Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-11-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. november 1985síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Bara neyðtænasta tíðindablaðið Minst 500 fólk í tænastu hjá tí almenna legdu hósdagin á fall. sund. Ernst Hansen, bókhaldari á Telefonverkinum og fak- felagsformaður: Eg havi verið for- fylgdur ti eg havi verið fakfelags- formaður Stjórin á Telefonverkinum hevur sínar privatu reglur um alt. Hann lurtar ikki eftir, hvat sáttmálin sigur ella tí, sum er undirskrivað av landsstýrinum. Hann ger sum honum lystir. Soleiðis sigur Ernst Hansen, leiðari á bókhaldsdeildini á Telefonverkinum og formaður í Starvsmannafelagnum í sam- retðu við Sosialin. Vit hava biðið Ernst Hansen greiða okkum frá síni stødu í málinum um upp- segn ella ikki uppsegn á Telefonverkinum Hann greiðir soleiðis frá: — Tann 1. august verð- ur Hans Christensen sett- ur í starv sum fíggjar- skrivari. Tá eg hitti hann, spurdi eg, um hann hevði nakað við sjálvt bókhaldið at gera. Tað hevði hann ikki. Hann var settur til at hava um hendi kostnaðar- stýring og projektstýring á Telefonferkinum. — Men vit á bókhalds- deildini komu at hava samstarv við hann, tí hann skuldi hava ymsar upplýsingar. Eg skuldi so fara í summarfrí, men innan tað segði eg honum, at hann skuldi fáa alt, hann skuldi brúka, frá mær og eg vónaði, at vit kundu fáa eitt gott sam- starv. Skúlarætt hjá stjóranum Víðari sigur Ernst Han- sen; — Tá eg komi aftur tann 2. september sigur hann, at hann einki hevði fingið burtur úr tí, hann hevði leitað eftir, meðan eg var burturstaddur. Eg segði honum frá, at hetta var tað einasta skrivliga tilfarið, sum eg hevði. Eg beyð mær tí at hjálpa honum uppá aðrar mátar. Men tá var tað, at eg varð róptur inn til stjóran at standa skúla- rætt, og eg var spurdur, hví eg ikki vildi geva Hans Christensen tær upplýsingar, hann skuldi brúka. — Tá segði eg, sigur Ernst Hansen víðari, at eg dugdi ikki at skilja hetta, tí hann hevði fingið alt. Annars helt eg tað vera hansara uppgáva at koma við uppskoti um sjálvan framferðarháttin í hesum. Annað arbeiði Tað gekk so ein tíð. Ernst Hansen skuldi gera rokn- skap til landsstýrið fyri 1984-85 og kom tá eisini grannskoðarin Pauli Ell- efsen inn í myndina. Ernst Hansen greiddi Hans Christensen frá, at nakrir dagar fóru til hetta ar- beiði. Tað var í lagi. Ernst Hansen sigur víð- ari, at tá var tað, at hann skuldi til Danmarkar á kongress hjá danska funktinærfelagnum og seinni eisini hjá tí norður- lendska felagnum. — Hetta arbeiðið gjørdi eg so í mínum frídegum, tí eg havi ikki brúkt mína summarferiu frá í fjør. Skuldi flyta Tá eg so komi heimaftur av kongressini í Danmark, verði eg innkallaður til Sólbjern Jacobsen, har eisini Hans Christensen er til staðar. Eg fekk 10 min- uttir at svara álopunum, hví eg ikki vildi sam- arbeiða og hvert av sínum - og fekk at vita, at eg skuldi flyta oman á Ting- húsvegin og einki bókhald hava við mær. — Í veruleikanum sigur stjórin meg upp í bókhald- inum við at senda meg middegi arbeiðið niður, tá Starvsmannafelagið fór í verk- Verkfallið merktist beinanvegin, tí so at siga allir al- mennir stovnar vóru raktir av verkfallinum. Einastu undantekini vóru SEV, sjúkrahúsini og Tryggingarsam- bandið, ið hava sersáttmálar. Strandfaraskipini vórðu øll løgd — øll tó ikki beinan- vegin. Til dømis fór Smyril seinnapartin hósdagin av Klaksvík til Havnar og víðari til Suðuroyar um kveldið. Sam hevur undantaksloyvi at sigla, um tað orsakað av sjúku ella oðrum er neyðugt at flyta fólk um Vestmanna- Annars lótu flest allir stovnar aftur, til domis Gjald- stovan og sjónvarpið og í útvarpinum arbeiddu bara út- varpsstjórin og ein lærlingur. Sum stovnsleiðari kann út- varpsstjórin ikki fara í verkfall Á Telefonverkinum vóru bara tey til arbeiðis, ið ikki eru limir í Starvsmannafelagnum. Tvær kvinnur tó undan- tiknar, ið sótu við telefonina. Men tær avgreiðdu einki uttan neyðsynjarboð. randi Nr. 128 — 9. november 1985 Ernst Hansen, bókhaldari á Telefonverkinum og for- maður í Starvsmannafelagnum oman á Tinghúsvegin og tí segði eg alt fyri eitt nei til tað. Tá eg so eina tíð aftan á komi aftur á Telefon- verkið, vísir tað seg, at stjórin hevur havt fund við míni starvsfólk um, at tey einki skulu hava við meg at gera. Eg var ikki bókhaldari har longur, hevði hann sagt. Eg royndi nú at fáa hendur á stjóranum, men hann var fyrst í Klaksvík og so í Danmark. Eg slapp ongastaðni at við hann. tosa Forfylgdur — Eg royndi, sigur Ernst Hansen víðari, at fáa hesi viðurskifti í rættlag við at tosa við Atla Dam, sum jú er starvsfólkaleiðari hjá ellum alment settum. Men eg havi einki fingið frá Atla Dam. Hann hevur ikki sett nekur tiltøk í verk móti teimum chikanum eg havi verið fyri. Eg havi verið forfylgdur, tí eg havi verið fakfelagsformaður í nógv ár. Leiðarin á Telefonverk- inum hevur forfylgt mær, tí eg havi verið fakfelags- formaður. Víðari sigur Ernst Han- sen, at tað stórt sæð ikki hava verið nakrir trupul- leikar á stovnum, sum koma undir såttmålaøkid hjá Starvsmannafelag- num, har tað ikki hevur borið til at tosað seg til sættis. — Men bert á Telefon- responsa