Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-12-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. desember 1985síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tá sjónvarp er »best« Í HESUM degum hava íbúgvarnir í Sveits atkvøtt, um djór framhaldandi skulu verða brúkt í royndunum at gera ymsar nýggjar heilivágir o.l. royndum. UM sama mundið hava føroyingar sæð eina sera áhugaverda men sam- stundis óhugnaliga sending í sjón- varpinum. Henda sendingin snúði seg um royndirnar hjá japanarum undir krígnum, har teir brúktu menniskju sum »royndardjér« fyri at finna fram til tey røttu bakteriol- ogisku vápnini, og hvussu teir sjálvir best kundu verja seg ímóti bakterio- logiskum vápnum. FYRI kriggid og undir krignum løgdu japanarar stóran dent á royndir við ibakteriologiskum vápnum. Stórar peningaupphæddir vórðu avsettar til endamálið, og teir klókastu og mest royndu japansku vísindamenninir vóru við í hesum arbeiði, har krigs- fangar vórðu brúktir sum »royndar- djóra. Pest, stivkrampabakteriur og nógvar aðrar óhugnaligar sjúku- bakteriur vórðu sprændar inn í æðrar- nar á fangunum. Síðani varð fylgt væl við, hvussu fangarnir kláraðu seg og hvussu nógv teir píndust. Nærum allir teirra doyðu. Funnið er fyribils fram til, at japanarar hava brúkt meira enn 3000 fangar í hesum roynd- um, og flestu teirra fingu ein ræðu- ligan deyða. SO legið tað sljóðar, so er einki komið fram um hesar royndir fyrr enn nú — og tað heilt av tilvild. EIN japanskur granskari kom herfyri fram á nøkur skjal, sum greidduf frá royndunum, ið fóru fram í norðara partinum av Kina, sum varð hersett av japanarum. Bretar hava síðani gjørt eina sjónvarpssending um hesar royndir og sóu vit, hvussu trupult tað framvegis er at fáa nakrar upplýsingar eitt nú um teir persónar, sum vóru við í hesum óhugnaliga til- taki. TAÐ vísir seg, at eingin av teimum mongu, sum hava verið við til at gera hesar óhugnaligu og ómenniskjans- ligu royndir, varð dømdur eftir krigs- lok. Teir hava tvørturimåti í dag sera týðandi embæti í Japan. Onkur teirra er stjóri á lærdum háskúlum og fleiri eru millum fremstu vísindamenn í Japan í dag. Eingin hevur vitað nakað um arbeiði teirra undir krignum — uttan nakrir fáir amerikanarar. Í send- ingini fingu vit at hoyra, at amerik- anarar eftir kríggið »keyptu« vitanina frá royndunum frá japanarunum, og afturfyri fingu allir japanararnir sum vóru við í tiltakinum grid. Ikki bert | tað! Teir nýttu okkurt av tilfarinum til tíðindablaðið Útgevari: P/ Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Fyritaksstjóri: Krisjan Daht Blaðfólk: Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Tórfinn Smith i: Kalmar Lindenskov : P/f Pressan 1981 víðari gransking. og nógvir eru múgv- andi menn í dag. So væl um sátt hava hesir og amerikanararnir staðið, at herfyri varð ein stór granskingarmið- stød bygd í USA, partvíst figgjad av og ber navnid å einum av teimum fremstu, sum vóru við til at brúka menniskju sum »royndardjér«. AFTANÅ slika sending stendur tå púra målleystur og spyr teg sjálvan, um als einki rættvísi finst og um menniskju veruliga er so ómenn- iskjanslig, tá talan er um kriggj og vald! Dømini úr søgu jarðarinnar eru mong, so ikki nýtist okkum at stað- festa hetta bert út frá hesum eina døminum. MEN sum borgarar í einum upplyst- um samfelag eru vit noydd til at spyrja: kann tad vera, at eitt nú tey lond, sum vunnu seinna heimsbar- daga í dag brúka menniskju sum »royndardjér«, ikki bert í royndum at fáa bakteriologisk vápn, men eisini fyri at finna fram til nýggjar heilivágir o.s.fr.? HETTA vita vit einki um vid vissu enn. Men neyvan høvdu vit fingid nakað at vita um japonsku og fyri tað tysku royndirnar vid menniskjum, um hesi lond høvdu vunnið kríggið. Men vit kunnu so spyrja: tá tað hevur borið til at halda hesar royndir so loyniligar í 40 ár, hvat ber tá ikki til at halda loyniligt av tí, sum er farið fram síðani og sum fer fram í dag! Vit minnast tíðindini í fjølmidlunum um, at ávísar fyritøkur i Europa hava brúkt mannafostur í framleiðsluni av avísum evnum, sum verða brúkt í kosmetikídnaðinum. Hetta er so bert eitt dómi, um tað sum kemur fram. TAÐ, sum er vert at undirstrika her, er hvønn tydning fjølmiðlarnir kunnu hava, tá teir eru bestir. Tá teir hava orku og meguleika til at avdúka slíkt sum hetta so nógv ár aftaná. Nógv verður tosað um fyrimunir og vansar við sjónvarpi. Ein av fyrimununum er tá óheft sjónvarpsfólk sleppa framat at lýsa tað órættvísi, sum er farið fram og sum framhaldandi fer fram ymsa staðni í heiminum. UMRØDDA sjónvarpssending er bert eitt prógv um, hvussu týdningarmikil hesin fjølmidilin er, tå hann veruliga sleppur at royna seg. Latið okkum fáa fleiri av slíkum sendingum. Til tykkara, sum velja út á Sjónvarpi Før- oya: Sleppið okkum undan nógvum av tí innihaldsleysa undirhaldinum og gevið okkum tilfar, ið sigur okkum nakað um tann heim, sum vit annars vita so lítið um. Hvussu verður »Smyril« mannaður? Aftursvar til harra Henrik Old frá Strandferðsluni Í heyst einaferð varð und- irritaði = uppringdur av harra Henrik Old, leg- tingsmanni, har hesin kærdi seg um, at alt færri suðuroyingar vóru at telja millum manningina á m.f. „Smyril“, og um Strand- ferðslan var úti eftir heilt at steingja úti megu- leikanum hjá suðuroying- um at sleppa at sigla við Smyrli. Vit fingu eitt sakligt prát um evni, har eg nýtti hevi at avvísa slíkan pá- stand um at nokta suður- oyingum starv á Smyrli. Eftir ellum at dema, hevur harra Henrik Old tó ikki verið nøgdur við hetta telefonprát, tí í Sosial- inum leygardagin 30. nov- ember kemur hann aftur við sama spurningi. Og tá harra Henrik Ols nú metir hetta at hava almennan áhuga, so skal eg sum starvsfólkaleiðari á Strandferðsluni sjálvsagt svara honum aftur. Í løtuni eru tvær mann- ingar umborð á Smyrli, sum skiftast at sigla aðru hverja viku. Báðar mann- ingarnar telja íalt 36 fólk, harav 56% av manningini kemur úr Suðuroy, 19% úr Tórshavn, 8% úr Klaksvík og írestandi 17% koma runt aðrastaðni úr Fer- oyum. Tilskilast kann eisini, at suðuroyingar, sum starv- ast umborð á Smyrli í dag, eru fluttir úr Suðuroy, aftan á at teir hava tikið upp starv umborð á Smyrli. Harra Old kemur inn á, at Smyril siglir út frá Suðuroy, og tí átti at verið mannaður við suðuroying- um. Til sammetingar kunnu vit nevna, at á t.d. »Dugvuni«, ið jú siglir út frá Skálafjorðinum, og sum er mannað við íalt 14 fólkum á tveimum skiftis vaktum, eru av manning- ini 3 búsitandi á Skála- Fáa Svan í dag Svanur eru systurskip hjá Ólavi Gregersen Í dag tekur P/f Drekin við seinna frystifarmaskip- inum, sum er bygt á Fosen Mekaniske Verksted í Noregi. Hjerdis Joensen, kona Árna Joensen, stjóra á Skipafelagnum Feroyum, skal doypa skipið og geva tí navnið Svanur. Svanur skal saman við Ólavi Gregersen sigla millum Norðurlond, Het- land og USA. Ætlanin er, hann skal lasta í Hest- vikan í morgin. Haðani fer hann til Bergen og Es- bjerg, áðrenn hann kemur hendanvegin. Væntandi kemur Svanur til Føroya um eina viku. 11 mans verða við Svani og skipari er John Eliasen, ættaður úr Porkeri. hd Nr. 138 — 3. desember 1985 fjørdinum, 1 í Fuglafirði, meðan hini 10 koma aðra- staðni frá runt um í Feroy- um. Seinast í nevndu grein spyr greinskrivarin, hvar fyribrigdi bygdamenning verður prioriterað, tá sterv verða sett innan Strandferðsluna, og hverj- um Strandferðslan tekur steðu út frá, tá t.d. mann- ing skal setast á Smyril. Enn einaferð skal sláast rimmarfast við 7-tumma seymi, at uttan mun til hvar ein býr á hesum oyggjum, so útilukkar Strandferðslan ongan at fáa starv innan stovnin, tí hesin býr í Suðuroy, í Mykinesi ella úti í Fugloy. Ein og hver er vælkomin at sekja starv innan Strandferðsluna, tá sterv eru leys, men tað er sjálvandi avmarkað, hvussu nógv størv Strandferðslan hevur, og vit kunnu tíverri ikki sita og smíðja óavmarkaði sterv á Strandferðsluni. Páll Heinesen Framhald av forsíðuni húsvegin, og tí vilja tei seta nýggja deild á stovn. Manipulerar við semjuni — Vit finna okkum ikki at manipulerað verður vi teirri semju, sum gjer var 25. november millur Ernst Hansen og Sólbjer Jacobsen, sigur Ág Davidsen og leggur aftra! at hetta er ikki fyrstu fer at tílíkt verður gjørt. Starvsmannafelagið hevði nevndarfund mán: morgunin. Felagið hevu síðani biðið um fund vi landsstýrið. Hesin fundu var kl. 18 í gjárkveldið. — Á hesum fundinur fara vit m.a. at royna a fáa landsstýrið at gang frá at býta bókhaldi sundur, sigur Ág Davidsen. tór.- SPARIKASSANÆMINGUR Sekt verður eftir næmingi til hevuðsskrivstovuna í Tórshavn. Meguligir umsekjarar mugu hava lokið prógv sum: HMX, FHS, HH, HF ella student. Umsóknirnar skulu verða skrivligar, og sendast saman við próvskjelum og møguligum viðmælum til høvudsskrivstov- una í Tórshavn áðrenn 10. desember 1985. FØROYA SPARIKASSI — fólksins peningastovnur