Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-11-09, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. november 1985síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 128 — 9. november 1985 Í samband við verkfallið, sum Starvsmanna- felagið lýsti hósdagin á middegi — og teir trupulleikar, sum hava tikið seg upp á Tele- fonverkinum um starvsfólkavirðurskifti har, hava vit sett okkum í samband við Ernst Hansen, bókhaldara á Telefonverkinum og formaður í Starvsmannafelagnum, Sólbjern Jacobsen, stjóra á Telefonverkinum og Atla Dam, legmann, sum er ovasti leiðari fyri ellum alment settum starvsfólkum. verkinum ber hetta ikki til, tí stjórin skal hava sín- ar privatu reglur um alt. Hann lurtar ikki eftir sátt- málanum ella nekrum, sum er undirskrivað av landsstýrinum. Hann ger, sum honum lystir. Hetta hevur hann gjert í fleiri ár og eg havi sagt honum, at eg góðtaki ikki at, av tí at eg arbeiði á Telefonverkinum, at hann skal diktera, hvussu fak- felagspolitikkurin skal vera. Tikið arbeiðið frá mær ! Vit spurdu Ernst Hansen, um ikki stjórin á Telefon- verkinum hevur loyvi at flyta eitt starvsfólk úr einum plássi í eitt annað uttan at tað skal takast sum ein uppsegn. — Reglan um at leiða og fordeila arbeiði er ikki galdandi i > Føroyum. Hetta er donsk arbeids- rættarlig = regla, sum stendur í hevuðsavtaluni millum fakfelegini eðru- megin og arbeiðsgevar- arnar hinumegin. Ernst Hansen heldur tí ikki, at stjórin á Telefon- verkinum kann vísa til hesa reglu — At hann so sigur, at hann vil leiða og fordeila arbeiði er so eitt, men hann gongur jú longri, tá hann tekur arbeiðið frá mær. Tað er tað hann hevur gjert. — Starvsmannafelagið hevur mett hetta sum eina uppsegn, tí telefonverks- stjórin hevur sagt, at góð- taki eg ikki at verða fluttur, so kundi eg fáa seks mánaðar løn út- goldna í hondina og so fara til hús. Ógrundað uppsegn er brot Ernst Hansen vísir á, at sambært reglunum í sátt- málanum, so er ein ógrundað uppsegn brot á sáttmálan. Víðari vísir Ernst Han- sen á, at tá ið spurt hevur verið, um hann ikki hevur gjert sítt arbeiði ella um nakað liggur á láni, hevur verið svarað, at her er alt í lagi, og at leiðslan hevur verið negd við arbeiði hansara. — Men havt er tað so, sum er galið? — Tað er tað, sum er trupulleikin. Eg veit ikki, hvat er galið, og havi heldur ikki fingið at vita tað. — Hvat viðvíkur leik- lutinum hjá tí nýggja manninum, Hans Christensen, so heldur Ernst Hansen, at aktuella steðan hevur sín uppruna í eðrum enn júst hesum. — Vit hava havt faklig- ar trupulleikar á Telefon- verkinum leingi. Fólk eru rýmd til hús uttan grund. Eg havi sagt, at hetta gongur ikki. Stjórin hevur tó fram- hildið, at eg skal ikki taka mær av fakfelagsligum spurningum á mínum egna arbeiðsplássi. Og hetta havi eg ikki viljað góðtikið. Eg kenni tað sum mína skyldu at taka mær av fakfelagsspurn- ingum uttan mun til um tað er á Telefonverkinum ella aðrastaðni Ernst Hansen vísir annars á, at starvsfólka politikkurin á Telefon- verkinum er heilt út av lagi vánaligur og eru fleiri demi um, at fólk eru koyrd niður reint sálarliga, og vísir á, at tað helst eru nógv mál, sum kunnu tak- ast uppaftur, har enn eingin loysn er funnin Prinsippini ! At enda spurdu vit Ernst Hansen, hvussu hann kennir tað at vera orsekin til eitt verkfall. Hann sigur: — Eg haldi at prinsippini, sum hetta málið snýr seg um, eru sera álvarslig, og tá tað harafturat verður lagt eftir formanninum i Starvsmannafelagnum, so er tad uppaftur meira ålv- arsligt. Eg vil meta hetta sum pólsk viðurskifti. — Annars haldi eg, at hetta málið hevði verið viðgjert á sama hátt um talan var um aðrar limir í felagnum. Men at tað er sjálvur formaðurin sum verður jagstraður verður mett rættiliga álvarsligt. : jan Sólbjørn Jacobsen, telefonverksstjóri: Maðurin er ikki upp- sagdur men er flutt- ur í annan bygning og hevur tó framvegis fakligu ábyrgdina av bókhaldinum Í samband við tað stríð, sum hevur tikið seg upp á Telefonverkinum, og sum nú er orsøkin til verkfall kring alt landið, hava vit vent okkum til Sólbjern Jacobsen, telefonverks- stjóra. Vit spurdu fyrst um tað er rætt, at Ernst Hansen ikki er upp- sagdur? Til tað sigur hann, at eingin maður er upp- sagdur. — Tað er rætt at tiltek eru tikin í samband við leiðsluna av fyri- tekuni, tí tað hava tikið seg upp samstarvs- trupulleikar, men tað hevur so sanniliga einki við eina uppsegn at gera Seinkað fíggjar- stýringini Víðari sigur Jacobsen, at Hansen í sínum arbeiði mótvegis fíggjar skrivaranum hevur gjert samstarvið við bókhaldið sera trupult og hevur hesin tørvandi sæmstarvs- vilji beinleiðis seinkað arbeiðinum við at evna til eina betri fíggjarstýring fyri telefonverkið. Sjálvur havi eg tikið lut í hesum arbeiði saman við Hans Christensen, figgjarskrivara og Ernst Hansen, og vit hava havt fundi? um hesi viðurskifti, og vit hava havt skrivliga arbeiðsskrá og referat um, hvat er farið fram, so eing- in ivi skuldi vera um, hvat gerast skuldi. Sólbjern Ernst sam- Broyting — flyting — Fyri at steðgur ikki skuldi koma í eitt so týð- andi arbeiði avgjerdi eg at gera hesa broyting, sum bar í sær, at Ernst Hansen skuldi flyta oman á Ting- húsvegin. — Hvat skuldi hann gera har? — Har skuldi hann fáa sítt arbeidsplåss við EDV- skermi og teimum am- boðum, ið honum nýtist, soleiðis at hann kann rekja bókhaldið har frá. — Kann hann tað? Foto: Kalmar * Sólbjern Jacobsen, telefonverksstjóri: — Samarbeiðs- trupulleikar orsøkin til, at maðurin varð fluttur av Hálsi og oman á Tinghúsvegin - Ja, tað meti eg, at hann kann. — Er maðurin ikki de- graderaður í sínum starvi? — Hann er ikki degrad- eraður sum bókhaldari, men hvat viðvíkur ábyrgdini mótvegis starvsfólkunum á bók- haldsdeildini, so havi eg sjálvur átikið mær hana — fyri at fremja arbeiðið. — Hetta meti eg sostatt ikki sum eina degradering, men sum eina avleiðing av teimum samstarvstrupul- leikum, sum eg vildi hava loyst upp fyri. — Kemur Ernst Hansen so at halda fram sum leið- jari av bókhaldsdeildini? deildini? — Hann kemur at halda fram sum fakligur leiðari, tí tað er ikki sett niður á arbeiðið hjá Ernst Hansen sum bókhaldara. — Ert tú negdur við tað? — Ja, tað eri eg. Tað hevur heldur ongantíð verið nakað at siga til roknskap hansara frá okk- ara grannskoðarum. Tað snýr seg sostatt ikki um hansara fakligu kvalifik- atiónir. — Yvirtekur Hans Chistensen starvið hjá Ernst Hansen? — Nei. Hetta merkir bert, at atgongdin hjá Hans Christensen at fáa eitt vælvirkandi samstarv við bókhaldið sum heild verður bett á tann hátt, at eg sjálvur komi inn í myndina sum tann, sum skal beiðið. — Merkir tað, at tú vil vera meira á bókhalds- deildini á Hálsi enn higar- til? samskipa tað ar- Tað kann ein væl siga. — Hverjar meguleikar hevur Ernst Hansen annars havt at beta um hesi viðurskifti, síðan av- gerðin um at flyta hann varð tikin? — Vit hava jú sitið saman og gjegnumgingið hesi viðurskifti. Tað eru gjørdar avtalur, og tað er játtað, at hetta og hatta skuldi fremjast, men eg má viðganga, at tað er ikki hent, sum avtalað varð, og eg havi so tikið avleið ingina av tí Nýtt starv Vit spurdu eisini Sólbjern Jacobsen hver leikluturin hjá Hans Chri. ensen er hesum máli. Til tað sigur hann Tað er einki nýtt vit skulu fara undir byggja upp eina me greiniliga fíggjarstý Persónliga hevur Ernst Hansen eisini sagt við tá verandi logtingsgrann skoðara, at hann hetta vera óneyðugt Sjálvur havi eg eisini mett, at hetta var neyð- ugt, tí verkið er jú vorðið sterri og sterri, og tí sekti eg eisini landsstýri um loyvi til at útbyggja fyri- sitingina til tess at fremja eina betri fíggjarliga stýr- ing. Seinasta heyst gekk so undanfarna landsstýri okkum lutvíst á meti í hesum ynski og normeraði eitt starv sum fíggjar- skrivari. Vit lýstu starvið leyst við eini lýsing, ið rættiliga nágreiniliga greiddi frá, hvat arbeiðið snúði seg um t.v.s. for- treytir fyri at søkja o.s.fr. Hans Christensen hevur útbúgving sum cand. scient. pol. varð settur í starvið í apríl í ár og byrjaði 1. august. Hann metti —