Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. november 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 211 - 2. november 2002 Nr. 211 - 2. november 2002 9 Svend Auken ivast ikki í, at tað ber til hjá Føroyum, Grønlandi og Danmark at virka saman sum trý sjálv- støðug lond í einum felagsskapi RÍKISFELAGS- SKAPURIN Stefan í Skorini - Føroyingar og grønlend- ingar kunnu velja eina fe- lags framtíð saman við Danmark í ríkisfelagsskap- inum, ella kunnu teir velja tann íslendska leistin, har samstarvið millum Dan- mark og Ísland nú er sera avmarkað fyri ikki at siga einki, segði Svend Auken á ráðstevnuni á Christians- borg hósdagin. Svend Auken, sum er fyrrverandi formaður hjá Socialdemokratunum, var annar av innbodnu røðarun- um, ið høvdu orðið hós- morgunin. Hann var sannførdur um, at Føroyar, Grønland og Danmark kunnu finna eina felags framtíð, har tað eru trý sjálvstýrandi lond í einum felagsskapi. Soleiðis hevur ríkisfelagsskapurin sambært Svend Auken eina framtíð. Fólkatinglimurin vísti á, at har vóru nakrar fíggjar- ligar og tekniskar forðing- ar, men hann ivast tó ikki í, at hetta letur seg gera við góðum vilja frá øllum pørtum. Hann duldi ikki fyri, at hansara størsta ynskið var, at londini halda fram í felagsskapinum. Øll gerast fátækari Hann vildi vera við, at øll londini gerast fátækari, um vit brádliga halda í hvør sína ætt. Øll londini í fe- lagsskapinum hava nakað at bjóða hvørjum øðrum, og hetta vil Danmark halda fast um. Svend Auken vísti á, at hóast londini hoyra til sama ríki, so er tað bara Dan- mark, sum er við í Evropa Samveldinum. Henda skip- an hevur virkað uttan stór- vegis trupulleikar, og hetta prógvar, at Føroyar og Grønland kunnu hava eina aðra støðu enn Danmark í fleiri týðandi málum. Auken endurtók, sum vit hava hoyrt fyrr, at Føroyar og Grønland hava fría at- gongd til heilsuverkið og hægri lærustovnar í Dan- mark, meðan Danmark somuleiðis hevur atgongd til bæði hini londini. Svend Auken segði tað vera sera hugstoytt at síggja, hvussu ameri- kaniseraðir íslendingar eru blivnir á politiska og ment- anarliga økinum, síðan landið tók sjálvstýri fyri meira enn hálvthundrað árum síðani. Eitt slíkt rák vil hann helst ikki síggja í Føroyum og Grønlandi, og tað kann fyribyrgjast, um londini halda fram í felags- skapinum. Hans Engell, fyrrver- andi politikari í Dan- mark, legði ikki fingr- arnar ímillum, tá hann gjørdi støðuna í ríkisfelagsskapinum upp. Hann hevur onga framtíð í ver- andi líki. Danir mugu gera upp við seg sjálv- ar, hvat teir í veruleik- anum vilja við felags- skapinum RÍKISFELAGS- SKAPURIN Stefan í Skorini Keypmannahavn: Hós- dagin var ráðstevna í fe- lagssalinum í danska Fólkatinginum. "Er nøkur framtíð í ríkisfelagsskapin- um?" var uppleggið frá fyrireikarunum, sum var Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi. Ein av fyrstu røðarunum var Hans Engell. Hann svaraði beinanvegin spurn- inginum noktandi. - Ríkisfelagsskapurin hevur onga framtíð í ver- andi líki. Tað eru heilt greiðar ábendingar um, at Føroyar og Grønland bæði vilja hava størri frælsi í felagsskapinum og vilja virka á jøvnum føti við onnur lond og onnur fólk. Tí mugu danskir politikarar taka tær røttu avgerðirnar, áðrenn sambandið millum londini versnar enn meira, segði Hans Engell. Engell hevur fyrr verið ein av fremstu politikarun- um í Danmark. Í áttatiárun- um var hann verjumála- ráðharri, og seinni var hann løgmálaráðharri í stjórnini hjá Poul Schlüter. Síðan gjørdist hann formaður í Konservativa flokkinum, áðrenn hann tók seg aftur í 1997. Nú situr hann aftur í einum heitum stóli. Hans Engell er í dag blaðstjóri á Ekstrablaðnum, sum er við til at skapa danska kjakið. Ein uppgerð krevst Hans Engell legði dent á, at danir mugu gera upp við seg sjálvar, hvat teir í veru- leikanum vilja við ríkis- felagsskapinum við Før- oyar og Grønland. - Vilja danir nakað við ríkisfelagsskapinum? Um svarið er ja, hvat er hetta nágreiniliga, spurdi Hans Engell. Danmark skal ikki tosa við føroyingar, sum vóru teir undirsáttar hjá dønum, men hinvegin er respektin fyri hvørjum øðr- um avgerandi, segði fyrr- verandi toppolitikarin á áhugaverdu ráðstevnuni. Hinvegin vísti hann á, at tað eru Føroyar og Grøn- land, sum skulu avgera, um ríkisfelagsskapurin skal avtakast. Hans Engell segði seg ikki skilja støðuna hjá donsku stjórnini, at Føroyar og Grønland kunnu fáa blokkstuðul í óavmarkaða tíð, so leingi tey vilja vera verandi í felagsskapinum, men so skjótt londini vilja hava størri sjálvstýri, so er stuðulin sera avmarkaður. Hví danskar stjórnir hava slíka stívrenda støðu, skilir blaðstjórin als ikki. Hans Engell legði afturat, at hann væntaði, at føroy- ingar og grønlendingar kunnu vænta sær 10-20 prosent lægri livistøði, um blokkstuðulin hvørvur. Hann vísti hinvegin á, at tá Poul Nyrup Rasmussen, fyrrverandi forsætisráð- harri, førdi tann beinharða politikkin mótvegis Føroy- um undir sjálvstýrissam- ráðingunum, fekk hann stuðul frá Fólkatinginum og danska fólkinum. Ríkisfelagsskapurin lítlan áhuga í Danmark Sum blaðstjóri fylgir Hans Engell væl við í, hvat rørist í danska fólkinum. Hann segði, at meðan kjakið um ríkisfelagsskapin fyllir sera nógv í føroyskum og grøn- lendskum fjølmiðlum, so fær hann sera lítið pláss í donskum miðlunum. Hetta vísir, at danir ikki geva ríkisfelagsskapinum eins stóran ans sum grøn- lendingar og føroyingar. Hans Engell endaði við at siga, at felags mugu londini í ríkisfelagsskapin- um finna eina nýggja leið, so at allir partar eru nøgdir, um felagsskapurin skal hava nakran framtíðar møguleika. Hann legði afturat, at 600 ára fe- lagsskapur ikki verður kvettur eftir einum degi, og at tjóðskaparspurningurin eftir hundrað ára togtogan framvegis býtir tað før- oyska fólkið í tvær krígs- legur. Hans Engell, blaðstjóri á Ekstrablaðnum: Ríkisfelagsskapurin onga framtíð í verandi líki Svend Auken, fólkatingslimur: Vil helst hava felags framtíð Svend Auken, fyrrverandi formaður hjá Socialdemokratunum, vil heldur enn fegin, at Føroyar og Grønland halda fram í ríkisfelagsskapinum Lættari at fáa endurgjald aftan á skipsvanlukkur Í framtíðini verður tað lættari at krevja endurgjald aftan á skipavanlukkur, og endurgjaldið hækka eisini SKIPAFERÐSLA Árni Joensen Aftan á eldsbrunan umborð á ferjuni "Scandinavian Star" fyri tólv árum síðani vóru tað fleiri, sum vístu á, at tað var alt ov trupult hjá ferðafólkinum og avvarandi hjá teimum, sum doyðu, at krevja ábyrgdarpersónarnar drignar til svars og at krevja endurgjald fyri missin. Men nú skulu viðurskift- ini broytast. Á einari diplomatráð- stevnu í London í vikuni var semja um at broyta galdandi altjóða reglur, sum viðvíkja endurgjaldi, tá talan er um eina van- lukku við einum ferða- mannaskipi. Vanlukkan við "Scandi- navian Star", sum kravdi 159 mannalív, var í 1990, men aftan á ráðstevnuna í London er greitt, at van- lukkan kortini kann takast upp til kanningar av nýggj- um. Samstundis hevur van- lukkan havt ta altjóða ávirkan, at nú skulu reglur- nar um endurgjald til ferða- fólk og avvarandi broytast. Athen-samtyktin Reglurnar, sum higartil hava verið galdandi, standa í teirri sonevndu Athen- samtyktini, men hon verður nú broytt. Ein nýggj týðandi broyt- ing er, at tey, sum krevja endurgjald aftan á eina van- lukku við einum ferða- mannaskipi, skulu ikki longur rættarsøkja reiðarí- num, men heldur trygging- arfelagnum hjá skipinum. Hetta fer m. a. at bera í sær, at skuldi reiðaríið farið á húsagang, missa fólk ikki rættin til endurgjald. Tryggingarfeløgini, sum tryggja ferðamannaskip, vildu fegin varðveita ta gomlu skipanina, men tey noyðast nú at broyta sínar tryggingartreytir og -reglur fyri ferðamannaskipini, so- leiðis at hesar tryggingar fara at líkjast vanligum ábyrgdartryggingum. Á ráðstevnuni í London vóru tryggingarfeløgini sum vera man heldur ikki serliga hugað fyri at hækka hámarkið fyri, hvussu nógv fólk kunnu krevja í endur- gjaldi. Higartil hevur mestamarkið verið 1,75 millión krónur, men tað verður nú hækkað til 2,5 milliónir krónur. Kortini kann kravið koma upp í fýra milliónir krónur, um tað kann prógvast, at reiðaríið hevði skyldina av vanlukuni. Ymiskur áhugi Formaður fyri ráðstevnuni í London, sum endaði í gjár, var varastjórin í norska vinnu- og handilsmálaráð- num, Gaute Sivertsen, og hann er fegin um, at tað eydnaðist at broyta gald- andi reglur. Gaute Sivertsen heldur tað vera serliga týdningar- mikið, at fólk nú kunnu krevja endurgjald frá trygg- ingarfelagnum heldur enn reiðarínum. Hann heldur eisini, at hetta saman við tí hækkaða mestamarkinum fer at gera tað lættari hjá ferðafólki og avvarandi at fáa endurgjald. Á ráðstevnuni í London vóru fleiri lond ímóti broyt- ingunum, og tí er spurning- urin, hvussu mong lond fara at staðfesta tær nýggju reglurnar. Viðtøkurnar hjá IMO siga, at minst 10 lond skulu staðfesta broytingar- nar, fyri at tær kunnu fáa gildi, og Gaute Sivertsen væntar, at tað fer at eydn- ast. Hann vísir í hesum sambandi á, at ES hevur víst broytingunum stóran áhuga, sjálvt um samveldið ikki hevur sagt seg vera til reiðar at staðfesta tær. Noprski ráðstevnuformað- urin væntar kortini, at tað fer at bera til at fáa 10 lond at skriva undir avtaluna. Eitt nú hava Avstralia og Kanada bent á, at tey fara at staðfesta hana. Aftan á eldsbrunan umborð á ferjuni "Scandinavian Star" fyri tólv árum síðani vóru tað fleiri, sum vístu á, at tað var alt ov trupult hjá ferðafólkinum og avvarandi hjá teimum, sum doyðu, at krevja ábyrgdarpersónarnar drignar til svars og at krevja endurgjald fyri missin Ríkisfelagsskapurin á gravarbakkanum Deyðadómur varð hósdagin lýstur yvir ríkisfelagsskapin millum Føroyar, Grønland og Dan- mark. Hetta hendi á ráðstevnuni hjá Norðuratlantsbólki- num á Fólkatingi, har evnið júst var spurn- ingurin um framtíð- ina hjá ríkisfelags- skapinum. RÍKISFELAGSSKAPUR Magnus Dam Áhugin fyri Grønlandi og Føroyum er stórur. Eisini tá talan er um eitt tiltak í danska høvuðsstaðnum, fleiri túsund kilometrar uttanfyri Føroyar og Grøn- land. So stórur var áhugin fyri ráðstevnuni hjá Norð- uratlantsbólkinum, at pláss var ikki fyri øllum, sum høvdu hug at hoyra polit- ikkararnar røða um ríkisfel- agsskapin. Pláss var bert fyri hálvtannaðhundrað áhoyrarum í Felagssalinum á Christiansborg, og salurin var stúgvandi fullur. Afturat teimum trimum fólkatingslimunum í Norð- uratlansbólkinum, sótu floksformenninir hjá teim- um í pallborðinum, og har- afturat høvdu fyrireikarar- nir boðið Svend Auken úr Sosialdemokratiska flokki- num og Hans Engell, blað- stjóra og fyrrverandi ráð- harra hjá teimum konserva- tivu at luttaka á ráðstevnuni. Merkti orðaskiftið Lítil ivi er um, at júst hend- an samansetingin, at tað bert vóru umboð úr flokk- unum í Norðuratlantsbólki- num, sum umboðaðu Før- oyar og Grønland, merkti orðaskiftið. Longu í inn- leiðandi røðu síni, vísti Lars Emil Johansen úr Siu- mut á, at Norðuratlants- bólkurin ikki sær nakað alternativ til sjálvstýri, og er ríkisfelagssapurin til hindurs fyri hesum, má hann burtur. Áleið somu støðu høvdu hinir báðir limirnir í Norð- uratlantsbólkinum, Tór- bjørn Jacobsen og Kuupik Kleist og formenninir í flokkunum hjá teimum báðum, Høgni Hoydal og Josef Tuusi Motzfeldt. "Hevur Ríkisfelagsskap- urin nakra framtíð?", var heitið á ráðstevnuni, men teimum flestu mundi vera greitt frammanundan, at luttakararnir í pallborði- num halda lítið um tann leistin, ríkisfelagsskapurin er innrættaður eftir í dag. Og somu niðurstøðu hava flestallir flokkar í tí sokall- aða ríkisfelagsskapinum longu gjørt. Samstarvið millum londini í ríkisfel- agsskapinum er ótíðarhósk- andi og riggar ikki nóg væl, og tað eigur at verða endur- skoðað, halda allir flokkar. Tann stóri spurningurin er bara, hvussu hetta skal gerast, og har er munur á sjónarmiðunum hjá flokk- unum, sum vóru umboðað- ir á ráðstevnuni og teimum, sum ikki vóru umboðaðir. Einki kegl Onkur av áhoyrarunum helt, at tað var ov lítil breidd í pallborðinum, og at sjónarmiðini vóru ov lík. Sóknaðist eftir andstøðu ella mótstøðu til sjónarmið- ini. Men hesar atfinningar- nar kundi Lars Emil Johan- sen ikki taka til sín. Hetta var ikki nakað "konklu- siónsseminar", segði hann, og vísti annars á, at Norður- atlantsbólkurin hevði boðið Lisbeth L. Petersen úr Sam- bandsflokkinum upp í samstarvið millum fólka- tingsumboðini úr Norð- uratlantshavi. Tórbjørn Jacobsen legði afturat, at endamálið við ráðstevnuni júst var at sleppa undan vanliga kegli- num, sum myndar kjakið, serliga í Føroyum. Og at fáa nøkur onnur sjónarmið fram, enn tey vit vanliga hoyra, og her hugsaði hann helst serliga um sjónarmið- ini hjá Svend Auken og Hans Engell (sí aðrastaðni í blaðnum, blm.), nú hesir báðir ikki longur mynda ein part av donsku stjórnini og eru bundnir av støðuni hjá henni. Kjakið ella mótspælið, sum var, kom tí mest úr salinum, og nógvir spurn- ingar vórðu settir pall- borðsluttakarunum, sum fingu høvi til at greiða frá sínum sjónarmiðum á ein heilt annan og fríari hátt, enn vit eru von við at hoyra í Fólkatingssalinum í sama húsi. Bert spell, at tað ikki vóru fleiri danskir fólka- tingslimir, sum vístu tiltaki- num áhuga. Teir vóru allir bodnir, men áhugin var eft- ir øllum at døma ikki har. Sosialu viðurskiftini stóran áhuga Hóast evnið á ráðstevnuni var ríkisfelagsskapurin, so snúði alt seg ikki um poli- tikk. Sosialu viðurskiftini hjá útisetunum í Danmark, kanska serliga grønlend- ingum, fingu stóra rúmd, og danski almannamálaráð- harrin lovaði á ráðstevnuni, at hon fer at virka fyri at bøta um sosialu viðurskift- ini hjá grønlendingum í Danmark. At tørvur er á hesum vístu tær báðar grøn- lendsku kvinnurnar Henri- ette Berthelsen, psykotera- peutur, og Aviaja Helms, sakførari, sannførandi á. Tær fáast nógv við viður- skiftini hjá grønlendingum, sum eru komnir illa fyri í Danmark, og har hjálpir eingin góður ríkisfelags- skapur. Tá teir eru í Dan- mark, eru grønlendingar danir eins og allir aðrir dan- ir í eygunum á almennu málsviðgerðunum, og tí verður alt ov lítið gjørt við at taka fyrilit fyri serligu støðuni, nógvir teirra eru í. Tað var skilligt, at nógvir áhoyrarar vóru fegnir um, at hesi viðurskiftini vórðu tikin upp, og Norðurat- lantsbólkurin lovaði eisini at gera sítt til at lýsa og bøta um viðurskiftini. Ráðstevnan hósdagin var tann fyrsta av sínum slag hjá Norðuratlantsbólkinum, men hon verður ikki tann seinasta, lovaðu fyrireikar- arnir. Seinastu sjey vikur- nar hava 46 norskar fyritøkur koyrt arb- eiðsfólk til hús ella boðað frá uppsagn- um. Samstundis umhugsa fleiri hundrað fyritøkur at flyta av landinum VINNULÍV Árni Joensen Týsdagin samtykti leiðsl- an á verksmiðjuni Hjelle- gjerde, sum ger innbúgv, at flyta ein stóran part av virkseminum til Litava og Teilands. Tað bar í sær, at 75 fólk á virkinum missa arbeiðið. Men søgan um Hjelle- gjerde-verksmiðjuna og arbeiðsfólkið har er bert ein av mongum í Noregi í heyst. Frá viku 37 til viku 43 gjørdu 46 fyritøkur av at koyra arbeiðsfólk til hús ella at ávara tey um komandi uppsagnir. Boð- ini umfata 2.600 arbeiðs- fólk. Samstundis ljóðar, at fleiri hundrað norskar fyritøkur umhugsa at flyta elt sítt virksemi ella meginpartin av landinum. Stjórin í felagnum hjá norsku tøknifyritøkunum, Knut E. Sunde, segði við blaðið VG mikudagin, at nógvar av teimum fyri- tøkunum, sum í løtuni umhugsa, hvat tær skulu gera, fara at taka avgerð fyri jól, og sjálvur roknar hann við, at politikararnir fara at fáa ein skelk, tá teir frætta úrslitið. Fyri einum ári síðani vísti ein kanning, at 60 prosent av teimum fyri- tøkunum, sum hava meiri enn 50 fólk í arbeiði, vóru til reiðar at flyta av landinum, fall virðið á norsku krónuni ikki. Virðið er tvørturímóti hækkað síðani, og Knut E. Sunde sigur, at vandi er fyri einari sannari ídnaðaraldu av landinum næsta ár. Í Útflutningsráðnum í Oslo ásanna tey, at støðan er álvarsssom. Har bera tey eisini ótta fyri, at av- gerðirnar hjá fyritøkun- um at flyta av landinum fara at raka útjaðaraøkini meinast, og at avgerðir- nar fara at fáa óhepna ávirkan á aðrar fyritøkur í útjaðaranum. Ídnaðurin rýmir úr Noregi C M Y K 9 8