leygardagur 16. november 1985síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Fiskivinnutingið sett ígjár:
Tonsamentalitet-
urin må broytast
til »flest møguligar krónur burtur år hverjum fiski, sum
verður veiddur« segði Karl Andreassen, formaður i Fiski-
vinnurådnum, tå hann setti tad tridja fiskivinnutingid i
Norðurlandahúsinum ígjár.
Hann segði:
Vegna Fiskivinnuráðið
skal eg bjóða ellum at
vera vælkomin til fundin.
En særlig velkomst til
Thorbjørn Trondsen for
hans velvilje til at komme
den lange vej og deltage
på denne konference.
Evnið, ið verður
viðgjert hesaferð, er:
»Vørumenning! — er tað
framtíðin í feroyskari
fiskivinnu?<
Eg skal loyva mær at
koma við mínum egnu við-
merkingum til evnið: So
við og við hava vit fingið
neyvan kunnleika um
hverji fiskasleg og hvussu
stórar negdir av hverjum
fiskaslag vit kunnu veiða
undir Feroyum. Tað er
mangt sum bendir á, at vit
veruliga eru komin upp á
tær negdirnar, sum tað
ber til at fáa upp á land av
Feroyagrunninum av
kendum fiskasløgum.
Sostatt ber illa til at
fiska seg burtur úr møgu-
ligum trupulleikum. Skulu
vit hava fleiri pengar
burtur úr hverjum fiski,
sum kemur upp á land, so
tíðindablaðið
mega tiltøk setast í verk,
sum kunnu skaffa fleiri
krónur fyri hvenn fiskin.
Gongda leiðin má ti
verða ein eðrvísi fram-
leiðsla enn hana, sum vit
kenna í dag. Vit mega
finna nekur nýggj
produkt til framleiðsluna,
sum leggja fleiri pengar
eftir seg til samfelagið.
Formaðurin í Reiðara-
felagnum segði leygar-
dagin 22. juni í ár í út-
varpinum, at býtispro-
sentið í sáttmálanum er
soleiðis, at skipini í dag
ikki kunnu geva meir, sum
kravt varð av Fiskimanna-
felagnum.
Skal meir fáast burtur-
úr, segði formaðurin í
Reiðarafelagnum, má
hetta sostatt koma frá
fiskaprísum ella eðrum.
Nú skal fundurin her
ikki beinleiðis verða av-
markaður til botnfiska-
veiðina undir Feroyum,
men skuldi helst eisini
tikið fjarfiskiskapin við.
Í 1984 veiddu vit uml.
140.000 tons.
Henda stóra negdin
varð nýtt soleiðis:
34.000 tons varð saltað
— flakt og fløk
4.000 tons varð selt
feskt
4.000 tons varð selt heil-
fryst (kalvi, svartkalvi,
havtaska, sketa v.m.)
28.000 tons varð selt
sum konsum (5 lb og 5 Ib
equivalentur, íroknað
skin-on)
70.000 tons varð selt
sum blokkur v.m.
Um vit siga, at tað sum
fór feskt og heilfryst av
landinum, og tað sum fór
sum konsum helst ikki í
dag kann gerast til eina
víðariviðgjerda veru, so er
hetta 36.000 tons av teim-
um 140.000 tonsunum.
Hvat viðvíkur tí saltaða
— flakt og fløk — 34.000
tons so kunnu brosmu-
fløkini helst ikki brúkast
til annað enn tað, sum tey
fara til í dag. Tað er ein
spurningur, um partar av
tí, sum í dag fer til salt-
fisk, ikki kundi verið nýtt
til eina aðra veru, sum
kundi givið fleiri krónur
fyri hvenn fiskin. Hetta er
eisini galdandi fyri longu-
flokini.
Hóast hetta er helming-
urin av råfiskanøgdini,
70.000 tons, eftir sum
dag fara til blokk og likn-
andi verur, og tað er
henda nøgdin, hesi 70.000
tonsini, sum eftir mínum
tykki eigur at verða við-
gjørd á hesum fundinum.
Helvtin av okkara rá-
verugrundarlagi fer til
Nr. 131 — 16. november 1985
Karl Andreassen, formaður í Fiskivinnuráðnum bjóðar
vælkomin í fiskivinnuting í Norðurlandahúsinum
nakað, sum aðrir fáa ágóð-
an av. Tað er eingin ivi
um, at vit missa fleiri mill-
iónir krónur við ikki at
viðgera hesa veruna meiri.
Vit eiga alment at tjak-
ast um, um hetta er rætt.
Vit eiga at kanna, hverjar
forðingar eru fyri víðari-
viðgerðini. Vit eiga at fáa
greiðu á, um tollviður-
skifti og handilsviður-
skifti annars í okkara
keyparalondum og megu-
ligum keyparalondum
forða fyri einum slíkum
arbeiði.
Tað verður sagt, at virki
í okkara grannalondum og
serliga Danmark, sum
framleiða liðugtverur úr
fiski nýta umleið 4—8%
av seluvirðinum til veru-
menning og marknaðar-
fering.
Yvirfera vit hetta til
okkara viðurskifti, so
skuldu vit brúkt umleið
100 mió. kr. um árið til
hetta endamál. Veruleikin
er, at vit í dag brúka
20—30 mió. kr.
Er hetta eitt tekin um,
at vit prioritera selu- og
menningararbeiðið ov
lítið?
Saltfiskurin var jú álitið
hjá okkum heilt upp í 50-
árini, so komu flakavirkini
og tann framleiðslan, sum
er farin fram har. Tað er
nógv sum bendir á, at vit
mega lyfta okkum upp í ta
triðju fasuna, sum er at
viðgera okkara fiskaverur
enn meira At fjøltåtta
framleidsluna.
Føroysk fiskafram
leiðsla hevur higartil ikki
verið serliga fjeltáttað
Vit hava havt eina eins-
táttaða framleiðslu, sum
hevur lagt doyin á eins
háttaðar
negdum.
Hevuðsgrundin til hetta
er helst tann, at strategiin
fyri framleiðsluna varð
løgd í eini tíð, tá vit høvdu
næstan óavmarkaðar
negdir av fiski at taka av í
verur í storun
havinum.
Tá varð herðingin legd á,
at fáa negdirnar upp á
land og minni varð hugsað
um leveransur til tað best
betaltu nýtslu og
góðsku.
Hetta fyri, at veiðiliðið
skuldi fáa sum mest burt-
ur úr í krónum. Hetta
hevur fert til, at vit hava
fingið ein rættiliga fram-
komnan fiskiflota og nú
eisini ein yvirkapasitet í
feskfiskaflotanum.
Hetta hevur eisini skapt
flakavirkir á hverjum
tanga og fert til, at vit eru
vorðnir leveranderar av
ráveru og hálvfabrikatur á
heimsmarknaðinum. Tað
er henda gongdin, sum vit
nú eiga at broyta.
Negdarhugsanin dugir
ikki longur, og skulu vit
fáa nakað meira burturúr,
so má hetta gerast við at
ekja um útflutningsvirðið
við at fjøltåtta framleiðsl-
una, soleiðis at útflutn-
ingsvirðið kann skapa eitt
meirvirði til øll liðini í
fiskivinnuni.
Eg eri vælvitandi um, at
tað eru fyritekur her, sum
gera framkomnar verur,
og eisini eru fyritekur,
sum hava ætlanir um at
gera tílíkar í framtíðini.
Vit hava sum sagt
higartil havt tað fyri
eygað, at vit kunnu fiska
okkum burtur úr trupul
leikunum, og tað hevur
mangan eydnast og verið
bjargingin
Hóast tað so må »tonsa
mentaliteturin«
til »flest meguligar krónur
burtur år hvørjum fisk
sum verður veiddur«
Fiskivinnuráðið hevur t
tikið stig til hendan fund
in, og roknað verður við at
broytas
fáa nekur sjónarmið fran
um hetta evnið frá teim
um, sum dagliga fáast við
hesi viðurskifti
————„£."ðø