Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. november 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 211 - 2. november 2002 C M Y K 18 Nr. 211 - 2. november 2002 19 YRKISFÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Meðan tey flestu her heima óivað hugsa við sær sjálv- um, at tað er í tøkum tíma, at okkurt útlendskt felag fær eyguni upp fyri fót- bóltsevnunum hjá 19 ára gamla Jón Róa Jacobsen, frøast teir í Brøndby um tað, teir síggja sum ein komandi fong. Sum nevnt í blaðnum í gjár, kann Brøndby ikki gera nakran sáttmála við Jón Róa fyrr enn eftir árs- skiftið, men hevur tí í staðin gjørt leigusáttmála. Jón Rói skal fyribils í ein mánað venja við super- ligumanningini hjá Brønd- by, og annars spæla við eykaliðnum og U21-liðnum hjá felagnum, meðan bíðað verður eftir ársskiftinum. Ekstrablaðið hevði í gjár grein í blaðnum við yvir- skriftini »Nýggja føroyska stjørnan til Brøndby«, og har leggur sjálvur stjórin í Brøndby ikki fingrarnar ímillum, tá hann skal seta orð á sína hugsan um Jón Róa: – Vit hava fyrr havt hann til royndarvenjing á eyka- liðnum, har hann vísti, hvussu góður spælari hann er, sigur Per Bjerregaard. – Nú kemur hann so aftur at spæla í ein mánað, og vit hava lovað honum nærri boð í november. Enn er ikki heilt greitt, hvussu farið verður fram, men Ekstrablaðið hevur eina giting um, at Brøndby í fyrsta umfari fer at gera eina leiguavtalu við HB til í summar. Larsen avgjørdur Blaðið hevur eisini tosað við landsliðsvenjaran, Hen- rik Larsen, sum hevur Jón Róa sum fastan mann í byrjunaruppstillingini, eftir at Allan Simonsen nakrar ferðir hevði Jón Róa við í hópinum. Og landsliðsvenjarin frø- ist eisini um, at Jón Rói Jacobsen nú sleppur at royna seg í Brøndby: – Hann sær út til at vera næsti stóri spælarin hjá Føroyum, og tað er gott fyri menningina hjá honum, um hann kann venja í Brøndby, tí kappingarárið í Føroyum er so stutt, sigur hann. Samstundis lýsir Henrik Larsen unga havnarmannin sum eitt stórt talent við tekniskum dygdum, skjót- leika og góðum høvuð- spæli. Hvussu er og ikki, fáa vit vónandi enn ein føroying í bestu donsku deildina. Næsti mánaðin verður av- gerandi, men løgið skal tað vera, um ikki undirskriftir verða umbýttar við árs- skiftið… Føroyar vunnu dystin móti Algir við hálv- umtriðja stigi móti hálvumøðrum. John Arni og Eyðun vunnu, Heini fekk javnleik og Hans Kristian tapi TALV-OL Jákup Sørensen Í flestu ítrottargreinum, har føroysk lið eru við, verður oftani tikið til, at øll skulu stríðast alt tað tey eru ment, skal líkinda úrslit fáast burturúr. Talv er tó neyvan tann ítrottargreinin, ið oft- ast verður tikin fram, tá ið ræður um at stríðast. Myndin av telvarum, har teir sita samanbitnir og bína omanyvir teimum 64 punt- unum í nógvar tímar, nei, neyvan sær tað út til at vera tað stóra stríðið sum er í hesum. Men kortini. Sást tú John Arna Nilssen hósdagin í stóru skoytu- høllini í Bled var einki at ivast í, at her var maður, sum rættiliga stríddist. Brúkti hann vanligt vit og skil og fylgdi vælmeinandi ráðum frá telvaranum, var hann ongantíð farin undir stríðið, men hevði lagt kongin, tá ið hann av gá- loysni hevði mist frúnna í 17. leiki. Eingin hevði sagt nakað ilt orð um slíka avgerð. Men John Arni er stríðs- maður og vil ikki leggja seg, fyrr enn alt er roynt. Tíbetur fyri føroyska liðið, tí annars kom triði sigurin ikki. Hann stríddist manniliga, hóast algeriamaðurin stóð nógv betri og hevði frúgv meira. Men spakuliga fór algerin at vikna í kongun- um og John Arni mentist tess meiri. Nú hevði hann stríðst so leingi, at nú var ikki at gevast. Tá ið 40 leikir vóru telvaðir, hómaðist ein lítil glotti, men enn var tap í hendi hjá John Arna. Nú fór kortini spakuliga at venda og John Arni visti, at hann stríddist fyri sigrinum bæði hjá sær og hjá liðnum øllum. Eyðun vann aftur Fyrst hevði Heini telvað javnt móti telvara, sum gevur sjálvum Michael Schumacher skarpan gang, tá ið umræður at vera kvik- ur. Tá ið 26 leikir vóru telv- aðir, hevði mótstøðumað- urin hjá Heina ikki brúkt meiri enn góðar fimm minuttir og Heini næstan hálvanannan tíma. Tíbetur fyri Heina var støðan so fløkt, at hvørgin telvari sá sær møguleikan at fáa nakað serligt burtur úr støðuni, og teir samdust um remis. Hans Kristian Simonsen, slapp fram at talvborðinum, nú John Rødgaard fekk tiltrongdan frídag eftir sera góð úrslit í teimum fyrstu seks umførunum. Tíverri fyri Hans Kristian vísti hann ikki, hvør dugur veruliga er í manni, ið sum hin einasti í øllum norður- londum hevur vunnið á Kasparov. Hans Kristian telvaði óneyvt og tapti talvið. Eyðun Nolsøe hevur nú fingið rættiliga uppreisn fyri tey bæði tapini í fyrstu dystunum. Hann telvaði við hvítum og ætlaði sær sigurin frá fyrsta leiki. Hann gjørdi ikki ov skjótt av og telvaði tolið, til hin vísti, hvar møguleikarnir vóru. Spakuliga trýsti hann mótstøðumannin longur og longur aftur og til endans var einki at gera og algerin legði kongin. Stig fyri stríðið Tað blíðkar fyri huganum monnum, og tað sannaði John Arni. Fyri hvønn leikin kom hann spakuliga betur og betur fyri seg. Hugurin mundi eisini gerast betri, tá hann frætti um hini úrslitini. Lagið gjørdist betri og tað var meiri enn so, at áskoðarnir fingu okkurt smílið frá honum. Nú var eyðsæð, at John Arni hevði bjargað sær úr deyðavanda og at javnleik- urin var vísur. Men samstundis visti hann, at skuldu Føroyar fáa triðja sigurin upp í slag, so var kravið heilt einfalt at hann eisini vann. Tá ið farið var um teir hálvthundrað leikirnar, vóru boðini frá John Rød- gaard, sum spentur fylgdi við talvinum, at nú kundi hann vinna um hann var neyvur. Algerin var nú rættiliga viknaður av øllum stríðnum hjá John Arna, og tá ið John Arni kom sær avgerandi framum, gavst hann í stundini. Hann orkaði helst ikki at stríðast við mann, sum hevði víst slíkan stríðsanda, sum John Arni hevði víst. Hálvt stig aftan fyri Danmark Føroyar vunnu dystin móti Algir við hálvumtriðja stigi móti hálvumøðrum. Eftir dystin var sum vera mann sera gott lag, og menn halda seg fyri víst hava sett nýtt met, tí hetta er fyrstu ferð at Føroyar hava vunnið tríggjar dystir á rað – og bara aðru ferð, at eingin dystir er taptur í fimm umfør. Í samanløgdu støðuni eru Føroyar á 59. plássið við 12 1/2 stigi, bara eitt hálvt stig aftanfyri Danmark, sum bleiv avsmurt 3 1/2 – 1/2 móti USA. Einki lið, sum er styrkismett aftan fyri Føroyar, hevur fleiri stig enn vit hava. Fremst í kappingini er Russland við 18 1/2 stigi. Pólland og Rumenia hava 17 stig. Fremst av norður- londum er Finland við 14 stigum, meðan Svøríki, Ísland og Noregi hava 13 1/2 stig og Danmark 13 stig. Í gjár skuldu Føroyar telva móti Eysturríki. Kanska tað hjálpti at minna teir á ein av frægastu før- oysku telvarunum, Torkil Nielsen. Hann man enn vera kendur í Eysturríki… Liðið, sum skuldi telva móti Eysturríki var hetta: John Arni Nilssen á fyrsta borði, John Rødgaard á øðrum borði, Heini Olsen á triðja borði og Eyðun Nolsøe á fjórða borði. Úrslitini í 6. umfari: John Arni Nilssen (2385) - Adlane Arab (2227 ) 1 - 0 Heini Olsen (2248) - Kamel Sebih (2323) 1/2 - 1/2 Eyðun Nolsøe (2236) - Tarek Goutali (2126 ) 1 - 0 Hans Kristian Simonsen (2231) - Badredine Khel- fellah (0) 0 – 1 Enn ein stríðssigur Frá einum av fyrru dystunum hjá talvlandsliðnum á olympiaduni í Bled. Fremst John Rødgaard, sum hevði frí móti Algir, og aftan fyri John Arni Nilssen og Eyðun Nolsøe, ið við hvør sínum sigri tryggjaðu Føroyum sigurin Brøndby væntar sær nógv av Jón Róa Stjórin í Brøndby, Per Bjerregaard, væntar sær nógv av Jón Róa Jacobsen, sum í royndarvenjing í felagnum hevur víst, hvussu góður spælari hann er 19