leygardagur 2. november 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 211 - 2. november 2002
15
UTTAN ÚR HEIMI
Ávara ímóti rasukríggi
Myndugleikarnir í Suðurafrika vilja vera við, at tað
vóru hvítir menn, sum løgdu teir níggju bumburnar,
sum brustu í býarpartinum Soweto fyrr í vikuni. Ein
kvinna doyði í spreingingunum.
Musiua Lekota, verjumálaráðharri ssegði í samrøðu
við eina útvarpsstøð hósdagin, at tað eru uttan iva hvít-
ir menn, sum løgdu bumburnar. Hann segði, at tað
finnast nakrir hvítir menn í herinum og løgregluni,
sum eru misnøgdir við viðurskiftini í landinum.
-Hetta eru víðgongdir misnøgdir hvítir, og mál teirra
er at elva til øsing millum hvít og svørt, segði verju-
málaráðharrin.
Arafat fyri skotum
Mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch
sigur í einari nýggjari frágreiðing, at tær palestinsku
sjálvmorðsatsóknirnar eru krígsbrotsverk.
Felagsskapurin sigur, at palestinski leiðarin, Yasser
Arafat, ger alt ov lítið fyri at steðga atsóknunum. Í frá-
greiðingini stendur, at teir palestinsku sjálvsstýris-
myndugleikarnir hava ábyrgdina av fólkinum á Vestara
Áarbakka og í Gaza-geiranum, og teir hava tí eisini
ábyrgd av teimum, sum skipa fyri og fremja sjálv-
morðsbumbuatsóknir.
Sambært Human Rights Watch eru 415 ísraelsmenn
og onnur sivilfólk deyð í yvirgangsatsóknum seinastu
tvey árini. Umleið 2.000 hava fingið skaða.
Syngja um Putin
Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur leingi verið
væl umtóktur í heimlandinum, og nú hevur ein gentu-
bólkur gjørt hann til evnið í einum nýggjum tónleika-
lagi.
Í sanginum siga genturnar í bólkinum Singing To-
gether, at tær eru troyttar av teimum russisku monnun-
um, sum drekka ov illa, og sum alt ov ofta koma sær í
trupulleikar av ymsum slagi. Tað hevur við sær, at
nógvar gentur og kvinnur verða illa viðfarnar av
monnunum.
Men Putin er annar maðurin, syngja genturnar.
Hann drekkur ikki og er siðiligur, og tí átti hann at ver-
ið ímyndin hjá øllum russiskum monnum. Genturnar í
Singing Together syngja, at tær vilja hava ein mann
sum Vladimir Putin.
Halda seg hava funnið
skammbyrsuna
Løgreglan í Svøríki sigur nú, at ein skammbyrsa, sum
varð funnin fyri fjúrtan døgum síðani, er eftir øllum at
døma tað vápnið, sum Olof Palme, forsætisráðharri
varð skotin við.
Síðani Magnum-skammbyrsan varð funnin, hevur
løgreglan kannað hana, og í gjár hevði ein ónevndur
starvsmaður í løgregluni, at skammbyrsan eftir øllum
at døma er tann sama, sum varð nýtt til Palme-morðið.
Agneta Blidberg, sum hevur ábyrgdina av morð-
kanningunum, er tó ikki so sannførd. Hon segði í gjár,
at skammbyrsan, sum varð funnin fyri fjúrtan døgum
síðani, kann vera morðvápnið, men hon legði afturat,
at tær seinastu kanningarnar eru ikki lidnar enn.
Tá skammbyrsan varð funnin, ljóðaði, at talan var
um eina skammbyrsu, sum varð stolin frá einum
manni, men kanningarnar vístu, at so var ikki.
Prestur ávaraði um jarðskjálvta
Skúlin í italsku bygd-
ini San Giuliano var
als ikki bygdur til eitt
jarðskjálvtaøki og
rapaði tí
JARÐSKJÁLVTI
Árni Joensen
Stutt fyri klokkan hálvgum
trý
hósnáttina
vaknaði
presturin í suðuritalsku
bygdini San Giuliano av
einum stoyti. Hann fekk ill-
gruna um, hvat var í væntu
og ringdi tí á kommunu-
skrivstovuna og bað tey av-
lýsa eitt tiltak, sum skuldi
verða í skúlanum. Men á
kommunuskrivstovuni
vildu tey ikki taka ávaring-
ina hjá prestinum í álvara.
Nakrar tímar seinni skiltu
tey, at tey áttu at havt lurtað
eftir presti. Tá skakaði ein
jarðskjálvti
bygdina.
Í
skúlanum vóru nógv børn
og lærarar. Flestu børnini
vóru úti í skúlagarðinum,
og tað bjargaði teimum.
Inni í skúlanum vóru nøkur
av teimum yngstu børnun-
um og lærarar teirra.
-Vit skuldu júst skriva,
hvat vit hildu um Pinoccio.
Brádliga skalv skúlin. Eg
datt niður á gólvið og visti
ikki til mín aftur, fyrr enn
eg vaknaði á sjúkrahúsi-
num, greiddi ein sjey ára
gomul genta frá í gjár.
Ov veikur
Skúlin í San Giuliano varð
bygdur í 1953 sum partur
av einari hjálparverkætlan.
Fólk í bygdini siga, at
veggirnir
í
skúlanum
skrædnaðu av jarðskjálvta-
num, og tað hevði við sær,
at takið datt niður.
Serfrøðingar søgdu longu
stutt eftir jarðskjálvtan, at
skúlin átti ikki at verið rap-
aður, hevði hann verið
bygdur eftir teimum áset-
ingum, sum eru galdandi
fyri slíkar bygningar í ein-
um jarðskjálvtaøki. Skjálv-
tin hósdagin varð máldur til
5,4 á Richter-stiganum, og
aftaná komu tveir minni
skjálvtar.
Allan hósdagin, gjára-
náttina og í gjár leitaðu
bjargingarlið eftir børnun-
um, sum komu at liggja
undir tí rapaða skúlanum.
Seinastu almennu tølini í
gjár søgdu, at 22 av skúla-
børnunum í San Giuliano
vóru deyð.
Fleiri doyggja av luftdálking enn av krabbameini,
AIDS og ferðsluvanlukkum
Granskarar, sum hava
kannað luftdálking-
ina í 26 býum í Ev-
ropa, siga, at dálking-
in krevur fleiri
mannalív enn
krabbamein, AIDS og
ferðsluvanlukkur
DÁLKING OG HEILSA
Árni Joensen
Niðurstøðan hjá gransk-
arunum, sum hava kannað
luftdálkingina í teimum 26
býunum, er, at tað ber til at
bjarga fleiri túsund manna-
lívum um árið, verða tiltøk
sett í verk fyri at gera luft-
ina reinari.
Granskararnir siga, at
sjálvt um myndugleikarnir
nógvastaðni hava lagt størri
dent á umhvørvið tey
seinnu árini, er luftdálking-
in ein ovurstórur heilsu-
vandi og beinleiðis orsøkin
til, at fleiri túsund fólk
doyggja ov tíðliga á hvørj-
um ári.
Evropanevndin hevur sett
sær fyri at avmarka luft-
dálkingina í býunum, og
granskararnir siga, at ber
tað til at røkka tí máli, sun
nevndin hevur sett sær, fer
tað at bjarga 2.553 manna-
lívum
um
árið.
Men
granskararnir leggja aftur-
at, at verður luftdálkingin
skerd til eina helvt av tí,
sum Evropanevndin ætlar,
fer tað at bjarga 11.855
mannalívum árliga.
Granskararnir siga í sín-
ari niðurstøðu, at luftdálk-
ingin krevur fýra ferðir
fleiri mannalív enn AIDS
um árið og hálva aðru ferð
fleiri
mannalív
enn
ferðsluvanlukkurnar.
Teir 26 evropeisku býir-
nir, sum vórðu kannaðir,
eru í Bretlandi, Fraklandi,
Italia, Spania, Pólandi,
Ungarn, Grikkalandi, Ru-
menia, Írlandi, Slovenia,
Ísrael og Svøríki. Teir
svensku býirnir í kaningini
vóru Stockholm og Gøte-
borg.
50 barnakonur doyggja um dagin
Vánalig heilsuviður-
skifti og átrúnaðarlig-
ar bindingar gera, at
umleið 50 barnakon-
ur doyggja um dagin í
Afghanistan.
AFGHANISTAN
Árni Joensen
Umboð hjá ST í Afghani-
stan siga í einari frágreið-
ing, at umleið 50 afghansk-
ar kvinnur, sum eru við
barn, doyggja í burðartíð-
ini.
Um orsøkina sigur ST, at
hetta kemst partvíst av
vánaligum heilsu- og fíggj-
arviðurskiftum, men at
mentanarligar og átrúnað-
arligar bindingar eisini eiga
sín stóra lut í hesum.
ST vísir á, at trot er á
læknum í Afghanistan. Ser-
liga er trot á kvinnuligum
læknum, og tá nógvir menn
ikki vilja loyva konuni at
fara til ein mannligan
lækna, noyðast tær at leita
sær hjálp hjá onkrari jarða-
móður, sum í flestu førum
ikki hevur nakra útbúgving.
Myndugleikarnir í Kabul
hava ásannað trupulleikan
og hava nú sent eina sendi-
nevnd til Iran at kanna,
hvussu skipanin er har.
Skúlin í San Giuliano rapaði í grund av einum jarðskjálva. Sambært serfrøðingum var skúlin
als ikki bygdur til eitt jarðskjálvtaøki.
15
14
Nr. 211 - 2. november 2002
Tá fremsti parturin,
pannulepin, verður
skaddur (1. partur)
Jón Ellendersen
Eg havi fyrr skrivað eitt
sindur í blaðnum um heila-
skaðar, og ætli nú at halda á
fram. Eg havi tó lært, at
neyðugt er at nýta eitt mál,
sum ikki er "so føroyskt"
sum fyrru ferðirnar. Men
júst hetta kan gera arbeiði
trupult tí einasta "termino-
logi" (tey serligu orðini, vit
nýta í sambandi við heilan
og heilasjúkur /skaðar) vit
eiga, hevur Hans Debes
Joensen, landslækni sáli,
skapt. Og hóast verk hans-
ara er sera góð, er málið
ikki altíð so lættskilt hjá
vanligum fólki. Men eg
skal royna at vanda mær
um, soleiðis at málið eg
nýti verður eitt sindur lætt-
lisnari hesuferð.
Fremst í heilanum hava
vit eitt øki, vit vanliga
nevna
pannulepin
ella
framlepin,
á
donskum:
frontallappen(-erne);
á
enskum: frontal lobes. Sum
vit sýggja á mynd 01 og 02,
liggur ein partur av lepan-
um beint omanfyri eygumi.
Hesin partur, beint oman
fyri eyguni er tað, sum á
mynd 02 er nevnt: prefron-
tal
area.
Men
sjálvur
pannulepin fevnir um alt
tað økið, sum er litað reytt
og blátt á mynd 02.
Vanliga verður pannu-
lepin umtalaður sum "hin
gátuføri pannulepin" (ella
"gátuføru pannuleparnir" í
fleirtali, sum vanligast er á
enskum). Hetta kemst av, at
heilt fram til fyri bert 10,
15 árum síðani vóru vís-
indamenn sera ósamdir um
hvørja funksjón pannulepin
yvir høvur hevði hjá menn-
iskjanum. Summir hildu, at
hann hevði stóran týdning,
meðan aðrir hildu, at hann
nærum
ongan
týdning
hevði. Seinastu árini eru tó
allir á einum máli um, at
júst
pannulepin
hevur
rættiliga stóran týdning fyri
ikki bert heilan, men fyri
alla persónligheit okkara.
So at siga allar funksjónir,
heilin hevur og røkir, verða
á ein ella annan hátt stýrdar
av pannulepanum. Danski
nevrosálarfrøðingurin,
S
Freltofte nevnir pannulepan
"stjóri heilans" ("hjernens
direktør"), meðan Elkohon-
on Goldberg nevnir hann
"dirigentur
heilans"
("hjernens dirigent"). Fyrra
heiti er hent hjá teimum
sum eru von at rokast á
einum flakavirki td. meðan
seinna heiti er hent hjá
teimum, sum hava skil fyri
tónleikalist og kanska eru
meiri lisin enn onnur. Men
bæði heitini siga hvussu
stórt virði júst pannulepin
hevur fyri heilan.
Ein
pannulepaskaði
verður ofta eisini róptur
"hitt dyseksekutiva syn-
dromið". Hetta kemst av, at
tær funksjónir pannulepin
røkir eisini verða róptar
"dyseksekutivu funkt-sjón-
irnar" – "tær fremjandi
funksjónirnar", tvs. tær
funksjónir í heilanum sum
gera, at tú kanst hava eina
ætlan, seta ætlanina í verk,
hava hóming hvussu leikur
ferst, kann fullføra ætlanina
og síðani meta, hvørt úr-
slitið var nóg gott ella um
ætlanin skal broytast.
Hin vegin kann ein skaði
í hesum virðismikla parti
av heilanum hava rættiliga
álvarssamar fyri hin skadda
og avvarandi hansara, ikki
minst. Í staðin fyri at byrja
við at siga nakað um hvørj-
ar uppgávur pannulepin
hevur, ætli eg mær at nevna
hvat hendir hjá einum
pannulepaskaddum. Og tó
er ikki altíð so, at ein
pannulepaskaði nýtist at
fevna um øll nevndu punkt-
ini.
Niðanfyri standandi 20
punktini eru tey orð ella tær
vendingar, sum flest allir
eru
samdir
um,
eru
avgerandi tá vit tosa um ein
pannulepaskaða:
1. (hin skaddi) fær ikki
afturhald, er hann fyrst
farin í holt við at gera
ella siga okkurt, sum
einki skil er í ella sum
lítil dugur er í (respons
suppression problem)
2.dugir illa at taka tær røttu
ella tær "góðu" avgerð-
irnar (poor decission
making)
3. dugir illa at lesa, skylja
ella virða kenslurnar hjá
øðrum ella at halda seg
til sosialu reglurnar hjá
øðrum (no concern for
others emotions and
social rules)
4.dugir sera illa at hugsa
abstrakt (at ímynda
sær), at loysa trupul-
leikar ella at meta um
tað, hann longu hevur
gjørt
5. sigur ofta, at hann ætlar
sær tað og tað ella at
gera tað so og so, dugir
væl at greiða frá síni
ætlan og hvussu besti
framgangshátturin er,
men kemur síðani ikki
úr stað (knowing- doing
dissociation)
6. temporalir sekvenser-
ingstrupulleikar, tvs. at
hin skaddi hevur ilt við
at seta hendingar í rætta
tíðarraðfylgju
7. ringt innlit í egna funk-
sjónsstøðu (funksjóns-
nivieau)
8. svingandi motivasjón,
oftast motiveraður fyri
tí, sum gevir positiva
nøgd beinanvegin (ikki
altíð
gevur
positiva
feedback)
9. trupulleikar at gera ætl-
anir
10. impulsivur
11. lættur at distrahera / fáa
til annað enn tað, hann
skal
12. stutt fjús /agressivur
13. euforiskur (offarakátur)
14. apatiskur
15. tómt kenslulív (over-
fladisk)
16. fabulerandi, tvs. at hin
skaddi tosar uttan íhald,
uttan at kunna skifta
innihald (næstan frítt
assosierandi, tvs. at hitt
eina orðið tekur tað
næsta, uttan sjálvskri-
tikk og uttan tamarhald)
17. konfabulerandi,
tvs.
tosar um tað sum er
ósætt ella heilaspuni
(lýgir tó ikki beinleiðs,
men ger tað til tess at
skipa tað, sum ikki
hongur rætt saman hjá tí
skadda), hin skaddi
manipulerar ikki, men
hevur stórar trupulleik-
ar í kontrolskipanunum
hjá minninum tvs. at
minnið ikki av sær
sjálvum frásorterar eitt
sokallað "falskt minnis-
spor" (gykl, kanska
minnir sum veruliga
stava frá eini bók, eini
teknirøð, einum filmi
ella tí, onnur hava sagt
frá; hin skaddi heldur
hetta vera minni frá
egnum lívi)
18. hava lyndi til at vera
perseverandi (ger tað
sama umaftur og um-
aftur) í hugsan, talu og
gerð (plátan melir í
"somu rillu" uttan at hin
skaddi dugir at skifta
"rillu", plátan hakkar)
19. er rastleysur
20. hevur ikki tamarhald á
seksuellum atburði ella
seksuellari talu
Sjúkrasøgur:
Phineas Gage: Ein hin mest
kendi pannulepaskaddi er
amerkumaðurin, Phineas
Gage. Seinnapartin hin 13.
septembur 1848 hendi eitt
løgið og óhugnafrætt óhapp
í lítla býnum Cavendish í
statinum Vermont í land-
nyrðingshorninum í USA.
Teir vóru í ferð við at gera
eina nýggja jarnbreytar-
linju, ein bólkur av arbeiðs-
monnum undir leiðslu av
25 ára gamla Phineas Gage
vóru í ferð við at spreingja
nakað av hellu burtur.
Summir boraðu meðan
Gage sjálvur fekst við at
løða og at stampa krútið og
leggja sand omaná, áðrenn
teir sprongdu. At stampa
við nýtti Gage eina jarn-
stong. Hin altíð ansni Gage
var óansin nøkur sekund og
av óvart rendi hann stong-
ina so harðliga niður á løð-
ingina, at hon sprongdist.
13 pund tunga stongin
sendist tvørtur gjøgnum
høvdið á Gage, fór inn
undir vinstra eyga, gjøg-
num heilan og út aftur
gjøgnum skallan. Megin
hevur verið stór, tí stongin
slongdist ikki minni enn 30
metrar frá staðnum, har
Gage stóð.
Á mynd 03 síggja vit
stongina, sum Gage fekk
gjøgnum høvdið. Mynd 04
vísir eina tekning frá Ca-
vendish.
Í stuttari blaðgrein stóð
vikuna seinni, at so løgið
tað ljóðar, so var Gage enn
á lívi klokkan 2 seinna-
partin, "in full possession
of his reason, and free from
pain". Júst um hetta leiti
var vanliga hugsanin at ein-
hvør sum fekk ein tílíkan
skaða, doyði av skaðanum.
So Phineas Gage gjørdist í
veruleikanum kendur fyri
at vísindin so dyggiliga
hevði mistikið seg her. Tað
var ikki fyrr enn í 1868, í
eini grein, skrivaða av
kommunulæknanum
á
staðnum, JohnHarlow, fekst
at vita at skaðin hevði havt
við sær, at Gage var mun-
andi broyttur sum persónur
aftaná hendingina, at hann
ikki var sami maðurin sum
áður..
Bert fáar minuttir aftaná
hendingina hevði Gage
fingið vitið aftur og tosaði
sum áður. Han varð í einum
heystavogni koyrdur inn til
eitt vertshús, har hann búði
og gekk sjálvur upp trapp-
urnar. Hann varð væl við-
gjørdur av kommunulækn-
anum, Howard, og fáar
mánaðir seinni flutti hann
úr býnum og byrjaði "eitt
nýtt lív". Og júst hetta, hitt
"nýggja lívið" hjá Gage er
tað, søgan snýr seg um.
Meðan hann av fyrstani
gjørdist kendur fyri, at
hann ikki doyði av skaðan-
um, gjørdist hann síðani
kendur fyri hvussu persón-
ligheitin hjá honum full-
komiliga broyttist. 20 ár
seinni skrivar sami Harlow:
Likamliga heilsan bilar
einki, og eg tori at siga, at
hann er nærum heilt frískur
.... men sambandið millum
intellektuellu evnini og
djóralíknandi lyndið, vit øll
hava, var farið av lagið.
Hann var sera óstabilur,
legði lítið í onnur og var
oftani rættuliga grovur,
tvørtur ímóti tí, hann hevði
verið áður. (Gage var áðr-
enn skaðan ein hampa-
maður við góðum skili og
bar seg bæði fólkaliga og
sámuliga at). Hann ger tað
sum hóvar honum, og uttan
mun hvussu onnur royna at
leggja honum lag á, so ger
hann tað, hann hevur hug
til. Samstundis er hann
lúnutur og óálítandi. Hann
hevur hópin av ætlanum,
men leggur skjótt frá sær
og ferð í holt við okkurt
heilt annað .... áðrenn
skaðan var han álitið sjálvt,
og vinirnir hildu hann vera
klókan, eitt arbeiðsgrev og
ómetaliga tolin og gavst
aldri fyrr enn komið var á
mál. Vinirnir halda hann nú
vera so broyttan at teir siga,
at han ikki longur er "hin
sami
Gage".
(Harlow
1868).
Gage skifti arbeiði í
heilum, varð skildur frá
konuni og endaði sum eitt
ólukkudýr.
VIÐMERKINGAR
(Mynd 01)
(Mynd 02)
(Mynd 03)
(Mynd 04)
Heilaskaðar eru ymiskir 1:
Dimma-
lætting
ber skeiv
tíðindi
um
MRCC
TÍÐINDASKRIV
Hósdagin 31. oktober
ber
Dimmalætting
tey tíðindi á fremstu
síðu, at MRCC-støð-
in ikki vildi trúgva
ungum drongi, ið var
illa staddur í báti á
Glyvursnesi.
Hesi
tíðindi eru skeiv.
Arngrím Sivertsen
og 14 ára gamli
Trúgvi Petersen vóru
týsmorgunin á veg til
lands av útróðri við
seksæringinum "Ing-
un." Nakað sunnan
fyri Glyvursnes tók
báturin í okkurt og
fór at leka so illa, at
teir vóru noyddir at
fara av bátinum og
royna at bjarga sær í
land.
Drongurin
hevði fartelefon við,
og ringdi um hjálp.
Í greinini í Dimma-
lætting verður sagt,
at drongurin ringdi til
MRCC-støðina, og at
teir her ikki trúðu
honum. Trupulleikin
er, at MRCC ongan-
tíð hevur fingið hesa
uppringing, og hettar
er prógvað. MRCC-
støðin hevur verið í
sambandi við Trúgva
og Arngrím, og teir
hava váttað, at teir
fyrst ringdu 112 - og
ikki til MRCC-støð-
ina, sum hevur 35 13
00 - áðrenn teir valdu
at venda sær til
Politistøðina.
"Tað er ógvuliga
óheppi fyri okkara
nýggja stovn, at ivi
verður sáddur um, at
vit ikki trúgva fólki,
sum ringja til okkara.
Tað er okkara upp-
gáva at veita skjót-
astu og bestu hjálp til
tann, sum hevur tørv
fyri hesum," sigur
Djóni Weihe, leiðari
á MRCC Tórshavn.
C
M
Y
K
14