mánadagur 25. november 1985síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarblaðstjóri:
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
Ungdóms-
politikkur
UM VIKUSKIFTIÐ var stevna
hildin í Norðurlandahúsinum um
ungdémsmål. Fyrireikarin var
Føroya Ungdómsráð eisini kallað
FUR. Leygardagin var pallborðs-
fundur, har umboð fyri flokkarnar
skiftu orð um ungdómspolitikk,
eins og politikararnir høvdu høvi
til at hoyra, hvat tey ungu høvdu
uppå hjarta. Hvat politikararnir
hava upp hjarta, hevur eftir upp-
møtingini at døma ikki tann stóra
åhugan millum ungdémin. Hetta
eiga vit at leggja okkum i geyma
og uppmøtingin var, sum onkur
tók til, eitt ålvarssamt varskó til
tingmenn og flokkar.
BURTURSÆÐ frá hesum var tað
ein góður fundur og tað komu eis-
ini nakrar niðurstøður burtur úr,
sum kunnu gagna ungdóminum,
um politikararnir taka tær í álvara.
HØVUDSSPURNINGARNIR
snúðu seg um útbúgving. bústað
og arbeiði, men eisini spurningar
sum frítíð og friður vóru framma-
laga í orðaskiftinum. Tað sum
stóð eftir um hesar spurningar
var, at tørvur er á samskipaðum
miðnámsútbúgvingum, á nógv
betri peningaligum stuðli til tey,
sum eru undir útbúgving og tørv-
ur er á ókeypis lærutilfari til tær
víðarigangandi útbúgvingarnar.
Eisini íbúðartrotið varð, sum
nevnt, nógv umrøtt og nevnt
varð, hvussu dyrt tað er at leiga í
Havn. Somuleiðis varð víst á, at
frítíðarlógin als ikki virkar eftir
ætlan.
HETTA eru alt mál, sum sam-
gongan má taka upp í álvara, um
hon skal liva upp til sítt egna sam-
gonguskjal. Tann fíggjarlóg, sum
nú er til viðgerðar bendir á, at
landsstýrið er í ferð við at taka
munagóð stig til ein veruligan
ungdómspolitikk. Grunnurin til
lærdan lestur fær økta jåttan,
Utgevari: P/f Sosialurin
Jan Miller
Krisjan Dahi
Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Tórfinn Smith
Kalmar Lindenskov
Pit Sosialurin
P/f Pressan 1981
Fyritaksstjóri:
Blaðfótk:
Ljósmyndari:
Uppseting:
Prent:
landsmidstødin fyri lærubøkur
verður settur á stovn, játtanin til
skúlabókagrunnin verður økt og
loyvt verður teimum hægru skúl-
unum at nýta síni bókakeyp til so-
kallað flokssett.
ARBEITT VERÐUR við eini
umlegging av Íbúðargrunninum,
so hann kann fara undir at byggja
leiguíbúðir og ungdómsíbúðir.
Bett verður í næstum munandi
um låniføri Húsalánsgrunnsins,
so her eru veruliga batar á veg.
Men hetta tekur alt tíð, hetta eru
ikki åbøtur, sum kunnu fremjast
eftir einum degi, og hetta kann
bert fremjast, um ungdómurin
gjøgnum sínar felagsskapir lut-
tekur í hesum stórarbeiði.
TEY, sum eru misnøgd við frítíð-
arlógina, eiga at verða tikin við í
tí ráðleggingararbeiði, sum nú
verður sett í gongd til tess at fáa
útvegað eina skilagóða reglugerð
fyri frítíðarlógina, soleiðis at hon
verður eitt uppbyggingaramboð
og ikki sum nú ein kleppur fyri
tey, sum nýta tíð og orku uppá
tað so ábyrgdarfulla og so týdn-
ingarmikla ungdómsarbeiðið.
SAMANTIKIÐ var talan um ein
fund, sum gav øllum pørtum
nakað at hugsa um, og tað skal
vera okkara vón, at tey mongu og
góðu hugskot, sum komu fram,
fara at bera åvøkst.
jd
Nr. 135 — 25. november 1985
Eftir umbøn frá Sosialinum:
Viðmerking til Poul
Johannes Johansen
Eg vil geva P.J.J. rætt í
nógvum av tí, hann ferir
fram um sosialpolitikk by-
rådsins, og haldi hann
hava kritikk uppibornan.
Tó eigur í hesum sam-
bandi at vera sagt, at tað
veit P.J.J., at munandi
meira verður gjørt nú fyri
at beta um og rekka
longur innan júst hetta
eki. Hetta m.a. tí at viljin
nú er til og tí at betri
figgjarligt stødi er undir
kommununi til ekt tilboð.
Bert harmuligt at P.J.J.
valdi at fara úr starvi sín-
um, nú mest var brúk fyri
honum.
Skrivingin í Sosialinum
bendir á tann vegin, at
P.J.J. heldur at okkurt
logið var við setanini av
mentamáladeildarleiðara-
num. Eg veit ikki hvat
hann sipar til, men eg
veit, at hann frá mær fekk
greitt at vita, at starvið
bleiv lýst leyst.
At diktatorisk viður-
skifti valda innan býráðs-
umsitingina, og at ótol-
andi viðurskifti eru har —
má valdast hver sær —
men býráðsformaðurin er
so ovasti dagligi leiðari
umsitingarinnar, og tað
má so vera hansara lutur
at taka ábyrgdina — bæði
fyri ti ið gjørt verður og
ikki minst fyri tí, ið íkki
verður gjørt.
Sjálvur haldi eg meg
viðhvert vera alt ov linan
— men sum sagt, tað
velst um hver sær.
Annað í greinini havi eg
onga viðmerking til.
Poul Michelsen
Grótbrotið á Boðanesi !
— Vit hava í dag sent
natúrfriðingarnevndini
fyri Streymoyar sýslu,
Tórshavnar býráð og Fer-
oya landsstýri soljóðandi
skriv:á
Viðvíkjandi grótbrot-
inum á Boðanesi — last-
bilasteðini undir Svarta-
fossi.
Í góðum samstarvi mill-
um Hoyvíkingar, tá teir
vóru saman við Argja
kommunu, og Tórshavnar
býráð varð ein friðingar-
linja legd báðu megin
Hoydalsá.
Friðingarnevndirnar
staðfestu hesa byggilinju,
og harvið hava Havnar-
fólk fingið eina sjáldsama
virðismikla gávu. At eiga
eitt vakurt friøki fram við
Hoydalsá frá Boðanes-
gjógv og niðan undir
Svartafoss.
Hetta ekið fer sum frá
líður at vísa seg at verða
tað týdningarmesta re-
kreativa ekið í býnum, har
getur kunnu ganga fram
við einari rímuliga reinari
á. Har friður er mitt í
einum annars í alla máta
stressandi býarlívi.
Agangur hevur tó verið
á hetta friøki, tí tað skerst
ikki burtur, at tyrlulend-
ingin er komin ov nær, og
at ringvegurin oman í veg-
in Yviri við Strond eisini
er komin ov nær.
Men serliga eru tað
grótbrotið á Boðanesi og
lastbilasteðin hjá Jón
Hansen undir Svartafossi,
ið gera seg alt ov nógv inn
á hetta friøki og forða fyri,
at tað fær ta heild, ið hevði
fingið tað at skara framúr
øllum friøkjum, vit kenna.
Har tú í friði kundi
spákað fram við reinari
stórari á, mitt í einum byi,
frá sjóvarstrond við Boða-
nesgjógv og niðan um
Svartafoss gjøgnum urta-
garðsekini á Ternuryggi
og niðan um býin út í
hagan.
Bert hendinga vegir
ganga tverturum hesa
breiðu friøkisål, men tað
átti at borið til at lagt
gøturnar tvertrum ella
undir hesar vegir soleiðiis
at tann gangandi, ið her
spákaði, gekk ella rann
sær ein túr, framvegis
hevði varhugan av at vera
í friði burturi frá stressaða
býarlívinum.
Eins og tað fyrr var
hugaligt at fara niðan á
Boðanes og Boðanessand,
hevði tú so havt hetta ekið
at farið inn á góðveðurs-
dagar um summarið og
um veturin.
Gróðtvirkið Yviri við
Strond hevur lingi ant og
skrætt grótbrotssárið á
Boðanesi upp, so hvert
peningur varð settur í tað
frá almennari síðu. Men
nú helt tað so uppat.
Tá hugsað verður um
teir meguleikar, ið nú eru
fingnir til at skapa hetta
fraúr sjáldsaman friøki í
býnum, er eingin orsek at
lata aðrar taka grótbrót-
ingina á Boðanesi upp-
aftur.
Heldur er hjá myndug-
leikunum nú at gera skjótt
av og lekja sárið aftur og
gera ekið á Boðanesi aftur
til tann yndisliga blett, ið
Havnarfólk minnast og
fyrr fegnaðust um.
Út frá hesum sjónar-
miðum vil Feroya náttúru-
og umhvervisverndar-
felag staðiliga mæla frá, at
friðingarmyndugleikarnir
yvirhevur vilja umhugsa
at geva nýstovnaðum
felag loyvi til at taka grót-
brótingina á Boðanesi
uppaftur.
Heldur áttu friðingar-
myndugleikarnir at kravt
av kommunu og landi, ið
sum hevuðspartaeigarar
hava staðið fyri hesari
vandalismu, at hesir
myndugleikar settu ekið í
tann stand, ið svarar til
byggisamtyktina, ið
kommunan hevur sam-
tykt og landsstýrið góð-
kent.
Og í sama viðfangi áttu
friðingarmyndugleikarnir
at kravt av kommunu og
landi, at hesir myndug-
leikar uttan drál steðgaðu
ti óruddi og dålking, ið fa.
Jón Hansen stendur fyri
mitt í friøkinum og beint
undir tí vakra Svartafossi.
vinarliga
Feroya náttúru- og
umhvervisverndar-
felag
Tummas Lauritsen
FERÐSLUTRYGD