leygardagur 2. november 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 211 - 2. november 2002
Nr. 211 - 2. november 2002
13
Kristian Magnussen
løgtingsmaður
Løgtingsmál nr. 100-20/
2002: Viðvíkjandi lógini
um viðgerð av persóns -
upplýsingum
1. Hvørji saklig atlit í lóg-
ini um viðgerð av per-
sónsupplýsingum metir
landsstýrismaðurin seg
hava, tá hann við nýggj-
ari kunngerð ætlar at
stegða Elektron í at
samskifta við danskan
tænastustovn?
2. Í hvønn mun metir
landsstýrismaðurin, at
lóggávan
á
teimum
økjum, ið snúgva seg
um viðgerð av persóns-
upplýsingum, ger rætt-
arstøðuna hjá persónum
verri í Danmark enn í
Føroyum?
3. Hevur landsstýrismað-
urin fingið viðmæli frá
fyrisitingini til at gera
nýggja kunngerð um
flutning av persóns-
upplýsingum til útlond?
og um so er, hvussu eru
grundgevingarnar í við-
mælinum?
4. Í hvønn mun forðar
handilssáttmálin mill-
um Føroyar op ES, at
landsstýrismaðurin
tekur atlit til, at før-
oyskar teldufyritøkur
fáa handilsliga serstøðu
í mun til ES-fyritøkur,
og at EDV-førleiki verð-
ur varðveittur í Føroy-
um?
5. Hvørjar tankar hevur
landsstýrismaðurin
gjørt sær, um møguligt
rættarmál verður av-
leiðing av fráboðaðu
kunngerðini?
6. Hvørjar
avleiðingar,
metir landsstýrismaður-
in, at fráboðaða kunn-
gerðin kann hava fyri
tær gjaldstænastur, ið
føroyingum stendur í
boði í dag?
Viðmerkingar
Drúgt
orðaskifti
hevur
verið í fjølmiðlunum, síðan
Elektron fyrr í ár søkti
Dátueftirlitið um loyvi til at
nýta donsku gjaldskipanina
PBS, ið føroysku peninga-
stovnarnir eru partaeigarar
í, til at veita okkum betri
gjaldstænastur. Aftaná fyrst
at nokta fyri hesum møgu-
leika, broytti Dátueftirlitið
støðu og gav Elektron
neyðuga loyvi.
Orðaskifti hevur serliga
verið millum teir, ið varða
av Elektron øðrumegin og
landsstýrismannin í lóga-
málum hinumegin. Elek-
tron heldur uppá, at lógin
um viðgerð av persóns-
upplýsingum loyvir teirra
samstarvsvirksemi
við
danska
tænastustovnin
PBS, og at hetta sambært
Dátueftirlitinum er loyvt.
Landsstýrismaðurin metir
ikki, at lógin heimilar slík-
um virksemi, og hann hev-
ur í sínari argumentasjón
serliga víst til álitið, ið
rættarnevndin læt Løgting-
inum, tá lógin var til við-
gerðar og var samtykt í
Løgtinginum á vári 2001.
Niðurstøðan hjá lands-
stýrismanninum er, at tað er
Løgtingsins vilji, at slíkar
upplýsingar, ið talan er um,
ikki skulu av landinum, og
at hann vil gera tað, ið er
neyðugt fyri at steðga hes-
um virkseminum hjá Elek-
tron. Landsstýrismaðurin
hevur boðað frá, at hann
ætlar at koma við nýggjari
kunngerð, ið ger hetta púra
greitt.
Sum ein av teimun, ið var
við til at samtykkja lógina
um viðgerð av persónsupp-
lýsingum, vil eg við hesum
boða landsstýrismanninum
frá, at hann ikki umboðar
mín vilja í hesum máli.
Eftir mínum tykki loyvir
lógin, at upplýsingar kunnu
flytast av landinum, um tað
er sannlíkt, at lóggávan, í
hesum førinum í Danmark,
verjir einstaklingin líka væl
sum føroysk lóggáva. Eg
eri sannførdur um, at tað
neyvan finst ein saklig
grundgeving fyri at halda,
at donsk lóggáva ikki
tryggjar borgaran líka væl
ella betur enn okkara egna
lóggáva, tá talan er um at
tryggja borgaran, tá per-
sónsupplýsingar verða við-
gjørdar.
Endamálsorðingin í lóg-
ini um viðgerð av persóns-
upplýsingum er soljóðandi
"§ 1. Lógin hevur til enda-
máls at tryggja persóns-
vernd hins einstaka, tá
persónsupplýsingar verða
viðgjørdar,
soleiðis
at
persónsupplýsingar verða
viðgjørdar við virðing fyri
tí persónliga frælsinum og
heimafriðinum og grundað
á persónsupplýsingar við
høgari góðsku."
Høvuðsendamálið
við
lógini er sostatt, at tryggja
persónsvernd hins einstaka,
og er hetta tí einasta sakliga
atlitið, ið landsstýrismað-
urin eigur at taka, tá støða
skal takast til, hvat ið sam-
bært lógini er loyvt ella
ikki.
Er grundgevingin hjá
landsstýrismanninum,
at
verja Elektron og harvið
føroysk arbeiðspláss og
føroyska vitan, eru hetta
ósaklig atlit, ið hann tekur,
ið einki hava við persóns-
vernd hins einstaka at gera.
Tað margháttliga í hesum
málið er, at Elektron metir
seg kunna nýta avmarkaðu
arbeiðsorku sína til aðrar
átrokandi uppgávur enn
hesa, ið teir kunnu útvega
sær úr Danmark, og at
stovnurin frábiðir sær hesa,
eftir mínum tykki, polit-
isku
uppíblanding
frá
landsstýrismanninum.
Einasta atlitið, ið tykist
vera hjá landsstýrismann-
inum, er tað partapolitiska,
og er hetta sum kunnugt
ikki eitt sakligt atlit at taka
og ikki í tráð við endamáls-
orðingina í lógini. Embæt-
isførslan hjá landsstýris-
manninum minnir ikki sørt
um tað, sum við einum
donskum orði verður nevnt
"magtfordrejning", og tað
eigur Løgtingið ikki at
kunna liva við.
Viðlagt fyrispurningin-
um er skriv frá P/F Elek-
tron, sum stóð í Dimma-
lætting
undir
teiginum
"Meining" mikudagin tann
30. oktober 2002 undir
yvirskriftini "GjaldSkipan-
in lýkur øll krøv í verandi
lóggávu".
Tí
verða
spurningarnir
settir.
Samgongan hevur lovað ein skattalætta. Hvat er
endamálið við einum skattalætta? Samgongan hevur
sagt, at hon vil lætta um hjá borgarnum við einum
skattalætta, so at tað skal gerast meira hugaligt at
arbeiða. Hesum endamáli kunnu øll ivaleyst taka
undir við. Hvat ger so Karsten Hansen?
Hann boðar frá, at skattalættin skal figgjast við
afturhaldi í lønum og øktum avgjaldsbyrðum á
arbeiðsmarknaðinum. Hann ætlar sær við øðrum
orðum at geva við einari hond fyri at taka tað sama
aftur við hinari hondini. Er tað løgið, at okkara
umsiting er vorðin ov dýr? Tað er stórt spill av
skattgjaldarans peningi, um man skal brúka tíð og
pengar úti í Fíggjarmálastýrinum fyri at uppfinna
ein skipan, ið skal innkrevja tað sama, ið man letur
í skattalætta.
Hví sigur Karsten Hansen ikki bara sum er? Tað er
ikki ráð til at lata skattalætta í løtuni. Nú síggja vit,
hvat gyltu lyftini vóru verd um, at blokkurin kundi
skerast niður við næstan 400 milliónum uttan at tað
skuldi merkjast. Man segði seg enntá hava ráð til
blokkniðurskurð og skattalætta! Nú síggja vit, at
veljarin, sum ikki einaferð, er drigin uppá tráð í
hesum máli.
Vit hava eina fíggjarlóg, ið ikki hongur saman, og
tosað verður um fleiri hundrað milliónir í almennum
sparingum. Hetta er einki nýtt. Andstøðan ávaraði
trúliga móti stóra blokkniðurskurðinum, men sam-
gongan var hvørki til at høgga ella stinga í. Serliga
tyktist Tjóðveldisflokkurin verða heilt immunur
yvirfyri væl grundaðari búskaparligari argumenta-
tión frá andstøðuni, og úrslitið síggja vit í dag. Og so
tosa teir entá um at fremja fleiri skerjingar í
blokkinum skjótast.
Hvønn skaða hevði tað gjørt, um Tjóðveldisflokk-
urin hevði tikið undir við einum blokkniðurskurði
uppá 100 milliónir, soleiðis sum Javnaðarflokkurin
skeyt upp? Tað hevði verið ein nógv hóvligari
gongd, og so sat man ikki við einari slíkari
mangulfullari fíggjarlóg i dag. Eitt er vist, og tað er,
at føroyskt sjálvbjargni er sett nógv ár aftur í tíðina
vegna forstokkutheit og manglandi búskaparligari
jørðkontakt.
Tað hevur ikki skortað uppá ávaringar frá kvali-
ficeraðum fólki, men tiverri hevur tað víst seg, at
allur konstruktivur kritikkur hevur verið kveistraður
burtur við ákærum um "svart omaná svart" og
"partapolitiskum tvassaríi". Gamla orðatakið sigur,
at skjótt er skitið verk, og tað mugu vit og ikki minst
Karsten Hansen ásanna í dag.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Karsten Hansen og tann
sokallaði skattalættin
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Fyrispurningur til Høgna Hoydal,
landsstýrismann
Jógvan við Keldu
løgtingsmaður av ST-
borgini í New York:
Ymisku londini, sum hava
fastan sess í ST, hava havt
ta siðvenju, at umframt
politikarar,
hava
eisini
umboð fyri eitt nú arbeiðs-
gevarar, arbeiðarafakfeløg
og onnur feløg verið við. -
Kanska áttu vit føroyingar
at viðgjørt eina broyting.
Sjálvandi verður ofta
spurt, um neyðugt er, at
tinglimir úr ymiskum lond-
um, skulu vitja ST-borgina í
New York, tinglimir, sum
ikki beinleiðis umboða
fasta sessin í ST- tinginum.
Hetta eru mál, sum av og
á verða havd á lofti í
limalondunum
og
av
fjølmiðlunum í umboðandi
londum.
Miðdepilin,
Sameindu
Tjóðir, hevur eisini onnur
endamál enn at savna
politikarar til orðaskifti,
nevndarfundir, at taka lut í
arbeiðnum í Trygdarráð-
num, at tosa um menning
av tilafturskomnum lond-
um, eitt nú Afrika, viðgera
álvarsemi av HIV/AIDS,
og í felag við diplomat-
iskum virksemi at fáa frið í
lag, har kríggj herjar og
gera átøk at byggja upp-
aftur, tað ið lagt varð í oyði.
YMISKIR FELAGS-
SKAPIR UMBOÐAÐIR
Umboðini úr ymisku lond-
unum, sum vitja í tvær,
tríggjar og í fýra vikur, eru
vanliga onnur enn politik-
arar, eisini eru tey mannað
við umboðum úr eitt nú
arbeiðgevara- og arbeiðara-
fakfeløg, feløg, ið viðgera
mannarættindi, javnstøðu,
ungdómsfeløg og ST-lo-
kalar felagsskapir.
Uttan iva kundi verið
áhugavert og av týdningi, at
eisini føroyingar tóku hetta
málið upp og kannaðu, um
ikki
hesir
felagsskapir
skiftust um at senda eitt
umboð saman við politik-
arum til ST ársfundin.
MØGLEIKI FYRI
GÓÐUM SAMBONDUM
Her høvdu verið møgu-
leikar fyri, at okkara skift-
andi umboð - umframt
politikarar - fingu góð og
áhugaverd sambond við
lond og felagsskapir.
Í samband við teir fundir,
døgverðar og tær resep-
tionir, ið hava verið,
eri eg komin í prát við
fleiri av hesum umboðum,
eitt nú við umboð fyri
arbeiðsgevarar og LO úr
Danmark, Noregi og Svø-
riki, sum hava róst hesi
siðvenju, sum nú hevur
verið i fleiri ár, at teir eru
við í sendinevndunum.
Hetta hevur givið teimum
gyltar møguleikar fyri sam-
bondum og dyggum sam-
størvum við ymisk lond.
MIÐDEPIL FYRI SO
MONGUM
ST kann verða ein virðis-
mikil miðdepil av stórum
týdningi, um vit duga at
brúka hesar møguleikar,
har eitt fjølbroytt virksemi
fer fram um allan heim og í
øllum londum.
Her er peningaumfarið
eisini viðfevnt.
Tí hevði kanska verið
áhugavert at kanna møgu-
leikarnar fyri eini broyttari
skipan fyri samstarvinum
við ársfundin hjá ST, sum
hevur verið siðvenja hjá
øðrum londum.
Hetta kundi møguliga
givið føroyska samfelag-
num størri virði í samstarvi
við tey lond, ið hava fastan
sess í Sameindu tjóðum.
VIÐMERKINGAR
Tíðindabræv frá
Brúkarasamtakinum
Mikukvøldið hin 30. ok-
tober 2002 var stovnandi
aðalfundur hjá Brúkara-
samtakinum, felag fyri
brúkarar í Føroyum.
Orsøkin til hetta tiltak
var, at rættindi brúk-
arans í Føroyum ikki eru
nóg væl vard, lutvís tí at
myndugleikar í ov lítlan
mun tykjast at hava
brúkaraviðurskifti
í
huga.
Mett var tí neyðugt, at
brúkararnir í Føroyum
sjálvir taka seg saman í
felagsskap við tí enda-
máli at bøta um viður-
skiftini.
Ætlanin við samtak-
inum er fyrst og fremst
at virka fyri almennum
brúkarapolitikki
við
dagførdari lóggávu í
Føroyum, umframt at
gera vart við brúkara-
sjónarmið
í
dagliga
orðaskiftinum.
Eisini er ynski, at
Brúkarasamtakið á ein
positivan hátt verður
málgagn
fyri
brúk-
araáhugamálum, tá ið
hesi skulu berast fram í
konstruktivum kjaki við
politisku myndugleik-
arnar.
Á stovnandi aðalfund-
inum
vóru
viðtøkur
brúkarasamtaksins sam-
tyktar og vóru fimm
nevndarlimir
valdir.
Hesir vóru Ingun Sim-
onsen,
Hans
Pauli
Strøm, Gunnleivur Dals-
garð,
Høgni
Debes
Joensen
og
Kristina
Samuelsen. Sum vara-
limur vóru vald Kate
Sanderson og Edvin
Joensen.
Nevndina hevur skip-
að seg við Ingun Simon-
sen
sum
forkvinnu,
Hans Paula Strøm sum
skrivara og Gunnleivi
Dalsgarð sum kassa-
meistara.
At enda skal verða
nevnt, at talan er um
sjálvbodnan felagsskap,
at arbeiðið sum nevnd-
arlimur er ólønt, og at
virksemi ikki fevnir um
persóns- ella einstak-
lingamál.
Longu á stovningar-
fundinum vóru einir 30
einstaklingar og 5 av
teim størstu fakfeløg-
unum, ið teknaðu seg
sum lim í Brúkarasam-
takinum.
Limagjaldið er sett til
100 kr. um árið - tað
sama bæði fyri einstak-
lingar og feløg.
Tað fer sjálvandi at
styrkja virkið hjá sam-
takinum almikið, at so
nógvir
einstaklingar,
feløg og stovnar sum
møguligt eru við í fe-
lagnum, og verður tí
heitt á hesi um at tekna
seg sum limir.
Limir kunnu tekna seg
á hesi adressu:
Brúkarasamtakið,
Postsmoga 165,
110 Tórshavn,
ella við at venda sær til
ein av nevndarlimunum:
Ingunn Simonsen, tlf
317782/211696,
t-postur:
ingun@post.olivant.fo
Hans Pauli Strøm, tlf
424044/221919,
t-postur: hps@kallnet.fo
Gunnleivur Dalsgarð,
tlf 314868/311210,
t-postur:
gunnleiv@starvsmf.fo
Høgni Debes Joensen,
tlf 311832, t-postur:
foe@foe.eli.dk
Kristina Samuelsen, tlf
311883/211883,
t-postur:
kris@logting.fo
Samtakið er óheft av øll-
um partapolitikki, eins
og tað er óheft av
fíggjarligum ella øðrum
seráhugamálum,
men
harafturímóti sum eitt
aðalmál hevur eitt gott
samstarv
við
feløg,
politikkarar og stovnar.
Hóast sjónarmið kunnu
verða ymisk, so ynskir
samtakið at skifta orð
um slík í einum góðum
anda.
Jørn Astrup Hansen
Formand for Elektrons
bestyrelse
Lov er lov, og lov skal hold-
es, udtaler landsstyremand-
en i lovanliggender, som
mener, at P/F Elektrons
samarbejde med PBS om et
betalingsformidlingssyste
m ikke er foreneligt med
lagtingslov om behandling
af personoplysninger.
Heri er bestyrelsen for
Elektron ikke enig. Helt
efter loven ansøgte Elek-
tron i øvrigt tidligere på
året Dátueftirlitið om til-
ladelse til at sætte betal-
ingsformidlingssystemet i
værk. Dátueftirlitið, som
lagtinget i loven har indsat
som øverste myndighed på
området, meddelte herefter
i juni 2002 P/F Elektron
den ansøgte tilladelse.
Som vi må forstå det,
mener landsstyremanden,
at Dátueftirlitið har læst lov
om behandling af person-
oplysninger forkert. Det er
en opfattelse, som Elektron
ikke deler.
I andre retssamfund er
det således, at hvis en
borger finder, at en ad-
ministrativ afgørelse er
forkert, så kan han indanke
afgørelsen for domstolene,
som herefter tager stilling
til, hvorvidt afgørelsen er
lovmedholdelig.
Her på Færøerne kunne
det forekomme at være
således, at hvis landsstyre-
manden ikke bryder sig om
en afgørelse lovligt truffet
af rette myndighed, så
skriver han blot en ny
bekendtgørelse, som skal
have virkning for den
allerede trufne afgørelse.
Andre steder er det
domstolene, som fortolker
lovene og herefter skriver
en dom, hvorefter alle
haver sig at rette. Hos os er
det landsstyremanden, der
fortolker lovene og herefter
skriver en (ny) bekendt-
gørelse, hvorefter alle ....
Det kan nok forekomme,
at Montesquieu, der ud-
viklede magtadskillelses-
læren, har levet forgæves.
For hvad skal der dog blive
tilbage for den dømmende
magt (domstolene) at tage
sig til, hvis den udøvende
magt (landsstyremanden)
gør det til en vane med nye
bekendtgørelser ikke blot at
regulere, men også at om-
gøre, afgørelsen af enkelt-
sager? Og hvad skal den
lovgivende magt (lagtinget)
tage sig til, hvis landsstyre-
manden i stedet for at
lægge et nyt lovforslag for
tinget blot skriver nye
bekendtgørelser?
Med en uhindret adgang
for landsstyremanden til at
skrive nye bekendtgørelser,
efterhånden som han finder
behov herfor, er der vel i
øvrigt en fare for, at vi ad
bagdøren - helt uden om
lagtinget - kunne komme til
at indføre særlove. Det er
en uskik, som ikke hører
sig til i fredstid.
Forløbet må give anled-
ning til ikke blot undren,
men også bekymring. Det
må være således, at borg-
erne kan disponere i tillid
til afgørelser truffet af rette
myndighed. Det kan ikke
være ret, at en landsstyre-
mand med nye bekendt-
gørelser kan ændre grund-
laget for dispositioner, som
er truffet i tillid til gæl-
dende lovgivning og med
tilladelse
fra
myndig-
hederne.
Selvfølgelig skal Elek-
tron overholde landets love.
Men det skal landsstyre-
manden vel også.
Med forlov
Onnur enn politikarar við á ferðini til ST
TÍÐINDASKRIV
4. og 5. november 2002
hittast leiðarar í dagstovn-
um í Føroyum til stevnu á
Hotel Føroyum, har vit
viðgera ymisk evnir, sum
hava við leiðslu at gera.
Ein av hesum spurning-
um er: Hvussu fáa vit nøkta
tørvin á pedagogum? So-
leiðis sum gongdin er í dag,
er ikki nóg mikið við einum
flokki av pedagogum frá
Føroya Læraraskúla um
árið.
Ynskja tit at vita meira
ella at taka henda spurning
upp í sending tykkara, eru
tit vælkomin at venda
tykkum til undirritaðu á tlf.
225222.
Leiðarastevna fyri leiðarar í dagstovnum
C
M
Y
K
13
12