leygardagur 2. november 1985síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 22
Eitt ljós
á
gøtu mini
—
v/ Johs. A. Næs
»Og hann visti mær stadin heilaga,
Jerusalem.«
(Johs. Opin. 21, 10.)
Eingilin vildi gleda Johannes og veita
honum treysti til at halda fram, ti visti hann
honum hitt nyggja Jerusalem i allari dyrd-
ini, sum orð ei kunnu greina. Gjøgnum tíð-
irnar hevur hent óteljandi mangar ferðir, at
treystleyst ættarlið hava fingið nýtt lívs-
treyst við at hugsa um hitt nýggja Jerús-
alem, okkara himmalska heim. Hetta vilja
vit gera í dag, vit vilja biðja um at fáa loyvi
at síggja inn til perluportrini og gullgetur-
nar og inn at glarhavinum, á hvers strondum
tey frelstu syngja lambinum ævigan lov-
song:
„Í Himmiríkis borg
er gleði Guds í hellum
og útihýst oll sorg;
her skoða allar tíðir
vit Harrans dýrdarljós;
her syngja einglar blíðir
vár Faðirs pris og ros.«
At vera kristin er at vita seg vera á veg.
„Vit hava her ikki verðandi stað, men vit
sekja tann komandi;< hetta merkir, at vit
eiga at liva sum fólk, ið búgva í tjøldum og
flyta stað úr stað. Á ferð okkara mót himli
eiga vit ikki at gerast ov jarðbundin.
Við hvert hittir ein mennsikju, sum halda,
at ein kann gera ov mikið av í tí at hugsa um
himmalin. Ein má jú ansa eftir ikki at gerast
ov heimsfjarur, siga tey.
Men kirkjusegan vísir okkum, at tess
meira ein fær av frískum himmalsinni, tess
sterri áhuga sýnir ein fyri ti átrolkandi
kristiliga arbeiðinum og serliga fyri dag-
ligari kallan á mennsikju. Ein frálíkur vitnis-
burður um hetta er tann lívsrersla, sum kom
fram í Noreg við Hans Nielsen Hauge, einum
manni, sum enn í dag ber frukt í Norður-
londum, bæði innan fyri kirkjuna og í tí dag-
liga lívinum.
Eingilin vísir okkum staðin heilaga — lat
tað kennast á okkum í dag.
Læknavaktirnar
Tórshavn: Kaj Kalls-
berg, tlf. 13150, leyg-
ardag og Álvur av
Kák, tlf. 12557,
sunnudag.
Eysturoy: Sigvald
Kristiansen, tlf.
41517, leygardag og
Pól Olsen, tlf. 47010,
sunnudag.
Norðuroyggjar:
Steingrímur Weihe,
tlf. 55300
Vágar: Tlf. 32413
Suduroy (nordur): Tlf.
71560
Suduroy (sudur): Tlf.
73030.
Tannlæknavakt
Torshavn
Brådfeingishjålp
fæst i dag og i morgin
kl. 13.00-14.00. Tlf.
14544.
Gudstænastur 22. sunnudag eftir
trinitatis
Havnar kirkja: Ejvind Vilhelm
Vesturkirkjan: Høgni Poulsen
Kirkjubøur: Kjartan Mørkøre
Nólsoy: Hans J. Joensen, konfirmation
Hvalvík: Martin R. Jacobsen kl. 12.00
Haldarsvík: Jákup Magnussen kl. 12.00
Funningur: Emil Olsen kl. 12.00, altargongd
Nes: Jákup Kass kl. 11.00, altargongd
Seldarfjerður: Jákup Kass kl. 18.00
Oyndarfjerður: Petur Petersen kl. 12.00
Fuglafjørdur: Torkil Beder, altargongd
Klaksvík: Elsa Funding, altargongd
Mikladalur: Henning Bøgesvang kl. 11.00
Sørvågur: David Johannesen kl. 12.00, altargongd
Sandvik: Birgitte Johannesen kl. 12.00, altargongd
Tvøroyri: Jonsvein Bech kl. 12.00, barnagudstænasta.
Talvan gongur til frama fyri sunnudagsskúlaarbeiðið
Evangeliska Reddin
Feroyska sendingin frá Trans World Radio, Monte
Carlo hoyrist hvert mánakveld kl. 21.45 GMT á millum-
bylgju 205 m. (1466 k Hz).
Mánakveldið talar Osvaid Kjærbo, Tórshavn
Evni: »Fyrigeving syndanna«
Sangur: Trio: Maria, Åsa og Gunrid og felagssangur
ur Ebenezer
KFUM og -K, Torshavn
Sunnudagin kl. 20.30 verdur almennur fundur i KFUK.
Inngangur vid bispinum. Kristiliga sangkórið lut-
tekur. Burturluting til frama fyri einkjuheimið Libanon
í Indiu.
Várgleði
Fundur verður mánadagin kl. 16.00 í KFUK.
Ungmannadeildin
Ungmannadeildin hjá KFUM og KFUK byrjar aftur
mánadagin kl. 19.30 í KFUK.
Millum annað verður filmurin »Sommy« sýndur.
Samkoma teirra eldru
Í KFUK týsdagin kl. 15.30 hevur Petur Petersen,
prestur.
Evni: >Fyri landshøvdingar og kongar skulu tit verða
førdir«.
EITRAPPUR
Vit gera oll sløg av innandura trapp-
um skjótt og væl. Biðið um tilboð.
P/F SNIKKARAVIRKIÐ í Grønlandi
J. Paturssonargøta, tlf. 1 4777, Tórshavn
BRÚKTUR BILUR ER EITT ÁLITISMÁL
VIT HAVA GÓÐAR
BRÚKTAR BILAR
Á GOYMSLU
SÁMULIGIR PRÍSIR — LAGALIG FÍGGING
Æ& AUTO Service
mm mt
Hetta kenna
vit einki til
Yvirskriftin er tikin úr einum blaði. Hetta orða-
lagið hevur hildið at vera sera vánaligt.
Í foroyskum máli er málbrúkið at kenna til og
ikki at kenna til.
Hevdu menn fingið upp í hevdið, so mikið, at
brennivín sást á teimum, so varð sagt og verður
sagt, at hann kendi til. Í eðrum førum, so kendi
hann ikki til, hóast hann hevði drukkið.
Vit vita eisini, at sagt verður at kenna sær eitt
til, krevja okkurt, tú eigur, og annar kanska
kannar sær.
Hetta kenna vit einki til, er tikið úr fremm-
andum máli.
A okkara máli siga vit:
Eg veit einki um tað.
Vit vita einki um tað.
Ikki mær vitandi.
Ikki dugi eg at minnast, at hann hevur sagt tað.
Tað havi eg ikki hoyrt.
Tað havi eg ikki sæð.
Eg havi ikki frætt tað.
Onkuntíð munnu vit hava hoyrt fólk siga: Ikki
eri eg mentur at minnast, at hann hevur sagt tað.
Sv.T.
25. oktober fingu Ann
og Dánjal Jákup
Andreassen, Vest-
manna, ein son.
25. oktober fingu
Elsuba og Tummas
' Gaard, Hoyvik, eina
lítla barn dóttur.
24. oktober 1985 26. oktober fingu
fingu Conny Eliasen
og Jaspur L. Jóhann-
esen, Klaksvík, eina
dóttur.
24. oktober fingu
Annika Nielsen og
Oskar Jóhansen,
Klaksvík, eina dótt-
ur.
24. oktober fingu
Kristver Hentze og
Poli Persson, Tórs-
havn, eina dóttur.
24. oktober fingu Jón-
ver og Ingi Joensen,
Tórshavn, ein son.
25. oktober fingu
Mena og Aksel á Be-
garði, Kaldbak, eina
dóttur.
Randi og Harald Jo-
hanser, Miðvági, eina
dóttur.
28. oktober fingu
Hallfríð og Rólant Is-
aksen, Vestmanna,
eina dóttur.
29. oktober fingu
Hanna Willumsen og
Even Eyvindsson,
Hvalba, eina dóttur.
30. oktober fingu
Laila og Eiríkur
Reynheim, Tórshavn,
eina dóttur.
1. november fingu
Sigga og Óla Christ-
ian Hejgaard, Ritu-
vík, ein son.
SN