Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. november 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 210 - 1. november 2002 29 Nøsina í klemmu SPØL FRÁ EM Bogi Simonsen og Arnbjørn Sivertsen Jóannes Mouritsen stakk nøsina fram og fekk hana í klemmu í hesum spælinum frá dystinum ímóti Rumenia (17-13), men tað vísti seg at loysa seg væl. Nr. 16 53 V/EV 93 KJ10763 Q82 - AKJ1082 QJ1085 AK762 A82 Q J9743 K Q9764 4 954 A1065 Meldini í opna rúminum: S V N E Jóannes Daniel Heðin Matei Mouritsen Savin Mouritsen Cornel - pass pass 1kl* 1sp D* pass pass! pass Meldini í lokaða rúminum: S V N E Marius Matei Ovidiu Bogi Briciu Joensen Ghigheci Simonsen 2hj pass 4ut pass 5kl pass 6hj pass pass pass 2hj er veikt 5-6 lit og 5-10 hp 4ut er RKCB 1430 Jóannes mátti duplaður 4 niður í 1sp, og fyri hetta fingu EV 800. Tað loysti seg hjá honum at vera eitt sindur nasadjarvur, tí Bogi og Rói meldaðu lættliga 6hj, sum ikki hevði nakrar trupulleikar, og hetta gav 1430 og 12 imp inn. Talvini hesa vikuna verða tey hjá Eyðuni Nolsøe og John Arna Nilssen, sum tryggjaðu Føroyum teir báðar fyrstu sigrarnar í Bled TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Fimm umfør eru telvaði í Talvolympiaduni, sum verður leikt í Bled, Slo- venia. Føroyska liðið hevur 10 stig av 20 møguligum, og er tað petti yvir væntaðu skoruna. Toppskorari er John Rød- gaard, sum hevur 3 stig av 5 møguligum. Hann er eisini tann einasti sum hevur telvað øll umførini. John Arni Nilssen hevur 2 stig av 4 møguligum, Heini Ol- sen, 1,5 av 4, Eyðun Nolsøe 1 av 3, Hans Kristian Simonsen 1,5 av 2 og Martin Poulsen 1 av 2. Fylgi við á www.faroechess.com, har frásøgnir, myndir v.m. eru at finna. Avgerandi talvini móti Kosta Rika og Jameika Sigurin á Costa Rica Eyðun Nolsøe (2236) - Sergio Bermudez (2160) Føroyar — Kosta Rika (4. borð) 5.umf, 30.10.2002 1.e4 c5 2.Rif3 d6 3.d4 cxd4 4.Rixd4 Rif6 5.Ric3 e6 6.Bc4 a6 7.Bb3 Be7 8.f4 Ric6 9.Be3 Fc7 10.Ff3 Bd7 (her hevði svartur fleiri møguleikar, eitt nú b5, 0-0. 11.0-0-0 0-0) 12.Rhg1 (ja, Eyðun kikar eftir konginum, eingin ivi um tað. Í hesum støðutýpum er tað eisini vanligt at hvítur herjar á, meðan svartur svarar aftur við somuleiðis álopi móti hvíta konginum) 12...b5 13.g4 Rixd4 14.Bxd4 b4 15.Rib1 Bc6 16.Rid2 a5 17.g5 Rid7 18.g6! hxg6 19.f5 a4 20.Rxg6!! (avgerandi leik- ur. alt vinnur nú. Flottur leikur) 20...Rie5 [20...fxg6 21.Bxe6+ Rf7 22.fxg6 klárt vunnið] 21.Rxg7+! Kxg7 22.Fg3+ Kh7 23.Fh3+? [23.Rg1! er mát í tríggjar, men tíverri býtti Eyðun um uppá leikirnar] 23...Kg7 24.Rg1+ (her bar tað til aftur at máta við Fg3+ og Rg1) 24...Bg5 25.Rxg5+ Kf6 26.Bxe5+ (nú sleppur kongurin undan, men Eyðun heldur høvdið kalt og reisur seg aftur) 26...dxe5 27.Fh4 Ke7 28.Bxe6! (Offurtelving er í luftini) 28...Kd6 [28...fxe6 29.Rg7+] 29.Rg7 Rg8 30.Ric4+ Kc5 31.Ff2+ Kb5 32.Rxf7 Fd8 33.f6 Bxe4 34.Rd7 Rg2 35.Fe3 Rxc2+ 36.Kd1 Bg6 37.Fxe5+ Ka6 38.Fd6+ svartur verður mátaður 1-0. Flott talv av Eyðuni, hóast hann misti mátmøguleikan fyrr í talvinum. Talvið avgjørdi dystin móti Kosta Rika í fimta umfari. Hinir tríggir á okkara liði leiktu javnt. Sigurin á Jameika Warren Elliott (2238) - John Arni Nilssen (2385) Jamaika — Føroyar (1. borð) 4.umf, 29.10.2002 1.e4 c5 2.Rif3 Ric6 3.d4 cxd4 4.Rixd4 e5 5.Rib5 d6 6.Ri1c3 a6 7.Ria3 b5 8.Rid5 Rige7 9.c4 Rid4 (ein variantur sum John Arni dámar væl, og hevur góð úrslit við. Svartur offrar finnur fyri gott spæl, har hvítur má ansa sær) 10.cxb5 Rixd5 11.exd5 Bd7 12.bxa6 Fa5+ 13.Bd2 Fxd5 14.Be3 Fe4 15.Fd3 d5 (kalt spæl av John Arna) 16.Fxe4 dxe4 17.Bxd4 exd4 18.Rib5 Bb4+ 19.Kd1 0-0! (John Arni tekur her kjansin og fer eftir stiginum) 20.Rixd4 Rfd8! (hvítur er í trupulleikum) 21.Ke2 Bc5 22.Ric2 Rxa6 (John Arni stendur klárt betur, men hevur finnu minni og má tí gera skjótt av, og tað hann so sanniliga ger) 23.a3 Ba4 24.b4 Be7 25.Ke1 Rc6! (nú verður mát ella materiali til okkara fyrsta borðs telvara) 26.b5 Rxc2 0-1 Leygar- og sunnu- dagin verður Norður- landahúsið aftur karmur um Fim- leikafagnaðin, sum hesaferð hevur til endamáls at lýsa havbotnin FIMLEIKUR Jákup Mørk Fimleikafagnaðurin er ann- að hvørt ár, og tá eingin kapping var í fjør, so er hon sjálvandi á skránni aftur í ár. Fyrst og fremst, so er fimleikafagnaðurin størsta einstaka tiltakið, sum Fim- leikasambandi skipar fyri, men hartil, so er tað eisini annað, sum ger hesa kapp- ingina serliga í mun til aðrar. Á botninum Tað er so við hesi kapping, at heldur enn at kappast í ymsum greinum, so er fimleikafagnaðurin ein kapping, har liðini á bestan hátt skulu royna at lýsa eitt evni, og veðrur hetta gjørt við fimleiki, framførsluni av hesum umframt ljósi og ljóði, og til samans skal hetta geva eina heildar- mynd, sum skal lýsa ávísa evnið. Hartil er dømingin eisini væl øðrvísi, enn hon er til vanligar kappingar. Av teimum átta dómarunum eru fýra valdir úr teir teim- um feløgum, sum hava lið við í kappingini, meðan hinir fýra als ikki nýtast at hava nakað sum helst við fimleik at gera. Júst tí talan skal vera um heildarmynd av avrikinum, og ikki ein- ans skal verða konsentrerað kring tað teknsiska í fram- førslunum. Evnið í ár ber heitið »á havbotninum«, og so stend- ur annars frítt upp til fe- løgini at gera av, hvussu hetta skal lýsast. Luttak- andi feløgini eru Flog, Havnar Fimleikafelag, Ljósið og Støkk, og verða framsýningarnar í Norður- landahúsinum leygar- og sunnudagin komandi. Endaligi dómurin frá panelinum verður kunn- gjørdur eftir seinnu sýning- ina sunnudagin. Evnið hjá teimum fýra liðunum á fimleika- fagnaðinum verður at lýsa havbotnin Havbotnurin skal lýsast 29 28 Nr. 210 - 1. november 2002 Í HB eru tey fegin um, at ein av leik- arum felagsins tyk- ist vera ávegis eini yrkisleið, men enn er einki at frætta um, hvat HB fær burtur úr hesum JÓN RÓI JACOBSEN Jákup Mørk Tað er sjálvandi HB, sum stendur fyri leigu- málinum av Jón Róa Jacobsen til Brøndby. Og hóast til við hesum kanska missa ein hin týdningarmesta leikaran á liðnum, so verður hetta so væl og virðiliga upp- vigað av gleðini við, at evnaríki leikarin tykist hava gjørt eitt stórt framstig á einari møgu- ligari yrkisleið. - Vit eru sjálvandi ótrúliga fegnir hansara vegna, er fyrsta við- merkingin frá Birgir Enghamar, formanni í HB. - Sjálvandi er tað so, at vit missa ein týðandi leikara, men tað er gongdin í fótbólti. Vit vildu so ongan tíð droymt at sett forðingar fyri ein okkara ungu leikarum, um hesin hev- ur møguleika at koma víðari við fótbóltinum. Og so er hetta eisini góð reklama fyri okkum. Tað at vit møguliga kunnu lata ein leikara til eitt av fremstu liðunum í Dan- mark. Hava eyguni opin Enn er sjálvandi ikki talan um nakra endaliga avtalu, men kortini eru teir í HB longu nú so smátt farnir at leita eftir einum møguligum av- loysara. - Enn er so einki konkret, men tað tykist sannlíkt, at Jón Rói ikki verður so drúgvur hjá okkum. Hann hevur jú verið og vant við Brønd- by áður, og tá teir so vilja gera ein leigusátt- mála, so bendir tað í øllum førum tann vegin, at teir hava eina ætlan við tí, heldur Birgir. - Akkurát í hvønn mun vit fara at bøta um hetta, er ilt at siga. Vit royna sjálvandi at halda eyguni opin, og vit hava eisini aðrar ungar leikarar í felagnum, sum nú kanska eru nærri einum føstum plássi, men sum sagt, so er einki íøktiligt í hesum enn. Tølini eru loynilig Formaðurin í HB hevur ongan hug at gera viðmerkingar, tá vit at enda spyrja, hvørt hend- an avtalan er fíggjarliga gevandi fyri felagið. - Fyri fyrst er talan jú ein leigusáttmála, og innihaldið í hesum er millum okkum og Brøndby. Skuldi tað hent seg, at talan gerst um sølu, er greitt, at vit skulu hava okkurt aftur- fyri, men tað verður so ein samráðingarspurn- ingur. Har eru jú so nógvir hættir at skrúva slíkar avtalur saman uppá. Bæði við stødd á søluupphæddini, og nær hendan fellur til gjald- ingar. Partur av víðari sølu o.s.fr. So tí partin- um kann eg als ikki svara fyri, sigur Birgir Enghamar at enda. Føroyar vunnu sín annar sigur á ráð, tá ið teir mikudagin vunnu 2,5-1,5 móti Kosta Rika TALV Jákup Sørensen Bled: Undan dystinum var væntandi at serliga tey trý fremstu borðini fóru at vera strævin at vinna ella at halda javnt. Telvarnir av Kosta Rika hava góð úrslit at vísa á í kappingini, tríggir teirra eru altjóða meistarar. Ein av teimum, hin 14 ára gamli Alejandro Ramirez er longu tiltikin í kappingini, bæði tí hann er eyðkendur at síggja til - altíð gangandi undir fagurt gulum keppi, men serliga fyri talvligu dygdirnar. Í fyrsta umfari fekk hann frálíkt úrslit móti Russ- landi, tá ið hann helt javn- leik móti stórmeistaranum Alexander Morozevich, sum hevur ikki minnið enn 2707 í rating. Eitt úrslit, sum gav bergljóð um allan talvheimin. Undan dystinum var greitt at skuldi sigurin koma, so skuldu allir telva tað besta teir dugdu. Vónin var at teir tríggir John Arni Nilssen, John Rødgaard og Heini Olsen kláraðu javnt móti altjóða meistarunum hjá Kosta Rika. Dysturin fór helst at vera avgjørdur á 4. borði, tí Kosta Rika maðurin hevði eitt sindur verri rating enn Eyðun, men hevði kortini sera góð úrslit í ol-kappingini. Tungu byrðina at avgera dystin fekk Eyðun Nolsøe sum aftur var komin á fjórða borð. Eyðun hevur verið heldur trilvandi tvey tey fyrstu talvini hann hev- ur telvað, men í dystinum móti Kosta Rika, menti hann seg rættiliga og vístið at tað var ikki av tilvild, at hann mundi fingið javnleik móti stórmeistara í fyrsta umfarinum. Eyðun smurdi mótstøðumannin hjá sær av. Tað gekk eftir vild hjá føringunum, teir tríggir á fremstu borðunum hildu allir javnleik og so var annar sigurin vísur. Eyðun var sera fegin eftir dystin og helt at nú fór at gangast betri at telva eftir tvey tap í fyrstu umførunum. Korchnoi hugdi eftir John Arna Á fyrsta borði telvaðu John Arni og Leonardo Valdes rættiliga leingi. John Arni royndi hóast hann hevði svart at vinna talvið, men hann fekk ongantíð avger- andi fyrimun. Eina løtu vóru fínir áskoðarar. Talvið var komi út í endatalvið og tað var áhugaverd støða. Tað mundi stórmeistarin Victor Korchnoi eisini halda, tí hann hugdi leini eftir talvinum teirra mill- um. Korchnoi var í sjeyti og áttati árunum millum allar fremstu telvarnar í heimin- um, tá umboðaði hann Sov- jetsamveldið, nú er hann búsitandi í Sveits. Victor Korchnoi er frálikt dømi um at aldurin ikki hevur nakað serligt at siga í talvi. Korchnoi er 72 ára gamal, men enn millum stinastu telvarnar. John Rødgaard telvaði eitt ástøðiskent talv. Tað gjørdist skjótt greitt at báðir vóru stinnir í ástøðin- um og so samdust teir um ein skjótan javnleik. Teir telvaði ikki meiri enn ein góðan tíma. Heini Olsen hevði heið- urin av at takast við kom- andi stórmeistaran Alejan- dro Ramirez. Ramirez royndi seg við álopið, men Heini sygrdi fyri at støðan alla tíðina var so fløkt at einki kom burturúr og so var javnleikrin eyðsýndur. Í øllum talvinum vóru ikki fleiri enn fýra finnur tiknar. Málið er í eygsjón Føroyar hava nú 10 stig fyri 5 dystir. Júst helvtina av teimum møguligu stigun- um. Føroyar eru á einum býttum 68. plássi 18 stig frammanfyri ratingina og í betra helminginum av teim- um 141v londunum, sum eru við í kappingini. 141 lond hevur verið sagt leingi, men tað bleiv ikki satt fyrr enn mikudagin, tí tíðliga mikumorgun kom seinasta landið til Bled, eftir sera drúgva ferð. 8 dagar hevði ferðaliðið úr Rwanda ferðast at koma til Bled. Tað tyktist eingin endi vera á óhappunum tey hava verið fyri og tá ið tey endiliga komu til Slovenia vóru trupulleikar við ferða- loyvunum. Nevndin í FIDE samtykti, at hóast tey vóru dekan ov sein so skuldu tey sleppa við í leikirnar. Støðan eftir fimm umfør er at Bosnia og Hersego- vina er fremst við 15,5 stigum. Russland og Ar- menia hava 15 stig. Svøríki er fremsta norðanlandið við 13 stigum, Danmar hevur 12,5, Finnland 12, Ísland 11,5, meðan Noreg hevur 10 stig eins og Føroyar. Hósdagin telvaðu Før- oyar móti Algeria, sum er styrkismett nummar 90, fýra pláss aftanfyri Føroyar. John Arni Nilssen telvaði á fyrsta borði, Heini Olsen á øðrum borði, Eyðun Nol- søe á 3. borði og Hans Kristian Simonsen á 4. borði. Føroysku úrslitini mikudagin: FM John Arni Nilssen - IM Leonardo Valdes (2426) 0,5 – 0,5 IM John Rødgaard - IM Pineda Sergio Minero (2396 ) 0,5 – 0,5 FM Heini Olsen - IM Alejandro Ramirez (2421) 0,5 – 0,5 Eyðun Nolsøe - Sergio Bermudez (2160) 1-0 Fegnast við leikaranum Og so er hetta eisini góð reklama fyri okkum. Tað at vit møguliga kunnu lata ein leikara til eitt av fremstu liðunum í Danmark, sigur Birgir Enghamar, formaður í HB Frá tapara til vinnara Eyðun Nolsøe var stóra hetjan, men eisini hinir tríggir á liðnum gjørdu eitt megnar arbeiði, tá teir allir telvaði javnt móti hægri styrkismettum mótstøðumonnum C M Y K 28