Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-11-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. november 1985síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Teir gomlu kunnu enn. Hetta ber væl til at siga, um ein hugsar um 4. deildarliðið hjá EB, har leik- arar sum Knút og Hans Egil, 49 og 48 ára gamlir, framvegis royna seg saman við yngru leikarum har fleiri tó eru farnir um tey tríati. Leygardagin royndu Eidis-menn seg í Gundadalshøllini móti Neistanum og væl bar til - nærum allan dystin. Gjognum allan fyrra hålvleik og stóran part av seinna lå EB á odda við tveimum málum, men tá leið móti dystarloki kom steðgur í og varð úrslitið, at Neistin fekk vent dystinum og vann við trimum málum, nevniliga 21 —18. Hóast tað ikki er tann nóguva ferðin, ið eydkennir dystirnar hjá hesum báðum liðunum, so er tað stuttligt at eygleiða teir, tí leikararnir á báðum liðum hava framvegis gott hondbóltslag og nógvar skemtiligar fríspælingar og »fintur« eru at síggja. Eisini Neistin telur leikarar, ið ikki eru ársungar longur. Menn sum Jens av Reyni og Jógvan (Egga) Jensen teljast ikki millum teir yngstu meira og Nick Thomsen og okkara egni starvsfelagi, Jan Múller, kunnu heldur ikki sigast at hoyra til tað yngsta ættarliðið longur. Myndin av EB er tikin aftaná loknan dyst leygarkvøldid og eru tað teir báðir Knút og Hans Egil, ið standa uttast. Báðir veteranarnir hjá EB, Petur O. og Eydbjørn eru eisini við á liðinum. »Elita 0 b Í ungdóms-sendingini i útvarpinum í farnu viku varð tikin til viðgerðar táttur innan ítróttin, ið nevnist »elita og/ ella breidd«. Hóast fyrsti partur av sendingini ikki viðgjerdi henda spurningin ov væl, so høvdu lurtarar, ið Tide ringdu inn ymsar hug- sjónir kring hetta evni. Og eisini Ítróttasam- band Feroya hevur hetta í huganum, tí ein partur av teirri skrá, sum Ungdóms- og menningardeildin er við at gera í samband við tað ítróttarseminar, sum ætlanin er at hava um mánaðarskiftið januar, februar 1986, er »elita og ella breidd«. I ti fyribils uppleggi, sum U- og m-deildin hevur givið frá sær, sigur hon undir punkti, ið nevn- ist >Ítróttur fram yvir«: Her er ætlanin at nema við hvat vit ætla við ítróttinum í Feroyum. Vit mugu fáa greiðu á, um endamálið er ítróttur á »elitu-stødi«, har vit nýta ungdómsarbeiðið til at finna tey fólk, ið hava evnir á ítróttarskinum og so gera tey enn betri, og nýta stóru fjøldina av ítróttaíðkarum, í van- ligum tosi nevnt >breidd- ina< sum moralskan og figgjarligan stuðul hjá »elituni«. Ella mugu vit gera okkum greitt, um tað meguliga er tað ovugta, ið vit vilja. T.v.s. hava eina »elitu« fyri at vekja ans og áhuga fyri ítróttinum, soleiðis at vit fáa so stóra »breidd« sum møguligt og av somu orsek eitt sunnari samfelag. Tepur sigur Skotland og Australia dystast um 24 plássið til HM 86. Tá skotar mikudagin spældu móti Australia ann Skotland, og seinasta á heimavelli i Glasgow og sum av flest ollum verður roknað sum munandi betri fótbóltstjóð enn Australia „bert 2—0, so dysturin í Melbourne, ið verður leiktur 4. desember kann gerast áhugaverdur Fimm dagar áðrenn hetta verður avgjørt um tað verða Syria ella Iraq, ið saman við Suður-Korea, skulu umboða Asia í Me x1c0 Iraq spældi ()—) 1skus men orsah ad at langa bardat I Whiteside nýggjan sáttmála Norðurírski landsliðsleikarin í fótbólti, tann 20 ára gamli Norman Whiteside,m hevur nú skrivað undir nýggjan sáttmála við felag sítt, Manchester United. Fyri sáttmálan ið er galdandi fyri fimm ár, fær Whiteside umleið 5 mill. krónur Whiteside, sum er liðfelagi við danan Jesper Olsen, var ein av teimum síðstu á liðinum hjá Manchester Uneted, sum jú framvegis liggur á odda í ensku kapping- ini, ið ikki hevdi skrivað undir nýggjan sáttmála við felagið. Hørd revsing UEFA, europeiska fótbóltssamgongan, hevur dømt russan Sergej Vednjev frå Zenit Leningrad átta daga leikbann í eur- opeiskum kappingu. Hetta av ti at Vedenjev varð ríkin av velli fyri at slåa ein mótleikara tá lið hansara hitti frinska Kuusysi Lahti í 2. umfari hjá meistara- liðinum og púra óvæntað tapti og tí mátti fara úr kappingini.