Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-11-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. november 1985síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Johan Djurhuus, yvirlækni á rentgendeildini á Landssjúkrahúsinum : Oneyðugt við tvistødu millum sjukrahusini um ortopædin á LS Nr. 133 — 21. november 1985 — Tað er nokk av arbeiði til tveir ortopædar í Føroyum. Eg gangi inn fyri, at annar er í Klaksvík, men hin má vera í Havn, tí har koma flestu sterri skaðar inn og har eru flestu hjálpideildir, eitt nú rentgen, narkosu- og intensiv deild, ið kunnu vera við til at geva sjúklinginum eina skjóta og góða viðgerð. Nógv hevur verið skrivað í seinastuni um ávís viður- skifti á sjúkrahúsunum í Feroyum serstakliga er tað spurningurin um setan av lækna í ortopæði á Landssjúkrahúsinum, sum hevur verið nógv frammi í tjakinum. Herfyri var uppskot sett fram á tingi um at seta ein lækna í ortopædi á Landssjúkrahúsinum. Hesum uppskoti hava starvsfólk á Landssjúkra- húsinum tikið undir við, meðan eitt nú politikar í Klaksvík hevur sagt seg vilja spreingja samgong- una, um slíkur ortopædur verður settur í Havn Fyri at lýsa spurningin, so væl til ber, hava vit í hyggju at skifta orð við fólk, sum onkursvegna hava tilknýti til málið Hesaferð tosa vit við yvirlæknan á rentgen- deildini á Landssjúrka- húsinum, Johan Djur- huus, sum sjálvur hevur fylgt við í orðaskiftinum m ortopæd øll hesi sein- astu árini. Hann hevur so eisini sinar meiningar um Stóra áhuga fyri ortopædi Johan Djurhuus er pork eningur og for ungur til Danmarkar at lesa til lækna. Longu sum ungur lækni fekk hann stóran áhuga fyri ortopædi og ætlaði sær at gerast orto- pædlækni einaferð. Men tá varð so kommunu- læknastarv lýst leyst í Vági, og Johan Djurhuus hevði einki ímóti at sleppa aftur til heimoygg) sína Eg var fegin um at fáa starvið — men kanska meira keddur, tí mær dámdi so væl ortopædiina Eg hevði tá arbeitt á kommunuhospitalinum. Meðan flest aðrir ikki hevdu stóran áhuga fyri beinbrotum og slíkum men heldur vildu taka sær av krabbasvullum o.l., so hevði eg áhuga fyri orto- pædiini. Kanska eisini tí, at tað lá væl fyri at við- gera beinbrot o.l. Johan Djurhuus var tó bert nekur ár í Vági, tí tað gjordist ov strævid at vera einsamallur lækni har, so hann fór aftur til Danmarkar og arbeiddi í 12 ár sum rentgenlækni umframt at vera visitator og hjálpa til á skaðastov- uni í nógv ár. Tilvildarlig skaðaviðgerð Í 1972 fekk Johan Djur- huus so starv sum yvir lækni á rentgendeildini á andssjukrahusinum Í Í Hann greiðir soleiðis frá Ég sá í eitt, at tervur var 1 lækna 1 Landssjúkrahúsinum kundi taka av skaðum. Skaðaviðgerðin var tá alt ov tilvildarlig og fólk fingu ikki ta ortopædur Johan Djurhuus sigur víðari. at nógvir av teim- um yngru læknunum hevdu ikki royndir og kunnleika nokk til at taka sær av torferum skaðum, sum komu inn á sjúkra- húsið Í 1972 vóru umleið 40 av ellum sjúklingunum á kirurgiskari deild skaðatil- burðir og fólk, sum skuldu hava viðgerð fyri sínar skaðar. Í dag man talið helst vera nógv hægri óivað omanfyri 50% heldur Johan Djurhuus fyri. Ortopædi og sosialur týdningur Eg hugsaði tá og so mangan síðani, at tað var ikki rætt, at eingin ser- lækni var í ortopædi. Tí hóast at tað hevur stóran týdning at viðgera ymsar aðrar sjúkur, so havi eg altíð hildið, at hetta við at fáa beinbrot og onnur brot at greða aftur sum tey eiga, hevur so ómetaliga stóran sosialan týdning Í teimum mongu ferðsluvanlukkunum vita vit, at tað oftani eru yngri fólk, sum koma til skaða 1 Fáa tey ikki ta røttu við gerðina so skjótt sum ti ber, so er van il te gerast im Her kunnu vit eisini hugsa okkum smærri brot. Verða tey ikki vidgjørd rætt, so kann skaðin vera fólkinum til ampa restina av iv- Ynsktu ortopæd fyrst av ellum Tað var m.a. av hesi orsek at eitt nú Johan Djurhuus og Sanna Dahl, sum tá eis- ini var yvirlækni á rønt- gendeildini, gjørdu alt tey vóru ment fyri at gera Orð jan myndir kalmar vart við tervin á einum serlækna í ortopædi Í 1973 stóð eisini hesin ortopædurin ovast á ynskilistanum hjá lækn- unum á Landssjúkrahús- inum. Somuleidis var øll tey komandi årini. Ynsk- ini vórðu tó ongantíð tikin til eftirtektar og eru tað framvegis ikki. Johan Djurhuus sigur víðari frá, at um hetta mundið var Rajani yvir- lækni tann einasti, sum vísti serstakan áhuga fyri ortopædiini. Á Lands- sjúkrahúsinum var eingin lækni, su hevði serligan áhuga ella kunnleika til hetta ekið. Tí vóru fólk av og á send til Klaksvíkar longu tá. Nú var tað, at tjakið tók seg upp um, hvar orto- pædiin skuldi liggja, í Havn ella í Klaksvík, um og tá ein slíkur varð sett- ur Gamli landslæknin segði tá, at ein sergrein væl kundi liggja í Klaks vík, tí hann helt, at fingu ikki læknarnir, sum vóru í Klaksvík og á Tveroyri onkra sergrein at irbeiða vid, so høvdu teir ov lítið at takast við, og var møguleikin tí tilstaðar at teir rýmdu av smærru sjúkrahúsunum Johan Djurhuus sigur í hesum sambandi, at tá- verandi landslækni man neyvan seinni hava dámt at hann hevur havt hesa áskoðan, í hvussu so er ikki at ortopædiin skuld vera á einum minni sjúkrahúsi