hósdagur 14. november 1985síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SS
Nr. 130 — 14. november 1985
Sverre Midjord, tingmadur skrivar
Tosa um
ein annan
um teg
sjálvan!
Tveroyri og jarnhælur sam-
bandsfloksins
»Tjøvur sigur, at hver maður
stjelur«. Soleiðis málber formaður
sambandsfloksins seg í samreðu við
Dimmalætting tann 2/11-85.
Samreðan viðger nakað, sum
Dimmalætting kallar ákærur frá
mær ímóti sambandsflokkinum.
Tær niðursetandi viðmerkingar-
nar frá sambandsflokkionum og for-
manni tess taki eg ikki fyri fult, tær
lýsa veruliga muruna og geva eina
ábending um, hvussu viðurskiftini
út frá hesum eru viðgjerd.
%
Tad eg havi skrivad og sagt um
skulabyggingina og avleidingarnar,
tað standi eg vid. Okkara skúla-
bygging er farin reiðiliga fram. Har
er hvert oyra bókað og hver avgerð
skrásett. Um fyrra landsstýrið
hevði illgruna um tað evugta, so
høvdu teir skyldu til at kanna tað,
og tað fyrilógu eisini klagur bæði frá
býráðslimum og frá David Eliassen,
og um nakað itøkiligt var i klag-
unum, so skuldi eg verið drigin til
svars. Teir spurningar, sum settir
vóru, eru svaraðir av grannskoðara-
virki kommununar.
Sannleikin kemur meira fram um,
hvussu ójavnt, ið ymiskar kommun-
ur vórðu viðgjerdar, tí okkara mál
bleiv súltað, meðan Stranda skúli,
sjálvt um landsstýrið einki kendi til
málið, bleiv avgreiddur, tó við átalu
frá Páll Vang.
At ell eru viðgjerd líka eftir lógini
er ikki beint, tí sambart Tórbjern
Poulsen, landsstýrismanni úr sjálv-
stýrisflokkinum, so læt alt seg gera,
tað skuldi líka verið Tveroyri, tá bar
ikki til. Og týðulilg demir eru um
hetta. Tí sleppur sambandsfor-
maðurin ikki undan.
Ikki nýtist Paula Ellefsen at
harmast tveráfólk, at tey við at
velja meg eru komin undir at gjalda
rokningar, sum tey kanska hevdu
verið frítikin fyri, um eg ikki hevði
skuldskrivað tey.
Hvussu við skuldskrivingum tín-
um, ikki bara av tveráfólki, men
øllum Føroya fólki !
Ein avgreiðsla av Trongisvágs
skúla hevði ikki temt ella koppað
landskassan, men hvussu við ellum
veðhaldum, sum nú verða effektiv
Skrokkamálið hjá vágbingum gjørdi
tú nógv burturúr, alt skuldi vera so
krystalklárt.
Hvussu krystalklárt var skrokka
málið vesturi í Vágum, eftir hverj
um lógargreinum varð tað avgreitt !
Hvussu við skúlanum til
studentabrúkið i Gøtu!
Hvussu við Ítróttarhellini í
Vágum, eftir hverjari heimild er hon
bygd og goldin !
Er nú alt so krystalklárt, harra
Pauli Ellefsen! Eg havi lovað tær
somu viðgerð av Landbrúksskúl-
anum í Kollafirði, har eitt byggjarí
er blivið 100% dýrari enn samtykt,
orsakað av at nakrar strikur vórðu
fluttar.
Tað krystalklára alternativið hjá
Paula Ellefsen tykist í letuni at vera
nakað óklárt
At eg havi ringa samvitsku yvir
fyri tveráfólki er rætt, ikki av skúla-
byggingini í Trongisvági, men
meira av tí, at eg havi gjert ov lítið.
At sambandsflokkurin og formaður
tess hava “"amvitskubit er einki at
siga til, tí sambart skrivingini hjá
Tórbjern Poulsen, so bar alt til, tað
skuldi líka verið Tveroyri, tá var
jarnhælurin bruktur, og hetta
sleppa tit ikki frá.
Sverre Midjord
Tummas Arabo, tingmaður, skrivar
Folkafloks-heilivågur
Til viðgerðar í tinginum er
nú uppskot um broytingar
um lóg fyri apotek.
Hetta er rættiliga eyð-
kent fólkafloks-uppskot
Sakin er tann, at apot-
ekið í letuni gevur yvir-
skot.
Er nakað sum fólka-
floksmenn ikki tola, so er
tað yvirskot hjá almenn-
um stovnum.
Broytingar í lógini
snúgva seg um, at nú skal
sokallað »handkeypssølan
hjá apotekinum« skerjast
og flytast yvir á privatar
hendur.
Handkeypsselan i
Havnini er i løtuni uml. 5
/
mill. kr. Verður stórur
partur tikin úr hesum um
setningi, so vil yvirskotið
hjá apotekinum fella so
leiðis, at tað allarhelst
broytist til eitt undirskot
Hetta vil so sjálvandi fera
við sær, at prísurin fyri
heilivág til tey,
treingja til tað, má hækka,
um stovnurin ikki skal
hava studning á fíggjar-
lógini.
sum
So her er eitt eyðkent
fólkafloksuppskot, har
eitt yvirskot verður flutt
frá tí almenna til privat,
og tey veiku og sjúku
skulu gjalda fyri gildið
Mítt sjónarmið er
skulu tað gerast nakrar
deildir av handkeypsselu
Havn St skal apotek ð
sjálvt gera tað
Og tað er neyvan ræt
leggja eina sovorðna deild
ER
mitt í Havn. Tervurin er
nokk har. og herði tað
verið rættari at gjørt eina
deild t.d Argjum ella í
Hovvík
Annars er tað nógv inn
an jálvt apotekaraekið
sum átti at verðið broyt
og har eru nógvir megu
leikar m.a. við framleiðslu
og harvið nekur góð ar
beiðspláss
Tad er neyðugt við lóg
arbroytingum, tað vita
vit, og Landsstýrið hevur
eina nevnd sitandi, ið ar
beiðir við at gera lógina
meira tidarhoskandi, og
ikki minst av tí, at Dan-
mark nú er í EEC, og má
koyra eftir teirra reglu-
gerðum.
Vónandi síggja vit eitt
lógaruppskot á tingi her
fyri jól, so vit kunnu
sleppa undan hesum fólka-
floksmedisinmonnum og
teirra asosialu uppskot-
um.
Tummas Arabo,
Signabe
|
|
)
|
Í
P/F North Atlantic Plast
PLASTRORVIRKIÐ
Vit framleiða og selja vatnleiðingar og kloakrør
Kloak frá ø 40 mm til 9 500 mm.
Vatnleidingar frá ø 25 mm til ø 500 mm í trýstklassa TNG
TN10
Septictangar og reinsibrunnar ø 200 — 250 — 315 mm, um ynskist
gera vit reinsibrunnar eftir måti.
Vit hava allar tilhoyrandi rørdeildir å goymslu, eisini framleida vit
tilfar til alihyljar.
Vit geva fegnir tilboð
Heil- og småsøla
P/F North Atlantic Plast
Plastrørvirkid
å Heygnum Mikla
Tlf. 12151