týsdagur 19. november 1985síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Térshavn
Fiskasølan
slapp ov lætt
FISKIVINNUTINGIÐ er av á
hesum sinni. Men vónandi fer
orðaskiftið um vøru- og
sølumenning kortini at vera
frammi í tí almenna tjakinum um
fiskivinnuspurningar í framtíðini
eisini. Samanumtikið kann sigast
at tað er gott at fólk ymsa staðni
frá í landinum og við ymsum for-
treytum hittast eina ferð um árið
at viðgera aktuellar og álvars-
samar fiskivinnuspurningar. Sum
so má sigast, at Fiskivinnutingið
er eitt gott tiltak og eingin ivi er
um, at hildið eigur at verða fram
við slíkum tingum.
NU hevur hetta fiskivinnutingið
kanska meira enn nakar almenn-
ur fundur áður verið umrett í fjøl-
miðlunum, so fólk flest hava
helst gjørt sær eina meining um
tað, sum kom fram, og tað, sum
kanska ikki varð nomið við á
tinginum. Tingið var siðiligt í all-
ar mátar og fáur ynskti at seta
pínligar spurningar, sum kanska
gingu teimum, sum vóru til
staðar, ov nær. Hetta kanska ti,
at bæði sjónvarp og útvarp sendu
beinleiðis. Kanska tað tá var
forðan fyri einum meira opnum
tjaki!
EFTIR okkara metan slapp Fer-
oya Fiskasela alt ov lætt frá
hesum almenna fundi ella
hoyring um ein vil. Henda lands-
ins størsta fyritøka, sum útflytir
meginpartin av øllum føroyskum
fiski, slapp undan at svara rele-
vantum og ålvarssomum spurn-
ingum. Tad er einki loyndarmål,
at tað leingi hevur verið stór
ónegd við Fiskaseluna vegna
tervandi royndir hennara at reka
virkna verumenning og við
munagóðum seluarbeiði við
síðuna av. Hetta er av og á nevnt
í bleðunum og eisini her í blað-
num hava hendingaferð reddir
verið frammi, sum hava torað at
lagt navn til kritikk av arbeið-
inum hjá hesi landsins mest
múgvandi fyriteku.
TAÐ eru skjótt seks ár síðani, at
ein táverandi marknaðarfulltrúi
sum ein tann fyrsti nakrantíð
segði sína hugsan »at alt er stein-
dett á Fiskaseluni, sum svevur
sín „>tornurósusvevn<. Hesi orð
hansara vóru ikki væl móttikin
av Fiskaseluni, sum klagaði hann
tíðindablaðið
til landsstýrið. So illa toldu teir
kritikk, sum síðani tá hevur
fingið mangar aðrar at taka
undir.
TAÐ var tíanverri eingin markn-
aðarfulltrúi ella nakar annar,
sum tordi at nema við sjálvan
kjarnan í ellum tjakinum um
verumenning og selumenning.
Nevniliga, hvat hevur Feroya
Fiskasela gjørt á hesum eki sein-
astu árini. Hví spurdi eingin,
hvussu nógvar selumenn Fiska-
selan hevur „úti í markini«. Og
vit kunnu tí spyrja, hvussu nógv-
ar hevur hon og hvussu stóran
dent fer hon at leggja á júst
henda táttin: at uppsekja kundan
á staðnum!
Kortini vóru reddir frammi mill-
um pallborðsluttakararnar, sum
vístu á, hvussu neyðugt tað er at
ganga nýggjar leiðir og hvussu
hetta kann gerast. Kortini terv-
aði ein analysa av gjørdum mis-
tøkum og tørvandi tiltøkum —
ein slik analysa hevði helst verið
hugvekjandi, ti tå sóu vit kanska,
hvussu ikki eigur at verda arbeitt
i framtidini og kundu so tikid vid
læru av hesum skeivleikum. Men
ottin fyri at siga sum er tykist ti-
anverri alt ov oftani at vera størri
enn dirvi til at bera fram upplys-
ingar og sannroyndir, har vit vid
gjørdum mistøkum og tørvandi
tiltøkum kunnu visa å gongdar
leidir.
NORDMADURIN Trondsen
hevdi mangt åhugavert at bera
fram. Okkum tørvadi ein Trond-
sen á pallborðsfundinum sunnu-
dagin. Ti nettupp tað Trondsen
førdi fram, átti at verið vent til
Feroya Fiskaselu. Tað er m.a.
spurninguri um at seta sonevnd-
ar entreprenørar — selufólk —
sum sjålvi leita upp marknadir og
skapa grundarlag fyri vørumenn-
ing vid teirra sølumenningar-
arbeiði. Sami Trondsen segði, at
ov stórar og etableraðar fyri-
tekur hava lyndi til at stagnera,
tær pleyga bert teir kundar, tær
hava havt og eru ov seinar á
sjóvarfallinum at royna nakað
nýtt. Vit kenna mong demi, har
henda difinitiónin svarar til virk-
semið hjá Feroya Fiskaselu og
kunnu leggja aftrat, at hon somu-
leiðis hevur verið við til at taka
bæði áhuga og áræði frá nýggjum
fólkum við nýggjum hugskotum
— við tí úrsliti, at bæði veru- og
selumenning hevur staðið í stað
og í mangar mátar framvegis
gera tað.
Nr. 132 — 19. november 1985
Neyðarróp ella álvara?
Fyrst skal verða sagt. at
tað, sum her verður
skrivað, stendur einans
fyri persónligu hugsan
undirritaða og skal sostatt
ikki takast sum úttalilsi
frá fakfelag.
Í samband við tað stríð,
sum er á telefonverkinum
er mangt komið fram.
Í Sosialinum leygar-
dagin sigur Martin Djur-
huus, at javnaðarflokk-
urin styðjar Starvsmanna-
felagið og metir tað er
heilt álvarsligt tá formenn
í fakfelogum blíva illa við-
farnir å arbeiðspláss-
inum.
Hetta kann eg bert taka
undir við, men samtíðis
spyrja? Styðjar hesin
flokkur bert eitt ella tvey
fakfeløg, ella
felog, har leiðararnir eru
limir í javnaðarfelagnum ?
Tað finnast
bert tey
nogv onnur
felog. sum eisini hava
álvarsligar trupulleikar
iragast við
hesum feløgum telja é
í tusundtal
Undirritaði hevur
12 ár tikið aktivan lut
fakfelagsarbeiði
Ut frá tí kunnleika ein
har fingið, kan
verða spurt, hvar áhugin
fyri fakfeløgunum hevur
verið hesi ár.
Ongin flokkur hevur øll
hesi ár spurt um nakað
1
hevur
ella víst áhuga fyri
nekrum máli, sum fram-
lagt hevur verið frá
teimum feløgum eg kenni.
Tó skal viðmerkjast, at í
einstøkum førum hevur
eydnast vid stórum
ágangi at fáa einkultper-
sónar innan flokkar at
vakna.
Hvar vóru hesir nú so
áhugaðu floksleiðarar, tá
aðrir fakfelagsformenn
hesi seinastu árini eru
jagstraðir = úr einum
arbeiði fyri og eðrum
eftir?
Hvar vóru teir í vár, tá
eitt av valevnunum á
javnaðarlistanum í Suður-
streymoy heilt ómenn-
iskjansliga varð jagstr-
aður úr arbeiði hesin hevði
rekt í mong ár? Henda
jagstran var goðkend av
einum stovni undir land-
inum, við tað at stovnurin
góðtók, at maðurin var
keyptur við peningi útav
arbeiðsplássinum istadin
fyri at hesin stovnur hond-
hevaði ta lóg hann er
settur at rekja. Hetta mál
skuldi ikki verið ókent, ti
neyð boðað til
Landsstýrið, men hvat er
tað var av
i?
hen
Hesin sami stovnur
inda sun láka logina
Fad er ikki neyðugt at
evna henda stovn
navni, men um tað skal
gerast neyðugt kunnu
nevn og leggjast
fram.
Hvar hevur áhugin
verið við ellum teimum
málum, sum seinastu árini
eru send til Landsstýrið,
Legting og allar floksfor-
menn á tingi?
Hvar er áhugin fyri
teimum fyri okkum týð-
andi málum, sum í letuni
liggja hjá Landsstýri og
formanni i sjónvarps-
nevndini; uttan at nakað
svar kemur ?
prógv
Øll hesi 12 árini veit eg
bert um tvey mál, sum
mær viðkomandi eru
komin igjøgnum, tað var
undir seinasta Landsstýri,
tá fingu vit fyrsta sátt-
mála við Landsstýrið um
handverkarar, og so
broyting í reðglunum um
val av semingsmanni.
Hvat var lagnan a
ellum teim innsendu mál-
ionum ?
Ein felir tað so, at tað,
sum fakfeløg og tann van-
ligi borgarin arbeiða við,
er bert fjant og fjas, sum
onki hevur uppá seg, og
sum okkara fólkavaldu
eru høgt hevjadir yvir, og
sum teir ikki hava tíð at
taka sær av.
Teir hava annað og
meira týðandi at taka sær
av
Hvar eru vit, tá ikk
longur er tíð til at hugs
tann vanliga b«
N €1 gl
1 Martir 1
I
if te studla ykkar
eiði
Vónandi er hetta álvara
sum vit koma at merkja
framyvir og ikki ber
eitt neyðarróp frá flokk
inum
Annars kann eg persón
liga taka fult undir við
oddagreinini í Dimmalætt
ing seinasta leygardag
Við heilsu
Hegni Hejgaard
————|IÁT%NIIÚ——ióø/
VIT hoyrdu fiskaselustjóran
siga, at Fiskasølan hevur sum so
bert ábyrgd av limum tess. Jú,
helst er tað so, men hugsa vit vid-
ari so vita vit, at tað eru føroysku
fiskimenninir, sum lata ráveruna
til limirnar hjá Føroya Fiskasølu.
Teir hava lítið og einki at siga,
men mugu taka við tí prísi, sum
nú einaferð verður tillutaður
teimum.. MEN hava ikki hesir
fiskimenn eins og onnur lið í
vinnuni og fyri tað alt samfelagið
ikki skuldu til at krevja av Fer-
oya Fiskaselu, at eisini hon lagar
seg til broyttar umsteður og
heilsar nýggjum royndum
vælkomnum.
TAÐ verður sagt, at tað er ikki
rætt bert at leggja eftir Fiska-
seluni, tí hon ger eisini eitt gott
arbeiði. Einki er at ivast í ti, at
her verður eisini gjert eitt gott
arbeiði. Men uppgávan hjá
okkum eðrum kann ikki vera at
vísa, hvussu negd vit eru við FF.
Ti tann dagin steðgar hon heilt
upp. Vit mugu alla tíðina vera
vakin og havast at, har vit meta,
at henda fyritøkan ikki megnar
at arbeiða sum frægast fyri limir
sínar sum í veruleikanum um-
boða samfelagið alt.