Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-11-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. november 1985síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 137 — 30. november 1985 Síða 9 bað okkum koyra aftaná sær. Vit fylgdu so aftaná ein fittan tein, til hann einaferð peikaði okkum: har er getan. Ug so gekk leiðin annars upp- eftir, gjegnum nógvar hárnáls snaringar, 300 m upp, til Hunger- burg, har gistingarhús okkara, Pen- sion Klamm, lá. Tað var ein undur- som kensla, at vera framkomin. Hug lagið her var sera gott, sólin spenti, gestirnir nógvir og vikuskiftið var fyri hond, so alt hetta boðaði frá góðum. Navnið Hungerburg er nóg so margháttligt, samsvarar als ikki tí, ein sær her ídag, men tað hevur sína segu. Og Habsburgarættin hevur verið so makaleys, eisini her at hava verið uppi í. Á teirru veldugu fjalla- síðuni, sum heilt niðri frá Inn rísur upp í 2300 m hædd, og sum í grund- ini avmarkar býin norðureftir, er ein, ikki serliga stórur, hjalli. Her læt Maximilian, keisari, sum livdi 1459- 1519, og sum hevði stóran tokka til Innsbruck og búði her tað mesta av síni stjórnartíð, byggja eitt torn, sum fekk navnið Hungerburg, tí her setti hann fangar sínar, og teir svelt- aðu, so klagurópini hoyrdust langan veg. Men slík viðferð var nokk hildin at vera í lagi tá, tí Maximilian var annars sera avhildin av fólki sínum. Tær sera vágaligu veiðiferðir, hann gjerdi í fjøllunum, har men ofta vænt: ðu, at hann fór at detta oman, men tó altíð kom væl frå tí, gjørdu, at sagnirnar og segurnar um hann vóru nógvar, og hann var næstan roknað- ur sum eitt halgimenni. Men Hunger- burg ídag minnir einki um tað ódám- liga navnið, tað ber. Tí her liggja nú gistingarhús og hotell í tí blómandi umhvervinum. Innsbruck er, í orðsins sanna týdningi, býurin millum fjellini. Hann liggur á einari fletu, í 580 m hædd. Sunnanfyri og norðanfyri rísa fjellini. Eystur og vestur gongur Inn- tal, sum áin Inn rennur ígjegnum, og suður eftir opna fjellini seg fyri Wipptal, har tann týdningarmikli vegurin til Brenner gongur igjøgn- um. Býurin varð grundaður í 1187 av av greivunum av Andechs, sum komu frá Bayern, í norðara bredda av Inn-ånni, har longu tá ein brúgv gekk yvirum, og tað er tann býarparturin, sum ídag eitur Høtting, ikki langt frá Hungerburg, har vit búðu. Vit gingu gjegnum henda býarpart, og tað er so bratt her, at húsini partvís eru grivin inn í fjallasíðuna. Her hevur tí einki pláss verið hjá býnum at vaksa, og vend kom ikki í, fyrr enn greiv- arnir fingu gjert ein sáttmála við kleystrið Wilten. Kleystrið átti alla ta veldugu fletu, sum nú Innsbruck liggur á. Stift Wilten er ein av teim virðismiklastu mentunnargripum Tyrols, og tá lá tað í tignarligum einsemi á fletuni suður móti fjøll- unum, sum reisa seg sunnanfyri bý- in, og har var eingin onnur bygging á hesi veldugu fletu. Men tá greivarnir fingu sín sátttmála við Kleystrið, kundu teir flyta suðurum, og skjótt vaks býurin her, týdningarmikil sum hann er fyri alt ferðasamband suður og norður. Umframt Wien, so gjerdist Inns- bruck býurin, sum habsburgska keisaraættin fekk tokka til og nýtti sum »residens«-by. Tað er byurin nógv merktur av: sega Innsbruckar er, at kalla, habsburgsk sega. Vit vóru sera heppin við gistingar- húsi okkara í hesum fríða umhvervi við tí frálíka útsýninum. Og her var altíð tónleikur. Og vóru tað ikki spælimenn, so vóru tað neytabjellur- Inni á Hofburg Oman til býin við tannhjólsbrey tini nar, sum altíð vóru at hoyra. Tey flestu av okkum hava nokk hoyrt eina einstaka bjellu, sum hevur hingið um hálsin á einari kúgv, men at tað kundi gerast so yndisligt og hjartanemandi sum her, hevði ein ikki ímyndað sær. Her gingu neyt á beiti á grenum fletum. Hver kúgv hevði 2 til 3 bjellur, við hver sínum tóna, um hálsin. Tað seinasa vit hoyrdu um kveldið og tað fyrsta um morgunin, var himneskur bjellu- ljómur. Men staðið her var áhugavert á so mangan annan hátt. Millum annað, tí at tætt framvið her gekk hjól- og togbreytin, niðri frá býnum og upp á reðina av Nordkette, í góðar 2300 m hædd. Hjólbreytin hevði sína byrjan niðri við Inn og endasteð við Hungerburg, tætt við har vit búðu. Og so tók togbreytin við. Vit komu her eitt fríggjakveld, og longu leygarmorgun fóru vit niðan á tindarnar, við togbreytini. Sjálvandi hugsar man eitt sindur, tá man hongur haruppi, um hetta man halda. Togbreytin hevði millumsteð í See- grube, 1900 m uppi. Og heruppi í ein- seminum lá eitt frálíkt gistingarhús, ja tað var sjáldsamt at síggja, og her fekst alt av mati og drekka. Her upp- livdu vit, tað var brennandi sól henda dagin, og tað var tað í veruleikanum hvenn dag, at fólk lá og sólaði sær, beint við síðuna av stórum kava- fonnum. Men túrur okkara gekk víð- ari, við einari aðrari togbreyt heilt upp á fjallareðina. Her var eisini eitt gistingarhús, um ikki so stórt, men nú kendist tað heilt kalt, sjálvt um sólin spenti av klárum himli. Og her var sanniliga eitt útsýni, sum ikki er hvenndagskostur, sjálvt ikki fyri okkum, sum tó eisini hava fjell her í Feroyum, sum vit kunnu fara uppá. Eitt, sum eg legði til merkis her uppi, tá vit vóru úti og gingu í lendinum, var, at á teimum serliga brøttu steðunum vóru veldugar stál- »konstruktiénir«, sum mintu nakað um okkara autoverju, men var nógv størri, festar til helluna, og hetta helst fyri at forða fyri skalvalopi, tí heilt har niðri lógu jú øll gistingar- húsini. Í einum tílíkum, fyri okkum sjáld- Maximilian-grevin í Hofkirche somum umhvervi, gekk ein dagur skjótt. Og so gekk leiðin omanaftur av toppinum, fyrst til Seegrube, har vit skiftu til ein annan vogn, og har kom ein tílík rúgva av fólki við. Eftir- ansingarmaðurin á staðnum helt á við at trýsta fólk inn. Minti meg nakað á tað, ein hevur lisið um skilið á japanskum jarnbryetarsteðum, tá topptyngdin er í ferðsluni, har teir hava »pushers«, sum bart út seta fótin á afturpartin á ferðafólki, at trýsta so nógv sum gjerligt inn um dyrnar, áðrenn tær fóru aftur. Men omanaftur komu vit í ellum góðum. Og omanafturkomin síggja vit, at nú var gjert til reiðar til tónleika- og dansikveld í stóra túninum, uttan- fyri gistingarhúsið. Veðrið var fram- vegis av tí allarfagrasta. Og her sess- ast vit so, og tað er ikki hvenndags- kostur ella drykkur hjá feroying- inum, tað tú her kann fáa. Yndisligi neytabjelluljómurin úr grannalagnum kappaðist eina letu við tónleikin av terassuni. Men so fór at skýma, neytini leitaðu sær ból, og einans tyrolartónleikurin frá spæli- monnum okkara var eftir. Loftið dimtist meira og meira, stjørnurnar tendraðust, og mánin kom upp- Høga fjallasíðan gjørdist svørt, og reðin stóð so týðiliga móti heldur ljósara loftinum aftanfyri. Haruppi á reðini sóust ljósini frá endasteðini hjá togbreytini, og longur niðri glógvaði tað frá gistingarhúsinum í Seegrube. So legið við hesum eins- ligu ljósunum haruppi í teirri stóru myrku fjallavíddini. Men fyri okkum ein hendingaríkur dagur. Framhald