leygardagur 30. november 1985síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Í summar var Niels Juel Nolsee á
ferð gjøgnum Eysturríki og fekk
hann nógv burturúr. Hann hevur
skrivað hugleiðingar um hesa ferð, ið
vit fara at prenta í blaðnum hvenn
leygardag fram til jóla.
2. partur
Skógardeyðin
Í Suðurtýsklandi upplivdu vit hetta
fyribrigdi fram við autobananum, sum
nú so leingi hevur verið skrivað og tosa
um: skógardeyðan. Man hevur hoyrt um
hetta, valla trúð, at tað kundi vera so
galið, men á ongan hátt ímyndað sær
hesa ræðuligu, skakandi sjón.
Kilometralong strekki koyrdu vit fram-
við skógum, sum lógu út til autobanan,
har treini vóru heilt ber.
Tað er dálkingin frá idnadarøkjunum i
Ruhr, óivað, sum er atvoldin í hesum.
Men í seinastuni eru menn komnir eftir,
at tá hetta syrgiliga fyribrigdi er so
eyðsýnt, serliga í Suðurtýsklandi, so er
tað líka so nógv teirru egiligu bilferðsl-
uni á autobanunum fyri at takka. Tí at
her er ferðin óavmarkað, við harav fylgj-
andi dálking av bilgassi. Tá vit vóru
hendaveg fyri 4 árum síðani, tá vóru tað
allanvegin skelti, sum boðaðu frá, at
mest loyvda ferð var 130 km. Tey skelt-
ini vóru ikki nú.
Hetta var alt nálaskógur, helst gran.
Treini vildi eg meta at vera 20-25 m heg,
og bert í toppinum, einar 3-4 m, vóru
nálir. Annars stóðu hesir, fyrr so prýði-
ligu bular svartir, við naknum greinum,
ið tyktust mær at rópa móti himni, í
einari tigandi, men tó lemjandi ákæru
móti mannaættini og dálkingarverki
hennara. Hetta var ein óhugnalig sjón,
og man spyr seg sjálvan, um tann tíð
man fara at koma, tá tað feðist eitt
ættarlið, sum ikki kemur at uppliva
henda náttúrugivna vakurleika, men
bert kemur at síggja felnaðar, svartar
viðarbular, har tær fyrr so prýðiligu
skógir stóðu. Kanska verða tað tey, sum
koma at taka sær um reiggj, at steðga
dálkingini, tá tey síggja tær ræðuligu
fylgjurnar, men dómurin yvir tey farnu
ættarliðini, sum vælvitandi um, hvat
sum hendi, bert fyri letuvinnings skuld
tíðindablaðið
Gistingarhúsið »Pension Klamm«
lótu alt um seg ganga, verður harður.
Men vit koyra víðari, huglag okkara
lætnar aftur, vit koma til Kufstein,
eysturríkska b ýin á markinum til Týsk-
land, og so vóru vit í Tyrol, ella Tirol,
sum tað bæði verður nevnt og skrivað
her.
Tyrol
Hetta er landsparturin við teimum
mongu fjøllunum. Og hvat var Tyrol
uttan síni fjall og fjøllini uttan teirra
skógir. Hetta er eisini landsparturin
við teimum nógvu togbreytunum til
summarturistarnar, skílyftum til
vetrarturistarnar, her er sangur og
tónleikagleði sum onga aðrastaðni,
langtandi gittar- og citartónleikur,
jodlan, og her er ein virðismikil
bóndamentan har fólkið, m.a., hevur
listarlig evnir til træskurðararbeiði.
Um skógirnar í Tyrol kann sigast, at
um 40% av økinum er skógar-
vøkstur, sum eisini gevur landslag-
num sin vakurleika og sitt yndi, men
harumframt er skógarrakstur ein
tydningarmikil partur av tilveru-
grundarlagnum hjá fólkinum her.
Bæði tí skógirnar eru so týdning-
armiklar fyri vinnuna, og gera Tyrol
tiltikið fyri vakurleika, verður væl
ansað eftir teimum, og stór eki eru
totalfriðað. Niðan í tey skógarkleddu
fjøllini eru gongugøtur lagdar, har
ferðamaðurin kann uppliva allan
tann frið og vakurleika, sum hann
kann ynskja sær, og tá vit, á so
ómakaleysan hátt, gjørdu túrin niðan
á tindarnar í togbreytini, sóu vit
niður á hesar gongugetur, sum snúðu
seg gjøgnum skógin, og har fólk til
gongu gjørdu henda sama túr.
Longu í rómverjatíðini lá ein
skansi, Veldidena, í sunnara enda á
teirri fløtu, har nú Innsbruck liggur,
og har eru sera áhugaverdir út-
grevstrar. Samanumtikið er nógv at
finna aftaná rómverjar allan vegin
gjøgnum Eysturriki, frá eystur til
vestur. Teir bitu seg fastar, viggyrdu
seg her, á sunnaru síðu á Donau og
vestur eftir. Nógv kláraði Rom, men
teir villmenninir, sum búðu norðan-
fyri Donau, vóru teimum ovmikið.
Tá Roma fór í søguna, høvdu
ymisk fólkasleg valdið her: eystur-
gotar, januvarar (menn úr Bayern),
longobardar, síðan ymsar greiva-
ættir higani úr økinum, til húsið
Habsburg í 1276 kom til valdið og
skjótt hevði ell tey landagki, sum
samsvara tað Eysturríki, vit kenna í
dag, á hondum. Ein grein av Habs-
burgaættini stýrdi, sum hertugar,
Tyrol, men í 1668, aftaná at henda
*
Goldenes Dachl
Nr. 137 — 30. november 1985
ættargrein doyði út, var stýrið av
landspartinum lagt undir stjórnina í
Wien.
Innsbruck
Komin um markið við Kufstein,
koyra vit vestureftir gjøgnum Inn-
dalin, og fjellini byrja at hevja seg til
báðar síður. Vit skuldu gjegnum
Innsbruck, fyri at koma til gist-
ingarhús okkara, hildu eisini at vit
høvdu granskað býarkortið nóg væl
og kendu vegin, men gakk. Vit upp-
livdu so einaferð enn, hvussu fyri-
komandi fólk her eru. Eg fór ut úr
bilinum, við kortinum í hondini, at
spyrja ein mann, sum júst var komin
út úr sínum bili, um veg. Hann setti
seg beinanvegin inn aftur í bilin, og