leygardagur 16. november 1985síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 131 — 16. november 1985
Sanna Dahl, fyrrv. røntgenyvirlækni á Landssjukrahusinum:
Tørvur á tveimum
ortopædlæknum
— og tað skuldi borið til at havt ein í Klaksvík og ein
í Havn
Í samband við tjakið,
sum hevur tikið seg upp
um tervin á ortopæd-
lækna á Landssjúrka-
húsinum hava vit sett
okkum í samband við
fyrrverandi yvirlækna
á Rentgendeildini á
Landssjúkrahúsinum,
Sonnu Dahl og eisini
núverandi yvirlæknan,
Johan Djurhuus. Sam-
reða við Johan Djur-
huus kemur í blaðið
næsta hósdag.
Sanna Dahl sigur við Sos-
ialin í dag, at hon er sera
fegin um tað, sum Hanus
Bærentsen ferir fram í
bleðunum hósdagin.
Hon sigur: — Eg skal
hervið takka Hanusi Bær-
etnsen fyri, at hann hevur
sagt sína meining so klárt
og greitt um ortopædkir-
urgiska viðgerð í Før-
oyum. Og somuleiðis teim-
um yngru læknunum á
Landssjúkrahúsinum, at
teir hava tikið hetta málið
upp.
Sanna Dahl vísir annars
til, at læknarnir á Lands-
sjúkrahúsinum í meira
enn 10 ár á hverjum ári
hava sekt um at fáa ein
serlækna í ortopædirurgi
og hetta hevur fleiri ferðir
staðið ovast á ynskilista-
num — higartil uttan ur-
slit.
Hon sigur víðari, at í
1977 var játtan fingin til
ein serlækna aftrat í
skurðdeildini á Lands-
sjúkrahúsinum og tað
skuldi vera ein lækni við
útbúgving í ortopæd-
kirurgi.
—Starvid skuldi vera
sligið upp í Ugeskrift for
Læger sum serlækni í
ortopædkirurgi, men upp-
slagið varð steðgað í
landsstýrinum ella fíggj-
arnevnd ella aðrastaðni,
og loyvi var bert fingið til
at sekja eftir skurðlækna
við almennari útbúgving
uttan at tilskilað var til
nakra serlæknagrein og tí
fingu vit tá ein skurð-
lækna við almenkirurgi og
ikki við útbúgving í orto-
pædkirurgi sum Lands-
sjúkrahúsið hevði ynskt,
sigur Sanna Dahl og legg-
ur aftrat:
— Hver ið steðgaði upp-
slagnum, veit eg sum sagt
ikki, men at hetta mál
soleiðis varð nýtt sum
kastiblødka í tí politiska
stríðnum var ógvuliga
harmiligt.
Sanna Dahl sigur víðari,
at nú uppskot er lagt á
ting um at seta ortopæd á
Landssjúkrahúsinum, er
bert at vóna, at hetta
málið fær skjóta og sak-
liga viðgerð.
Tervur á fleiri
Vit spurdu Sonnu Dahl,
um tervur er á fleiri orto-
pædlæknum, nú vit jú
hava ein slíkan í Klaks-
vík?
— Eg haldi tað er tervur
á tveimum slíkum lækn-
um. Hóast vit fáa ein orto-
pæd í Havn, so verður
kortini nokk at gera hjá tí
í Klaksvík. Vit mugu
minnast til, at tað eru so
nógvar ferðsluskaðar, at
tað er ivaleyst arbeiði til
tveir serlæknar i orto-
pædi.
Arnars heldur Sanna
Dahl, at einki átti at verið
til hindurs fyri, at annar
var í Klaksvík og hin í
Havn og at teir tá kundu
arbeitt saman.
— Teir kundu so báðir
saman tikið sær av
teimum sterru operatión-
unum og haraftrat kundu
teir so loyst hvenn annan
av í tann mun tað hevði
verið neyðugt og gjørligt.
Eg haldi teir hevdu kunna
stuðlað hvenn annan væl,
soleiðis at sjúklingarnir
fingu ta best hugsandi
viðgerðina.
Sanna Dahl heldur tað
er heilt burturvið, at eing-
in ortopædur er á sjálvum
Landssjúkrahúsinum, tí
teir flestu skaðarnir koma
inn har.
Tað eru eisini nógvir
sjúklingar, sum íikki
kunnu flytast til Klaks-
víkar.
Annars heldur Sanna
Dahl, at undir núverandi
steðu, har einasti serlækn-
in í ortopædi burtuav er í
Klaksvík, so er neyðugt at
flyta teir sjúklingar ið
kunnu flytast, til Klaks-
víkar, fyri har at fáa við-
gerð, sum ikki kann verða
givin í Havn.
Hvat viðvíkur skriving-
ini í bleðunum nú um dag-
arnar, at sjúklingar í
Havn ikki hava fingið
loyvi at fáa viðgerð í
Klaksvík sigur Sanna
Dahl, at um so er, so er tað
ikki rett framferð.
— Hevur tú varhugan
av, at tað eru sam-
starvstrupulleikar, ið eru
orsekin til, at slíkt kann
henda?
— Eg skal viðganga, at
samarbeiðið er ikki nóg
gott alla staðni. Vit á rent-
gendeildini hava havt sera
gott samstarv við ortop-
ædlæknan í Klaksvík, og
eg má siga, at eg dugi ikki
at skilja, hví konsulent-
tænastan, sum Rajani,
yvirlækni hevði á Lands-
sjúkrahúsinum, skuldi
detta niðurfyri.
— Tá eingi tílíkur ser-
lækni var á Landssjúkra-
húsinum var tað ein góð
neyðloysn at fáa Rajanai
henda vegin av og á sigur
Sanna Dahl at enda.
jan
Síða J
Sjúkrahúsverkið!
”
I
Sosial-
inum
i
næstu
viku
Í næstu viku
hava vit
samreðu við
rentgenyvir-
læknan á
Landssjúkra-
húsinum Johan
Djurhuus um
ortopædspurn-
ingin 0.a.
oo
LO ILL