leygardagur 2. november 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 211 - 2. november 2002
Nr. 211 - 2. november 2002
7
10 ár við Rúsuni
Rúsdrekkasøla Land-
sins hevur selt fyri
yvir níggjuhundrað
milliónir, síðani eink-
arsølan lat upp fyri
tíggju árum síðani.
Stjórin er tó ikki í iva
um, at einkarsøla er
besta loysnin
RÚSDREKKA
Heri á Rógvi
Í dag, leygardagin, eru 10
ár liðin síðani síðani fólk í
hópatal savnaðust við Hoy-
víksvegin í sambandi við,
at Rúsdrekkasøla Landsins
byrjaði sítt virksemi. Síðani
tá eru røðirnar uttanfyri
kanska minkaðar nakað,
men sølan er støðugt voks-
in. Drykkimentanin stendur
við.
Rúsdrekkasøla Landsins
byrjaði sítt virksemi í tráð
við eina nýggja rúsdrekka-
lóg, sum eisini fór at virka
hetta árið.
Samlaða sølan hjá Rús-
drekkasøluni hevur eisini
verið omanfyri 900 milli-
ónir til í dag.
Tølini fyri í eru ikki greið
enn, men til og við 2001
hevði Rúsdrekkasølan selt
fyri 839 milliónir. Við søl-
uni í ár fer talið upp um
níggjuhundrað.
Nógv tann størsti partur-
in av hesum pengum enda í
landskassanum. Í 2001fekk
landskassin 76,4 mió. bara í
lituravgjaldi og tolli og
meirvirðisgjaldi.
Sølan er eisini voksin á
hvørjum ári. Undantikið er
1995, tá sølan fall nógv.
Eisini í 2000 gekk sølan
nógv fram.
—Tað hevur víst seg, at
sølan veksur við keypi-
orkuni. Tað er ikki soleiðis,
at fólk fara at drekka meira,
tá kreppan er í landinum,
sigur Dagmar Joensen, sum
hevur verið stjóri fyri Rús-
drekkasøluna øll árini.
Mentanin
broytist ikki
Dagmar Joensen heldur
ikki, at drykkimentanin hjá
føroyingum er broytt sein-
astu tíggju árini.
–Tað vísir seg, at føroy-
ingar drekka í frítíðini og
nýta rúsdrekka sum veitslu-
drykk. Hetta tekur meira
enn tíggju ár at broyta, sig-
ur hon.
Fólk duga tó betri at
keypa nú enn fyri tíggju ár-
um síðani. Ølið er framveg-
is nógv tað mest selda, og
fólk
drekka
spakuliga
meira vín.
–Munur er sjálvandi á.
Vit hava nú fleiri hundrað
sløg at velja ímillum.
Hendan møguleikan høvdu
fólk ikki, tá bíleggjast
skuldi úr Danmark.
Dagmar Joensen fegnast
tó um, at føroyingar drekka
minni enn fleiri onnur lond
í norðanlondum.
– Í tølum eru vit í miðj-
uni, men vit hava tað vænt-
andi tað mest rætta talið, og
tí liggja vit væl fyri í so
máta.
Besta loysnin
Dagmar Joensen er sjálv
ikki í iva um, at einkarsøla
er besti mátin at tálma rús-
drekkanýtsluni.
–Royndir aðrastaðni hava
víst, at tú fært best hildið
nýtsluni niðri við einari
einkarsølu. Eisini ES hevur
viðurkent hetta sum besta
mátan, og hava tí givið
Finnlandi og Svøríki loyvi
at halda fram við einkar-
sølu, sigur Dagmar Joen-
sen.
Stjórin fyri Rúsdrekka-
søluna vísir staðiliga aftur
øllum tosi um fría sølu av
rúsdrekka í handlunum.
–Við einkarsøluni fært tú
stýrt nýtsluni á bestan hátt.
Her fært tú bara rúsdrekka,
og hetta ger, at fólk ikki
drekka so nógv sum aðra-
staðni, sigur Dagmar Joen-
sen.
Dómarin gav fúta-
num fult viðhald í
ákæruni móti Res-
torffs bryggjaríi
RÆTTARMÀL
Heri á Rógvi
Dómarin Jørgen B. Peter-
sen metti, at Restoffs
bryggjarí breyt ásetingar-
nar í rúsdrekkalógini við
sínari lýsing í Dimma-
lætting, har lýst varð fyri
“páskaløgi”, og orðið øl
stóð áskrivað.
Dómarin segði í sínum
úrskúrði, at í samlaða
metingini av lýsingini
metti hann, at lýsingin
var fyri rúsdrekka við
hægri alkoholstyrki enn
2,8%.
Restorffs
bryggjarí
varð dømt at hava brotið
ásetingarnar í rúsdrekka-
lógini, og fylgjan av tí er
eitt bót aljóðandi 10.000
kr. Afturat hesum skal
Restorffs eisini gjalda
sakarmálskostnaðin.
Dómarin hevði eisini
aðrar generellar viðmerk-
ingar til tann næsta fulla
rættarsalin, tá dómur varð
sagdur fríggjadagin.
Hann vildi gera greitt,
at tað var ikki uppgávan
hjá rættinum at gera av,
um rúsdrekkalógin er
dupultmoralsk ella sam-
anbera við aðrar lýsingar.
Hetta kann rætturin gera,
tá eitt tílíkt mál kemur
fyri.
Òli
Svenn
Nolsøe,
stjóri
fyri
Restorffs
bryggjarí,
segði
eftir
dómin, at hann metti
dómin vera løgnan.
—Eg meti ikki, at teir
hava prógvað, at vit lýstu
fyri sterkum øli einans í
lýsingini. Lýsingin var
fyri bryggjaríið, sigur Óli
Svenn.
Restorffs bryggjarí um-
hugsar í løtuni, um málið
skal kærast til landsrætt-
in. Hin stjórin, Johan
Mortensen, helt fyri eftir
rættarfundin, at teir nú
heldur ætla sær at lýsa í
útlendskum bløðum og
tíðarritum.
Finn Ougaard, varafúti
og ákæri í málinum, segði
eftir at dómurin varð
sagdur, at hann var væl
nøgdur.
—Vit fingu tað, vit
bóðu um. Vit hava gjørt
tað skyldu, ið samfelagið
áleggur okkum, sigur
Finn Ougaard.
Fútin hevur latið Før-
oya rætti ákæruskrift um
tríggjar lýsingar hjá Før-
oya Bjór í Dimmalætting.
Eisini ákæran móti Club
20 bíðar eftir nýggjum
rættardegi.
Restorffs lýsti ólógliga
Rúsdrekkasøla landsins hevur seinastu árini selt fyri omanfyri 100 milliónir árliga. Landskassin hevur eisini fingið ein fittan part
við teimum nógvu og stóru avgjøldunum.
Dagmar Joensen, stjóri fyri
Rúsdrekkasølu landsins, sigur, at
einkarsøla er tann besti mátin at
halda søluni á einum so lágum støði
sum gjørligt. Endamálið við
rúsdrekkalógini er nevniliga at minka
um nýtsluni.
Í dag er liðin fjórð-
ings øld, síðani SMS
síðani SMS á fyrsta
sinni kundi bjóða
viðskifitafólki til
handils í Sølumið-
støðini á Trappu-
trøðni
HANDIL
Eirikur Lindenskov
Í dag eru liðin 25 ár síðani,
at SMS lat upp dyrnar á
fyrsta sinni.
Tað var kortini longu í
1973, at Hans Mortensen,
saman við øðrum stovnaði
felagið aftan fyri SMS.
–
Tórshavnar
Býráð
hevði ætlanir um sølumið-
støð á Trapputrøðni. Hetta
skuldi gerast á tann hátt, at
gjørd varð ein høvuðsgøta,
har handlar so kundu
byggja sær handilshøli
framvið. Tá alt so var lið-
ugt, skuldi tak leggjast á,
sigur Hans Mortensen.
Hetta hugskot helt Hans
Mortensen ikki vera tað
besta, og tí bar hann upp á
mál við býráðið um ta
loysnina, sum seinni gjørd-
ist SMS.
– Hetta var ein tung pro-
sess, og málið var fyri í bý-
ráðnum fleiri ferðir, men
tað endaði so við, at Petur
Christiansen, borgarstjóri,
kundi skjóta fyrista skotið í
1976.
Bert tvær lonir
Tá ið SMS lat upp tann 2.
november í 1977, var SMS
ikki tað, ið tað er í dag. Tá
vóru bert tvær lonir – og
handlarnar kundu tú telja á
fingrunum.
Men ætlanin var altíð, at
byggjast skuldu fleiri lonir
afturat, og í 1980 var farið
undir at byggja hinar fýra
lonirnar.
Seinni í áttatiárunum
vóru aðrar um- og útbygg-
ingar gjørdar, ein tann
størsta, tá parkeringskjall-
arin
og
goymsluhølini
norðanfyri vórðu gjørd.
Fekst neytakjøt
á borðið
Fyri havnarborgarar – og
føroyingar annars – var tað
nakað nýtt at kunna fara til
handils »undir taki«. Nógv
varð tosað um, at hetta fór
at køva miðbýin, og tað
vóru fólk, sum als ikki
vildu seta sín fót í SMS av
slíkum grundum. Men í
dag munnu tey vera fá, ið
ikki keypa í SMS av hug-
sjónarligum orsøkum.
Tað, sum eisini sermerkti
SMS var matvøruhandilin
Superland, sum skifti navn
til Miklagarð fýra mánaðir
eftir upplatingina, tann 1.
mars 1978.
Umframt at hetta var ein
stórur handilin, so bar nú
eisini til at keypa fekst
neytakjøt, sum var innflutt
úr Danmark í kølibingjum.
Leiðari í slaktarínum í
SMS tá var tann 26 ára
gamli danin, Jørgen Jørg-
ensen – og har er hann enn.
– Eg hevði ongantíð ver-
ið í Føroyum áður, tá eg
kom higar í august í 1977.
Eg fall væl til, men eg má
siga sum er, at »kjøtmess-
iga«, so var tað eitt sjokk,
sigur Jørgen Jørgensen
smílandi.
Hann sigur, at tey beinan-
vegin fóru at leggja til rætt-
is, hvussu fekst neytakjøt
kundi innflytast úr Dan-
mark, og gjørdar vóru ser-
ligar kølibingjur at flyta
kjøtið í.
– Tað hevur alla tíðina
verið málið hjá okkum at
hava gott kjøt, sigur Jørgen
Jørgensen, sum vísir á, at
tey nú innflyta kjøt heilt
sunnan úr New Zealandi
hinu megin klótuna – og
tað er fyrsta floks kjøt, sig-
ur hann – kjøt av neytum,
sum liva í Guds fríu
náttúru, neyt, sum ongantíð
hava kent rákan av hvørki
kraftfóðuri ella heilivági.
25 ár í SMS
Samstundis sum hetta er 25
ára føðingardag hjá SMS,
so er tað eisini 25 ára
starvsdagur
hjá
fleiri
starvsfólkum í SMS – og
tey verða heiðrað á veitsl-
uni, sum SMS skipar fyri á
Hotel Föroyum í kvøld.
Viðskiftafólkið hjá SMS
hevur eisini merkt til føð-
ingardagin seinastu vikuna,
og í dag verður eisini ym-
iskt á skránni – bæði fyri
ung og gomul. Opið verður
til kl 17, og byrjað verður
kl 9:30, tá SMS bjóðar kak-
ao og bollar.
Undirhald verður allan
dagin við eitt nú Havnar
Hornorkestri, gandakalli og
Tórshavnar Manskór fer at
syngja. Eisini fer Angela at
skipa fyri undirhaldi fyri
børnum.
Hava handlað í SMS í 25 ár
Jóhan Johannesen
úr Fuglafirði er
føddur sama dag,
sum SMS lat upp á
fyrsta sinni, 2. nov-
ember 1977. Av
teirri orsøk fekk
hann sum smá-
drongur á hvørjum
ári gávu frá SMS
25 ÁR Í DAG
Eirikur Lindenskov
Hvør minnist ikki tann
fitta
smádrongin
úr
Fuglafirði, sum altíð
fekk gávur, tá SMS
hevði føðingardag?
Jú, tað var Jóhan Jo-
hannesen, sonur Frits og
Alexandru. Hann varð
føddur sama dag, sum
SMS lat upp á fyrsta
sinni – og hetta var or-
søkin til, at hann gjørdist
eitt slag av maskotti hjá
SMS.
– Jú, eg var helst eitt
slag
av
promotion-
dreingi hjá SMS, sigur
Johan smílandi, tá vit
hitta hann.
Jóhan lesur útflutn-
ingstøkni í Odense, og er
hann í løtuni í praktikki
hjá fiskasøluni Farex í
Havn.
Jóhan minnist sjálv-
andi ikki byrjanina, men
hann minnist, at hann
fekk gávu, hvørja ferð
SMS hevði føðingardag,
og hann fekk eisini
pengar á bók til uppspar-
ing – einar 500 krónur
hvørja ferð, til hann fylti
15 ár.
– Tað var kanska eitt
sindur troyttandi hjá
okkum altíð at skula
vera har – og eg skuldi
»stillast út« – tá føðing-
ardagur var. Men vit
vóru har ofta, sigur Jó-
han.
– Vit góvust, tá eg fylti
10, men vóru aftur har,
tá eg fylti fimtan fyri
seinastu
ferð,
sigur
Jóhan, sum eisini verður
at síggja í SMS í dag.
Johan verður
eisini 25 í dag
Hans Mortensen, stjóri í SMS, og Jóhan Johannesen,
javnaldurin hjá SMS, ynskja hvør øðrum tillukku við
25 ára degjum
Mynd: Jens Kristian Vang
Mynd: Jens Kristian Vang
Tá Petur Christiansen, borg-
arstjóri í Havn skjeyt fysta
skotið av til SMS. Saman við
Petur C síggjast Hans Mort-
ensen, stjóri í SMS og 10 ára
gamli sonurin, Niels, sum í
dag eisini er stjóri í SMS
F. v.: Anna Marie Nyby, Mary Husgaard, Hedvig Svensson, Hans Mortensen, Hallgerð Johannesen, Oddvør Jacobsen og Kári
Justinussen. Umframt tey á myndini hava Jórun Johannesen og Jørgen P. Jørgensen eisini starvast í SMS í 25 ár
C
M
Y
K
7
6