leygardagur 2. november 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 211 - 2. november 2002
Nr. 211 - 2. november 2002
5
Klaksvíkar Sjónleik-
arafelag, sum hesar
seinastu tveir mán-
aðarnar hevur vant
dúgliga í Atlantis,
fer leygardagin 2.
november kl. 16.00
at frumsýna leikin
Frankenstein
TÍÐINDASKRIV
Í dag klokkan 16 fer
Klaksvíkar Sjónleikara-
felag á pallin við sjón-
leikinum Frankenstein
fyri fyrstu ferð. Tíggju
leikarar eru við í hesari
uppsetingini, sum Jákup
Veyhe hevur leikstjórnað
við kønari hond. Hetta
eru einamest royndir og
garvaðir áhugaleikarar
við nógvum royndum á
palli, tó so, eru eisini
onkur nýggj stjørnuskot
á veg.
Danin Thomas Malling
hevur umskrivað kendu
skaldsøguna hjá Mary
Shelley til skemtileik.
Leikurin er ein so kallað
svørt komedia ella ein
"crazy farca", men við
einum álvarsligum inni-
haldi. Hon viðger millum
annað hóttanina, sum
vísundin er ímóti manna-
ættini. Og at avleiðingar
standast av vantandi víð-
skygni og tolsemi. Orða-
snillingurin og Føroya
besti táttayrkjari, An-
dreas Justesen av Viðar-
eiði, hevur føroyskað.
Til frumsýningina er
longu útselt, men kom-
andi vikurnar verður so
høvi hjá øllum norðoy-
ingum at vitja Atlantis og
stytta sær stundir saman
við Klaksvíkar Sjónleik-
arafelag. Síðani verður
farið út at ferðast við
leikinum.
Tað er einki at taka seg
aftur í, at Klaksvíkar
Sjónleikarafelag aftur í
ár er garanturin fyri, at
nakað veruligt verður at
flenna at á føroyskum
sjónleikarpallum.
Kristian Sofus David-
sen fór úr Føroyum í
1927, 25 ára gamal, og
hevur ongantíð verið
vitjað í Føroyum
aftur
FØÐINGARDAGUR
Vilmund Jacobsen
Mikudagin komandi fyllir
æðuvíkingurin,
Kristian
Sofus Davidsen, 100 ár.
Hann er føddur, 6. no-
vember 1902.
Kristian Sofus er sonur
fyrstu niðursetufólkini í
Æðuvík, Jóannes David-
sen, ættaður av Gørðum á
Nesi og Sonnu, fødd Müll-
er, úr Porkeri.
Sum 25 ára gamal fór
hann yvir til Kanada at
finna sær arbeiði, og hóast
75 ár nú eru liðin, hevur
hann ongantíð vitjað í Før-
oyum aftur.
"Burtur" í fleiri ár
Kristian Sofus er abba-
beiggi Dia Ellindson, sum
vitjað á Sosialinum fríggja-
dagin og bar okkum tíðind-
ini um føðingardagsbarnið.
Soleiðis, sum Dia hevur
skilt, hevði familjan í Før-
oyum samband við Kristian
Sofus fyrstu tíðina eftir, at
hann var komin yvir til
Kanada.
- Men síðan frættist einki
aftur frá abbabeiggjanum í
nógv, sigur hann.
Við tíðini fór familjan í
Føroyum at ivast í, hvussu
vorðið mundi vera við
Kristian Sofusi.
- Tey fóru tískil at eftir-
lýsa mannin, og tað gav at
enda úrslit, greiðir Dia frá.
Síðan familjan om eftir,
at Kristian Sofus framvegis
búði í Kanada, hava nøkur
av ættarfólkunum verið har
yviri og vitjað hann.
Yvir at heilsa føð-
ingardagsbarninum
Nú føðingardagurin verður
mikudagin, eru nøkur fólk í
familjuni farin yvir at vitja
Kristian Sofus og heilsa
honum á 100 ára degnum.
- Sum eg havi skilt á
teimum, sum hava vitjað í
Kanada, kennist Kristian
Sofus framvegis við okkurt
einstakt navn úr Føroyum,
men føroyska málið er
langt síðan skift út við tað
enska, tey tosa har yviri.
Dia Ellindsson sigur, at
Kristian Sofus í fleiri ár
hevur búð hjá eini danskari
familju, og børnini í húsin-
um hava verið góð við hann
og hava rópt hann "abbi".
Kristian Sofus Davidsen
er ógiftur.
Í dag býr hann á einum
ellisheimi.
Dia Ellindsson veit eisini
at siga, at ein systir Kristian
Sofus, Elisabeth Margrethe
Mortensen, sum býr á
Tvøroyri , fyllir 90 ár, 12.
februar 2003.
Æðuvíkingur
í Kanada fyllir 100
Frankenstein frum-
sýndur í Atlantis
Kristian Sofus Davidsen
Havsbrún nýggja turku,
størri smiðju og nýggja atløgu
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Nú lágsesong er hjá nóta-
vinnuni, kemur ikki nógvur
fiskur upp á land á Havs-
brún í Fugalfirði. Men fyri
tann skuld er nógv virksemi
á virkinum og uttan um.
- Í okkara vinnu er há-og
lágárstíð, og nú gera vit
okkum til reiðar til kom-
andi vertíð, sigur Poul H.
Sólstein á virkinum.
Langt er millum landing-
arnar á Havsbrún, nú flestu
nótaskipini liggja, men
síðsta mánadag var russiski
trolarin, Murman, við 1700
tonsum av svartkjafti.
Nýggj turka
Poul H. Sólstein sigur, at
teir í løtuni eru í holt við at
seta upp eina nýggja turku,
sum hann rópar tað. Virkið
hevur
frammanundan
tríggjar turkur til turking av
mjøli, og hendan fjórða
verður so sett upp í
framhaldi av hinum, sum
frammanundan eru.
- Nýggju turkuna hava vit
keypt úr Noregi, og tað eru
íslendingar, sum seta hana
upp á virkinum.
Poul sigur, at nýggja
turkan turkar við lægri hita
enn tær gomlu og fer tískil
eisini betri við mjølinum,
sum fær eina betri góðsku.
- Vit hugsa okkum at fáa
ein betri prís fyri hetta
mjølið úr hesi nýggju turk-
uni, men enn vita vit ikki,
hvussu verður við tí.
Hann væntar, at nýggi út-
búnaðurin, sum verður sett-
ur uppí verandi hølum,
verður liðugur at taka í
nýtslu um ársskiftið.
Havnalagið
Á Havsbrún eru teir eisini í
holt við at byggja eina
nýggja bryggju framman-
fyri fóðurdeildini á virki-
num.
Hetta verður ein bryggja
til upp-og avskiping, sum
er stívliga 50 metrar long.
- Vit byggja hesa bryggju
sjálvir í samráð við Fugla-
fjarðar kommunu og gera
síðan avtalu við kommun-
una um raksturin av henni,
sigur Poul.
Hann vísir á, at íløgu-
karmurin hjá kommunu-
num er trongur, og at Havs-
brún hevur størri bryggju-
pláss fyri neyðini.
- Tí byggja vit hava
bryggju sjálvir, men fara
ikki at reka hana, sigur
hann.
Um
kostnaðin,
sigur
Poul, at talan verður um
nakrar miljónir.
Størri smiðja
Á Havsbrún byggja teir eis-
ini aftrat verandi smiðju-
bygningi, soleiðis at smiðj-
an verður størri og betur.
Poul H. Sólstein vísir á,
at á einum virki sum Havs-
brún, sum er í gongd alt ár-
ið, er neyðugt við viðlíka-
haldi, tá ið lágárstíð er, og tí
er nógv at gera í tíðum sum
hesum, tá ið lítil fiskur
kemur uppá land.
- Tá ið farið verður í
gongd aftur eftir ársskiftið,
verður talan í fyrsta lagi um
lodnu og svartkjaft, sigur
hann.
Á virkinum vænta tey
ikki nógvar landingar tað,
ið eftir er av árinum, men
onkur bátur kemur inn at
landa av og á.
Nú líður væl við nýggju
atløgubryggjuni, sum
Havsbrún letur byggja
frammanfyri fóðurdeildina.
Hetta verður ein bryggja,
sum í fyrsta lagi skal nýtast
til upp-og avskiping.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Væntandi verður kærunevndin endaliga avgreidd týsdagin
- Málið er nú sent
flokkunum til umm-
ælis, og ætlandi fer
landsstýrið endaliga
at avgreiða málið
komandi týsdag. Síð-
an verður tað borið
niðan í tingið, sigur
løgmaður, Anfinn
Kallsberg
RATIONALISERING
Vilmund Jacobsen
Á fundi hósdagin viðgjørdi
landsstýrið í høvuðsheitum
ymisk lógaruppskot, sum
ætlandi skulu niðan í ting-
ið. Sum skilst á løgmanni,
Anfinn Kallsberg, var talan
serliga um tekniskar broyt-
ingar og tillagingar.
- Ikki nøkur radikal
broyting, sum hann tekur
til.
Millum málini var tó eitt,
sum er ein ávís rationaliser-
ing.
Tríggjar
kærunevndir
hava sitið og viðgjørt kærur
um ávikavist skatt, toll og
avgjøld og mvg.
Nú hevur so Fíggjar-
málastýrið í samráð við
Toll-og Skatt skotið upp at
hava eina kærunevnd, sum
skal viðgera slíkar kærur.
- Hetta kunnu vit kalla
eina rationalisering, sigur
løgmaður, sum væntar, at
tænastan hjá borgarunum
ikki verður verri við einari
kærunevnd
heldur
enn
trimum.
Sum skilst á løgmanni,
verður nýggja kærunevnd-
in, sum fer at telja 5 limir,
vald eftir tilmæli frá ymisk-
um bólkum í samfelagnum,
og síðan verður onkur løg-
frøðingur eisini í nevndini.
Avgreiðast týsdagin
Løgmaður sigur, at málið
nú er sent flokkunum til
ummælis, og ætlandi fer
landsstýrið at avgreiða tað
endaliga týsdagin, tá ið
landsstýrisfundur verður
aftur.
- Miðjað verður eftir at
leggja málið fyri tingið í
komandi viku, sigur hann.
Anfinn Kallsberg sigur
seg ikki vita um nakra
ósemju og væntar tí ikki, at
tað verður so torført at
broyta kæruviðurskiftini –
frá trimum nevndum til
eina.
Spurdur, um talan er um
sparing, sigur løgmaður at
enda, at eisini hetta málið
snýr seg um pening og
rationalisering.
Hann dugir tó ikki at
meta um, hvussu nógvan
spardan pening, talan er
um.
Anfinn Kallsberg, løgmaður,
sigur, at málið um
kærunevnd innan skatt, toll
og avgjøld og mvgætlandi
verður endaliga avgreitt á
landsstýrisfundi týsdagin
C
M
Y
K
5
4