Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-12-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. desember 1985síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Givið út siðani 1914 — Tvær nýggjar bøkur komu fríggjadagin. Yrking- arnar hjá Janusi koma næsta vár Aftan fyri báðar rithevundarnar standa frá vinstru Olivur við Neyst, sum hevur gjørt permuna á »Kvinnu- røddum«, Rógvi Thomsen, nevndarlimur í Mentanar- grunni Studentafelagsins og Tróndur Patursson, sum hevur gjert myndirnar til »Likasum«. Mentanargrunnurin gevur bert út upprunaverk, ikki endurprentingar. Fyri 71 árum síðani, í 1914, komu út »Yrkingar« hjá Janusi Djurhuus. Út gevari var Studenta felagið í Keypmannahavn Síðani hava hetta felag og grunnur tess givið út einar 70 bekur. Til 1957 virkaði felagið sjálvt sum forlag Men tað árið varð so stovnaður Mentanar grunnur Studentafelag- sins, sum so tók við út gávuvirkinum Fríggjadagin komu tvær bekur frá grunn inum: »Likasum«, yrk- ingar hjá Róa Paturssoni, og »Kvinnurøddir«, sum Malan Simonsen hevur skrivað. »Kvinnurøddir« er bók um tær fáu kvinnur, sum alment søgdu sína mein- ing i Føroyum i årunum 1890-1902 Hetta eru kvinnurnar, sum mót- mæltu mansveldinum í Feroyingafelag í Keyp- mannahavn, stovnaðu fyrsta kvinnufelagið í Havn og fyrsta barna arnsingarstovnin Eftirlyst i Dagblaðnum Dagblaðið eftirlýsti fríggjadagin yrkingasavn- ið hjá Róa. Tað var inn- stillað til bókmentavirðis- løn Norðurlandaráðsins áðrenn tað kom út. Dag- blaðið sendi kortini onki fólk á tíðindafundin hjá Studentafelagnum seinna- partin fríggjadagin eftir einum eintaki Rógvi Thomsen, sum er í nevnd ini hjá Mentanargrunn- inum, sigur, at bókin hjá tiðindablaðið S0Sjalurin Róa var prentað fyri einari tíð síðani. Men hon lá nakrar vikur í einum pakk húsi í Keypmannahavn á veg til Føroya. Ti kom »Likasum« ikki ut fyrr enn aftaná, tað var al- mannakunngjørt, hon var innstillad til virdislønina »Likasum« er triðja yrk ingasavnið hjá Róa Pat urssoni, sum her sigur frá, hvussu tað eydnast hon um at koma til sættis við andsegnina, sum ofta kenst millum hugaheimin og veruleikan Nógvar úrseldar Utgávurnar hjá Studenta felagnum eru útvið 70 í tali. Nógvar bekur eru út seldar. Men 26 fáast enn Talan er ikki bara um fagr ar bókmentir, hóast tær eru í stórum meiriluta Bekur og bóklingar um samfelagsviðurskifti eru eisini komnar, til demis um málstríð feroyinga fyrr og nú. Nakrar plátur eru eisini komnar frá for lagnum, sum er millum tey elstu feroysku Onkur útgáva hevur vakt sterri ans enn aðrar, so sum barnabókin >Javn- líkin Jesus“ sum enn fæst. Og næsta útgávan fer ivaleyst eisini at vekja umreðu: allar yrkingarnar hjá Janusi Djurhuus í ein- um bókarverki. Eitt megnarverk, sum Christ- ian Matras hevur lagt til rættis. Hann hevur eisini gjørt viðmerkingar til allar yrkingarnar Ætlandi koma yrkingar nar hjá Janusi út næsta vár. Janus gav við testa- menti Studentafelagnum rættindini til verk síni. Funnin í skápi Mentanargrunnurin gav í 1967 út >lIlliónskvæði-, sum Janus Djurhuus týddi. Henda bók hevur verið útseld í nekur ár, men fríggjamorgunin fann Jógvan Isaksen, formaður í nevndini fyri Mentanar- grunnin, hundrað eintek í einum skápi í Feroyahús- unum í Rosenborggade. Annars eru ikki so nógv- ar týðingar á bókalist anum hjá Mentanargrunn- inum. Tær selja eisini minst, sigur Rógvi Thom- sen. Yrkingasøvn selja heldur ikki væl. Hinvegin gongur eitt sindur betur Síða 5 at sleppa av við stuttseg- urnar. Eitt nú eru sevnini hjá Hanusi Andreassen seld í yvir 700 eintekum. Rógvi Thomsen upp- lýsir, at útgávuvirkið fyrr bleiv fíggjað við inn- tøkunum frá Studenta- kabarettunum á ólavseku. Nú tær ikki eru, fær grunnurin studning og lán úr Mentanargrunni Føroya Løgtings. Haðani fåast munandi fleiri peng- ar nú, sigur Rógvi. »Likasum« kostar 120 kr. og »Kvinnurøddir« 140 kr hd Plastbáturin hjá Finni liggur aftan fyri Reyða Kross, við bryggjuna. Froskmenninir funnu líkið aftan fyri bátin og úti við skutin á bátinum, sum liggur við stevninum moti bryggjuni. Funnin við båtin Stutt eftir middag leyg- ardagin funnu tveir frosk- menn líkið av tí 21 ára gamla Finni Jacobsen í Vágsbotni. Hann var druknaður. Avgjert varð at leita júst har, tí Finnur hevði bát liggjandi við bryggj- una, beint aftan fyri Reyða Kross. Og politiið visti, Finnur hevði verið umborð, tí ein annar fylgdi honum hagar nakað eftir klokkan eitt fríggja- náttina. Eisini stóð hurðin á stýrihúsinum opin. Nær Finnur er dottin á sjógv, og um hann er dottin úr bátinum ella av bryggjuni, veit ongin. Kanska hevur hann ætlað sær í land og er gliðin. Finnur Jacobsen varð eftirlýstur i Utvarpinum á middegi leygardagin og fleiri ringdu til politiið við upplýsingum um hann. Finnur Jacobsen var úr Nólsoy. Hann var fiski- maður, ógiftur og átti ongi bern. Hann er triði ungi nólsoyingurin, sum er druknaður hetta seinasta árið.