týsdagur 19. november 1985síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A———
Nr. 132 — 19. november 1985
tíðindablaðið
Hans Mortensen, stjóri á fiskivinnutinginum:
Vit skulu bert
hava fýra van-
lig flakavirki
Denturin skal harafturímóti leggjast á
fleiri góðskingarvirki
Vit skulu í mesta lagi hava fýra flakavirki
í Føroyum, sum í mun til 40—45.000 tons
í dag, koma at framleiða 10—15.000 tons
av lidnum flaki árliga.
Hetta segði Hans Mortensen, stjóri og
stigtakari til Sundsdepilin í einum fyri-
lestri á fiskivinnutinginum í Norðurlanda-
húsinum fríggjakveldið
Hans Mortensen legði fram eitt
uppskot um í framtíðar góðskinga!
ídnað Føroya. Hann gjørdi tó vrt við, at
hetta uppskot bert var ein grov striku-
mynd.
A eini stórari talvu hevði hann býtt upp
Feroyar í seks umráði og vísi so á, hvussu
góðskingarídnaðurin og annar fylgi-
ídnaður eigur at skipast í framtíðini.
Tey fýra flakavirkini hann umreddi
skulu vera í hesum ekjum: eitt í Suður-
oynni, eitt í Suðurstreymo/Suðureystur-
oy, eitt í Vágum/Vestmanna og eitt í
Norðoyggjum/Norðureysturoy.
Síðani nevndi hann, at tað skulu vera
eini 8—12 góðskingarvirki, sum koma at
liggja um alt landið. Harumframt skulu
vera góðskingarmiðsteðir og skiljivirki
fyri slógv og innvøl.
Hans Mortensen segði annars:
GÓÐSKINGARÍDNAÐUR
FOROYA
1. a,x% 00,41.
2. *.0.3
3. 0.0.0.4, 6%,0,t.
Á. 0.4.2r*.00,11.
5. xx 008.
6. A0,xx,0.
Lagt til rættis: jan
Myndir: kalmar
Framtíðar framleiðslu-
vinnan skal fyrst og
fremst grundast á, at hon
ber seg fíggjarliga. Eg
veit væl, at hjá mongum
er ein lenandi vinna ikki
tað avgerandi. Eg veit
væl, at hjá mongum er tað
mest avgerandi at skapa
arbeiðspláss, lenandi ella
ikki. Hesum hugsunnar-
hátti mugu vit sleppa
uttan so, at serligar
umsteður gera tað neyð-
ugt at bróta meginregl-
una. Nakað sum tíverri alt
ov mangan verður gjert í
Feroyum, við skeivum
ílegum og missi av stórum
virðum sum fylgju.
Vit eiga heimsins rein-
astu og bestu ráveru —
vit eiga heimsins bestu
fiskimenn — vit eiga
kring landið okkara
kvinnur og menn, sum
ikki eru bangin fyri at
taka ódnartak — og vit
eiga eitt útbygt samfelag.
Skulu vit so ikki kunna
skapa eina vinnu, grundað
á sunnum fíggjarligum
stødi?
Jú, tað kunnu vit — og
hetta á ein tílíkan hátt, at
sjálvt tær minstu bygdir
kunnu ognast mennandi
og skapandi ídnað.
Um framtíðar góðsk-
ingaridnad Føroya segði
Hans Mortensen, at hann
eigur at verða uvædur á
hesar grundreglur:
Síða 19
A fiskivinnutinginum vísti Hans Mortensen fram eina stóra talvu, sum sýnir fram-
tíðar góðskingarídnaðin í Feroyum. Hann segði, at stórt arbeiði og kanningar eru
grundarlagið fyri hesi talvu og vísti á, at sjálvt við eini ráverumongd svarandi til 75-
80% av núverandi, so vil ein góðskingarídnaður kunna tvífalda útflutningsvirði
okkara stavandi frá ráverum frá heimaleiðini og hetta enntá við væl minni veiði-
kostnað.
1. Skilagóð stovnsrekt við
góðsku framum mongd
2. Gjegnum verumenning
100% útnyttan av
allari ráveru uttafi miss
av einum einasta
grammi
3. Gjøgnum dynamiskan
sølustovn bert 100%
góðskaðar verur av
landinum
4. Veiða og góðsking á
sunnum fíggjarligum
grundarlagi uttan
studning
Og víðari segði Hans
Mortensen:
Framtíðar góðsking-
aridnadur Føroya er
bygdur uppå, at vit skulu
hava virkir kring landið
við nekrum fáum stór-
um eindum sum drívkraft.
Strikumyndin sigur
ikki, at hetta ella hatta
virkid skal liggja her ella
har, men gevur yvirlit
yvir, hverji virki og innan
hvat umráði av Feroyum
tað skal liggja, her býttar
sundur í 6 umráði eins og
kortið vísir.
Strikumyndin byggir
eisini á, at vit skulu brúka
góða samferðslunetið,
sum vit hava í Feroyum í
dag, við einari flutnings-
skipan millum virkini
Men hvussu við ráveru-
grundarlagnum?
Tað er ein sannroynd,
at ávísir partar av stovn-
unum á heimaleiðini eru
hóttir av ov /stórari
veiðu, og um veiðutrýstið
heldur fram ótálmað, er
vandi fyri, at alt grundar-
lagið undir framtíðar
góðskingaridnað Feroya
fellur burtur.
Í hesari strikumynd fyri
framtíðar góðskingaridn-
að Feroya er veiðumongd-
in sett niður til umleið
75-80% av núverandi.
Við hesum ráveru-
grundarlagi verða hesir
virkisbólkar:
Flakavirkir
Skiljingarvirki fyri slógv
og innvel
Góðskingarvirki
Góðskingarmiðsteðir
Flakavirki
Hans Mortensen helt, atw
tað eiga at verða í mesta
lagi 4 flakavirkir í
Føroyum, í økjunum 1, 3,
4 og 6 (sí kort), sum í mun
til 40-45.000 tons í dag,
koma at framleiða 10-
15.000 tons av lidnum
flaki árliga
Ráveran til flakavirkini
verður bert tann besti
fiskurin so sum toskur og
hýsa. Burtur úr góðskurá-
veruni skal bert dygdar-
flak framleiðast, sum er
klárttil kundan at keypa
úr diskinum í super-
marknaðinum. Dygdar-
flak eigur í mesta mun at
verða útflutt fekst.
Ein partur av fram-
leiðsluni verður sendur til
eina av góðskingarmið-
stødunum til framleiðslu
av lidnum rættum.
Fløk, sum ikki lúka tey
strongu krev um góðsku
fyri útflutningi, verða
somuleiðis send góðsking-
armiðsteðini til víðari við-
gerð t.d. panering, royk-
ing ella annað.
Øll tann ráveran, vit
kalla slógv og allur inn-
velur, verður sent til skilj-
ingarvirkið í einum frísk-
leika, so góðskingarmegu-
leikarnir varðveitast.
Øll onnur fiskasløg,
sum ikki verða brúkt til
flak, og sum í dag mangan
ikki verða umsett til tað
útflutningsvirði, tey í
veruleikanum hava, verða
—>