Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-11-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. november 1985síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 43 x týsdagur 19. november 1985 Tá St.ÍF og VÍF hittust sunnudagin, gjørdist dysturin rættiliga javnur og spennandi. Tveir av bestu målverjunum í Føroyum, og vístu báðir avbera góðan leik. Strandingar restaðu besta málskjútta sín, Egil Johansen, ið lá veðurfastur í Klaksvík, men hinir leikararnir vístu, at teimum ber eisini til at skjóta mál. VÍF-StÍF, 1. deild menn: 25-20 (13—10) Málskjúttar: VÍF: Kári Mortensen 10 Kári Durhuus 4 Páll Poulsen 4. Herálvur Nielsen 2, Magni Olsen 2, Áki Mortensen Í. Jørgin Bech Í og Petur Andersen Í StÍF: Regin Johansen 7, Poul Enok Hansen 5, Símun P. Fredriksberg á Poli Hansen 3 og Sveinbjørn Poulsen | Ávaringar: VÍF 2 og St.IF 1 Utvisingar: VIF 3x2 min. og St.IF 4x2 min Brotskest: VÍF 5 og StÍF 5 Dómarar: Kristian Johansen og Hjal mar Petersen Áskoðarar: Um 180 Tá StÍF sunnudagin hitti VÍF * HØLLINI Á Skála restaðu strandingar ein av bestu leikarum sínum, Egil Johansen, ið la veður- fastur í Klaksvík, og hetta hevði meguliga við sær, at StÍF ikki fekk stig burtur úr hesum dystinum. Ti vestmenningar vóru avgjørt „at tosa við“ sunnudagin og kundi úrslitið meguliga verið betri hjá StÍF, um Egil, sum jú er av málsóknastu leikarum i Feroyum, hevði verið við og kunnað er- kymlað verjuna hjá vest- menningum. Annars vístu stranding- ar beinanvegin, at teir hevdu ætlanir um gott úr- slit — um Egil so var við ella ikki. StIF kom á odda 2—0, áðrenn tað eydnaðist VIF-verjuni, ið hevði tókst heldur stirvin og keld, at fáa skil á leik sín, soleiðis at tað bar til at »konsertrera« seg um ålopsleikin eisini. Hóast verjan hjá St.IF arbeiddi sera væl, var livandi og tøtt, so gekk ikki long tíð til VÍF hevði javnað til 2—2. Og so gekk javnt á gjøgnum nærum allan fyrra hálvleik. Bæði liðini royndu at leggja seg av- gerandi á odda, men hvergum eydnaðist tó veruliga at leggja sjógv millum seg og mótsteðu- liðið. Fyri ein part var hetta orsakað av tveimum tryggum verjum, men størstu æruna høvdu tveir framúrskarandi mál- verjar, uttan iva bestu í Feroyum, nevniliga Poul Dánjal Poulsen hjá StIF og Bergur Johansen hjá VIF! Sum heild var dysturin ikki av teimum best leiktu, men av tí at hann var so javnur, var spenn- ingur alla tíðina og har- afturat prógvaðu mál- verjarnir báðir og nakrar góðar fríspælingar hjá út- leikarunum, at vit hava stak góðar hondbólst- leikarar í Feroyum. Ikki fyrr enn seint í fyrra hálvleiki eydnaðist VÍF at koma á odda við tveimum málum, og vísti tað seg, at hesin munur fór at verða avgerandi. Aðrenn hálvleikssteðg eydnaðist VIF at ekja munin til trý mál, soleiðis at vestmenningar kundu fara til steðgin og vera á odda 13—10. Í byrjanini av seinna hálvleiki eydnadist VIF at minka munin til eitt mál, men í hesum hálvleikinum fór Kári Mortensen veru- liga >Í gongd“ og skjeyt hann sjey av teim- um tólv málunum vest- menningar fingu í hesum hálvleikinum. Móti einum væl upplegdum Kára bar lítið til hjá StIF, sum royndi tað, ið bar til fyri at fáa avnleik, men ongantíð kom liðið nærri enn at vera aftanfyri við einum máli. Miðskeiðis í seinna hálv- leiki kom ferð á hjá VÍF og legdu vestmenningar seg á odda við fimm Framhald á síðu 12 Judo: Klaksvikingar vunnu mest Fyrsta umfarið av liðkappingini i judo i vetur var i Havn sunnudagin. Eftir upprunaligu skrånni skuldi fyrsta umfar vera í Klaksvík næstsíðsta vikuskifti, men m.a orsaka av verkfalli var Judosambandið noytt at flyta tað kappingina, og verður hon í Klaksvík nú komandi vikuskifti Tilsamans 9 dystir vóru í Havn sunnudagin í dreingja-, unglinga- og mansdeildini Urslitini vóru: Dreingir: HJFa—KJF 4—6 (20 HJFb—KJF 0—10( 0 HJFa—HJFb 4—6 (20 Unglingar: HJFa—KJF 2—8 (10 HJFb- KJF 4—6 (17 HJFa—HJFb 6—2 (30 Menn: HFJa—KJF 6—4 (30 HJFb—KJF 0-8 (0 HJFa—HJFb 8—0 (40 Stødan eftir fyrsta umfar er hendan Dreingir: 1. KIF 2 16—4 (80zO20) 2. HJFb 2 6—14 (23—70) 3. SIF 0 0—0 (0—-0 ) 4. HJFa 2 8—12 (40—53) Unglingar: 1. KIF 2 14—6 (70—27) 2. HJFa 2 8—10 (40—50) 3. SJFa 0 0—0 (0—0 ) 4. SJFb 0 0—0 (0-0 ) 5. HJFb 2 6—12 (27 —60) Menn: 1. HJFa 2 14—4 (70—15) 2. KIF 2 12—6 (55—30) 3. SJF 0 0—0 (0—0 ) 4. HJFb 2 8—16 ( 0—80) Næsta umfar av liðkappingini i judo verður i Klaksvik komandi vikuskifti, og tå skulu Klaks- vikar og Sunda Judofeløg royna seg. 0) 30) 50) 23) 40) 30) 10) 15) 40)