Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-11-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. november 1985síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 136 — 28. november 1985 tíðindablaðið $ Si lurin| Síða 3 Ernst Hansen um semjuna: — men nú veldst so um, hvussu hon fer at virka í praksis — Eg kann bert siga fyri meg, at avtalan, sum varð gjørd mánakveldið, er av- gjørt brúklig á pappir- inum, men nú veldst so um, hvussu hon fer at virka í praksis. Hetta sigur Ernst Han- sen, bókhaldari á Telefon- verkinum í eini viðmerk- ing til ta semju, sum nú er gjørd í trætuni millum hann og stjóran á Tele- foknverkinum, Sólbjern Jacobsen. Ernst Hansen sigur, at tað er eingin loyna, at ein oftani hevur ringar roynd- ir av, at semjur sum á pappírinum síggja góðar út, í veruleikanum eru tor- førar at praktisera. — Ber tað til at flyta alla bókhaldsdeildina om- an á Tinghúsvegin, sum ásett í semjuni? — Tað haldi eg ber til. Har skal ymiskt gerast í tí sambandinum. — Men fer hetta ikki at forða tykkum í at gera bókhaldsarbeiðið eins væl og frammanundan? — Tað haldi eg ikki. Men sjálvandi er hetta ikki tann besta loysnin, tí eitt nú inngjalding frá tel- efonfelagnum hoyrir til undir avgreiðsludeildini sum er á Hálsi. Hetta fer so at geva nakað av trup- ulleikum. — Hvat siga starvsfólk- ini á bókhaldsdeildini til at flyta oman á Tinghús- vegin? — Tað man vera í lagi við tí. — Nú gjørdu tit eina semju mánakveldið. Metir tú, at Sølbjørn Jacobsen hevur slakad i krøvum sinum? — Tad vil eg ikki uttala meg um, fyrr enn eg havi sæð, hvussu virkar í praksis. — Men avtalan sigur jú, at tú kanst geva boð til starvsfólkini á bókhalds- deildini, uttan at tey skula ganga gjegnum stjóran. Er hetta ikki ein broyting frá tí, sum stjórin upp- runaliga kravdi? — Jú, tað er tað. Eg fekk jú at vita, at eg varð settur frá sum bókhaldari, og at eg kundi fara oman á Tinghúsvegin við ongum, uttan at hava starvsfólk ella bókhald við mær. Nú koma so ell við mær, og eg skal ikki geva boð hverki gjegnum stjóra ella Hans Christensen. — Hver er tín steða til Hans Christensen, nú semjan er gjerd. — Hann er ikki mín yvirmaður og eg skal ikki geva bod gjøgnum hann heldur. Ég veit annars ikki rættiliga, hvar hann er í okkara organistatións- skipan. — Metir tú hesa semj- una sum ein sigur fyri Starvsmannafelagið? — Tað geri eg. Men ein hevði helst ikki verið komin til eitt slíkt úrslit, uttan at felagið hevði fingið so stóra undirteku skipanin einstaklingum o.e. — Tú heldur sostatt, at undirtekan tit hava fingið frá eðrum, hevur havt stóran týdning fyri úrslit- ið? — Ja, so avgjert. Hetta sigur einum og lærir fak- feleg, at tað lenar seg at standa saman, og at ein ikki eigur at siga ja og amen til eitthvert hug- skot, um tað so kemur frá einum stjóra ella eðrum, sum verður tveitt út uttan at hugsað er um fylgj- urnar av tí. — Nú hevur verið frammi í tjakinum, at fekst tú ikki eitt úrslit, sum tú kundi góðtaka og saman við Starvsmanna- felagnum, so fór hetta at fáa avleiðingar fyri lima- skap tín í Javnaðarflokk- inum. Tú hevur sum er tikið teg úr flokkinum, men nú er so eitt úrslit, sum tú ert negdur við. Hvat hevur tað so at týða fyri tilknýti títt til Javn- aðarflokkin? — Handa spurningin fari eg ikki at svara uppá, fyrr enn eg havi sæð, hvussu henda nýggja skipanin virkar. Tað vil so tíðin vísa, endar Ernst Hansen. jan Atli Dam løgmadur: Nu rædur um at finna eitt arbeidslag — sum kann brúkast av báðum pørtum. At tala um vinning ella tap í hesi semju er heilt fullkomiliga uttan týdning sigur Atli Dam, legmaður í eini viðmerking til ta semju, sum varð gjørd millum partarnar í trætuni á Telefonverkinum mánakveldið. Vit spurdu fyrst løgmann: — Nú fekst so ein semja í lag. Er tað tú sjálvur, sum hevur tikið stig til hesa semjuna? — Tað kann ein nokk siga. Eg hevði varhugan av, at nevndin, sum varð sett við umboðum fyri Starvsmannafelagið = og landsstýrið, hevði torfert við at koma til eitt úrslit og at máli var komið har- til, at fylgjan av tí bleiv, at tað skuldi víðari til ein gerðarrætt. Gerðarrættur seinasta loysn Hóast ein gerðarrættur kann vera uppá sítt pláss í mongum førum, so eigur henda loysn altíð at vera tann seinasta, ið nýtt verður og helt eg tí, at tað var vert at royna eina … A ere semju millum partarnar. Tað visti seg so, at møgu- leiki var fyri eini semju. — Men hvussu bar tad til, at tit kundu røkka eini semju nå, tå hetta ikki kundi gerast fyrr? — Tað er ein sannroynd, sum ein ger so oftani, tå tvistøda er — eitt nú verk- fall — at tað skal tíð til at míkja viðurskiftini, áðr- enn grundarlag er fyri - semju, og tann neyðuga tíðin hevði verið nýtt nú. — Eitt er so ein avtala á pappírinum, annað er, hvussu hon kann virka í praksis. Halda partarnir, athon fer at virka í praksis eisini? — Eg rokni við, at ein avtla, sum báðir partar hava skrivað undir, mugu vit rokna við fer at halda, og at partarnir í tí prakt- isku tilrættaleggingini av arbeiðinum fara at gera sær ómak fyri at fáa hetta at virka — Verður henda avtala at merkja eina meirút- reiðslu fyri Telefonverkið? - Tað dugi eg ikki at meta um, men Ii fyrstu syftu sær tað ikki soleiðis út. Tí tey starvsfólk, sum skulu setast aftrat, verða sett sum fylgja av tí tervi, sum tær nýggju funktión- irnar viðvíkjandi tilrætta- legging og útbygging bera í sær. Tað verður bert sett meira fólk so vítt eg havi skilt, so hvert sum hesin tervur ger tað neyðugt. Vinnari — tapari — Hevur stjórin á Telefon- verkinum við hesi semju fingið boð um at taka fleiri av krevum sínum aftur? — Eg haldi ikki, at tele- fonverkstjórin hevur fingið nekur serstek boð framum nakran annan. Báðir partar í málinum hava sjálvsagt fingið at vita frá landsstýrinum, at teir hava skyldu til at samarbeiða. Og tað hava báðir partar tikið til eftir- tektar. — T.v.s. at báðir partar hava slakað í sínum krev- um? — Eg haldi tað er uttan týdning at tosa um slaking ella ikki slaking. Tað ræður um at finna eitt frá eðrum fakfelogum, arbeiðslag, sum kann brúkast av báðum pertum. Tað, sum er hent, er, at bókahldarin flytur sum upprunaliga ætlað og tað, sum sæð við Starvs- mannafelagsins eygum er komið uppá pláss, við tað at tann tervandi fastlegg- ingin av tí partinum av arbeiðinum sum skuldi flyta, nú er greið. So at tala um vinning ella tap í hesum feri er fullkomiliga uttan týdn- ing. Ikki politiskt mál — Nú hevur verið frammi í fjølmidlunum, at hetta málið fer at skaða Javn- aðarflokkin. Hevur tað vigað tungt, nú tit fingu eina semju? — Eg havi alla tíðina sagt, at hetta málið ikki var eitt politiskt mál. Tað snúði seg um ein stjóra og ein starvsmann. Tí metti eg, at royndir at gera tað til eitt innanfloksmál í Javnaðarflokkinum vóru ósakligar. Eg hevði sum løgmadur einans skyldu til at síggja TFL-stjórin onga viðmerking Vit hava biðið stjóran á Telefonverkinum um eina viðmerking til ta semju, sum er gjerd, men hann sigur, at hann onga viðmerking hevur í letuni. tað sum eitt mál um ar beiðsviðurskiftini á einum almennum stovni, sum skuldi greiðast á stovn- inum og meguliga millum landsstýrið og Starvs- mannafelagið Eg dugi ikki at síggja at hetta mál skal hava ein serliga týdning fyri viður skiftini millum Javnað flokkin og faktelagsrø una — Tað er einki dulsmál, at tú sum legmaður hevur verið skuldsettur fyri at hava vent fakfelag bakið í hesi trætu? — Um so er, so er tað at harmast um, at fólk við tervandi innliti um málið, kundu hugsað sær Eg hugsi, at fakfeløgini øll sum eitt og kanska ser- liga Starvsmannafelagið kann vátta, at eg í mínun samstarvi við tey altíð havi roynt at gera rætt og skjal, og í einum slíkum máli ber nú einaferð ikki til at loysa knútin eftir hvar ein hevur sín sam huga ella evugt. Ein má loysa tað sum ein metir er at gera rætt og skjal, endar Atli Dam jan ........