leygardagur 2. november 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 211 - 2. november 2002
Nr. 211 - 2. november 2002
11
Knud Balle, stjóri í
KB El-Teknik, hevur
als ongan hug at gera
viðmerkingar til
mongu tíðindini um
fyritøku hansara í
seinastuni. – Vit
arbeiða nógva staðni
kring heimin, og
okkara politikkur er
at vit úttala okkum
ikki alment um
okkara fyritøku, sigur
Knud Balle, sum ikki
vil vísa aftur, at
fyritøka hansara er
komin til Føroya fyri
at vera.
VINNULÍV
Jón Brian Hvidtfeldt
Í seinastuni hava spurnar-
tekin verið sett við fleiri
viðurskifti hjá donsku el-
fyritøkuni KB El-Teknik.
Hóast hetta, so hevur stjór-
in í KB El-Teknik ongan
hug at gera viðmerkingar til
nakað sum helst.
Í Sosialinum mikudagin
varð víst á, at fyritøkan
bara virkar sum ein post-
kassa-fyritøka í Føroyum,
har Knud Balle sjálvur
stendur
skrásettur
hjá
Toll&Skatt sum búsitandi í
Føroyum, hóast hann ong-
antíð er fluttur til landið.
Hetta
váttar
føroyska
Landsfólkayvirlitið.
Føroysk lóggáva krevur
nevniliga, at allar útlendsk-
ar fyritøkur, sum selja vør-
ur og tænastur, skulu vera
MVG-skrásettar í landinum
og hava eitt umboðsfólk
her.
Hjá
føroyska
Toll&Skatt er KB El-
Teknik skrásett sum eitt
einstaklingavirki, og um-
boðsmaðurin hjá fyritøkuni
er Knud Balle, sum er skrá-
settur á eini adressu í høv-
uðsstaðnum.
Harumframt hevur verið
víst á, at fyritøkan, sum
hevur um hendi trý av teim-
um størstu el-arbeiðum í
landinum, Kollafjord Pela-
gic, Landssjúkrahúsið og
Vágatunnilin, í fleiri mán-
aðir hevur arbeitt uttan
nakra løggilding. Í juni
mánað fór maðurin, sum
hevði um hendi løggilding-
ina,
og
harvið
eisini
ábyrgdina av øllum arbeið-
um hjá fyritøkuni í land-
inum, í annað starv. Men
ikki fyrr enn 26.september
varð ein annar maður, før-
oyingurin Thorvald Gaard-
lykke, sum hevur løggild-
ing, settur í starv hjá KB
El-Teknik, og tá varð eisini
hansara løggilding flutt
yvir í donsku fyritøkuna.
Hetta merkir, at í tríggjar
mánaðir arbeiddi fyritøkan
uttan føroyska løggilding –
ella við øðrum orðum: í
tríggjar
mánaðir
hevði
eingin persónur ábyrgdina
av arbeiðunum hjá fyritøk-
uni í Føroyum.
Ongar viðmerkingar
Sosialurin fekk fyrrapartin
fríggjadagin orðið á stjóran
í KB El-Teknik, Knud
Balle, sum tá varð staddur á
skrivstovu síni í danska
býnum Ry. Knud Balle
hevur ongar viðmerkingar
til, hvørt hann nakrantíð er
fluttur til Føroya. Hann vil
hvørki vátta ella avsanna, at
hann
yvirfyri
føroysku
myndugleikunum
hevur
upplýst, at hann var búsit-
andi í Føroyum, hetta so at
fyritøka hansara sleppur at
virka í landinum. Knud
Balle hevur annars bústað
og adressu í Danmark.
Knud Balle kann hvørki
vátta ella vísa aftur, at fyri-
tøka hansara í fleiri mánað-
ir hevur arbeitt í Føroyum,
uttan at løggildingin var í
lagi.
– Eg havi ongar viðmerk-
ingar til hasi viðurskiftini,
sigur Knud Balle.
Avtalan við P/F
Vágatunnilin
Týskvøldið skrivaði Knud
Balle undir avtalu við
Dávid Reinert Hansen,
stjóra í P/F Vágatunnilin.
Ein
avtala,
sum
skal
tryggja, at el-arbeiðið verð-
ur gjørt liðugt, so undir-
sjóvartunnilin kann lata
upp fyri ferðslu 10. desem-
ber. Fyri hetta fær KB El-
Teknik 1,75 milliónir krón-
ur afturat tí, sum fyritøkan
bjóðaði, tá arbeiðið varð
boðið út. Aðrastaðni í
blaðnum vísir Dávid Rein-
ert Hansen á, at neyðugt var
við nýggjari avtalu, tí ann-
að arbeiði í tunnlinum
seinkaði el-arbeiðinum, so
fólkið hjá KB El-Teknik
ikki slapp framat til ásettu
tíð.
– Grundarlagið undir
okkara tilboði er munandi
broytt nú. Vit mugu bæði
leggja uppfyri spill-tíðini,
tá vit ikki sluppu framat,
umframt at vit nú skulu
hava fleiri mans í arbeiði
fyri at fáa el-arbeiðið liðugt
til tann 10.desember, sigur
Knud Balle. Hvussu nógvar
mans talan er um, vil hann
tó ikki siga.
Stjórin í P/F Vágatunnil-
in førir fram, at uppruna-
liga kravið frá KB El-Tek-
nik til P/F Vágatunnilin var
langt omanfyri tær 1,75
milliónirnar, sum fyritøkan
nú hevur fingið afturat.
Men Knud Balle ynskir
ikki at gera viðmerkingar
til upphæddina, og hvørji
krøv,
fyritøka
hansara
møguliga hevur sett.
Stjórin í KB El-Teknik
sigur, at henda avtala, ið
hann hevur gjørt við P/F
Vágatunnilin, er bindandi,
so leingi fortreytirnar fyri
arbeiðinum ikki broytast.
Hann sigur, at fyritøkan
hevur gjørt eina avtalu um
at gera el-arbeiðið liðugt,
so tunnilin kann lata upp
10. desember, og tað ætla
tey sær at halda.
Føroyar áhugaverdur
marknaður
Fyritøkan hjá Knud Balle
hevur rættuliga fingið vind
í seglini í Føroyum, og sum
nevnt hevur hon um hendi
stórarbeiði, bæði í Kolla-
firði, á Landssjúkrahúsin-
um og í Vágatunnlinum.
Bara hesi bæði seinastu eru
arbeiði fyri yvir 30 milli-
ónir krónur. Knud Balle
sigur, at stinga onnur ar-
beiði í Føroyum seg upp,
sum kunnu tykjast áhuga-
verd fyri fyritøkuna, so
ætla tey sær avgjørt at
bjóða uppá arbeiðini. Hann
metir ikki, at nógva um-
talan av KB El-Teknik hev-
ur skatt fyritøku hansara.
– Eg meti ikki, at umtal-
an hevur skatt okkum. Vit
fylgja øllum lógum og
reglugerðum, og vit eru
kappingarfør, bæði í prísi
og í dygd, sigur Knud
Balle, stjóri í KB El-Tek-
nik.
Nú danska fyritøkan
KB El-Teknik hevur
kravt 1,75 milliónir
krónur afturat fyri at
gera el-arbeiðið í
Vágatunnlinum
liðugt, er tilboðið frá
fyritøkuni við eitt
vorðið eina millión
dýrari enn næstlægsta
tilboðið. – Broyttu
fortreytirnar eru
orsøkin til meir-
kostnaðin, og tí mugu
vit góðtaka hetta,
sigur Dávid Reinert
Hansen, stjóri í P/F
Vágatunnilin
VÁGATUNNILIN
Jón Brian Hvidtfeldt
Tá tilboðini uppá el-arbeið-
ið og tað sonevnda SRO-
arbeiðið (styring, reguler-
ing, overvågning) vóru lat-
in upp á skrivstovuni hjá
P/F Vágatunnilin á Skansa-
vegi 7, tann 10.apríl í ár,
hevði KB El-Teknik lægsta
tilboðið. Danska fyritøkan
bjóðaði sær til at gera el- og
SRO-arbeiðið fyri á leið
12,2 milliónir krónur, ella
700.000 krónur lægri enn
næstlægsta tilboðið, sum
var frá P/F Eyðun Jesper-
sen og felagnum Agder
Energi Belysning. Hini
bæði samtøkini, sum eisini
vóru sloppin gjøgnum pre-
kvalifiseringina og víðari
til sjálva tilboðsgevingina,
vóru P/F Højgaard &
Schultz, sum bjóðaðu sam-
an við El-talvuvirkinum í
Gøtu og MT Højgaard
Installation A/S. Fjórða
tilboðið var frá ABB A/S og
P/F El-Service
Úrslitið gjørdist sum
kunnugt, at KB El-teknik
fekk arbeiðið, og um hálv-
an august varð so smátt
farið í gongd við el-arbeið-
ið í Vágatunnlinum. Men
av tí at meira av vatni lak
niður í tunnilin enn væntað,
og tað tískil mátti leggjast
meira av tekju upp undir
loftið, slapp danska fyritøk-
an ikki framat til ásettu tíð-
ina.
Eftir at leiðslan í P/F
Vágatunnilin fyri viku síð-
an boðaði frá, at tunnilin
kortini ikki kundi takast í
nýtslu tann 26. november,
varð fundur avtalaður mill-
um Vágatunnilin, NCC og
KB El-Teknik um, hvat nú
skuldi henda. Semjan part-
anna millum bar í sær, at
P/F
Vágatunnilin
skal
gjalda KB El-Teknik 1,75
milliónir krónur afturat
upprunaliga kostnaðinum
fyri at gera arbeiðið liðugt,
so tunnilin kann takast í
nýtslu 10. desember. Sam-
tíðis bar semjan, sum fekst
í arbeiðsskúrinum í Leyn-
um týskvøldið, ikki í sær
nakra eykarokning frá NCC
til P/F Vágatunnilin.
Ikki longur bíligast
Við eykarokningini frá KB
El-Teknik uppá 1,75 milli-
ónir krónur kemur samlaða
tilboðið frá donsku fyritøk-
uni upp á stívliga 14 milli-
ónir krónur, ella eina milli-
ón hægri enn næstlægsta
tilboðið, ið var latið upp
tann 10. apríl.
Dávid Reinert Hansen
váttar, at tilboðið, ið P/F
Vágatunnilin tók av, nú ikki
gjørdist bíligasta tilboðið
kortini.
– Tilboðini uppá el- og
SRO-arbeiðið vóru givin
við teimum fortreytum,
sum tá vóru galdandi. Síð-
an eru fortreytirnar broytt-
ar, og tí meti eg tað vera
skeivt at samanbera við
upprunaligu tilboðini, nú
arbeiðið er farið í gongd,
sigur stjórin í P/F Vága-
tunnilin.
Spurdur, hvørjar broyttu
fortreytirnar eru viðvíkj-
andi el-arbeiðinum, sum
gera arbeiðið heilar 1,75
milliónir krónur dýrari,
sammett við tilboðið, vísir
Dávid Reinert Hansen á, at
nú nýggj tíðarfreist er sett
á, nær tunnilin skal takast í
nýtslu, er neyðugt hjá el-
fyritøkuni at skipa arbeiðið
ørðvísi.
– KB El-Teknik hevur
boðað frá, at teir, fyri at
vera lidnir til ásetta dato,
noyðast at hava fleiri mans í
arbeiði – frá at vera umleið
átta fara teir nú at vera 15
mans til arbeiðis fyri at fáa
el-arbeiðið liðugt, sigur
Dávid Reinert Hansen.
Hann leggur afturat, at har-
umframt koma aðrar meir-
útreiðslur, ið KB El-Teknik
sigur seg hava haft, av tí at
fyritøkan ikki er sloppin
framat arbeiðinum til ásettu
tíðina.
Stjórin fyri P/F Vága-
tunnilin váttar, at arbeiðið,
ið KB El-Teknik skal gera í
Vágatunnlinum, er júst tað
sama nú, sum tað uppruna-
liga var, tá tilboðini vóru
latin inn. Hann sigur, at
upprunaliga kravdi danska
fyritøkan eina langt størri
upphædd fyri at gera ar-
beiðið liðugt, men at part-
arnir síðan samdust um, at
P/F
Vágatunnilin
skal
gjalda 1,75 milliónir krónur
afturat, fyri at fáa el-ar-
beiðið liðugt.
Við eitt sindur av høvuð-
rokning ber til at rokna seg
fram til, at við eini meðal
tímaløn uppá 400 krónur
um tíman ber til at hava 15
mans í arbeiði í 292 ar-
beiðstímar, fyri tær 1,75
milliónir krónurnar, sum
eykarokningin frá KB El-
Teknik ljóðar uppá.
Dávid Reinert Hansen
sigur seg duga at skilja, at
við strammu tíðarætlanini,
ið P/F Vágatunnilin hevur
sett sær sjálvum fyri nær
tunnilin skal lata upp, er
vandi fyri, at tilboðsgevar-
arnir kunnu útnytta støðuna
til at trýsta prísin uppeftir.
– El-arbeiðið í tunnlinum
er jú í gongd, og sum út-
gangsstøði hava vit tí alla
tíðina roynt at fingið teir
somu at gera arbeiðið lið-
ugt. Skuldu vit nú fáa eina
aðra fyritøku til at gera ar-
beiðið, so hevði tað bæði
tikið longri tíð, og helst eis-
ini kostað meira. Harum-
framt var vandi fyri eini
møguligari rættarsak móti
P/F Vágatunnilin, sum vit
ikki kendu úrslitið av
frammanundan.
Spurdur, hvørt P/F Vága-
tunnilin hevur tryggjað sær,
at henda eykarokningin frá
KB El-Teknik verður tann
seinasta, sigur Dávid Rein-
ert Hansen, at partarnir eru
samdir um, at viðvíkjandi
tí, sum er farið fram til dags
dato, ber ikki til at koma
afturumaftur.
Skal
ein
eykarokning kunna leggjast
á borðið afturat, so skal tað
vera tí at fortreytirnar hetta
til 10. desember broytast
munandi, sigur stjórin í P/F
Vágatunnilin.
Fámæltur stjóri
Lægsta tilboð ikki longur lægst
Ein eykarokning upp á 1,75 milliónir krónur frá KB El-Teknik til P/F Vágatunnilin. Tað var úr-
slitið av fundinum partanna millum í einum arbeiðsskúri í Leynum týskvøldið. Meirkostnaðurin
ger, at samlaða rokningin frá KB El-Teknik fer eina millión uppum næstlægsta tilboðið, sum P/F
Vágatunnilin fekk uppá el-arbeiðið í undirsjóvartunnlinum
Mynd: Jens Kr. Vang
Á alarmsentralinum
vilja tey ikki vera við,
at tey ikki tóku tað
fyri fult, tá ið ein
drongur bað um
hjálp, eftir at ein
seksæringur hevði
siglt á land á Glyvurs-
nesi
ALARMSENTRALUR
Áki Bertholdsen
– Tað er ikki rætt, at vit ikki
tóku tað fyri fult..
Kristian Dahl á politi-
støðini í Havn, vísir aftur,
at alarmsentralurin ikki tók
14 ára gamla Trygva Jacob-
sen fyri fult, tá ið hann
ringdi og bað um hjálp,
eftir at hann, sjálvur annar,
var farin á land á Glyvurs-
nesi við einum seksæringi
týsnáttina.
Hann sigur, at tvørtur-
ímóti sendi alarmsentralur-
in hjálp á staðið beinanveg-
in.
Hann hevur sjálvur lurtað
eftir bandupptøkum av tí,
sum varð sagt, tá ið drong-
urin ringdi eftir hjálp.
– Sambandið var ógvu-
liga vánaligt, so tað er trup-
ult at hoyra, hvat sagt verð-
ur. Í veruleikanum var talan
um tríggjar samrøður, tvær
á alarmsentralin og eina á
politistøðina, so tvær frðir
varð sambandið kvett.
Men um tað var kvett tí at
drongurin legði hornið á,
ella tí at signalið hvarv, veit
hann ikki.
Kristian Dahl sigur, at tá
ið drongurin ringdi triðju
ferð, fekk hann at vita, at
hjálp var á veg, tí politist-
urin, sum tók telefonina á
alarmsentralinum,
setti
bjargingartiltak í verk bein-
anvegin.
Telefonin
hjá
alarm-
sentralinum og telefonin á
politistøðini standa eisini á
sama borðið, so tað er ikki
so langt ímillum og oftast
er tað sami politistur, sum
svarar báðum telefonunum.
Tó leggur hann afturat, at
fyri at kunna veita so góða
hjálp sum gjørligt, er tað
neyðugt at fáa ymsar upp-
lýsingar.
– Hjá tí, sum er í neyð,
kann tíðin tykjast ómetaliga
long, hóast talan bert er um
nakrar fáar minuttir. Men
hesir
upplýsingar
eru
týdningarmiklir
fyri
at
kunnu veita røttu hjálpina.
Og tá ið sambandið er so
vánaligt, sum tað var í hes-
um føri, ger tað eisini sítt
til, at tað longri tíð at fáa
teir røttu upplýsingarnar.
Men nú sigur drongurin,
at hann varð spurdur um
hann hevði stolið bátin. Er
tað ein neyðugur upplýs-
ingur fyri at kunna veita
hjálp?
– Eg skal ikki siga, hvat
varð spurt um og ikki í hes-
um føri. Men tað er altíð
neyðugt at hava so full-
fíggjaða mynd av støðuni
sum gjørligt fyri at vita
akkurát, hvat skal gerast,
sigur Kristian Dahl.
Hann heldur tí, at alt fór
fram, sum tað skuldi hesa
náttina, seksæringurin av
Argjum sigldi á land.
Embætisførslan hjá
Høgna Hoydal minnir
ikki sørt um valds-
reingjan, og tað eigur
Løgtingið ikki at
kunna liva við, heldur
Kristian Magnussen
UTTANLANDS-
SAMSTARV
Áki Bertholdsen
– Tað tykist sum um at
partapolitikkur er einasta
orsøk til, at Høgni Hoydal
ætlar at forbjóða Elektron
at samstarva við ein tæn-
astustovn í Danmark. Og
tað er ikki ein saklig orsøk.
Kristian Magnussen, løg-
tingsmaður, hevur nú reist
tvídráttin ímillum Høgna
Hoydal, landsstýrismann í
lógarmálum og Elektron í
Løgtinginum.
Hann hevur sett Høgna
Hoydal nakrar skrivligar
fyrispurningar um ætlanina
hjá landsstýrismanninum at
forbjóða Elektron at sam-
starva við danska tænastu-
stovnin Pengeinstitutternes
Betalingsservice, vanliga
nevnt PBS.
Kristian Magnussen vil
hava at vita, hvørjar saklig-
ar orsøkir, Høgni Hoydal
hevur fyri at forbjóða hes-
um samstarvi.
Hann hevur tískil sett
Høgna Hoydal seks spurn-
ingar og teir eru:
1. Hvørji saklig atlit í
lógini um viðgerð av per-
sónsupplýsingum
metir
landsstýrismaðurin
seg
hava, tá hann við nýggjari
kunngerð ætlar at stegða
Elektron í at samskifta við
danskan tænastustovn?
2. Í hvønn mun metir
landsstýrismaðurin, at lóg-
gávan á teimum økjum, ið
snúgva seg um viðgerð av
persónsupplýsingum, ger
rættarstøðuna hjá persón-
um verri í Danmark enn í
Føroyum?
3. Hevur landsstýrismað-
urin fingið viðmæli frá
fyrisitingini til at gera
nýggja kunngerð um flutn-
ing av persónsupplýsingum
til útlond? og um so er,
hvussu eru grundgeving-
arnar í viðmælinum?
4. Í hvønn mun forðar
handilssáttmálin
millum
Føroyar op ES, at lands-
stýrismaðurin tekur atlit
til, at føroyskar teldufyri-
tøkur fáa handilsliga ser-
støðu í mun til ES-fyritøk-
ur, og at EDV-førleiki verð-
ur varðveittur í Føroyum?
5. Hvørjar tankar hevur
landsstýrismaðurin
gjørt
sær, um møguligt rættarmál
verður avleiðing av fráboð-
aðu kunngerðini?
6. Hvørjar avleiðingar,
metir landsstýrismaðurin,
at fráboðaða kunngerðin
kann hava fyri tær gjalds-
tænastur, ið føroyingum
stendur í boði í dag?
Umboðar ikki mín
vilja
Kristian Magnussen vísir á
tað drúgva orðaskiftið, sum
hevur verið ímillum Elek-
tron øðrumegin og lands-
stýrismannin í lógamálum
hinumegin um samstarvið,
sum Elektron hevur við
PBS.
Elektron heldur uppá, at
samstarvið við PBS er fult
lógligt og víst verður á, at
Dátueftirlitið,
sum
er
hægsti myndugleiki á økin-
um, hevur givið loyvi til
hetta samstarv.
–
Landsstýrismaðurin
metir ikki, at lógin heimilar
slíkum virksemi, og hann
hevur í sínari argumenta-
sjón serliga víst til álitið, ið
rættarnevndin læt Løgting-
inum, tá lógin var til við-
gerðar og var samtykt í
Løgtinginum á vári 2001.
– Niðurstøðan hjá lands-
stýrismanninum er, at tað er
Løgtingsins vilji, at slíkar
upplýsingar, ið talan er um,
ikki skulu av landinum, og
at hann vil gera tað, ið er
neyðugt fyri at steðga hes-
um virkseminum hjá Elek-
tron.
Høgni
Hoydal
hevur
tískil boðað frá, at hann
ætlar at koma við nýggjari
kunngerð, ið ger hetta púra
greitt.
Kristian Magnussen sig-
ur, at hann var ein av teim-
um, sum var til at sam-
tykkja lógina um viðgerð
av persónslýsingum.
– Og við hesum vil eg
landsstýrismanninum frá,
at hann ikki umboðar mín
vilja í hesum máli.
Kristian Magnussen sig-
ur, at eftir hansara tykki
loyvir lógin, at upplýsingar
kunnu flytast av landinum,
um tað er sannlíkt, at
lóggávan, í hesum førinum
í Danmark, verjir einstakl-
ingin líka væl sum føroysk
lóggáva.
– Eg eri sannførdur um,
at tað neyvan finst ein sak-
lig grundgeving fyri at
halda, at donsk lóggáva
ikki tryggjar borgaran líka
væl ella betur enn okkara
egna lóggáva, tá talan er
um at tryggja borgaran, tá
persónsupplýsingar verða
viðgjørdar.
Løgtingsmaðurin vísir á,
at í endamálsorðingin í lóg-
ini um viðgerð av persóns-
upplýsingum stendur at
endamálið við lógini er at
tryggja persónsvernd hins
einstaka, tá ið persónsupp-
lýsingar verða viðgjørdar.
Tað merkir, at teir skulu
verða viðgjørdar við virð-
ing fyri tí persónliga fræls-
inum og heimafriðinum og
grundað á persónsupp-
lýsingar við høgari góðsku.
– Høvuðsendamálið við
lógini er sostatt, at tryggja
persónsvernd hins einstaka,
og tí er hetta einasta sakliga
atlitið, ið landsstýrismaður-
in eigur at taka, tá ið støða
skal takast til, hvat er loyvt
ella ikki.
Kristian Magnussen sig-
ur, at er grundgevingin hjá
landsstýrismanninum,
at
verja Elektron og harvið
føroysk arbeiðspláss og
føroyska vitan, eru hetta
ósaklig atlit, ið einki hava
við persónsvernd hjá tí
einstaka at gera.
– Tað margháttliga í hes-
um máli er, at Elektron
metir seg kunna nýta av-
markaðu arbeiðsorku sína
til aðrar átrokandi uppgáv-
ur enn hesa, ið teir kunnu
útvega sær úr Danmark, og
at stovnurin frábiður sær
hesa, eftir mínum tykki,
politisku uppíblanding frá
landsstýrismanninum.
– Einasta atlitið, ið tykist
vera hjá landsstýrismannin-
um, er tað partapolitiska,
og hetta er ikki eitt sakligt
atlit at taka og er ikki í
samsvari við endamálsorð-
ingina í lógini.
–
Embætisførslan hjá
landsstýrismanninum
minnir ikki sørt um tað,
sum við einum donskum
orði
verður
nevnt
»magtfordrejning«, og tað
eigur Løgtingið ikki at
kunna liva við, sigur Kristi-
an Magnussen.
Sí eisini greinina »Med
forlov«, sum Jørn Astrup
Hansen, nevndarformaður í
Elektron og stjóri í Føroya
Banka, skrivar aðrastaðni í
blaðnum.
Sendu hjálp beinanveg
Kristian Magnussen: Høgni Hoydal
umboðar ikki mín vilja
– Tað tykist
sum um
partapolitikkur
er einasta orsøk
til at Høgni
Hoydal ætlar at
forbjóða
Elektron at
samstarva við
danskan stovn,
sigur Kristian
Magnussen,
løgtingsmaður
Vit tóku tað fyri fult og sendu hjálp á staðið beinanvegin, tá
ið seksæringurin av Argjum fór á land á Glyvursnesi
týsnáttina, sigur politistøðin og vísir sostatt atfinningunum
ímóti alarmsentralinum aftur
C
M
Y
K
11
10