Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. november 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 211 - 2. november 2002 17 Hjá monnunum verður stóra slagið hesaferð í Klaksvík, har SÍ kemur á vitjan MANSFLOGBÓLTUR Jákup Mørk Tað tykist í ár, sum um Fleyr úr Havn er einasta liðið, sum ongan sum helst møguleika hevur at leggja seg út í heiðursmerkja- stríðið, og sum støðan er í løtuni, tykist spurningurin ernamest at vera, um Fleyr yvir høvur fer at fáa nakað stig í ár. Sunnudagin skulu havn- armenninir á heimavølli taka ímóti ÍF, sum í sínum fyrstu dystum seinasta vikuskiftið veruliga vísti tenn, tá teir so ruddiliga settu bæði Mjølnir og SÍ upp á pláss. Tí kann ikki væntast, at Fleyr fer at geva fuglfirðingunum stórvegis av mótstøðu, tá liðini hitt- ast. Hinvegin er spenningurin stórur í Klaksvík, tá SÍ kemur á vitjan. Her er talan um tvey lið, sum aftur í ár ætla sær at halda til í odd- inum, og fyri bæði ræður tí um at vinna dystirnar longu frá byrjan av. Eisini hóast hetta ikki telur so nógv fram til jólasteðgin. Hjá Mjølni man fyrsta fortreytin vera, at teir fáa álopsspæli við teimum báðum bulgarsku leikarun- um at rigga, soleiðis at trýst kann leggjast á sørving- arnar frá fyrsta bríksli. Og so mugu teir eisini vóna, at Raika enn ikki er tøkur hjá SÍ. Uttan hann kann spælið hjá SÍ gerast dekan ov ein- státtað, tí tá verður Borko ofta nakað einsamallur sum verulig hóttan, meðan breiddin er ein heilt onnur, um báðir teir útlendsku leikararnir eru við. Hjá kvinnunum er á pappírinum lítil ivi um, hvørjir favoritt- arnir eru, tá dystast verður sunudagin KVINNUFLOGBÓLTUR Jákup Mørk Tveir dystir verða leiktir í meistaradeildini hjá kvinn- um um vikuskiftið. Í Hoyvíkarhøllini skulu uppflytararnir úr KÍF royna seg móti føroyameistar- unum úr TB, og einki er at ivast í, at KÍF her kemur upp ímóti nøkrum, sum líkist eini yvirmakt. TB fekk kanska eina heldur skeiva byrjan upp á kappingarárið, tá tær taptu á Kambsdali, men avrikið í Klaksvík seinasta sunnu- dag bendir í øllum førum tann vegin, at tær nú hava funnið rætta stevið, og tað fær KÍF ivaleyst at kenna sunnudagin. Hin dysturin er í Klaks- vík, har Dráttur kemur á vitjan. Fyri bert góðum ári síðani vóru tað júst hesi bæði lið, sum stríddust um gullmerkini, og tað var einamest takkað veri einum sigri í Klaksvík, at Dráttur fekk hesi, men í dag er støðan heldur øðrvísi. Dráttur hevur tó langt ífrá somu styrki, sum tær høvdu tá, og tí er einki at ivast í, at Mjølnir ætlar sær at nýta hendan dystin til at prógva, at hóast tapið fyri TB, so eiga tær so sanniliga eisini at takast í álvara, tá tosast skal um møguligar FM- biðlar. Dystir um vikuskiftið Hondbóltur 1. deild kvinnur 02.11 15.00 Stjørnan-VÍF 03.11 14.30 Kyndil-VB 1. deild menn 03.11 16.00 KÍF-VÍF 03.11 16.00 Kyndil-H71 Flogbóltur Meistaradeild kvinnur 03.11 13.00 KÍF-TB 03.11 13.00 Mjølnir-Dráttur Meistaradeild menn 03.11 15.00 Fleyr-ÍF 03.11 15.00 Mjølnir-SÍ Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB 4 4 - 0 - 0 95 74 21 8 2 Neistin 5 2 - 1 - 2 99 97 2 5 3 Kyndil 4 2 - 0 - 2 107 96 11 4 4 VÍF 4 2 - 0 - 2 97 88 9 4 5 StÍF 4 2 - 0 - 2 101 110 -9 4 6 Stjørnan 4 1 - 1 - 2 80 85 -5 3 7 Tjaldur 5 1 - 0 - 4 102 131 -29 2 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Neistin 5 4 - 0 - 1 141 122 19 8 2 VÍF 4 3 - 0 - 1 124 94 30 6 3 StÍF 4 3 - 0 - 1 120 104 16 6 4 Kyndil 3 2 - 0 - 1 90 78 12 4 5 H71 4 2 - 0 - 2 94 104 -10 4 6 KÍF 3 0 - 0 - 3 60 76 -16 0 7 Tjaldur 5 0 - 0 - 5 119 170 -51 0 Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 TB 3 2 - 1 8 4 4 4 2 Dráttur 2 2 - 0 6 3 3 4 3 Mjølnir 3 2 - 1 7 5 2 4 4 ÍF 2 1 - 1 5 5 0 2 5 KÍF 2 0 - 2 2 6 -4 0 6 Fleyr 2 0 - 2 1 6 -5 0 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 ÍF 2 2 - 0 6 0 6 4 2 Fram 2 1 - 1 4 3 1 2 3 Mjølnir 2 1 - 1 3 4 -1 2 4 SÍ 3 1 - 2 3 6 -3 2 5 Fleyr 1 0 - 1 0 3 -3 0 Greiðir favorittar Fyrraárið kappaðust Mjølnir og Dráttur um gullmerkini, men í dag er lítið at ivast í, at Mjølnir er favorittur í hesari uppgerðini Spenningur í Klaksvík Stóri dysturin hjá monnunum hetta vikuskiftið verður í Klaksvík, har sørvingar koma á vitjan 17 Nr. 211 • leygardagur • 2. november 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Tvær ferðir á rað eru føroyameistarnir úr VÍF farnar av vøllin- um sum taparar. Leygardagin skulu tær á vøllin í Klaks- vík, og tað ræður um at sýna, at tapini bert eru av tilvild KVINNUONDBÓLTUR Jákup Mørk Mest óvæntaðu hending- arnar í hondbóltskappingini higartil hava helst verið, at VÍF nú tvær ferðir á rað hava verið noyddar at fari stigaleysar av vøllinum. Seinastu tvey árini hava tær gulu úr Vestmanna ann- ars verið mest sum eina- ráðandi, og tó at tað tíðliga í heyst stóð greitt, at Ioana Rápa neyvan fór at gerast drúgv í vetur, so varð roknað við, at liðið fram- vegis taldist millum tey allar sterkastu í landinum. Tað kann eisini væl vera, at so er, men dystirnir higartil hava víst, at hóast VÍF telir fleiri av landsins bestu leikarum, so hevur liðið ilt við at standa seg uttan skotstyrkina frá ru- mensku vinstru-hondini, og tað er so í øllum førum nakað, sum arbeiðast skal við. Nú tær koma til Klaks- víkar, er talan á pappírinum um eitt av veikaru liðunum í deildini, men lítið er tó at ivast í, at Stjørnan er eitt lið við vaksandi sjálvsáliti. Undan kappingini varð mest sum rópt neyðarróp í Klaksvík, tí tær sóu sær ikki ráð at manna liðið, men higartil hava tær so verið sjey í hvørjum dysti, og tó at talan ikki er um heiðursmerkjapláss í løtuni, so hava avrikini´í fleiri av dystunum víst, at taktirnar eru tær røttu. Millum annað vann liðið heimadystin móti StÍF, sum jú koppaði VÍF seinasta vikuskifti, so spennandi verður tað undir øllum umstøðum í Klaksvík. Jugoslavi fær elddóp Í Havn verður dystur mill- um Kyndil og oddaliðið úr Vági, VB. Kyndil tóktist í ár at hava ætlanir um at gerast partur av oddastríðnum, og tað hava tær helst framvegis. Men tapið fyri Tjaldrinum fyri viku síðani setti í øllum førum okkurt slag av kílum í hesar ætlanir. Og í øllum førum skal innsatsurin verða væl betri hesaferð, um tær ætla sær nakað sum helst burturúr dystinum. Tær grønu hava tó eisini brynja seg nakað til dystin móti VB. Seinasta vóru Annika Thomsen og Annika Ljósstein ikki við, men væntandi verður í øllum førum Thomsen við hesaferð. Hon skuldi ann- ars verið burturstødd í fýra vikur, men sum skilst, so arbeiðir Kyndil við ætlan- um um at flúgva hana upp til dystin. Hin Annika stríð- ist framvegis við skaðan í fótliðinum, og fyri fyrst eru boðini, at hon skal binda frið fram til jól, men van- liga plagar hon at treiskast hampuliga nógv, so tað kemur ikki púrasta óvart, um hon kortini fær onkran leiklut á vøllinum sunnu- dagin. Og so er tað eisini so, at leingi væntaði jugoslavin hjá Kyndli nú er komin til landið. Sonja Smiljic, sum fríggjadagin fylti 23 ár, fer hesaferð at taka eitt av bakkplássunum, og tað er neyvan nakað, sum liðfe- lagarnir heldur vildi givið henni í føðingardagsgávu enn ein sigur á oddaliðnum. VB hevur somuleiðis sínar skaðar at dragast við. Seinast vóru Arnleyg Hjelm og Guðrun Midjord ivasamar, og tó at Guðrun spældi, so var greitt, at skaðin argaði. Vónin er sjálvsagt, at tær báðar verða tøkar sunnudagin, og móti einum styrktum Kyndils-liðið, sum vanliga hevur gott tak á VB í Havn, verður hetta helst eisini neyðugt. Eftir tríggjar lands- dystir innan eina viku, skulu fleiri av landsliðsleikarunum nú aftur í heimliga eldin, og tað kann hugsast, at avrikini leygardagin verða merkt av hesum MANSHONDBÓLTUR Jákup Mørk Eftir eina viku við lands- dystum hjá monnunum, verða aftur vanligir dystir á skránni hetta vikuskiftið, og fyri summar av leikar- unum kann hetta helst gerast hampuliga strævið. Tað er kanska serliga VÍF, sum kennir sviðan av hesum, men teir skulu so vera til reiðar, tá KÍF bjóðar teimum av í nýggja heimavøllinum, Hoyvíkar- høllini. Kollfirðingar hava langt um leingi fingið styrkt sær um liðið við trimum jugo- slaviskum leikarum, og teir sýndu seinasta vikuskiftið, at teir helst fara at verða ein sera góður styrkur hjá lið- num. Tað krevst hinvegin eis- ini, um KÍF ætlar sær at taka VÍF. Sum vant teljast teir gulu millum allar sterkastu liðini í landinum, tó at teir longu hava tapt fyrsta dystin. Sum sagt, so kann tó verða, at ferða- møðin fer at gera um seg hjá VÍF, og spurningurin er so, hvørt kollfirðingar eru til reiðar at gera sær dælt av hesum. Kyndil favorittur Í Havn verður aftur hesa ferð ein grannauppgerð, tá Kyndil og H71 dystast. Her er einki at ivast í, at Kyndil eru favorittar, men eins og fyri VÍF, so hevur Kyndil havt fleiri spælarar í landsliðshópinum, og hesir skulu so venja seg við at spæla í heimligu kapping- ini aftur. H71 hevur higartil sýnt sera góðan stríðsvilja í fleiri dystum, men tá talan hevur verið um dystir móti ovaru støddu liðunum, so hava teir kortini verið ov stuttir. Skal eitt líkinda úrslit spyrjast burturúr hesaferð, so krevst í øllum førum, at stríðsviljin er til staðar. Aftur til heimligu kappingina Hvussu við VÍF VÍF skal um vikuskifitð til Klaksvíkar, har nógvir spennandi dystir hava verið millum júst hesi liðini seinastu trý árini Fleiri ferðir hevur talan verið um sera spennandi dystir, tá VÍF og KÍF hava dystast, og í mangar mátar tykist dysturin sunnudagin at gerast av sama slag C M Y K 16