leygardagur 30. november 1985síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 137 — 30. november 1985
tíðindablaðið
Síða 7
Eg mátti søkja
mitt egna starv
— og fekk tað ikki
Partur av sosialu deild er lagdur á aðrar
deildir — eisini á privat fólk, sigur Poul
Johs. Johansen, og leggur aftrat: —
Vald býráðsformansins er ikki
óavmarkað. Hann kann ikki tíggja sær
sum honum lystir.
Sum vituligt er, so hevði
býráðsformaðurin onki at
føra fram í sínum við-
merkingum til samreðuna
við meg í Sosialinum.
Tann politiska atsóknin
móti mær var eydnast og
»g lá sundur soraður eftir
í tí pol "iska vígvellinum
Tey politisku lokabregdir
ljá honum tey eru non
um so lík havi eg onki
at siga til I kom!
aftur til te ein mé
ÞÓ LÍKT Káf
býráðstormaður
isti dagligi leiðar
sitingarinnar,
sjálvur nevnir seg, havi eg
nógvar og drúgvar við-
merkingar til, sum eg
ikki fái nevnt her allar.
Býráðsformaðurin skal
gera sær greitt, at vit
hava bæði eina komm-
unulóg og eina reglugerð,
har tað týðiliga kemur
fram, at býráðsformans-
ins vald ikki er óavmarkað
og at hann ikki kann
tíggja sær, sum hann vil.
sum hann
Stóð ikki i lysingini
1. august i 1976 varð eg
settur í starv hjá Tórs-
havnar kommunu sum
socialdeildarleiðari og
skrivstovustjóri. Tá ið eg
fái setanarskrivið, skal eg
umsita og vera skrivari í
skúlaráðnum í Havn
eisini. Hetta stóð ikki í
lýsingini og eg havi onga
eykasamsýning fingið fyri
hetta arbeiði.
Tað er ongin politisk
viðgerð farin fram í b y-
ráðnum ella í mentamála-
nevndini um at seta eina
nýggja deild á stovn fyrr-
enn aftaná, at ein lýsing
stóð í bleðunum, at starv-
ið sum mentamáladeild-
arleiðari skuldi setast ein
ávísan dag og lýsingin var
sanniliga undirskrivað
sosiala deild t.v.s. av mær
sjálvum.
Eg vendi mær straks
skrivliga til býráðið, bý-
ráðsskrivaran og tað
kommunala starvsmanna-
felagið og segði, at hetta
bar ikki til, at seta hetta
starvið, uttan at mini
viðurskifti fyrst vórðu
greidd, tí eg sat jú sum
leiðari fyri tí, ið hesin
nýggi leiðari skuldi um-
sita. Eg kundi ikki sekja
mítt egna embæti. Málið
varð so steðg>ð r við
glørt í tein ]
unum. Se
% p
frå P A
Privatfolk umsita
Umsitingin á sosialu deild
er nógv minkað bæði ti at
lógirnar eru broyttar og tí
at ein partur av umsit-
ingini er lagdur yvir á
aðrar deildir og eisini á
privat fólk her í býnum.
Niðursteðan í nevndun-
um var, at onki skuldi
henda, men um
starvið varð býtt seinri, so
var tað rímiligt, at eg
slapp at velja, hvat eg
vildi hava.
Skulanevndin, sum i
Havn nevnir seg skúlaráð-
id, hevur skrivliga sagt
sina hugsan um menta-
måladeild og hvør skuldi
hava ráðsins umsiting um
hendi. Millum annað
verður sagt, at skúlaráðið
vil seta seg ímóti, at
broytingar verða gjerdar í
umsiting skúlaráðsins utt-
an at tað frammanundan
er eftirspurt. Býráðnum
eigur at vera greitt, at
skúlaráðið er sjålvstødugt
fólkavalt ráð, ið hevur
fullan rætt til at skipa fyri
sínum egnu viðurskiftum
— eisini hvenn skrivara
tað hevur.
Getan ruddað til
týning
Sjálvur havi eg sagt bæði
hart og týðiliga, at eg sat
ikki eftir við sosialu deild
einsamallari um eitt
sundurbyti før fram. Fekk
eg ikki hin partin av min-
um starvi, so fór eg og ti er
getan nú ruddað til tyn-
ingina.
Tað er rætt, at eg frá
býráðsformanninum fekk
greitt at vita, at starvið
bleiv lýst leyst. Tað varð
tað sanniliga eisini.
Mentamålanevndin slapp
ikki at viðgera innihaldið,
sum deildin skuldi um-
fata. Skúlaráðið fekk
harraboð um, hvussu tað
skal skipast. hóast tað
skrivliga hevði sett seg
ímóti hesum. Hetta er tað
politiska spælið og tað
mugu politikararnir taka
sær av og skommin er
i
gled sinu
politikari kunr eig
pína meg drekt Js
formaðurin nnis kk
loymir sveg a
20] ð
Sit I 1 ]
€ 1 KK
uppgavuna ti hann
gloymir við vilja at siga
meg ur ti partinum av
mínum starvi, sum nú er
lýstur leysur at seta. Tað
átti hann at gjert, tí hann
veit, at uppsagnarfreistin
hjá mær eftir at hava sitið
í starvi í 9 ár er eitt hálvt
ár.
Men skálkurin hann sit-
ur í útlondum og á ytstu
útskerum í Grenlandi og
dusar sær, meðan seig-
píningin fer fram í Havn.
Eg eri nú í tí heilt ser-
ligu steðu at vera noyddur
til at sekja eitt starv sum
eg siti í. Skiljið tað, hver
ið kann.
Fekk onga hjálp frá tí
kommunala starvsmanna-
felagnum, til at fáa míni
viðurskifti í rætt lag. Tað
fløvar kortini hjartað, at
tað stuðlaði Ernst
Hansen.
Heldur ikki býráðs-
skrivarin rætti hond frå
síðu at hjálpa mær,
honum ið eg havi- ref-
erencu til. Ikki so frægt
sum eitt prát. Onki var
hann gloymur á sinni, tá ið
hann stóð fyri skotum.
Fundir avlýstir
Allir deildarleiðarafundir,
sum býráðsskrivarin er
formaður fyri, vórðu av-
lýstir. Hetta er eitt forum,
har eg kundi talað við hin-
ar leiðararnar um mína
steðu.
Skúlaráðið, sum fyri
tveimum árum síðani
hevði boðað býráðnum
frá, hvussu teirra viður-
skifti skuldu greiðast,
klívur ikki í tvey.
Eg seti meg ikki at lippa,
ti skúlaráðið ikki skoytir
um meg longur sum skriv-
ara — langt frá tí, men har
sita góð fólk — ein yvir-
lækni, ein sálarfreðingur,
tveir lærarar og skrivarin í
einum fakfelag. Hesir
góðu menn áttu at vitað —
um ikki frá sær sjálvum —
so úr onkrari lærubókini,
at menniskju eiga at vera
hampilig við hvenn annan.
Eg havi ikki sagt starv
mítt frá mær sum skrivari
í skúlaráðnum. Skúla-
ráðið, sum fólkavalt um-
boð, hevur heldur ikki av-
sagt meg,
býráðspolitikararnir
men tað hava
Havn gjert saman við bý-
ráðsumsitingini
Til innstillingar
So upprennur tann dagur,
tá ið umsóknirnar skulu
leggjast fyri nevndirnar
til innstillingar. Vanliga
mannagongdin í hesum
feri er hon, at umsókn-
irnar skulu leggjast fyri
mentamálanevndina,
skúlaráðið og fíggjar-
nevndina, áðrenn tær fara
á býráðsfund til endaliga
atkveðugreiðslu.
Fríggjadag seinrapart
kemur formaðurin i
mentamålanevndini inn til
min og sigur at starvsset-
anin skal å dagsskrå i
mentamålanevndini
måndagin. Sum vera man,
so sigi eg at tad er gaman
i, men eg må fyrst fåa
málið, áðrenn eg kann
skriva skránna, tí allir um-
sekjarar skulu setast á
skránna, so at nevndar-
limirnir kunnu kunna seg
um hver, ið sekt hevur.
Hann hevði onki mál. Sigi
so, at tá ber ikki til at gera
skrá. Fekk so burtur úr
honum, at býráðs-
skrivarin hevði málið.
Ringi til hansara og biði
um málið, men tað kundi
eg ikki fáa og um eg ikki
sendi skránna út uttan at
síggja málið, so gjerdi
hann tað. Eftir boðum frá
Jan Christiansen sendi eg
so fundarboð uttan full-
fíggjaða skrá.
Málið kemur so fyri á
fundi mánadag. Av tí at
eg hevði sekt mítt egna
starv, metti eg sjálvsagt
ikki. Hevði biðið annan
mann fyri meg.
Nýggjur innstill-
ingarháttur
Frætti aftan á fundin, at
nú var ein nýggjur fram-
ferðarháttur nýttur til inn-
stillingar. Nú innstilla
okkara hægstu embætis-
menn — býarverkfreð-
ingurin Vegg Guttesen og
býráðsskrivarin Kjartan
Kristiansen. Í hesum máli
hava teir gjørt eina ómeta-
liga óbótagerð móti sínum
embæti, móti mínum fak-
felag og mær sum em-
bætismanni, tí teir vistu
at arbeiðsviðurskiftini hjá
ógreið, tí ongin
mær voru
hevði framvegis ent
mín
Sum starvsfólkaleiðari
át Kjartan Kristiansen
at víst málið frá sær til tað
viðgerðar
Men
var búgvið til g
innstillingar tað
gjerdu teir ikki
Svá royndust
royndarstund —
voru tit.
menn I
smáir
Dómurin fellur
Málið verður so lagt fyri á
býráðsfundi uttanum
figgjarnevndina og skúla-
ráðið verður als ikki eftir-
spurt og dómurin fellur.
Men dómurin verður
ongatíð kunngjerdur mær.
Deyðategn valdar á bý-
ráðnum. Fái boðini í tíð-
indableðunum.
Hvenn dag settu so
tænarar fólksins sær til
prýðis? Jú sjálvan summ-
arsólsteðudagin í tí Harr-
ans árinum 1985. Tann
dagin tá ið fólkafloks-
stovan á Nærapotekinum í
Havn, við stuðli uppá kr.
500.000,- um árið úr bý-
ráðskassanum, sendi tey
tíðindi út í hvert heim í
Feroyum, at í kveld
verður stór fagnaðar-
samkoma í Sandágerði.
Har verður sungið — talað
og dansað og sjálvur for-
maðurin festir í bálið, so
alt ónt og ljótt fánar og
heldur seg burtur.
Sjálvur var eg har og
royndi at hugna mær,
hóast hýrurin ikki var av
tí besta, tí mær bíðaði
onki gott. Eitt serligt
sanghefti varð býtt út til
samkomufólkið.
Býráðsformaðurin
— ein brandur
Jú, nú kemur róp í at for-
maðurin er komin og ikki
hann dugir at
at siga,
festa í og skjótt stóð login
høgt í loft -
brandur er.
Tá kemur ein góður
vinur og tutlar mær í oyr-
að, at eg fekk ikki mitt
egna starv. Tað kom mær
ikki dátt við, tí eg kenni
muruna í politikarunum.
Eg bleiv heldur ikki
dumbur, men rætt er tað,
at tá ið vit komu til nr 19 í
songheftinum, var eg ikki
jallur
jú sanniliga
Aarbyglja klára
teskar, suttar, tegir €
sig mær, kanst tu svala
Å sára sveið
ráðformaðurin hevur ein!
sjáldsom evni, sum hann
ofta og títt nýtir og tey
koma til sjóndar, tá ið
hann gevur boð. Tá kvett-
ur ikki úr politikarunum,
tíansheldur tí hægru um-
sitingini og hetta uttan at
hann sparkar ella slær og
als ikki nýtir gassa, fóta-
lunn ella annað áhaldsi.
Menn ganga sum í svím-
ilsi og heilin fer í baklás og
hetta lás er so væl smíðað,
at tað brítist ikki upp,
hóast eftir ellum at
døma eitt hvelpalás var
nóg mikið.
Stutt eftir segði eg
starv mitt upp á bý-
ráðnum — um eg hevði
nakað — eg veit tað ikki;
men áðrenn eg endaliga
fór, sat fremmandamaður
fyri mær á skrivstovu
míni. Í sosialu nevnd var
samtykt gjørd at tosa við
meg um uppsegnina, men
tað hevur formaðurin Lis-
beth L. Petersen ikki gjert
ei heldur nakar annar í
nevndini.
At enda fari eg at heita
á býráðið um at lata vera
við at halda á við at senda
mær innbjóðingarkort til
átgildi tykkara við tí ser-
ligu heilsu, at tað vil gleða
býráðið at síggja meg við
maka.
Eg kann ikki torga, at
tað verður logið upp í eyg-
uni á mær.
Jú sanniliga býraðsfor-
maðurin. Tú ert alt ov lin-
ur. Tað líkist svarta ong-
um.
Poul Johs. Johansen