Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-12-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. desember 1985síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 138 — 3. desember 1985 Óla Svend Nolsee: Vit megna teknikkin nu restar so sølan — Eg ivist ikki í, at vit megna at fram- leiða bæði surimi og surimiúrdráttir, men tann einasti vandin er so, um vit megna at selja verurnar. Hetta sigur Ola Svend Nolsee, stjóri í Noma-Tek, sum júst er Johan Joensen, Óla Jákup Jensen og Óla Svend Nolsee her á Bibun-verksmiðjuni í Tokio, har tier royna crab-stick, heimafturkomin av ferð í Japan Í farnu viku komu tríggir feroyingar heimaftur av vitjan í Japan, har teir m.a. hava royndarkoyrt nýggju crab-stick-maskin- urnar, sum skjótt skulu setast upp á Blue North í Kollafirði. Teir tríggir eru Óla Svend Nolsøe, stjóri á Noma-Tek sum er tekn- iskur ráðgevi hjá Blue North, Óla Jákup Jensen, stjóri á Blue North og Johan Joensen, virkisleið- ari á Blue North. Vit hava tosað við Óla Svend Nolsøe og spurt hann, hvat teir fingu burtur úr í Japan. Hann sigur, at enda- málið við ferðini var fyrst og fremst at vera til staðar crab-stick- maskinurnar vórðu royndarkoyrdar á ti stóru Bibunversmiðjuni i Tokyo Vit skuldu so eisini koma vid uppskotum um broytingar eitt nu hvat trygdini viðvíkur. Her eru japanar kanska ikki so strnagir sum vit og vóru ti gjerdar ymsar broytingar Annars gekk væ at royndarkoyra maskinur- nar. Teir gjørdu nakað av crab-stick við feroysku maskinunum, og riggað framleiðslan, sum hon skuldi Óla Svend Nolsee sigur, at maskinurnar fara úr Japan fyrsta dagin og eru í Feroyum um miðjan januar. Tá eru so eisini einar sjey japanarar við. Teir skulu seta maskin- urnar upp á Blue North og skulu vera við at byrja sjálva framleiðsluna. Seattle Á vegnum heimaftur til Feroya vóru feroyingarnir eisini á eini ráðstevnu í amerikanska býnum Seattle sum snúði seg um framleiðslu av surimi- úrdráttum. Óla Svend Nolsee sogir, at tað vísir seg, at ameri- kanarar eru komnir sera væl áleiðis við at framleiða ymsar nýggjar verur úr surimi. Her verður ser- stakliga hugsað um vanligar kjetverur. Sur- imi, sum er útvatnað fars, hevur ongan smakk og kann tí brúkast í nærum allari framleiðslu. Tann ávísi smakkurin, um hann er frá djórum ella fiski, skal setast til surimi og so hava vit hesa ella hasa veruna Amerikanarar eta bert í ár umleið 60.000 tons av ymsum crabstick og sur imi-úrdráttum og verður roknað við, at hetta talið um ár 1990 verður 450.000 tons. Sølan! Ola Svend Nolsøe heldur, at førovingar liggja sera væl vid, ti vit eru teir fyrstu i Europa, sum fara i gongd vid størri fram- leiðslu av bæði surimi og crabstick. — Vit kenna teknikkin og skjótt kunnu vit eisini framleiða bæði surimi og crabstick verur. Eg eri rættiliga bjartskygdur hvat hesum viðvíkur, men so er bert spurningurin, um vit megna at selja hesar verurnar. Sjálvur heldur Óla Svend, at vit eiga at leggja nógva orku í at læra okkum at selja slíkar verur, og hetta krevur so eisini nakað av okkara sølufeløgum og fólkum. Blue North hevu rlongu nú fingið samband við sum eru gjerd við feroysku maskinuni keyparar eitt nú í USA og Europa, sum longu hava biðið um at fáa roydnir, tá framleiðslan í Kollafirði er komin í gongd. — Óla Svend sigur víð- ari, at aðrastaðni — eitt nú serstakliga í USA, meta teir surimi sum eina koll- velting innan matveruídn- aðin. — Sjálvur haldi eg, at eisini vit feroyingar hava góðan meguleika at vera við í kappingini, um vit fara miðvíst fram. Vit eiga svartkjaftin, sum kanska er okkara stersti fyrimun- ur. Hann vísir á, at hóast fleiri av grannalondum okkara arbeiða við ymsum royndum at framleiða surimi, so tervar teimum nóg bíliga ríveru Tað hevur víst seg, at svartkjafturin er sera væl egnaður til hesa fram leiðsluna, og svartkjaftur- in er sum ellum kunnugt á føroyskum sjoøki part av årinum. Surimiverksmidja Hvat viðvíkur surimiverk- smiðjuni, sum longu er komin til Feroya sigur Ola Svend, at teir hava enn ikki avgjert, hvat verður av henni. Meguliga verður hon sett upp á Blue North í Kollafirði til at gera ymsar royndir við. Ætlanin er, at hon skal umborð á Reynsatind, tá hann verð- ur liðugt umvældur. Upp á fyrispurning um tað ikki er rættiliga vági- ligt at seta surimiverk- smiðjuna upp á landi sigur Óla Svend at tað kann tykjast soleiðis í fyrstu at- legu. Tað er nevniliga av stór- um týdningi, at ráveran er Tað er nevniliga at stór- um týdningi, at ráveran er so fesk sum tilber, tá sur- imi skal framleiðast. Óla Svend heldur tó, at tað skuldi borið til at fingið rættiliga feskan svartkjaft til virkið í Kollafirði, soleiðis at teir kunnu gera royndir, meðan bíðað verður eftir, at Reynsatindur verður klárur aftur. — Kanska vit kunnu fáa okkurt positivt burtur úr hesum royndum, so eg haldi tað er vert at royna tað. Ætlanin er annars at keypa surimi úr Japan ta fyrstu tíðina til crab-stic- framleiðsluna í Kollafirði jan Húsini hjá Jón Carlsson eru ikki meira enn fýra ára gomul. Vit hava uppliva nógvan vind hesi fýra árini vit hava búð her, men ikki nærtil sum sunnukveldið Framhald av forsíðuni stóð niðanfyri, við sær Hetta ferdi við sær, at helvtin av bygdini kom at liggja í streymloysi. Takið, sum var úr stáli, fór saman við lektunum, í einum. Húsini, sum eru úr be- tongi, kledd við timbri, eru fýra ára gomul, og skaðin er stórur. Umframt tað, sum fór beinleiðis av vindinum, er stórur vatn- skaði hendur. Tað oysti niður, so ell húsini innan eru gjøgnumbloytt. Vit tosaðu í gjár við tey, sum eiga húsini. Tey fýra árini vit hava búð her hava vit til tíðir uppliva nógvan vind, men ongantíð nærtil so nógvan sum hetta kveld- ið. Eysturætt var, sum er ringasta ættin her hjá okkum, men hetta høvdu vit ikki rokna við, siga tey. — Vit fóru sjálvandi beinanvegin at leggja plastikk upp undir vaðing- ina fyri at forða tí ringasta regninum at koma niður í húsini og hava vit runnið við spannum og baljum í alla nátt. Vatnskaðin er tó heilt stórur. Loftini og gólvini hava fingið stóran skaða eins og annað í húsi num Eisini hendi skaði á hú ini hjá Peturi Andreasen sum standa beint oman fyri. Har fór partur a flagtakinum Í gjár var stórt virksemi á Stykkinum. Øll høvdu fingið sær frí og luttóku í tí stóra uppruddingar- arbeiðinum, sum har er eftir skaðan. Timbur annað lá um alla bygdina Partur av Jón Carlsson varð funnið meir enn hálvan km bur ur frá húsinum takinum x