Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-11-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. november 1985síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 tíðindablaðið ET! lurin Nr. 131 — 16. november 1985 orsøkum liggja i innflutn- ingsliånum. Hesi avgjøld eru upprunaliga bert ætlað til figgjan (fiska av- gjald), men hava so við og við ført nakað av verju við sær, sum feroysk fram- leiðsluvirkið hava notið gott av. Viðurskiftini við GATT GATT (General Agree- ment on Tariffs and Trade) er eitt felagsheiti fyri nakrar avtalur, ið royna at tryggja mest meguligan fríhandil land- anna millum. Mestsum øll lond við marknaðarstýrd- um búskapi eru limir. Danmark hevur verið við síðan byrjanina í 1948. Í 1954 varð boðað frá, at Feroyar vóru umfataðar av GATT. Hetta merkir, at toll- lækkingar sambært GATT koma eisini fer- oyskum verum til góðar. Feroyar hava ikki átikið sær serligar skyldur undir GATT-sáttmálanum. Danska stjórnin hevur grundgivið hetta við, at Feroyar formelt ikki hava toll, og at føroysku fíggj- argjeldini verða uppkravd av donskum verum eins og av verum úr eðrum londum. Feroyar og EFTA Danmark var við í eur- opeisku fríhandilssam- gonguni EFTA, frá tí, at hon tók við í 1960. Sam- bært EFTA-sáttmálanum kundi danska stjórnin boða frá, at Feroyar vóru umfataðar, og hendi hetta í 1967. EFTA-limaskap- urin bar við sær eina skyldu til at avtaka inn- flutningsgjeldini í tann mun, tey vardu feroyska framleiðslu. Feroyar fingu eina langa tillagingartíð, sum tað eisini eydnaðist at fáa longda uppaftur meir, við tí úrsliti at tá ið Feroyar saman við Dan- mark fóru út úr aftur EFTA 31/12 1972, var av- tøkan av føroysku gjøld- unum framvegis ikki byrjad. Føroyar og EF Í sáttmálanum um upp- tøku Danmarkar í EF var ein serlig protokoll um Feroyar, sum gav feroy- ingum hevi at bíða í 3 ár við at boða frá, um Fer- oyar skuldu vera umfat- aðar av EF-sáttmálanum. Sum kunnugt avgjerdu føroyingar á våri 1974 at boða frå, at Føroyar tóku ikki av tilboånum um limaskap. Síðani var samráðst við EF-myndugleikarnar um eina handilsskipan. Henda skipan, sum kom í gildi 1. august 1974, og sum verður útgreinað nærri seinni, bar í hevuðs- heitinum í sær tollfrælsi ella munandi tollniður- skurð á feroyskum ídnaðarverum og á nekrum feroyskum fiska- verum. Afturfyri fekk EF ein 40%'s niðurskurð av inn- flutningsgjaldinum á ávís- um grønmeti. Avgjert varð, at gamla føroyska tollfrælsið i Dan- mark skuldi standa vid og somuleiðis EFTA-toll-3 frælsið á ídnaðarverum, fiskafløkum og viðgjerd- um fiskaverum í Bret- landi. Feroyar og EFTA- lond Eftir at Danmark í 1973 var farið úr EFTA og uppí EF og Feroyar hevdu fylgt við Danmark út úr EFTA, men ikki inn í EF, hingu Feroyar í einum handilspolitiskum tóm- rúmi. Nevnt er, hvussu sam- handilin við EF varð skip- aður. Norðanlond vóru øll við í EFTA (Finnland tó bert lutvíst). Samráðst varð við Norðanlondini um at fáa tey at halda fram við at geva føroyskum verum EFTA-tollviðgerð. Hesum eftirlíkaðu bæði Ísland, Noreg, Sveríki og Finn- land. Síðan varð roynt eisini at fáa líknandi skipanir í lag við Sveits og Eystur- ríki, men teir sýttu, tí at teir hildu slíkt vera í stríð við GATT-reglurnar. Alment um toll á fiskavørum Tey flestu lond nyta ta so- nevndu CCN-tollskrånna, ið er uppbygd soleiðis, at fyrst verða ráverurnar nevndar og síðani tær meira viðgjerdu verurnar. Sum demi um hetta kann vísast á hjálagda skjal, sum vísir úrdrátt úr donsku EF-tollskránni. Hjá flestu londum er tollingin soleiðis, at rá- verur ella lítið viðgjerdar verur verða tollaðar lágt, meðan lidnar verur verða tollaðar hegt. Á henda hátt verður virðisekingin, sum stendst av tilvirkingini, ofta tollað rættiliga hart. Týðiligt demi um slíkan tollpolitikk er hjálagda talva, ið vísir úrdrátt úr tollskránni hjá USA. Her sæst, at tollurin á óviðgjerdum fiski, er lítil og eingin, meðan tollurin á meira viðgjerdum fiski, er munandi hægri. Í londum, sum ongan fiskiskap av týdningi hava, er tollurin á fiska- verum yvirhevur lágur ella als eingin. Sum demi um hetta kann vísast á hjálagda skjal viðvíkjandi sveits- isku tollskránni, sum vís- ir, at tað næstan bert eru síl, ið verða tollað, av tí at hetta er at kalla einasti fiskur, ið verður fram- leiddur í hesum landi. Fiskaverutollurin hjá EF er meira ógreiður, m.a. tí at hann er eitt miðal- virði av tollinum hjá upp- runaliga 6 ymiskum londum við ymsikum áhugamálum. Lond við bæði fiskiveiði og fiskaídnaði nýta ofta sonevndar tollsuspens- iónir, altso bráðfeingis tollavteku, á 6vidgjørdum fiski til tess at skaffa sínum egna ídnaði tollfría ráveru, tá ið ídnaðurin ikki fær nóg mikið frá inn- lenskum fiskimonnum. Sum nevnt geva GATT- lond yvirhevur hverjum eðrum nakrar tollniður- skurðir. Harumframt kunnu lond sambært handilsavtalur hava givið eðrum londum tollfyri- munir. Hetta er t.d. gald- andi fyri EF mótvegis einum stórum tali av eðr- um londum bæði EFTA- londum, Miðalhavs- londum og teim fyrrver- andi hjálondunum. Nevnast kann í hesum sambandi, at Grenland eftir at vera farið út úr EF hevur steðu sum OLT- land (overseiske lande og territorier), og sostatt nýtur tollfrælsi í EF. Tó er tollfrælsið á fiskaverum treytað av eini fiskivinnu- avtalu ímillum Grenland og EF. Samanknýtið millum fiskirættindi og tolllættar á fiskaverum er ikki heilt ókent í eðrum ferum heldur. Sum demi kann nevn- ast, at tolllættar á ís- lendskum fiskaverum í EF í fleiri ár ikki komu í gildi orsakað av sonevnda toskastríðnum. Kanada hevur boðið Portugal, Spania og EF kvotur í býti fyri handils- semdir til kanandiskar fiskaverur. Nú, ið EF skal víðkast til eisini at umfata Spania og Portugal, hevur EF eis- ini gjørt vart við hetta samband. Tað hava teir millum annað gjert við at finnafturfera tollin á turk- aðum og saltaðum toski, sum annars hevði verið niðurlagdur í nógv ár. Hetta verður gjert fyri at standa sterkari í komandi fiskiveiðisamráðingum við Noreg og Kanada. Hesin salt- og turrfiska- tollur rakar eisini Ísland, men ikki Feroyar. Handilsskipanin millum Feroyar og EF Sambært ráðsfyriskipan nr. 2051/74 um tolling í EF av ávísum verum úr Feroyum fáa Feroyar 80% niðurskurð í tollinum av ídnaðarverum og umleið sama niðurskurð á úr- valdum fiskaverum. Fyri feroyskan innflutning í Danmark varð tollfrælsið varðveitt, men tó kunnu verur, ið innfluttar eru í Danmark sambært tollfrælsinum í donsku tolllógini ikki útflytast úr Danmark til onnur EF- lond, uttan at verða toll- aðar. Í Bretlandi er tollurin á summum verum, nevni- liga teimum gomlu EFTA- verunum, 0. Í 1979 avtók EF av sínum eintingum tey seinastu 20%'ini av tollinum á ídnaðarverum, men ikki á fiskaverum. Í hjálagda skjali verður víst á, hverjar verur ið eru umfataðar av hesi toll- skipan, og hvat ið tollurin er á hesum verum yvir- hevur og fyri feroyskar verur, ávikavist í Bret- landi og í restini av EF. Tað er greitt, at ikki bar til í 1974 at fáa ell ynski uppfylt. Tað var lætt at fáa toll- frælsi á saltfiski, tí tann tollurin var kortini niðurlagdur tá. Tað eydn- aðist at fáa tolllætta á frystum fiskafløkum. At fáa tær royktu ver- urnar við eydnaðist ikki. Heldur ikki tær fesku ver- urnar. Fyri ráfiskin hevur helst ikki verið strongt so hart á. Nógv varð gjert fyri at fáa tollfrælsi á súrgaðum sildafløkum, men hesin fyrimunur hvarv nekur fá ár seinni saman við sildini. Tað kundi komið væl við at fingið tollfrælsi á fesk- um, frystum fiskafløkum og av royktum verum. Eitt annað mál er fiska- fars, sum haldilsliga er mest at líkna við flaka- blokk, men sum kortini verður tollað sum heilur fiskur, og tí ikki hevur nakran tolllætta. Roynt hevur verið fleiri ferðir at liggja framvið fyri at fáa víðkað talið av verum við tolllætta, men hetta hevur ongantíð enn rættiliga ligið fyri. Tað mest áhugaveda í tí sambandi, sum her verður viðgjert, nevniliga veru- menning, er tó, at vit hava næsta óskert tollfrælsi ella tolllætta fyri kap. 16.04: Viðgjerdar fiska- verur burtur úr botnfiski. Kap 16.04.GII: Aðrar viðgjerdar fiskaverur, hevur tollfrælsi/niður- skurð, tó við einum undan- taki, nevniliga verur úr royktum upsa, tað ið týsk- arar nevna »Seelachs«. Orðingin av hesum und- antaki vísir, at eisini aðrar viðgjerdar verur av roykt- um rátilfari úr botnfiski kunnu fáa tollfrælsi. Tað er sostatt greitt, at hesi seinastu 10 árini hava tollviðurskiftini i EF ikki verið til hindurs fyri menning av viðgjerdum fiskaverum úr botnfiski til EF-londini. Sum heild er tollskip- anin fyri feroyskar verur í EF soleiðis, at hon við at tolla ísfisk og geva toll- lætta fyri fryst fløk og fyri meira viðgjerdar botn- fiskaverur, í grundini gevur feroyska fiskiídn- aðinum eina tollverju. Tollur á føroyskum verum í EFTA- londunum Av Norðanlondum er tað helst Svøriki, ið hevur áhuga sum innflytara- marknaður. Tollurin á fiskaverum í Sveríki er ikki serliga hegur. Hinvegin hava teir nekur verugjeld, sum raka allan innflutning. Tað serliga við Sveríki er, at teir hava sýtt fyri at geva feroyingum toll frælsi fyri verur í kap. 16, t.e. viðgjerdar fiskavørur. Hetta kann tykjast legið, av ti at øll EFTA- lond, EF-lond og menn- ingarlond fáa tollfrælsi fyri hear verur, bert ikki føroyingar. Dúgliga hevur verið roynt at beina fyri hesum mismuni, men higartil utt- an úrslit. Sveits er ein marknaður, sum, burtursæð frá sílum, er heilt opin fyri fer- oyskum verum í kapping við aðrar. USA Í USA er lítil ella eingin tollur á fiskablokki og -fløkum, men hægri tollur á vidgjørdum verum. Tað er tí trupult at koma inn á amerikanska marknaðin við meiri við- gjørdum verum. Tó eru royktar verur rættiliga lágt tollaðar í USA. Japan Tollurin á fiskaverum í Japan er fyri GATT-lond umleið 3-10% á feskfiski og 10-15% á viðgjerdum verum. Eisini eru japanarar kendir fyri at duga væl at nýta tað, sum nevnt verður »ikke toldmæssige handelshindringer«, sum t.d. heilsukrev. Tað týdningarmesta við japanska marknaðinum er tó helst at duga at laga seg eftir teimum serligu brúkarakrevunum, ið hes- in marknaður setir. Tað sigst, at eru góðskukrev- ini hjá teimum uppfylt til lítar, eru teir til reiðar at gjalda ein rættiliga hegan prís, soleiðis at tollurin ikki er nekur álvarssom forðing fyri handil. Og, sum nenvt er Japan í dag heimsins stersti innflytari av fiskaverum. Niðursteða Frammanfæyri havi eg í stuttum roynt at greiða frá teimum toll- og inn- flutningstreytum, ið fer- oyskar fiskaverur meta, tá tær verða seldar til okk- ara týdningarmestu marknaðarlond. Sum tað skilst, er toll- urin so ójavnur frá veru til veru og frá landi til land, at tað er ógvuliga týdn- ingarmikið at gera sær tollsteðuna greiða, áðrenn farið verður í holt við at arbeiða uppá eina nýggja veru til ein nýggjan marknað. Ein vera kann vera hegt tollað í einum landi og lágt tollað í einum eðrum. Hinvegin er skeivt at stara seg blindan upp á tollin. Gevur eitt land við hægri tolli munandi hægri prís, verður kortini meira eftir til feroyska útflyt- aran. Tað mest hugvekjandi fyri teir, ið skulu arbeiða við verumenning, er, at vit beint sunnan fyri okkum hava ein marknað við um- leið 1/4 mia. fólkum, sum 1. januar 1986 fer at hava eitt fólkatal oman fyri 300 mió., og sum gevur okkum munandi tolllætta og lut- víst tollfrælsi fyri við- gjerdar fiskaverur. Hetta er sjálvsagt hug- vekjandi, men hetta er einki nýtt, hetta hevur verið almanna kunnugt síðan 1974. Kortini vil eg vóna, at tað at verða mintur um hesi viðurskifti kann geva monnum hug at fara til verka, og fari eg tí at enda at ynskja teim um góðan arbeiðshug!