Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-11-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. november 1985síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 tíðindablaðið B | Si Jurin Nr. 133 — 21. november 1985 Føroyskur granskari Kappingin umfatar spurningar um rock/popp frå sjeyti- og åttatiårunum Føroya Road Show: Arsins rockprofessari Allar kappingar eru nú vorðnar »årsins«. Nýggjasta skotið á hesum lista er ein kapping, ið Feroya Road Show skipar fyri. Talan er um »årsins rockprofessara«, ið skal finnast fram , . i eini kapping, ið byrjar í teimum ymsu dansihølunum og endar við eini finalu í SMS 16. desember. Talan er hesuferð um eina spurnarkapping. Skipað verður fyri kapping í teim- um ymsu lokalu dansihøl- unum fríggjakveldini komandi, og leygarkveld- ini verður so semifinala — og kappingin endar so í SMS mánadagin > 16. desember, har finalan verður. Vinnarin vinnur eina ferð til Gran Canaria í Leitaðu í vetur, sum SMS Tourist skipar fyri. Kappingin verður í Tveroyrar Klubba 6. og 7. desember og somu dagar í KÍ-hellini i Klaksvík. Fríggjadagin 13. og leyg- ardagin 14. ferður kapp- ingin í Suff Disc í Servági, Glyvra Bio á Glyvrum og í ungmannafelagshúsinum á Sandi. Hóskveldið 12. og 17 tímar eftir ongum Enn einaferð er ein um- fatandi leiting sett í gongd, tí ein fráboðan er komin um neyð- rakettir. Um hálvgumátta tíðina fríggjakveldið 8. november kom frá- boðan úr Hovi um tríggjar, reyðar neyð- rakettir. Hetta elvdi til eina stóra leiting, har Tjaldrið, Ólavur Halgi, Vædderen og onnur skip luttóku. Eisini tyrlan av Vædderen leitaði, meðan ljóst var. Leitingin vardi í yvir 17 tímar, áðrenn hon varð avblást kl. 13.15 leygardagin. Eisini legreglan var uppi í. Hon stílaði fyri leiting í fjeruni og kannaði, um nakar bátur ella nakað skip vóru saknað. So var ikki og leitingin bleiv avblást. Marinusteðin sigur, at helst hevur talan verið um okkurt annað ljósfyribrigdi enn neyðrakettir. Ella vóru rakettirnar sendar upp í spelni. Tað er revsivert at senda upp neyðrakettir í spølni. Men sjáldan verða tey seku funnin. sunnukveldið 15. desem- ber verður lokalkappingin í Dallas í Havn. Kappingin er skipað so- leiðis, at fyrra kveldið er innleiðandi umfar, og seinna kveldið er semi- finala, har tey verða funn- in, ið skulu til Havnar til finaluna. Finalan verður í SMS „mánadagin 17. desember. Vinnarin fær eina ferð til Gran Canaria í vetur, sum SMS Tourist skipar fyri. Frá Feroya Road Show luttekur Regin Johansen, og við honum teir báðir plátuvendararnir Jákup Magnussen og Finn Jen- sen. Kappingin umfatar spurningar um rock/popp frå sjeyti- og dåttatiår- unum. Tilmelding Tey, ið hava áhuga at lut- taka í kappinginum kunnu boða frá á teimum ymsu lokalu steðunum, ella beinleiðis til Føroya Road Show v/ Regin Johansen. Í Kl-høllini ber til at melda seg til hjá Jóannes Niclassen, í Suðuroy bein- leiðis til Regin Johansen, í Suff Disc til Jergen Niclassen, á Glyvrum Karl Hansen, á Sandi Finnur Olsen og í Havn Martin Mouritsen. EL-HANDILIN Í NORÐDEPLI komfýrar vaskimaskinur koliskáp frystiboksir útleigan av videofilmum Vit hava eisini onnur húsarhaldstól sum strukijørn, rakimaskinur o.a. Handilin er opin soleiðis : Månad.-friggjad. 9.00-12.00 — 13.00-17.00 Leygardag 9.00-14.00 HANUS HANSEN Góðk. el-inni. TIf. 52141 — 3874 Norðdepli verjir doktararitgerð á Keypmannahavnar universiteti Pollensundurgreinandi kanningar og kolevni- 14 tíðarfestingar av tí, ið legst um botnin á vøtnum og mýrum, gera tað meguligt at lýsa fornan gróður í Feroyum og í Hetlandi seinastu 10.000 árini. Hetta granskingar- arbeiðið hevur cand. mag. Jóhannes Jóhan- sen gjert. Hann er leið- ari á Náttúrugripa- savninum. Hann er av Strondum, feddur í 1937 og tók í 1966 cand. mag. prógv við plantufreði sum høvudsøgrein á Lærda Háskúlanum í Keyp- mannahavn. Í lestrar- árunum fekst hann fyrst og fremst við poll- ensundurgreining og gróðrarsegu. Í nógv ár hevur hann granskað gróðrarsegu bæði í Feroyum og í Hetlandi og skrivað eina reð av greinum um hetta evni. Nú, 22. november, skal hann verja doktararit- gerð sína um gróðrar- seguna hjá hesum oyggjunum. Í ritgerðini greiðir hann frá, at eingin skógur hevur verið í Feroyum síðani síðstu ístíð, men kjarr og stór- urtavekstur hevur tikið seg upp. Fyri um leið 9600 árum síðani vaks dvergabjerg her, men so vórðu Feroyar klæddar við einuberja- og pílakjarri alt til tey fyrstu menniskjuni bú- settust á oyggjunum, helst írskir einbýlis- munkar, sum Dicuil skrivar um. Hesar bú- setingar — hitt fyrra landnámið — vóru um leið 650 e. Kr. Teir fyrstu íbúgvarnir veltu havra. Í Hovi er eitt seinni landnám ávíst um leið 850 e Kr., óivað norð- búgvarnir, ið settu búgv í Feroyum tá. tann 22. november me Í Hetlandi hevur gongdin verið eitt sindur eðrvísi enn í Feroyum. Hetland hevur havt heldur lýggjari veðurlag (1*C), sum hevur gjert, at bjørk og hesli triv- ust, men veruligir skógir hava kortini ikki verið. Fyrstu búseting í Hetlandi hevur hann tíðarfest til um leið 3500 f.Kr., t.e. yngru steineldina. Eyðsýnt er, at menniskju og íkki minst teirra heimadýr, seyðurin, hava havt stórt árin á plantuveksturin. Seyðabitið er farið illa við upprunavekstr- inum, sum í dag bara er til í gjáum, á rókum og á smáum oyggjum í vetnunum, snegt sagt har, ið seyðurin ikki sleppur at. Ritgerðin verður vard í Henrik Dam fyrilestrarstovuni í tí størsta og nýggjasta bygninginum hjá uni- versitetinum, Panum IOnstituttinum, sum er bygt å grundini, har ið gamla Blegdams- sjúkrahúsið lá. Stovn- urin er uppkallaður eftir læknanum P.L. Panum professara, sum doyði í 1885 fyri júst 100 árum síðani. Í Føroyum er Panum kendur. Tad var hann, sum í 1847 varð sendur higar at basa hervilig- ari meslingafarsótt, og hetta eydnaðist. Ritgerðin er skrivað á enskum, men hevur bæði feroyskt og danskt úrtak. Hon eitur Studies in the vegetational history of the Faroe and Shetland Íslands. Hon er 120 síður og kostar í bóka- búðunum 150 kr. Feroya Fróðskapar- felag gevur út.