hósdagur 28. november 1985síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 136 — 28. november 1985
aðra segu. Teir sótu inni á eini
restaurant, tá ið Yurchenko
spurdi hann, um hann fór at
skjóta eftir honum, stóð hann
upp og gekk út. >Nei, tað geva vit
ikki ímóti avhopparum,« segði
CIA-maðurin. «Eg komi aftur um
20 minuttir«, segði Yurchenko
„Um eg ikki komi aftur, so er
tað ikki tin skyld.« Hann kom
sjálvandi ongantíð aftur, men fór
beinan vegin til sovjetisku sendi
stovuna, ið var stutt frá. Eingin
veit enn hvat fekk Yurchenko til
at broyta steðu og fara aftur til
heimlandið, men meguliga er
hann vorðin heimsjúkur, eftir at
eitt russiskt konufólk í Kanada,
hann steig upp í veingin við,
vendi honum bakið. Hendingin
hevur verið nýtt út í æsir av sov-
jetisku fjølmidlunum til at vísa
hvussu skammleyst og ósmæðið
mannarættindabrot verða framd
i USA. Tá ið Yurchenko kom
fram í sovjetiska sjónvarpinum,
tosaði hann í einar tveir tímar um
viðferðina, hann fekk hjá CIA
„Teir pindu meg og góvu mær
doyvingarevni,< segði hann. Ein
sovjetiskur doktari, ið var við
Yurchenko í sendingini, bar hend-
ingina saman við royndirnar,
nazistar gjørdu á sovjetiskar
krígsfangar. Frásega Yurchen-
kos tóktist heldur markháttlig
við hvert. Og síðan segði hann
vreiður: >Teir noyddu meg eisini
at liggja í sólini og verða sól-
brendan til at fáa burtur tann
grøna litin av húð mini.«
Samstundis sum Sovjet ger so
nógv burtur úr mannarættinda-
brotum í USA, hava myndugleik-
arnir minkað um forðingarnar,
sum settar eru fyri fólk, ið vilja
flyta úr Sovjet. Sum demi kann
nevnast, at í alt hava 24 russ-
iskar konur hjá amerikanskum
borgarum bíðað eftir loyvi at
flyta til USA, summar í nógv ár,
og nú hevur triðingurin fingið
hetta loyvi. Men hóast loyvið er
komið, eru kvinnurnar ivingar-
samar. Ein av teimum, Irina Mc-
„Knappliga fataði CIA-maðurin ta egiligu steðuna: russiski avhopparin, ið hevði etið nátturða saman við honum,
fór ikki at koma aftur!“
Clellan, ið gifti seg við einum am-
erikanskum professara fyri 11
árum síðan, segði við blaðmenn,
at hon vildi ikki trúgva uppá hesi
lyftini fyrr enn hon helt útferðar
loyvinum í hondini
Tað ger spurningin um manna
rættindi eitt sindur flekjasligan,
at mannarættindi eru ikki
greinað upp á sama hátt í USA
Amerik
anarar leggja dent á rættin hjá tí
einstaka, sum talu- og trúar-
frælsi. meðan sovjetar leggja
hevuðsdent á rættin hjá kollekt-
ivinum, i treytar rættin hjá ein-
staklinginum Sambært
jetiska sjónarmiðnum eru tað
grundleggjandi mannarættindi
at hava arbeiði, húsarúm og at-
gongd til almennan sjúkrakassa
Rættur, ið ikki er so ítekiligur,
hevur nógv minni áhuga. Sovj}-
etiskur professari í legfreði segði
við tíðindastovuna TASS: »At 9
milliónir menniskju eru arbeiðs-
leys í USA er váttan um tey
grovu mannarættindabrotini Ii
landinum.“ Sovjetisku myndug-
leikarnir síggja soleiðis manna-
rættindi, ikki frá politiskum, men
materialistiskum sjónarmiði.
Helsinki-avtalan, ið varð undir-
skrivað 1974, m.a. bæði av
Moskva og Washington, skuld-
bindur hezar tjóðir til at »syna
virðing fyri mannarættindum og
og Sovjetsamveldinum
SOV-
grundleggjandi frælsi, hari-
millum hugsunar-, samvitsku- og
átrúnaðarligum frælsi.« Hóast
Sovjetsamveldið altíð hevur tagt
um hesa samtyktina, verður nú
ofta tikið til hennara, tá ið talan
er um mannarættindabrot í Am-
erika.
Stjórnin í Washington tykist
ikki at hava ekt um propagand-
una móti mannarættindabrotum
í Sovjetsamveldinum, eina helst
av tí at amerikansku leiðararnir
meta, at í longdini fer sovjetiska
propagandan at raka Sovjet-
samveldið sjálvt. Hóast enda-
málið er at seta USA í verju-
steðu, verða avleiðingarnar um-
síðir tær, at mannarættindum,
bæði har og í Sovjetsamveld-
inum, verður víst uppaftur meiri
ans, og tað kann góðhugsað fólk
um allan heim bert freast um
(heimild: Time
Restaurantin,
hu
')
har Yurchenko rýmdi aðru ferð