Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-12-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. desember 1985síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 45 x týsdagur 3. desember 1985 Hvat bilaði Neistanum — í seinna hálvleiki? Eftir at hava verið klárt betra liðið í fyrra hálvleiki móti VB, so bar einki til í seinna Neistin— VB, 1. deild kvinnur: 20—13 (13—6) Málskjúttar: Neistin: Sigrun Mikkel sen 9, Svanna Hanusardóttir 7. Marjun Hanusardóttir 2, Rannva Hanusar dóttir I og Ingilín Holm somuleiðis | VB: Susie Strøm 3, Anna Johansen Vigdis Toftum, Eyðdis Kjærbo og Rig mor Djurhuus hver tvey og Thurið Pet ersen Í Brotskest: Neistin 3 og VB 4 Á varingar: Neistin I og VB 1 Útvísingar: Neistin 1x2 min. og VB 2x2 min Dókarar: Sverri Jacobsen og Kari Niel sen Askoðarar: Um 50 Uttan iva vóru tað nógv, ið spurdu seg sjálvan, hvat mundi bila fyrsta kvinnuliði hjá Neistanum, tá tær sunnudagin púra steðgaðu upp í seinna hálvleiki í dystinum móti VB. Aftaná at hava verið trygt á odda við 13—6 í hálvleiki, so varð endaliga úrslitið at Neistin vann við 20—13 — t.v.s. at seinni hálvleikur endaði við javnleiki 7—7. At hálvleikurin endaði við javnleiki var ikki bert orsakað av at Neistin spældi vánaligt, men eisini av at VB tykist at hava fingið meira skil á leik sín. Liðið spælir mun- andi betur enn tað hevur gjørt í langa tíð, men enn kemur ov lítið burtur úr álopsleikinum. Leikarar- nir eru ov smædnir og tora ikki at skjóta, harafturat restar VB skjúttar, ið kunnu royna seg úti frá. Ov lítil megi er í skot- unum. Ein orsek til vánaliga úrslitið hjá Neistanum var meguliga eisini at venj- arin hjá liðinum Jógvan Martin Merk ikki sat á skiftibonkinum í seinna hálvleiki. Tað var annars ikki nógv, ið týddi uppá at VB skuldi standa seg væl í seinna hálvleiki, tí frá byrjan var tað Neistin, ið herjaði á. Neistin fekk økt til 17—6 áðrenn VB fekk fyrsta mál sítt í hesum hálvleiki. Men so kom vend í. Neistin steðgaði upp og VB menti seg. Sjálvt um tað ongantíð var nakar ivi um úrslitið, so var tað VB, ið setti dám á seinnu helvt av seinna hálvleiki. Leik- ararnir tóktust at hava fingið álit á seg sjálvar og komu fleiri mál uppá skjót mótálop og er hetta nakað, ið ein alt ov sjáldan sær VB royna seg við. Tað man vera langt síðan, at ein dystur millum hesi bæði feløg er endaður vid sjey mål muni og møguliga kann VB betra enn meira um málúrtek- una, tá tær royna seg móti Neistanum, men hetta krevur, at leikararnir royna seg við fleiri skotum og har aftur at má venj- ingin eisini lagast soleiðis, at meira kraft kemur á skotini. Sum er hava mál- verjarnir hjá mótsteðu- liðunum ikki teir stóru trupulleikarnar at meta bóltinum. Seinnu árini hevur Neistin verið nógv tað besta liðið í 1. deild og leikaratilfarið er eisini til at gerast best í ár, men um Enn ein Ósigur Kyndil-TB. 2deild menn: 31—12 (17—5) Málskjúttar: Kyndil: Kári Poulsen 6 Henrik Varming 5. Lars Søgård 4 Leivur Holm 4, Niels Nattestad 4. Kaj Leo Johannesen 4, Andreas (Dia) Mid jord 3 og Niels Pauli Jacobsen I TB: Jan Olsen 4, Kári Nielsen 4. Bjarni Hansen 2 og Jákup Jacobsen og Dan Nielsen hvør sitt Brotskøt: Kvndil I og TB 4 Avaringar: TB I Utvisingar: Neistin 1x2 min og TB 1x2 min Dómarar: Hans Holm og Jogvan (Egga) Jensen Askoðarar: 50 Gekk illa hjå TB, 2. deild menn, tá teir spældu móti Neistanum leygardagin, leikararnir ikki fáa meira skil á leikin kann gerast trupult móti Kyndli, su jú oll árini hevur jagstrað Neistan og sum í ár vann fyrsta dystin, tá liðini hittust. Um Neistin ikki tekur sær annað skinn um bak, so vinnur Kyndil meguliga tann næsta eisini so gekk eins illa, um ikki verri, tá tverámenn royndu seg móti Kyndli sunnudagin. Eisini í hesum dysti hevði TB torfert at fylgja við og hendi eisini her, at steðgur kom í miðskeiðis í fyrra hálvleiki og kundi Kyndil uppá tíggju min. økja frá 7—2 til 13—2, og hetta var munur, sum TB als ongar meguleikar hevði at vinna inn aftur Hálvleikssteðan var 17—5 og tá sama leik gongdin helt á í seinna hálvleiki varð úrslitið at Kyndil vann stóran sigur ) við 31 málum móti 12 Sáttmálarnir endurskoðast Sáttmálarnir sum Itrottarsamband Føroya hevur við sjónvarpið og útvarpið eru uppsagdir og verður nú samráðst um framhaldandi samstarv. Fundur skuldi vera í gjár, men vit vistu einki frá hesum áðrenn blaðið fór til prent- ingar, leysatíðindi hava men sum frætt, at fólk sum heild eru ógvuliga mis nøgd vid ta viðge rð. Sjónvarp Foroya hevur av føroyska itrøttinum. Onkur hevur nevnt møguleikan fyri at fáa DBU og DIF at banna donskum sendingum fyri at fáa sjónvarpið at taka uppgåvuna áli arsliga Elkjær sum politikari? Okkurt er, sum bendir á, at danski fótbólts- spælarin Preben Elkjær, sum spælir við ital- ienska felagnum Hellas Verona, hevur eina framtíð sum politikari fyri sær, tá hann eina ferð gevst sum fótbóltsspælari Í hvussu er eydnaðist tað Preben Elkjær at fáa 20 atkveður til amtsráðsvalið í Danmark herfyri. Tað vóru 20 veljarar í Árhus amti, sum hevdu skrivað navn Preben Elkjærs á atkveðuseðilin . Ole Kjær heldur | fram í Esbjerg Nógv bendir á, at fyrrverandi danski landsliðs- málmaðurin Ole Kjær til várs aftur fær tað plássið, sum er avgerandi neyðugt, um hann aftur skal gera sær vónir um at sleppa at verja málið hjá landsliðnum. Ole Kjær hevur góðtikið kontraktina við Es- bjerg fB fyri komandi ár, meðan hin mál- maðurin Svend Erik Larsen, sum síðsta kapp- ingarár trokaði Ole Kjær úr málinum hjá fyrstaliði hjá Esbjerg, hevur sagt nei takk til sama tikboð. Takkað veri góðum málmansspæli var Ole Kjær nær við aftur at gerast málmaður hjá fyrstaliði í heyst. Hann var síðsta ár málverji hja Danmarksseriuliðinum. Sjálvt um Svend Erik Larsen velur at vera hjá Esbjerg sum amaterur, so bendir mangt á, at Ole Kjær kortini hevug góðan meguleika at gerast málmaður hjá fyrstaliði hjá Esbjerg, sum er avgerandi neyðugt, um hann aftur skal gera sær vónir um aftur at gerast landsliðs- málmaður.