hósdagur 28. november 1985síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
tíðindablaðið
Nr. 136 — 28. november 1985
FRIDAR-
KUNNGERD
Eftir HITOSHI MOTOSHIMA,
borgarstjóra í Nagasaki
Fólk í Japan og fólk í ellum heiminum, lurtið eftir
NAGASAKI.
10 árum síðan
sid frá kjarn
n ógvislig alda av
m/sek alt upp i
glaður av mold og
irsteinsbrotum og piskadi mannakroppar vid
roki av glasbrotum. Hitageislar, ið fóru upp
um 3000 C, kolaðu kroppar upp i løtuni. Eitt skýggj.
skapað sum hundaland, veldi hátt upp í hådegis-
himmalin og myrkrið seig yvir hin soraða býin. Fleiri
enn 73.000 brend og lamlestað fólk lógu eftirá, deyð
ella í andaleypi. Ein nakin maður, brendur, so hann
kendist ikki aftur, royndi stumblandi at leita sær
undan eldinum. Eitt blóðdálkað barn dró líkið av
pápa sínum gjøgnum múrsteinsbrotini; ein stunandi
ung mamma kroysti hevuðleysa líkið av pinkubarni
sínum tætt inn at sær, har hon fór tveitandi avstað.
Hesi 40 árini, sum farin eru síðan hin dagin, eru
óteljandi av teimum, sum tá sluppu undan, deyð av
radioaktivari dálking, og onnur liva enn í beiskum
einsemi, fyri allar tíðir skild við eydnuna og skelv-
andi í ótta undan deyðanum.
Í dag hava tey, ið livdu eftir, og tey, ið mistu teirra
kæru, leitað saman á hesum heygnum nærindis null-
markinum. Somuleiðis eru her samankomnir borgar-
stjórar úr 65 býum úr 22 londum, sum eru við á
heimsráðstevnu fyri »Borgarstjørar fyri friði í sam-
anhaldi millum býir<, nógvir borgarstjórar úr stór-
um og smáum býum í Japan og tíðindafólk hiðani og
uttanlendis. Vit hava eisini fingið eina hjartaliga
kveðu frá borgarstjórum úr fleiri enn 110 býum í 33
g r úr øllum heiminum, sum savnaðir
lag, navi eg nesa aneitan
Greiðið heiminum frá tí oyðing og armóð, sum
/ KJARTAN
/DALSGAARD
/ TRYGGINGAR
( UMBOÐS
: STOVA
| HOYDALSVEGUR 6/
N TLF 1 5222 /
—
HEIMA TLF 1 2940
Lesnaður
til alla
Millum tað nógva tilfar,
luttakararnir á parlament-
arisku friðarráðstevnuni í
Keypmannahavn í morgin
og leygardagin fáa í
hendurnar, verður friðar-
reðan hjá borgarstjór-
anum í Nagasaki. Hana
fáa teir frá Kvinnum fyri
friði í Norðurlondum, sum
vóna, reðan fer at hava á-
virkan á ráðstevnufólkið.
Samstundis heita kvinn-
urnar á tey ell um at at-
kveða fyri, at Norðurlond
gerast kjarnorkuvápna-
frítt eki.
Kvinnur fyri friði i Før-
oyum hava fingið umsett
reðuna, borgarstjórin helt
á 40 ára degnum fyri
kjarnorkubumbuspreing-
ingina í Nagasaki tann 9.
august 1945.
Vit prenta umsetingina
her å siduni.
: | Båta-
Lagalig
figging
stóðst av kjarnorkubumbingini fyri 40 arum siðan
Stórur partur av øllum heimsins fólki býr i býum, og
um ein kjarorkubardagi brestur á, er tað sjálvsagt,
at býirnir og fólkið í teimum verða tey fyrstu, ið
verða sorað.
At verja borgararnar móti einum kjarnorkukríggi
er ein lívsneyðug skylda hjá ellum borgarstjórum
Tað er átrokandi neyðugt at víðka virkisekið fyri
samanhaldi og samábyrgd millum býirnar við at
vaksa um sínámillum álit og vinarlag, við at sameina
okkara stremban fyri at fáa burtur ell kjarnorku
vápn, fáa frið í heiminum, arbeiða saman fyri at
steðga hungursneyðini og loysa aðrar heimstrupul
leikar. Tí skjóti eg upp, at henda borgarstjóraráð
stevna verður hildin aftur í komandi tíðum
Til heystar skulu ovastu menninir í USA og USSR
ætlandi sita saman og tingast um avvápnað
Geneve. Tað er mín brennandi vón, at teir fara at
gera 40-árið fyri kjarorkubumbingunum til eitt
gleðisár, har hin dapra segan um atomvápnadubb
ingina verður bráðsnúð
Eg havi hesa inniligu áheitan til japansku stjórn-
ina:
Arbeiðið fyri at skunda undir 3. eykaaðalfundin
hjá ST um avvápnað, at fremja uttanríkispolitikk, ið
miðar ímóti avteku av ellum kjarnorkuvápnum,
strax at útvega ríkisendurgjald til teirra, ið sluppu
undan kjarnorkubumbunum við lívinum, strangliga
at lýða >The Threefold Anti-Nuclear Principle«, og at
lýsa Japan og umhvervi tess at vera kjarnorku-
vápnafrítt eki
Harafturat skjóti eg upp, at vit senda friðarsendi-
nevndir til USA og USSR og at vit stovna eina al-
tjóða medisinska miðsteð at taka sær av fólki, ið eru
skadd av kjarnorkubumbum.
Eg biði inniliga, at sálir teirra kjarorkudripnu
kunnu finna hvíld, og at húsfólk teirra eins og tey
skaddu, ið livdu eftir, skulu njóta góða heilsu.
Nagasaki skal vera síðsta stað á jerðini, ið verður
rakt av teimum ræðuligu kjarnorkubumbunum. Vit
hava strangliga mótmælt ellum kjarnorkuroyndar-
spreingingum og rópt okkara mótmæli móti kjarn
orkuvápnum út til allan heimin
Nú, tá bert 3 minuttir eru eftir, til kjarnorkuvápna-
bardagin brestur á, lýsa vit í Nagasaki, býnum, sum
hevur fordemt ell kjarnorkuvápn, okkara óbendiligu
avgerð um at stríðast alt vit eru ment fyri at tryggj
heimsfriðin
motorar
— frá 7-190 HK
Prisdømi: Ein D 50 HK, reduktion 2,7: 1
| við skrúvutoyi, instrumentum, teleflex
| regulator og allari útgerð til innstallering
fyri Kr. 60.120,-. |
NORDBIL
v/ Martin Dam Jacobsen
Bilverkstaður - Dekksela
UVERiarvegu