týsdagur 3. desember 1985síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 45 — 3. desember 1985
So leingi megin var
gekk væl
— men tá TB-leikararnir byrjaðu at mødast,
kom Kyndil avgerandi á odda. TB, ið spældi
uttan skiftileikarar, royndist tó væl og vóru
teir á odda næstan allan fyrra hálvleik. Tvora-
menn vilja sjálvir vera við, at tað var ov vánaligt
av Kyndli íkki at vinna dystin við fleiri málum
Kyndil--TB, ldeild menn: 26-19
(12—10)
Malskjuttar: Kyndi: John Fgholm 5
Birgir Hansen 5, Jonleif Solsker 4 Kari
Nielsen 4. Kari Rubek Nielsen 4. Aki
Davidsen 2. Sverri Jacobsen Í og Geir
Wardum Í
TB: Oddur
Danielsson 4, Birgir Dímon 4. Kari Nic
lassen 3. Mortan Joensen 2 og Jón
Dimon Sveinbjørn
Johannesen |
Brotskøst: Kyndil 5 og TB I
Ávaringar: Kyndil I og TB 3
Utvisingar: Kyndil 3x2 min og TB 6x2
min
Diskvalifikation: TB I
Dómarar: Kristian Johansen og Hjal
mar Petersen
Orsakað av at Bogi Mort-
ensen, ein av týdningar-
mestu leikarunum hjá TB,
fekk reyða kortið í dyst-
inum móti Neistanum
leygardagin, hevði TB
bert sjey leikarar tá teir
sunnudagin skuldu royna
seg móti Kyndli.
Tá ein visti at tverámenn
spældu uttan 'skifti-
leikarar, meðan Kyndil
hevði fimm, var ikki annað
at vænta enn at Kyndil fór
at fáa lættan sigur móti
bronsuvinnarunum frá í
fjør, ti TB hevur satt at
siga ikki havt gott
kappingarár higartil.
Men tverámenn bilsn-
aðu ell. Teir spældu sum
um teir høvdu fullan bonk
av skiftileikarum og
royndist í veruleikanum
tað betra liðið stóran part
av fyrra hálvleiki. Av og á
freistaðust tverámenn at
renna kapp við kviku
Kyndils-leikararnar og
hevði hetta við sær, at
meðin fór at merkjast og
tá fimm min. vóru eftir av
fyrra hálvleiki — og TB
verið á odda í fleiri umfer-
um — kom steðgur í hjá
tverámonnum.
Kyndil fekk fýra kvik
mál á rað, sum Sigvald
Steinkross, ið royndist TB
bóður málverji við fleiri
frálíkum bjargingum,
ongan meguleika hevði at
bjarga, og kom Kyndil tí á
odda við 12—10 tá farið
varð til hálvleikssteðg.
Hálvkleikssteðgurin
gav tó TB-leikarunum
hevi til at rinda meðina og
byrjaðu teir væl í seinna
hálvleiki, hóast tað var
Kyndil, sum fyrst fekk økt
til 13—10. Men TB'ararnir
fullu ikki í fått, teir
royndu seg eina letu við
tryggum álopsspæli, har
teir ikki spældu ov skjótt
og gekk ikki long tíð til
teir vóru komnir á odda
14—13.
Henda leiðsla vardi tó
bert stutt. Kyndil fekk
javnað ti! 14—14 og kom
eisini á odda. Tá varð eins
og kreftirnar hjá TB-leik-
arunum fóru at ganga
undan og kom nú veru-
ligur steðgur í eina løtu.
Kyndil kom á odda
20—15 áðrenn tað eydn-
aðist TB at »svara« aftur
og minka til 17—20, men
tå Mortan Joensen sjey
min. undan leikloki fekk
reyða kortið fyri at dekka
hart og ólógliga og TB tí
mátti spæla dystin til
enda við bert seks leik-
arum, varð givið at teir
ikki orkaðu at geva
Kyndli harða mótsteðu
seinastu letuna. Tá leik-
arar so eisini vóru riknir
av velli í tveir min. og TB
tí bert spældi við fýra úti-
leikarum, so undraði tað
ongan, at Kyndil vann
dystin við 26 málum móti
19
Aftaná dystin vildi
onkur TB'ari vera við, at
hetta var út av lagi vána-
ligt av Kyndli, tí, segði
hann, »teir eru jú aspir-
antar til meistaraheitið,
meðan vit berjast fyri at
sleppa at verða verandi í
1. deild, og tå ein hevur í
huga, at vit máttu spæla
allan dystin uttan skifti-
leikarar, meðan teir alla
høvdu meguleikar fyri at
seta nýggjar menn inn,
kann ein ikki siga annað
enn at Kyndil kom sera
vánaliga frá dystinum.
Um teir høvdu spælt takt-
iskt kløkt åttu teir at
kunna renna okkum um
koll, ja rætt og slætt
»knust« okkum. Við
hasum spælinum vinnur
Kyndil ikki FM «
Kann vera at Kyndil fær
tað trupult í endaspæl-
inum um meistaraheitið,
sum hesin TB-leikarin
segði, men hesin dystur
gav kanska boð um at TB
í niðurflytingarbólkinum
fer at standa seg betur
enn teir hava gjørt higartil
serliga tá Per Strem og
John Redgaard koma
aftur á liðið.
Dómarar í dystinum
vóru Kristian Joensen og
Hjalmar Petersen og hvat
ein so heldur um deming
teirra, so eru teir konsekv-
entir í døming síni og tykj-
ast altíð samdir í lógar-
tulkingum sínum.
Taptu í seinna
hálvleiki
Neistin— TB, 1. deild menn: 26—18
(8—9):
Málskjúttar: Neistin: Páll Nólsoy 6.
Regin Hansen 6. Jógvan Djurhuus 5,
Sjúrður holm 3, Svein Patursson 3, Jon
Hansen 2 og Dánjal P. Mohr Í
TB: Mortan Joensen 4, Kári Niclassen
4, Bogi Mortensen 3, Birgir Dimon 3.
Sveinbjørn Danielsson 2 og Oddur
Dimon 2
Brotskøst: Neistin 5 og TB 3
Ávaringar: Neistin 5 og TB 3
Útvísingar: Neistin 3x2 min. og TB 3x2
min
Diskvaliffikation: TB 1
Dómarar: Sverri Jacobsen og Kári
Nielsen
Tá TB og Neistin 1. deild
menn hittust í hellini á
Hálsi leygardagin kom
enn einaferð til sjóndar, at
TB kann klára seg væl í 1.
deild so leingi kreftirnar
rekka.
TB hevði bert ein skifti-
leikara og tá fleiri av leik-
arunum ikki eru í bestu
venjing, hevur hetta við
sær, at kreftirnar ganga
undan í seinna hálvleiki og
at sinnið tí fer við fleiri
leikarum.
Í fyrra hálvleiki stóð TB
seg væl og var eisini á
odda við 9 málum móti 8,
tá farið varð til hálvleiks-
stedg, men í seinna hålv-
leiki gekk ikki longur.
Neistin, sum hevði havt
nógvar miseydnaðar
skotroyndir í fyrra hálv-
leiki fekk meira skil á leik-
in samstundis, sum TB
fekk minni og minni
burtur úr, og hevði hetta
við sær, at TB mistið
takið á dystinum. Neistin
fekk vent gongdini og
kom miðskeiðis í hálv-
leikinum trygt á odda og
vann eisini dystin við 26
málum móti 18.
Aftaná dystin hevdu
fleiri leikarar hjá TB at
dómarunum, ið teir mettu
vera ov vánaligar. M.a.
førdu teir fram, at teir
saknaðu konsekvens í
demingini, tí ein leikari
varð diskvalifiseraður fyri
at sparka til bóltin tá
hann gjerdist sintur av at
verða skumpaður heldur
hart í skotrovnd, meðan
Ét
annar leikari, ið framdi
sama brot letu seinni,
berg varð rikin av velli í 2.
min. Eisini vildu teir vera
vid, at tað var skeivt at
seta tveir dómarar frá
Kyndli at dema dyst hjá
TB leygardag, tá TB
skuldi spæla móti Kyndli
sunnudagin og at ein dis-
kvalifikatión tí vildi verða
til stóran fyrimun fyri
Kyndil.
Ov fáar hond-
oltsleikarar
Bæði Oddur Dimon,
núverandi formaður í
hondbóltsdeildini hjá TB,
og Vilhelm Meyer, fyrr-
verandi formaður í somu
deild, greiða frá, at ein or-
sek til at TB roynist so illa
í 1. deild menn í letuni er
lítli áhugin, ið dreingir og
menn á Tveroyri hava fyri
hondbóltinum.
— Umsteðurnar hjá
okkum eru avbera góðar,
men alt ov fáir leikarar
meta til venjingar, og
trupulleikin verður megu-
liga enn sterri um nekur
ár, tí vit hava h verki ung-
linga- ella dreingjalið í let-
uni, so tað verður torfert
hjá okkum at fáa nýggjar
leikarar á liðið.
— Tað sigur seg sjálvt,
at tað er trupúlt hjá
okkum at hava ein venjara
til so fáar leikarar. Tað
vildi jú verið at hildið
hann fyri rukku, um hann
skuldi staðið fyri venjing-
ini og bert 7-8 leikarar
luttaka, siga teir báðir.
Teir siga eisini, at ein or-
sek til at tað gongur so illa
at manna liðini í letuni er
meguliga at ítróttartil-
boðini á Tveroyri eru ov
nógv í mun til fólkatalið,
og tá tað eru tey somu, ið
skulu taka lut í ellum
ítróttargreinunum, hendir
sjálvandi tað, at onkur
dettur burtur í millum.
— Meguliga hendir tað,
at vit á Tveroyri koma at
hava eina rúgvu av ítrótt-
argreinum, har vit roynast
hampiliga væl og onga har
vit eru millum tey bestu.
po” ">
Lið nr. 23 tikið
seg úr
Enn eitt lið hevur tikið seg úr hondbóltslands-
kappingini.
Tað er VÍFa, dreingir 14 ár, ið er 23. liðið, ið
hevur tikið seg úr kappingini.
— Hetta er eitt met, ið ringt verður at taka í
framtidini, sum Hans Holm, kappingarstjóri
tekur til.
Dómara-
»bedømarar«
Hondbóltssamband Føroya hevur áhuga
fyri at økja um dygdina hjá dómarunum
og er ein háttur at seta »bedømarar« til
ymsu dystirnar.
Hesir »bedømarar« hyggja at dystinum
og meta síðani hvussu dómararnir greiða
uppgávu sína. Síðani verður skrivlig frá-
greiðing send HSF, ið so kann meta um
dygdina hjá einstoku, démarapørunum.
Sjálvandi tosa »bedømararnir« eisini við
einstøku dómararnar,
soleiðis at teir
kunnu fáa at vita um veikleikar 0.a.
Utta iva er hetta nakað, ið fer at betra
um góðskuna í hondbóltsdomingini.