hósdagur 28. november 1985síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8 tíðindablaðið Nr. 136 — 28. november 1985
Úr útheimi
Ætlanin er at fáa
meira av tilfari um
viðurskifti í útlond-
um í Tíðindablaðið
Sosialin.
Vit fara nú sum
eina roynd hvenn
hósdag at greiða frá
ymsum úr útheimi.
Tað er Edvard Jóns-
son, feddur og upp-
vaksin í Íslandi men í
dag búsitandi í Før-
oyum, sum fer at
koma við áhugaverd-
um greinum. Tær fara
at fevna um alt frá
politikki til mentan
og onnur viðurskifti.
Propaganda
kriggj millum
storveldini
Edvard Jonsson
skrivar
Yurchenko å pressufundi i USA
Leonard Peltier er ikki serliga
kendur i Amerika ella Vestur-
heiminum, men í Sovjet-sam-
veldinum er hann líka gitin sum
Reagan forseti og popp-sangarin
Michael Jackson. Meðan Reagan
var á toppfundinum í Geneve
saman við Gorbachov, komu
fleiri tíggjutúsundtals brev til
Hvítu Húsini í Washington frá
sovjetiskum borgarum, ið kravdu
at hesin »vælkendi politiski
fangin< var latin leysur beinan
vegin og at USA fór at vísa
mannarættindum og teimum, ið
berjast móti >tjóðarmorðinum“,
ið framt verður í USA, meiri virð-
ing. Og hver er so Peltier og hvat
er hetta fyri tjóðarmorð? Jú,
Peltier er amerikanskur indi-
anari, ið herfyri myrdi tveir FBI-
agentar og nú situr í lívstíðar-
fongsli. >Tjóðarmorðið< er so
helst tær oftani vánaligu umsteð-
urnar amerikanskir indianarar
liva undir. Peltier er vorðin fyri
sovjetisku bleðini og al-
menningin tað sum Andrei Sak-
harov er fyri Vesturheimin:
symbol upp á greflig brot á
mannarættindi
Tær sovjetisku og amerik-
ansku propaganda-maskinurnar
vóru væl smurdar fyri toppfund-
in í Geneve og serliga hava sovj-
etisku myndugleikarnir ekt um
propaganduna móti mannarætt-
indabrotum í USA! Sovjetiskir
myndugleikar plagdu yvirhevur
ikki at svara, tá teir vóru álopnir
við kærum um mannarættinda-
brot, men nú hava teir byrjað eitt
veldugt mótálop, helst undir
leiðslu av Gorbachov sjálvum.
Endamálið er at vísa USA, sum
ein stat, har mannarættindi eru
brotin uttan fyrilit á ellum
ekjum. Hvenn einasta dag birtir
sovjetiska pressan langar fråsøg-
ur um ritskoðan (sensur) í USA,
tvingsilsarbeiði, trúarligan
mannamun og telefon-avlurtanir. '
Filmar av heimleysum amerikan-
arum, ið sova á gongubreytum og
í gongutunnilum og leita eftir
matleivdum í ruskíletum, eru
vístir so ofta í sovjetiskum
sjónvarpi, at tann vanligi Sovjet-
borgarin fær varhugan av, at allir
íbúgvarnir í New York eru heim-
leys landastrok. Ein professari, ið
lýsti steðuna í Amerika, minti
um fangabúðirnar hjá nazist-
unum og legði aftrat: >Fongsul
verða bygd allastaðni í USA, og
fangalegur fyri mótmælismenn
eru nú reistar har í stórum
skundi.<
Sovjetiska sjónvarpið hevur
eisini gjert nógv burturúr
bumbubrestinum í Philadelphia
seinasta summar, tá ið løgreglan
vegna herviligt mistak sprongdi í
luftina húsini hjá sekteriskum
yvirgangsbólki, ið bert hevði
littar limir, sonevnda »Move«-
bólkinum. Sjónvarpið nevnir
einki um, at sjálvur borgarstjórin
í Philadelphia er littur og at vítt-
fevnandi tiltek eru sett í verk til
at kanna hendingina og tryggja,
at einki tílíkt kann henda aftur.
Nógv legið kemur fram frá
báðum síðum í hesum propa-
gandakríggi millum stórveldini.
Í seinastu viku helt KGB-njósn-
ari Vitaly Yurchenko pressufund
í Moskva, har hann umreddi ser-
liga ta ómenniskjansligu viðferð-
ina, hann hevði fingið frá amer-
ikansku fregnartænastuni, CIA.
Yurchenko, ið er mettur at vera
ein av ovastu monnunum í KGB-
leiðsluni, rýmdi í Róm seinasta
summar og gav seg yvir til amer-
ikanararnar, tí hann segði seg
vera vónbrotnan vegna ta sovj-
etisku skipanina og ófrælsið í
landinum. Nú fyri stuttum rýmdi
hann eina ferð enn, hesu ferð
aftur til KGB. >Tann vingluti av-
hopparin«, sum hann varð
skírdur av amerikansku fjølmidl-
unum, helt pressufund áðrenn
hann fór við Aeroflot-flogfari frá
USA. Har segði hann, at hann
var rændur av CIA og síðan
píndur. Men tann ungi og óroyndi
ClA-maðurin, ið var settur til at
fylgja við Yurchenko, segði eina