um-
leið 800 næmingar, ið
ganga í studentaskúla og
fyrsta HF í Feroyum.
Hver av teimum brúkar
einar 4.000 krónur árliga
til bekur. Sostatt verða
tað milliónupphæddir, um
ell skulu hava ókeypis
skúlabekur.
Signar Hansen minti á,
at tað eru fleiri aðrir fram-
haldsskúlar og nevndi
Sjómansskúlan, Lærara-
skúlan og Sjúkrasystra-
skúlan vi tilsamans 400
næmingum. Teirra bekur
eru eisini dýrar.
Um uppskotið verður
samtykt, skal skipanin
virka longu um hálvan
annan mánað. Tað er stutt
tíð at arbeiða við mal-
inum. Signar Hansen helt
tað vera hugstovtt, at
Eilif Samuelsen kom við
slíkum uppskoti, tá hann
ikki sjálvur megnaði at
koma longri við tí, meðan
hann var landsstýris-
maður.
Stóra slagsíðu
Hilmar Kass helt, at neyð-
ugt var at taka fleiri
skúlar við, um undir-
vísingartilfarið skal vera
ókeypis. Hann vildi ikki
atkveða fyri hesum upp-
skotinum, tí tað hevði so
stóra slagsíðu.
Hilmar Kass helt tað
vera ússaligt av Eilif
Samuelsen ikki at fåa
meira enn 10 reglur niður
á blað um hetta málið,
eftir at hava sitið sum
landsstýrismaður í skúla-
málum í fýra ár.
Fleiri tingmenn mintust
til, at Landsfelag Før-
oyinga i Utbúgving hevur
gjørt vart vid seg fyri at
fåa 6keypis skulabøkur.
Tað var tå samtíðar-
skattaskipanin var til við-
gerðar, sum hevði tað úr-
slit at milliónir vórðu
tiknar frá ungfólkinum.
— Í staðin fyri tá at
geva teimum endurgjald
valdu vit at styrkja tey á
annan hátt við at gera um-
steðurnar betri, segði Atli
Dam, løgmadur.
Hann helt tad einki bila,
at hetta uppskotið var
komid fram. Tad kundi
vera ein åminning å sam-
gonguna. Men hann åvar-
aði ímóti at fyrigykla
fólki, at skipanin kann
virka frá 1. januar, tí tað
er ov stutt tíð. Men vit
gera, hvat gerast kann við
teimum pengunum, sum
eru, fyri at tað kann verða
rættvísari, segði Atli
Dam.
Eitt orð er eitt orð
Jogvan Durhuus, lands-
stýrismaður = í skúla-
málum, fegnaðist um
áhugan hjá tingmonnum
fyri skúlabókum og eðrum
undirvísingartilfari. Orð-
ini, sum segd vóru, skilti
hann sum givin lyfti frá
ellum. Hann tók undir við,
at aðrir skúlar enn stud-
entaskúlar og HF. skeið
skuldu takast við. Í sam-
gonguskjalinum stendur
eisini, at undirvisingar-
tilfarið til framhaldsút-
Úr tinginum
búgving skal vera ókeyp-
is, segði Jógvan Durhuus.
Eilif Samuelsen segði,
at tað var við vilja, at bara
studentaskúlar og HF-
skeið vóru nevnd. Tosað
verður um at fáa 12 ára
undirvísingarskyldu, og
hesir nevndu skúlarnir
hava bara fyrireikandi
undirvísing, ið ikki gevur
nakran ferleika til sterv.
Hann helt tað ikki vera
rætt at taka aðrar skúlar
við, tí næmingarnir á t.d.
Sjómansskúlanum, Lær-
araskúlanum og Sjúkra-
systraskúlanum brúka
bekurnar, tá teir fara út í
vinnu.
At einki stóð í við-
merkinunum, eftir hverji
skipan næmingarnir
skuldu fáa bekurnar, helt
hann einki glaið vera í.
Uppskotið sigur ikki, at
allar bekur skulu vera
ókeypis, tí hetta var bara
ætlað sum ein byrjan. Tað
bar til at byrja í smáum,
helt Eilif Samuelsen.
Hann vísti aftur
ábreiðslunum um, at hann
ikki hevði avgreitt hetta
málið, meðan hann var
landsstýrismaður. Tað
sótu fleiri fyrrverandi
landsstýrismenn í ting-
salinum, og ikki bar til at
múlabinda teir allar. Tá
hann var landsstýrismað-
ur, var politiskt ikki
meguligt at fáa tað
igjøgnum, segði Eilif Sam-
uelsen.
Jóannes Dalsgaard helt
ikki, at nakar kundi koma
við slíkari umbering. Tá
tey ungu í útbúgving
mótmæltu samtíðar-
skattaskipanini, segdu
tey, at skúlabekur skuldu
vera ókeypis, og at peng-
arnir skuldu takast av
teimum, sum landið fekk
meira inn í skatti frá teim-
um ungu. At Eilif einki
fekk gjørt tá, gitti
Jóannes Dalsgaard, var tí
Fólkaflokkurin togaði í
velið á honum. Men tað
vildi Eilif Samuelsen ikki
vera við.
Uppskotið varð beint í
skúlanevndina.
randi