Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. november 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ein hægri list Tøkk Øllum tykkum, sum gleddu meg á 80 ára degi mínum við blómum, fjarritum, upp- ringingum, gávum og sum komu inn á gólvið, takki eg hjartaliga. Heilsan Elken Petersen Klaksvík Tøkk Ein hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, umsorgan og hjálpsemi, tá kæri maður mín, góði pápi, verpápi, abbi, beiggi og svágur okkara Fríálvur Joensen Streymnes ættaður úr Vági so brádliga andaðist og varð jarðaður. Tøkk til Martin R. Jacobsen prest fyri góð, vøkur og troystarrík orð.Tøkk til sangarar, gravarar og øll tykkum, sum á ein hvønn hátt hjálptu til og vóru um okkum.Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til kirkju og missiónshús í Hvalvík. Tøkk fái tit mongu, sum fylgdu honum til hansara seinastu hvíldarhavn. Familjunnar vegna Marna, Marjun & Hallbjørg MÓTTØKA Í tí sambandið hava vit móttøku hósdagin 7.11.2002 kl. 15.00 - 17.00 á Slættanesgøtu 3 (v/ Velbastaðvegin) Tað vildi glett okkum at sæð viðskiftafólk okkara til móttøkuna Polyplast flytir í nýggj hølir – Leikurin er fyrst og fremst ein skemtileik- ur, og hann rúmar nógv ymisk tema, sig- ur Eyðun Johannes- sen, sum hevur leik- stjórnað leikin List. Gríma framførir leik- in fyri fyrstu ferð leygardagin SJÒNLEIKUR Heri á Rógvi Leygardagin verður fyrsta sýningin av leikinum List á gamla Meiarínum. Tað er franski rithøvundurin Yas- mina Reza, sum hevur skrivað leikin. Týtt til før- oyskt hava Jette og Gunnar Hoydal. Leikurin er skrivaður í 1994. Uppruna heitið er Art. Leikurin hevur av sonnum vunnið frama í út- londum. Hann er týddur til fleiri enn tjúgu mál, og virðislønir hópa seg støð- ugt upp. Á føroyskum eitur leikur- in so List. Leikurin snýr seg um teir tríggjar vin- menninar, Marc, Serge og Yvan. Serger, sum er húð- lækni og leiktur av Hans Tórgarð, keypir ein máln- ing fyri 200.000 frankar. Hetta fellur ikki í góða jørð hjá verkfrøðinginum Mark, alias Bárður Persson. Ikki minst tí at málningurin er kritahvítur. Hetta gerst so startskotið til ein rívandi út- vikling, har vit koma nærri inn at teimum trimum per- sónunum. Keypið av máln- inginum setir ferð á dialog- in, og vinalagið hjá teimum trimum sleppur at standa sína roynd. Eyðun Johannesen, leik- stjóri, sigur, at leikurin er ein spennandi leikur við nógvum ymsum temaum. –Tað er ringt at siga, hvat leikurin er, tí hann inni- heldur so ótrúliga nógv. Hann er tó fyrst og fremst ein skemtileikur, sigur Eyð- un Johannesen. Í dialoginum eins og í monologunum spinnir leik- urin træðrir úr hvønndags- ligum evnum. Hvør av teimum trimum hevur sínar trupulleikar at dragast við í leikinum. Yvan, sum er sølumaður og leiktur av Kára Øster, skal giftast, men hann er alt annað enn vísur í, at hetta er rætta stigið á leiðini. Hóast leikurin fyri tað nógva er skemtiligur, so er hann eisini bara syrgiligur og álvarsligur. Tulkingarnar av leikinum kunnu vera so nógvar, men tað er eingin ivi um, at heitið vísir á eina tulkingarleið. Leikurin skal kanska síggjast so nógv fyri handl- ingina, men heldur fyri dia- login, ið stundum leitar djúpt niður. –Leikurin er tó ikki so filosofiskur, at hann verður vekk, sigur Eyðun Jo- hannessen. Macho Frumsýningin av leikinum List verður leygarkvøldur á gamla Meiarínum. Har hevur annars verið spælt fyri fullum húsi seinastu vikurnar við Ginu søgum. Hesar søgurnar fara nú á ferð kring landið, og so er pláss fyri monnunum. –Hetta er ikki nakað aftursvar til Ginu søgur. Vit høvdu onga hóming av, at tann leikurin skuldi gerast eitt sovorðið samtaluevni, sigur Eyðun Johannessen. –Hóast leikurin er skriv- aður av einari kvinnu, so er hann øgiliga macho, sigur Eyðun. Sostatt er forteknini vend á Meiarínum, og nú kunnu menn læra um seg sjálvan – og kvinnur um teirra mak- ar. Hesa ferð verður kortini ikki borað eins djúpt likamsliga. Peer Gynt List er 70. leikverk hjá Grímu. Hetta árið er sam- stundis árið, har Gríma kann halda 25 ára føðingar- dag. Gríma byrjar í sínari tíð við at ferðast kring landið við ágrýtnum ungu sjón- leikarum, sum trúði, at tað kundi bera til við sjónleiki í Føroyum. Nú hevur Gríma fingið innivist á Meiarínum, og sigast má, at leikbólkurin – tann einasti yrkisleikbólk- urin í Føroyum – hevur ver- ið sera nógv at síggja og hoyra til í seinastuni. Umframt onkran leik til jóla, so hevur Gríma eina stóra verkætlan í stoypi- skeiðini. Talan er um einki minni enn leikin Peer Gynt eftir Henrik Ibsen. Ein av teim- um mest kendu norður- lendsku leikunum. Tey í Grímu ætla at seta upp ein stóran og umfatandi leik, har flest allir av leikarunum í Grímu hesi 25 árini vera við. Peer Gynt verður vænt- andi spældir fyri fyrstu ferð í mars. Áðrenn tað verður so ein frymsýning av leik- unum List leygarkvøldið, og spælt verður eina tíð fram. Nú eiga menninir tørn á gamla Meiarínum. Leikararnir í “macho” leikinum List eru Hans Tórgarð(fremst), Bárður Persson og Kári Øster. Mynd: Jens Kristian Vang. 2 Nr. 211 - 2. november 2002 Nr. 211 - 2. november 2002 3 ÚTGÀVA Heri á Rógvi Hósdagin komu einki minni enn trý nýggj yrk- ingasøvn frá Mentunar- grunni Studentafelagsins. Tríggir royndir og virknir yrkjarar góvu sítt seinasta útspæl út saman hósdagin. Jóanes Nielsen hevur skrivað savnið Brúgvar av svongum orðum, Oddfríður Marni Rasmussen letur úr hondum yrkingasavnið Kvørkringar og Tóroddur Poulsen hevur skrivað savnið Royggj. Á samkomu hósdagin lósu teir upp úr nýggju søvnunum. Tóroddur Poul- sen kundi ikki vera til staðar, so Carl Johan Jen- sen las upp fyri hann. Eftir hvat skilst er tað til- vildarligt, at øll trý yrk- ingasøvnini vóru liðug, soleiðis at tey kundu gevast út sama dag. Bæði Oddfríður og Tóroddur hava seinnu árini verið virknir við at geva yrkingasøvn út. Oddfríður M. Rasmussen fekk í fjør M.A. Jacobsens virðisløn fyri sítt seinasta yrkinga- savn við heitinum Rás/Sár. Tóroddur Poulsen er fyri sovítt tann einasti haiku yrkjarin í Føroyum, og hesar fylla ein fittan part av hansara nýggja savnið. Jóanes Nielsen hevur arbeitt við hesum savninum síðani 1998, men gjørdist eitt sindur órógvaður av Eitur nakað land Wee- kend?, sum hann jú hevur vunnið norðurlendska dramatikaravirðisløn fyri. Yrkingasøvnini eru at finna í bókabúðunum. Yrkinga trio Tóroddur Poulsen, Jóanes Nielsen og Oddfríður M. Rasmussen hava allir givið eitt nýtt yrkingasavn út. Tóroddur Poulsen kundi ikki vera við á myndini Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 3 2