Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-11-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. november 1985síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Læknaviðurskiftini í Sandoynni ! Neyvan nakar sekir starv uttan so hann veit at viður- skiftini eru rimiliga góð Eingin sekti, seinast læknaembætið í Sandoynni varð lýst leyst, og næstseinastu ferð var bert ein umsøkjari. Og tað hóast trot er á festum størvum til yngri læknar bæði í Danmark og í Føroyum. Grundin til at tað bert var ein ella eingin um- sekjari kundi verið, at útlitini fyri peningaligum vinningi vóru smá, men tað kundi eisini bent á, at arbeiðsumsteðurnar eru ov vánaligar, skrivar ein lesari, sum ynskir at vera dulnevndur. Sosialurin hevur heitt á henda lesaran, sum veit eitthvert um læknaspurningin á Sandi, um at siga sína hugsan. Vit prenta tí grein hansara undir dulnevni. Nógv hevur í seinastuni verið talað um lækna- viðurskiftini í Sandoyar læknademi. Og vit kunnu við góðum rætti spyrja, hvat ið í grundini er á våsi, og hvat stríðið stendur um. Sum altíð, tá ið stríð er, eru ymisk áhugamál og sjónarmið, ið gera seg galdandi. Og sum so ofta fyrr, koma tær veruligu orsakirnar til ósemjuna neyvan fram í ljósmála, tí um so var, hevði onkur av pertunum neyvan staðið seg væl í fólksins eygum. Partarnir Hverjir eru partarnir í ósemjuni ? Tað er fólkið, sum býr í oynni, og tað vil siga sjúk- lingarnir, tí ell kunnu koma soleiðis fyri, at tey verða tald sum sjúklingar eina tíð. Hverji eru teirra áhuga- mál? Tað er at hava tann tryggleika, at lækni er tekur alt samdegrið. Tryggleikin at vita sær, at læknin er toluliga úthvíld- ur og ikki niðurundir- komin av alt ov stórari arbeiðsbyrði. At vita sær at hava ein lækna, sum orkar at fylgja við í, hvat Prísurin Men at loysa spurningin við at seta ein ammanuen- sis í Sandoynni er óivað dýrari enn at seta tveir kommunulæknar, tí grundlenin hjá einum ammanuensis er væl hægri enn tað, ein komm- unulækni fær í fastari grundlen. Og aðrar út- reiðslur av komm- unulæknastarvinum munnu vera tær somu, annaðhvert ein lækni er ella tveir, tí fólk verða neyvan meira sjúk, um ein ella tveir læknar eru. Tær variablu útreiðslur- nar av kommunulækna- starvinum eru nógv tann sterri parturin av samlaðu útreiðslunum, og eru eftir rokning fyri hverja ein- staka tænastuveiting. Tað er samsýning fyri viðtal, sjúkravitjan, blóðroyndir o.s.fr. Tann einasta meir- útreiðslan av týdningi, ið stendst av at hava tveir læknar heldur enn ein, er útreiðslan til ein læknabú- stað aftrat. Men tann út- reiðslan var eisini, tá ið ammanuensis var aftrat kommunulæknanum, hó- ast tað skal viðgangast, at húsini vóru ikki so góð (prísurin hareftir) sum tað, ein vildi boðið einum kommunulækna. faki, A at hann MT. er førur fyri at geva ta Politikararnir ! mest tíðarhóskandi við- gerð. Tað er sjálvandi eisini áhugamál teirra at sleppa so bíligt í skatti sum gjer- ligt, og tað stríðir ímóti ynskinum um best megu- liga læknarekt. Politikararnir í Sandoynni eru teir, ið skuldu verið umboð og talsmenn hjá fólkinum, men teir eru í tvísteðu, tí bæði skulu teir ansa eftir pengakassanum hjá kommununi, og eisini skulu teir hugsa um at t i Sa Fred. 8 = 8 ; — >= f N | | Í = Nr. 133 — 21. november 1985 Læknahúsini vóru í vánaligum standi. Nú eru sandoyingar farnir undir at byggja nýggj læknahús verða afturvaldir næsta kommunuval. Harum- framt skulu teir taka sær av nógvum eðrum, ósam- bæriligum, áhugamálum. Skulu teir virka fyri at fáa betri havn í Skopun, ella skulu teir syrgja fyri, at kommunulæknin fær tíðarhóskandi arbeiðsum- steður. Tað er helst ringt at fáa undirteku fyri tí seinna, tí eingin uttan sjúklingarnir og læknin leggja so stóran dent á tað. Og sjúklingar- nir eru ikki altíð tey somu fólkini, tí — tíbetur — eru tey flestu ikki sjúklingar alla tíðina, og tí, at tey, sum mest steðugt verða tald sum sjúklingar, sam- stundis eru tey, ið ringast eru at mobilisrea, og oft- ast eru tey eisini tey, ið illa duga at tala fyri seg. Og øvugt hoyra tey flestu upp í sama vinnulívsbólk alt lívið — um tey so eina tíð kunnu vera sjúklingar — og tey hoyra sostatt upp í nógv meira einshátt- aðar og steðugar áhuga- bólkar, og harav fylgir, at tey eisini eru teir sterk- astu pressiónsbólkarnir. Legtingsmenninir skulu, eins og politikarar- nir í Sandoynni, royna at viga ymisk ósambærilig áhugamál upp ímóti hverjum eðrum, tí politikkur kann sigast at vera at skula samanbera og viga upp ímóti hverjari aðrari ymsar steddir, sum ilt er at samanbera. Tíverri frættist, at ætlanin er at bíða við at finna eina loysn, til greiða er fingin á, hvussu kom- virka, og hvussu hon fer at broyta sundurbýtið av skyldunum millum komm- unurnar, landið og Danmark. PLO Kommunulæknarnir eru limir í fakfelagnum PLO, ið stendur fyri Praktiser- ende Lægers Organisa- tion. Einasta endamål hjå hesum felag er at virka fyri, at limir tess fåa best møguliga løn fyri arbeiðið, teir gera. Teir siga seg vilja virka til frama fyri sjúklingarnar, men tað er einki uttan skjálkaskjól. Eisini vilja teir tryggja limum sínum, at teir fram- haldandi varðveita teir fyrimunir, sum vunnir eru. Hetta er sjálvandi endamálið hjá ellum fak- feløgum, meira ella minni týðiliga orðað. Men í hesum feri er kortini okkurt, ið ikki er sum tað plagar at vera, tí PLO í mongum ferum virkar fyri at meta arbeiði hjá kommunulæknum sum sokallaða fría vinnu. — Sum ein lítil handil, har kundarnir eru sjúklingar- nir. Men tað er so sum so hvussu frí henda vinna er, partvíst tí at sjúklingar í Feroyum í royndum ikki kunnu velja, hvenn lækna teir vilja hava, og partvíst ti at eitt eyðkenni hjá tí fríu vinnuni íkki er til staðar: ein ávís óvissa og vandi (risiko). Læknarnir eru tryggjaðir úr hevdi og aftur í hin endan, ella, kundu vit sagt, teir hava bæði belti, lívreim, fall- skíggja, bjargingarvest og bjargingarbúna í senn. PLO hevur leingi forðað fyri, at læknaspurn- ingurin í Sandoynni verður loystur í bræði, tí teir krevja, at verða tveir læknar settir, so skal teimum verða tryggjað ein ávís len. Tað er eitt samstundis roknar limir- nar at vera í fríari vinnu. Hvat um nú ein maður kom til kommununa, bað og handilsloyvi og sam- stundis kravdi, at komm- unan skuldi tryggja hon- um eina minstulen og har- við minstamark fyri vinn- ingi? FAYL Steðan hjá PLO er so mikið meira óskillig, tí teir hava sett seg sum umboð og talsmenn fyri ein annan yrkisbólk, teir yngru læknarnar, sum eru skipaðir í felagið FAYL. Tey, sum sekja kommunu- læknastarv, eru fyri tað mesta limir í FAYL. Neyvan sekir nakar starv uttan so hann veit, at viðurskiftini eru rímiliga góð. Spurningurin er, um PLO veit hvat ungir lækn- ar í dag meta sum fyri- munir. Limirnir í PLO eru sum heild væl betur fyri enn limirnir í FAYL, og fatan teirra av, hvat ið vert er at streva eftir her í lívinum, er sera tradition- ell. Her er kanska broytiong komin í við einum nýggj- um ættarliði, tí yngri læknar tykjast leggja dent á annað enn pengar. Kanska ber tað tann veg- in, at fleiri leggja dent á arbeiðsviðurskifti og lívs- umsteður yvirhevur. Besta prógv fyri hesum er, at eingin sekti, seinast læknaembætið í Sand- oynni varð lýst leyst, og næstseinastu ferð var bert ein umsekjari. Og tað hóast trot er á festum stervum til yngri læknar bæði í Danmark og Feroy- um. Grundin til, at tað bert var ein ella eingin umsekj- ari kundi verið, at útlitini fyri peningaligum vinn- ingi vóru smá, men tað kundi eisini bent á, at arbeiðsumsteðurnar = eru svarandi starv varð lýst leyst í Havn, vóru níggju umsøkjarar, og hví hægur eingin av hesum sekt Sandoynna — onkur av teimum má tá hugsast framvegis at hava hug at starvast sum kommunu- lækni ! Vakt 24 tímar um samdegrið ! Ivaleyst gera tey viður- skifti, sum Bodil Ander- sen nevndi í eini samreðu í útvarpinum, stutt áðrenn hon fór frá sum kommunu- lækni í Sandoynni, sítt til, at so er. Sendingin æt »Vakt 24 tímar um sam- døgrid allar vikudagar«. Tað er strævið ongantíð at kunna halda frí, altíð at skula vera við eina telefon, at skula fara undir næsta arbeiðsdag, um ein so hevur sitið við telefonina, verið úti á sjúkravitjan eina ella fleiri ferðir um náttina. Hetta seinasta er felags fyri allar kommunu- læknar í Føroyum, men at so ikki næstu nátt at kunna leggja seg at sova í ellum náðum, vita sær at í nátt verður friður, tað bjóðar tú ongum uttan Sandslækna. Onkur sigur kanska, at soleiðis var fyrr í tíðini. Men tað er so nógv, sum ikki er sum fyrr í tíðini. Fyrr í tíðini lógu fólk í seingini í frið, reikaðu ikki úti millum bygda um næt- urnar meira ella minni drukkin. Fyrr í tíðini var einki sum æt at halda frí um vikuskiftið, soleiðis sum nú. Fyrr í tíðini arbeiddu fólk ikki bert 40 tímar um vikuna. Tað gera tey nú. Fyrr í tíðini varð lækni ikki boðsendur so nógv og so ofta sum nú. Fólk aftraðu seg við at órógva læknan. Ødrvisi er nú — fólk fíra ikki fyri at fara til lækna ella boðsenda honum, um Q rt er áfatt. Partvi: vit nú vita meira og ti geva okkum sterri far um heilsuna, og eru bangin fyri, at okkurt álvarsligt skal baga okkum. Ein, ið ynskir Sandoynni alt væl