Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-12-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. desember 1985síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Indari lært at gera føroyskar plastfipurbatar — farin heimaftur til India at standa fyri arbeiðinum á verksmiðju, sum skal gera »Marinplastbåtar« Tann ungi indarin, Vigi, sum hevur arbeitt á Marinplast í Kaldbak í tvey ár, fer heimaftur til India í dag. Við sær heim hevur hann royndir og kunnleika um framleiðslu av plast- fipurbátum, sum skulu vera grundarlagið undir komandi bátaverk- smiðjuni í Madras í Suður- india. »Heim«longsul Tad eydnadist okkum at fåa eitt stutt pråt vid Vigi, áðrenn hann fór við flog- farinum í dag. Hann greiðir frá, at hetta hava verið tvey góð ár og fer hann at leingjast nógv »heimaftur« til Før- oya, sum hann málber seg. — Eg kann ikki siga, at eg leingist heimaftur til India, men eg kenni meg so mikið nógv drignan at Føroyum og føroyingum, at longu nú áðrenn eg fari avstað, leingist eg eftir Feroyum. Hetta er greið tala. Viti, sum kom úr einum fjar- fyrsta 10-mannafarið skotnum og heilt fremmandum landi til Fer- oya at arbeiða, hevur tikið siðir, mentan, umhvervi, fólkið til sín. — Tit skulu vera vís í, at eg komi aftur. Eg havi longu í hyggju at vitja aftur i Føroyum um tvey ár. Tilvildin Tað var mest sum av til- vild, at Vigi skuldi »enda« í Feroyum. Feroyska lut- tekan á ídnaðarframsýn- ingini í Skotlandi í 1982 hevði við sær, at samar- beiði kom í lag millum Feroyar og India. Indarar hevdu fingið gott eyga á feroyska Marinplastbátin- um. Hann varð royndur í India við sera góðum úr- sliti. Sum lið í ætlanini at byggja eina Marinplast- verksmiðju í India, fekk Vigi tilboðið at fara til Feroya at kunna seg við framleiðsluna av plast- fipurbátum. Hetta var á heysti í 1983. Í dag — tvey ár seinni — heldur Vigi, at hann hevur lært so mikið nógv, at hann er ferur fyri at standa fyri arbeiðnum á teirri komandi verksmidj- uni í Madras. — Eg haldi, at eg havi fingið nógv burturúr og havi eg eisini luttikið í ellum arbeiðinum. Nú er so mín uppgáva, at leggja mínum landsmonnum lag á. Hjálpir teimum fáteku Vit sjálvur heldur, at verkætlanin sum Marin- plast er við í í India, hevur stóran týdning fyri teir fá- teku indisku útróðrar- menninar — og teir eru nógvir í tali. — Eg eri sera bjarg- skygdur hvat hesi ætl- anini viðvíkur, sigur hann. Tervur er á nýggjum bátum til teir mongu kattumaranfiskimennin- ar. Teir hava roynt ymsar nýggjar bátar, men hesir hava ikki verið teir rettu. Nú hava teir so roynt feroysku bátarnar, og eg havi sjálvur hoyrt teir siga, hvussu væl teimum dámar hesar bátarnar. — Tað hevur stóran týdning, at feroyingar á henda hátt kunnu hjálpa okkum í India. og eg ivist ikki í, at hetta bert er byrj- anin til eitt meira umfevn- andi samarbeiði. Okt samstarv! — Við hesum projektinum eru dyrnar latnar upp fyri víðari samarbeiði millum India og Feroyar. Lands- menn mínir eru so avgjert hugaðir fyri ektum sam- starvi — ikki bert á tí vinnuliga økinum, men eisini á eðrum ekjum, leggur Vigi aftrat. — At slíkt samarbeiði so byrjar við at hjálpa teimum fáteku útróðrar- monnunum hevur eftir míni metan stóran týdn- ing, sigur Vigi. Hann vísir á, at júst kattumaran- fólkið eru tey fátækastu av ellum fiskimonnum, og indiskir politikarar hava eingi roynt a* finna fram til nýggjar batar til tess at betra um livikorini hjá hr + HO. A hesum fólkur.. Nú sær tað so út til at fara at eydnast við feroyskari hjálp: Verksmiðjan, sum skal framleiða bátarnar, er í letuni í gerð. Hon verður bygd nærhendis sjálvari havnini í Madras. Vigi roknar við, at teir fara at gera einar tveir bátar um í byrjanini. Men einki er til hindurs fyri at vaksa framleiðsluna. Nú ræður so fyrst um at marknaðar- føra båtarnar i India. Tá teir fyrstu båtarnir eru royndir ymsa staðni í landinum fær ein so at vita, hvussu undirtekan er. Marinplast fyrimynd Hvat viðvíkur sjålvari r, 138 — 3. desember 1985 verksmiðjuni so sigur Vigi, at hon verður gjørd við Marinplast sum grundarlag. Vit hava í seinastuni hoyrt um verksmiðjur, sur. verða bygdar í menn- ingarlondum, at tær halda seg ikki til somu trygdar- reglur, sum líknandi verk- smiðjur í Vesturheim- inum! — Tí beri eg ongan ótta fyri sigur Vigi. Vit fáa eina fyrsta floks verk- smiðju, sum verður ein nú- timansgjørd Marinplast- verksmiðja. Í samband við sjálvan spray-teknikkin, sum verða allar trygdarreglur settar í verk her eins væl og í Føroyum. Feroyar og føroyingar! Vigi vil fegin siga nøkur orå um Føroyar og før- oyingar, nú hann fer av- stað. Hann sigur: — Tað er ikki fyri at skammrósa tykkum, men eg havi bert alt gott at bera føroyingum. Eg havi vinri í nærum hverjari oyggj í Feroyum og fari eg á hesum stað at heilsa teimum øllum og takka fyri gott vinarlag. Tían- verri var skotbráðið eg fekk nú undan fráferðini so stutt, at eg fái ikki sagt øllum tykkum farvæl. Tað verður hervið gjert. Vigi sigur víðari, at hesi tvey árini eru gingin óvan- liga skjótt. Hann hevur livað sum feroyingar hesa tíðina, t.v.s at hann hevur etið allan feroyskan mat, serstakliga væl dámar honum skerpikjet, og hann hevur eisini so dánt lært at tosa feroyskt. Hvat veðurlagnum við- víkur, so var hann eitt sindur í iva í fyrstani, tí hann kom til Feroya á vetri — úr 35 stigum í India. Men tað hevur eis- ini borið væl til at laga seg til veðrið. — Eg havi heldur ongantíð kent meg einsa- mallan í Feroyum, hóast eg havi verið so langt burtur heimanífrá. Eg skal eisini siga um fer- oyingar, at eg ongantíð havi merkt, at fólk hava vent mær bakið orsakað av mínum húðarliti. Her verður tíbetur ikki gjerdur á fólki antin tey eru úr Afrika, India ella aðrastaðni. Slíkt er tekin um eina mentaða tjóð og eitt upplýst fólk. Verið tit bert errin av tí. Eitt hjartasuff hevur Vigi kanska kortini at bera føroyingum. Kanska Eitt hjartasuff hevur Vigi kortini at bera feroy- ingum. — Eg haldi tit gera ov nógv av at siga KANSKA. Hetta havi eg so oftani lagt til merkis. Tú spyr onkran vinmann um eitthvert og vil fegin hava, at hann svarar antin ja ella nei. Men svarið tú fær er næstan altíð tað sama, KANSKA. jan skjótast. um málum. Leyst starv Eitt starv sum avloysari í 3 mánaðir fyri ein assistent á Almannastovuni er leyst at seta frá 1/12-85 ella sum Arbeiðið fevnir um vanligt skriv- stovuarbeiði, herundir målsvidgerå. Viðkomandi skal hava fulla skriv- stovuútbúgving ella annars holian kunnleika til skrivstovuarbeidi. Tað er ein fyrimunur, um viðkom- andi hevur innlit í arbeiði við sosial- Starvid er lønt í lønarfiokki 7 ella 9 eftir sáttmálanum millum Føroya Landsstýri og Starvsmannafelagið. Skrivlig umsókn við meguligum lærubrævi, prévbrøvum og vidmæl- um v.m. verdur at senda Almanna- stovuni, Postboks 196, Tórshavn, i seinasta lagi 13. desember 1985. ALMANNASTOVAN