hósdagur 14. november 1985síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
æ
Síða 6
NU fåa okkara politikarar av at
vita. Ein førokyskur lækni, sum
dagliga starvast i Svøriki, men av
og å arbeidir å Landssjåkrahus-
inum sigur sina hugsan um før-
oyskar politikarar og um
útbygging av sjúkrahúsverkinum.
Hann leggur ikki fingrarnar
ímillum og sigur bart út sína
hugsan: føroyskir lokalpolitikarar
brúka sjúkrahúsverkið sum jarn-
brot. Hetta eru hørd orð og
munnu uttan iva raka meint.
STÓRUR partur av blaðnum í dag
snýr seg um sjúkrahúsverk okk-
ara. Hetta eru annars mál vit hava
umrett fyrr, men sjáldan hevur
tað verið sagt so konkret og so
kontant sum hesaferð.
SAMRØDUNA við umredda
lækna hava nakrir yngri læknar á
skurðdeildini á Landssjúkrahús-
inum gjørt. Tað hevði dámt okk-
um betur at okkara egnu blaðfólk
hevdu tikið sær av slíkum tilfari,
men av tí at vit meta hesa sam-
røduna so áhugaverda og so rele-
vanta, prenta vit hana í heilum líki
— tó er hon redigerað eftir okkara
høvdi.
TAD kann bert frøa okkum sum
starvast å einum tidindablad, at
fleiri og fleiri »taka bladid frå
munninum« og siga sina hugsan
um samfelagsvidurskifti. Vit hava
oftani gjørt vart við, at tað er alt
og torført at fáa ávísar persónar í
samfelagnum at úttala seg um
nakað sum helst, tó at teir hava
fingið høgar útbúgvingar og sita í
tydningarmiklum størvum.
JUST sjúkrahúsverkið hevur
leingi verið tabu — men tað kann
ikki vera rætt, tí hesin stóri stovn-
ur viðvíkur okkum øllum. Hvussu
ber tað til, at slíkur stovnur skal
vera friðhalgaður fyri alt tjak og
orðaskifti, tá viðurskiftini sum
viðvíkja ødrum stovnum og
arbeiðsplássum dagliga verið
vidgjørd í fjølmidlunum.
HETTA málið um ortopædi er ven
varm kartoffel«, sum danir plaga
at taka til. Hetta er eitt eymt mål,
sum tianverri alt ov oftani bert
hevur snúð seg um persónar
heldur enn um innihaldið sjálvt.
Spurningurin hevur verið ov nær
tengdur at lokalpolitiskum
sjónarmiðum og áhugamálum
heldur enn einum heildaráhuga
fyri okkum øllum sum búgva á
hesum klettum.
EFTIR okkara metan er tað ikki
rætt, fyri ein og hvønn pris at
skula desentralisera føroyska
sjúkrahúsverkið, sum um taian
var um at fremja eitt slag av
bygdamenning. Vit eru noydd til
at hava tær mest livsneydugu
funktiónirnar å Landssjúkra-
húsinum — og tað vera vit so at
góðtaka í longdini uttan mun til
um vit búgva í Havn, í Klaksvík
ella á Tvøroyri.
SJÚKRAHÚSVERKIÐ er ein alt
ov kostnaðarmikil stovnur til at
vera bråktur sum kastiblødka í
tjakinum um bygdamenning. Av-
gerandi er fyri okkum øll, at vit
hava eitt vælvirkandi sjúkrahús,
og fáa vit tað mest vælvirkandi
sjúkrahúsverkið við at fremja
flestu útbyggingar í Havn, so eiga
vit at gera tað tvs. um slík út
bygging tænir fjøldini og
kunna gerast best og bíligast her.
VIÐ hesum er ikki sagt, at vit ikki
skulu varðveita tey smærru
sjúkrahúsini. Sjálvandi skulu vit
tað. Men harfrá og so til at flyta
livsneydugar funktiónir, sum
náttúrliga mugu hoyra til eitt
sentralsjúkrahús, út á smærru
sjúkrahúsini, er eitt ov langt lop
at taka.
VIT eiga met í ferðsluvanlukkum
og av teimum løstadu enda 85% á
Landssjúkrahúsinum. At hetta
sjúkrahúsið ikki skal hava neyð-
ugan ortopæd til viðgerð av
hesum sjúklingum er bert
ófatiligt og liggur ábyrgdin her
hjá okkara politikarum. Nú hevur
so ein serlækni á økinum gjørt
vart við samvitsku politikaranna,
og víst á, at tað er heilt burturvið
ikki at hava ein ortopæd í Havn.
ÁVÍSUR politikari hevur lagt so
stóran dent á lokalpolitiskan
vinning, at hann i blødunum
hevur hótt við at »spreingja«
samgonguna um aðrar loysnir,
enn tær sum gagna hansara egnu
áhugamálum á meti, verða
framdar.
VÓNANDI fer eisini hesin at
luttaka í tí tjaki, sum læknarnir nú
hava lagt upp til, tí jú fleiri mein-
ingar og metingar koma fram,
tess betri møguleika hevur
Føroya fólk at gera sær sínar
tankar um málið. Higartil hevur
alt tos um sjúkrahúsverkið
nærum verið tabu. Tað er tað ikki
longur.
Hver er hann???
Niels Debes, býráðslimur í
Tórshavn Hvassur er
pennurin. Tað hevur hann
prógvað.
Men fólkaflokkurin
hver er hann ???
Er fólkaflokkurin Niels
Debes sinnadur, ella
fólkaflokkurin sinnaður at
fylgja Óla Breckmann ???
Vit spyrja bara. Annars
noyðast vit at góðtaka
undanferslu Jógvan Sund-
steins: Fólkaflokkurin er
Nr. 130 14. november 1985
einki. Ti eru bæði Niels
"Debes og Oli Breckmann í
følkaflokkinum
Javnadarmadur å bygd
Opret Samarbejdsudvalg
Om en strejke er lovlig el.
ulovlig er ofte et fortolk-
ningsspørgsmål, som ar-
bejdsretten i et veludvik-
let samfund tager sig af.
Årsagen til at Starvs-
mannafelagið så sig
tvunget til, at gá í strejke
var samarbejdsvanskelig-
heder pá TFL og lands-
styrets evne — el. mangel
derpá til, at lese problem-
et.
Landsstyret blev fra
Starvsmannafelagið an-
modet om, at medvirke til,
at lese samarbejdsvanske-
lighederne, som var op-
stáet pá TFL men lag-
manden afviste, da der
efter hans opfattelse ikke
foreligger nogen opsigelse
af personer.
Lagmanden afslerer en
komplet mangel pá ind-
sigt og forstáelse pá et
omráde, som er underlagt
ham — det burde give fag-
bevægelsen stof til efter-
tanke.
Det offentlige í et hvert
samfund er en afspejling
af den politik, som enskes
ført af de folkevalgte
inden for alle omráder
Diktatoriske tendenser
el. beskyldninger om sá-
danne inden for det offent-
lige í det færeske samfund
ber ikke godtages.
Landsstyret burde ar-
bejde for at indfere sam-
arbejdsudvalg inden for
den offentlige sektor.
Med indferelse af sam-
arbejdsudvalg ábnes der
for et ábent og bredere
samarbejde, sam medind-
flydelse pá beslutninger
inden disse tages.
Henning Christensen
Álvarsstund hjá
Javnaðarflokkinum
DAGBLAÐIÐ hverki
gitir ella ber ósannindi, tá
blaðið á forsíðuni miku-
dagin skrivar, at fleiri og
fleiri taka seg úr Javn-
aðarflokkinum.
Í hesi samreðuni sigur
Áge Davidsen, næstfor-
maður í Starvsmannafel-
agnum, at hann hevur
tikið seg úr flokkinum og
at fleiri gera tað sama. Og
í Oyggjatíðindum sigur
Ernst Hansen, at hann er
ikki javnaðarmaður eftir
hetta.
Við hetta sipar hann til
framferðina hjá stjóranum
á TFL, stødutakan lands-
stýrisins, sum elvdi til
starvsmannaverkfallið, og
helst passivitetin hjá
floksorganisatiónini.
Áge og Ernst eru íkki
teir einastu, sum hava
tikið seg og fara at taka
seg úr flokkinum, og tí
skal stjórn Sudurstreym-
oyar Javnaðarfelags og
leiðsla Javnaðarfloksins á
hesum stað fáa at vita, at
tað eru mong, sum annað-
hvert umhugsa sína steðu
í flokkinum ella til flokkin,
sum er — ella skuldi verið
— ein arbeiðaraflokkur.
Grundgevingarnar hjá
fólki eru fleiri:
Stødutakan landsstyris-
ins. Bráðræsna framferð
løgmans, formann Javn-
adarfloksins, mótvegis
Starvsmannafelagnum og
fakfelagsrersluni sum so.
Tað at ein limur í Suður-
streymoyar Javnaðarfel-
ag, Sólbjern Jacobsen,
sleppur at halda fram sum
limur í flokkinum, hóast
hann alsamt virkar ímóti
mest grundleggjandi
prinsippunum hjá Javn-
aðarflokkinum sum ein
lentakaraflokkur.
Og fyri tað triðja passiv-
itetur = stjórn Suður-
streymoyar Javnaðarfel-
ags í hesum álvarsmáli.
Fyri júst einum ári síð-
ani vóru tað mong sum
gjørdu stórt arbeiði fyri
flokkin fyri at tryggja, at
flokkurin aftur kundi
koma í landsins stýri,
Lystiliga prentar
i Gøtu, tlf. 41085
fit gera hvat vit kunna
og kunna tað vit gera
soleiðis at åhugamålini
hjá handans sum andans
arbeiðarum aftur kundu
verjast.
Men hetta lógvatakið
ifjør verður nú søplad
burtur, uttan at felags-
skapurin, úteftir í ellum
forum, hevur latið við seg
koma.
Hetta er eitt álvarsmál
fyri Javnaðarflokkin sum
arbeiðaraflokk.
Endar hetta málið við,
at Starvsmannafelagið —
og lentakarin sum so —
stendur nakkalangt og
framferð telefonverks-
stjórans fær reyða
stemplið í landsstýrinum,
er stundin komin, at tey,
sum eftir eru í Javnaðar-
flokkinum, broyta grund-
sjónarmið og virkisskrá
floksins. Tí eftir tann dag
er Javnaðarflokkurin ikki
tann sami. Og manngarð-
urin er ikki tann sami.
Javnaðarfólk
BERGMENN
spæla allan
tónleik til dans
fyri rímiligan
penga.
Tlf. 16134